Kvæðasavn

Mikkjals táttur

Uppskrift: FK 217, 36, pp. 113-114.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Árla var um morgunin,
tá ið sólin rann:
»Hvør torir vekja Bjarnarisa,
tann stóra mann?«

Hann er eingin, ið teirra torir hevna,
glaðir ríða mínir brøður til tinga og stevna,
teir vilja allir hava bót,
tað er eingin, ið teirra torir hevna.

2. Maðurin leyp úr sínari song
á gólvið fram:
»Eg tori at vekja Bjarnarisa,
tann stóra mann.«

3. Maðurin leyp
úr sínari song:
»Eg tori at vekja Bjarnarisa,
tann stóra drong.«

4. Gingu so um dalin yvir
við ein fart,
teir gingu seg at vindeyganum
og rópa hart.

5. »Statt upp, langi Bjarnarisi,
á sjógvin út,
gloym ikki vøttir og hettu,
sum hava tút!«

6. Upp stóð langi Bjarnarisi,
var bogin sum gjørð:
»Eg má vinda tað sama noða,
eg vant í fjør.«

7. Upp vaknaði hon gamla Myrisnípa,
hon var ikki glað:
»Abbanum verður ikki vundið
í henda dag.«

8. Upp vaknaði hon gamla Myrisnípa,
um seg leit:
»Abbanum verður ikki vundið,
eg tað veit.«

9. Upp vaknaði hon gamla Myrisnípa,
hon var ikki blíð:
»Abbanum verður ikki vundið
í mínari tíð.«

(c) Dansifelagið í Havn