Kvæðasavn

Pellu táttur

Uppskrift: FK 211, 36, pp. 80-81.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eitt er hús í Vágum,
har eru tríggir brøður,
bákna teirra slektir saman
eftir gomlum frøðum.

Strýggjan við oyrað,
har er mangt og smátt,
uppi á skølti hovmenn dansa,
allir drekka kátt.
Strýggjan við oyrað.

2. Hanus er framman av kjafti,
og Andras millum pert,
ytst úr hvørjum snøkli,
tað er Jákup stert.

3. Maður kom frá Sundi heim,
gott var í honum treyst,
høvur sat á hansara kroppi,
tað var makaleyst.

4. Vavdi hann tað við spjarrar
og uttan yvir við strá,
plinkurnar út ígjøgnum skína,
sum ljós í myrkari vrá.

5. Mangur hevur vágað,
eingin hevur komið fram
uttan Pætur Niklasson,
hann hin menskur mann.

6. Tríggjar setir hann vaktirnar
um tann spjarraknokk,
eingin skal á slottið storma
inn á krankopp.

7. Tríggjar setir hann vaktirnar,
um tær vóru ikki fleiri,
eina við munn, aðra við kinn,
triðju aftur við oyrað.

8. Hann leyp inn um vaktirnar,
hvørki við krút ei lóður,
reikar runt um borgina,
upp á skøltin fór.

9. Geitir hevði hann oman í brýr,
og strýggjur aftur við oyrað,
tóktist so øllum á at lýða,
fagurt var at hoyra.

10. Kvøðið havi eg kvæði mítt,
og aftur lati eg venda,
hetta kallum vit Pellu kvæði,
nú er táttur á enda.

(c) Dansifelagið í Havn