Kvæðasavn

Keisara kvæði

Uppskrift: FK 223C, 36, pp. 150-151.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Árla var um morgunin,
sólin upp rann:
»Hvør skal skjóta hundin,
sum eitur Pann?«

Hann skeyt hundin í trýnið.

2. Keisarin gongur í túninum,
togar buksur upp um knæ:
»Tær lænið mær bóndans byrsu
av Selatrað!«

3. Keisarin gongur í túninum,
og gongur alt í rot:
»Latið hundin fáa
eitt fullkomið skot!«

4. Sigga situr og bindur
eitt hosubrot:
»Latið ikki hundin falla
fyri fyrsta skot!«

5. Lúkuna hevði hann til krútmáta,
og hon var full,
proppurin var úr Breiðadal,
av høvdaull.

6. Ógvuligt var buldrið,
tá ið skotið gekk,
eittans haglið hundurin
í trýnið fekk.

7. Blóðið tók at dryppa
úr hundsins kjaft,
hjartað klappaði í Keisaranum,
tí hann mundi tapt.

8. Til tað svaraði Geiparin,
tá ið blóðið fleyt:
»Skamm og last í hondina,
sum hundin skeyt.«

(c) Dansifelagið í Havn