Kvæðasavn
Sørinar táttur
Uppskrift: FK 221, 36, pp. 132-135.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Havið tær eina rímu hoyrt,
sum inni hevur ligið leingi,
gjørd um Hanus Lukkasson
og Sørin á Oyrareingjum.
Árliga biðjum væl,
ærligir menn,
dansin vilja vær fremja,
er ikki dagur enn.
Árliga biðjum væl!
2. »Tá ið eg var í Kollafirði,
fór eg út við monnum,
tá ið eg kom í Dímunarkleiv,
hekk eg á mínum tonnum.
3. Tá ið eg kom til Dímunar,
har var eingin uppi
uttan Hanus Lukkasson,
sum loppur hevði á hupp[i].«
4. Sørin gongur í túninum,
buksur niður á gatið:
»Hvaðan ert tú, mikli maður,
tú fær mær sess og sæti.«
5. »Sjálvur eiti eg Loppu Hanus,
Loppa er mín móðir,
Búgvi Ólavur er faðir mín
og Loppu Jógvan mín bróðir.
6. Eg eigi mær ein annan bróður,
eg meini, hann eitur Per,
hann hevur ligið hjá naknum gróti,
so gjørdi eg í fjør.
7. Dávid eitur mín verfaðir,
hann býr við Skumputoft,
eyguni sum í kúfiski,
hann setir tey út í loft.
8. Sjálvur eiti eg Loppu Hanus,
Fiðlarin er mín avi,
fert tú ikki aftur til Kollafjarðar,
so slái eg teg við stavi.«
9. Sørin stendur í túninum,
og hann ramsar aftur ímóti:
»Tú skuldi tikið kollfirðingar
og sligið niður fyri fót.
10. Eg skuldi farið til Kollafjarðar,
hevði eg ikki gjørt fyri synd,
tað skuldi fokið fyri mína hond,
sum fjaðrar fúka for vind.«
11. Svaraði Hanus Lukkasson,
loppur hevði við oyra:
»Eg skuldi sligið kollfirðingar,
um teir høvdu verið fleiri.«
12. »Ikki fari eg til Kollafjarðar,
mær er tað meir ímóti,
enn at taka vákn í hond
og sláa so niður for fót.
13. Eg havi sagt frá elvi míni,
greitt henni niður av hond,
Díðriks kona er móðir mín,
hon er av Uppsaland.«
14. Svaraði Hanus Lukkasson,
loppur hevði á svanga:
»Skalt tú vera dímunarbóndi,
tú mást í kamarið ganga.
15. Gakk tú teg í kamarið inn,
sum gamla Billa liggur,
stoytir tú niður náttpottin,
eymur verður tín ryggur.«
16. Hann gekk seg í kamarið inn,
sum gamla Billa lá,
annan fótin í náttpottin,
og annan steig hann uppá.
17. »Tú hevur stoytt mína bukku niður,
tað er lítið vert.«
»Hoyr tú, Billa Hanusardóttir,
tú ert nasasvørt.«
18. »Tað tú kallar meg Svartanøs,
má meg so lítið skaða,
hevði tú sætt tað Einivart Páll,
hann drifti á mínum maga.
19. Hevði tú sætt tað Einivart Páll,
á mínum maga drifti,
tá skuldi tú fingið eitt mótitak
og fallið for fyrsta syftið.
20. Hevði tú sætt tað Einivart Páll,
hann lá ímillum míni lær,
tú skuldi fingið eitt mótitak
og fallið for fyrsta snar.
21. Stundum havi eg við grunnum verið,
stundum uppi við ský,
stundum undir 'Eagul bakka',
og sitið eina langa tíð.
22. Stundum havi eg við grunnum verið,
stundum við ský at ganga,
stundum undir 'Eagul bakka',
og sitið eina tíð so langa.
23. Stundum havi eg við fjøllum verið,
stundum niðri við grunn,
hvør sum ofta slíkum møtir,
hann lær ikki allan stund.«
24. Eg kann ikki kvøða meir,
hálva minni at ríma,
Dávid sat undir 'Eagul bakka'
í hálvan triðja tíma.
(c) Dansifelagið í Havn