Kvæðasavn
Stelka táttur
Uppskrift: FK 220, 36, pp. 129.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Stelkur fer eftir mølini
við sín tjúkka svíra,
hann sær seg í havið út:
»Hvussu man Brestingur stýra?«
Ærligir menn, dans skulu vit fremja,
er ikki dagur enn, orlov biðjum væl.
2. Stelkur fór eftir mølini,
feitur er hann sum spik:
»Hvat skal hann við kumpass gera,
sum ikki veit norðstrik.«
3. Stelkur fer eftir mølini,
feitur er hann sum líri:
»Hvat skal hann við kumpass gera,
sum ikki kann at stýra.«
4. Út kemur hon Mutlatutla,
oman eftir geil:
»Eg síggi eitt skip við flesina,
eg meini, tað hevur feil.«
5. Ryssan meig, og báturin gleið,
alt tók eftir hæli:
»Góða nátt,« segði Endi,
»nú eru vit skildir frá dali.«
6. Endi setst í eysrúmið,
biður leggja út vørr,
Brestingur í annað borðið
aftur móti sær.
(c) Dansifelagið í Havn