Kvæðasavn

Torvatrøll og fluga

Uppskrift: FK 203, 35, pp. 155.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Torvatrøllið og trani,
tey løgdu ráðini saman.

2. Torvatrøllið tekur í trana[n]s hand,
so gingu tey til flugukongsins land.

3. »Her situr tú, flugukongur, yvir títt borð,
torvatrøllið sendir tær orð.

4. Tað sendir tær orð og blíðan já,
tað vil tína dóttur til drotning fá.

5. Tað sendir tær orð og blíðan tala,
tað vil tína dóttur til drotning hava.«

6. Flugukongur svarar so for seg:
»Sjálv skal fluga lítla svara for seg.«

7. Fluga lítla svarar so for seg:
»Torvatrøllið, eg vil ikki hava teg.

8. Tá eg eti mat yvir kongsins borð,
tá liggur tú í eitt rossaspor.

9. Tá eg eti mat av kongsins fat,
tá liggur tú við eitt rossaræ.«

10. Torvatrøllið tekur í flugu lítlu flættu,
rykkir hana so aftur av krakki.

11. Fluga lítla undir, og torvatrøllið á,
eingin visti, hvar tey 'huggjavust' tá.

12. Upp stóð fluga lítla, skakaði seg:
»Skamm fái tú, torvatrøllið, for meg.«

(c) Dansifelagið í Havn