Kvæðasavn
Keisara kvæði
Uppskrift: FK 223B, 36, pp. 148-149.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Árla var um morgunin,
tá ið sólin upp rann:
»Hvør skal skjóta hundin,
sum eitur Pann?«
Hann skeyt hundin í trýnið.
2. Keisarin gongur í 'touginen',
togar buksur upp um síni knæ:
»Læna mær bóndans byrsu
av Selatrað!«
3. Keisarin gongur í túninum
og rennur alt í rot:
»Latið hundin fáa nú
eitt fullkomið skot!«
4. Sigga situr og bindur
eitt hosubrot:
»Lat ikki hundin falla
fyri tað fyrsta skot!«
5. Átta fylgdu hundinum
til rættarstað,
bundu hann við línur tólv
um ein mikudag.
6. Lúkuna hevði hann til krútmát,
tá ið hon var full,
proppurin var úr Breiðadal,
burtur av høvdaull.
7. Ógvuligt var buldrið,
tá ið byrsan hon gekk,
eittans haglið hundurin
í trýnið tá fekk.
8. Blóðið tekur at dryppa
úr hundsins kjaft,
hjartað klappar [á] Keisaranum,
so hann mundi skræpt.
9. Til svaraði Geipurin,
tá ið blóðið fleyt:
»Bannað veri hondin,
ið hundin skeyt!«
10. Allar sleit hann línurnar,
tann hin gamli fjendi,
oman varð hann kastaður,
tað var hansara endi.
(c) Dansifelagið í Havn