Kvæðasavn
Ragnarlykkja
Annað heiti:
Viljormskvæði
Uppskrift: CCF 12D, 1, pp. 360, FK 14D, 5, pp. 141-142.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Kristin eitur Viljorms brúður,
henni kom barn á hand,
føddist ikki mætari kona
í øllum Noregis land.
2. »Leingi skalt tú, Viljorm jall,
eyka meg við ta trá,
ikki tú ríður í ókunn lond,
javngott vív at fá.«
3. »Hvar veitst tú í øðrum londum
so væna vív,
at mær sámir til frillu
eina aftantíð?«
4. »Girtlands kongur dóttur eigur,
væna og so fríða,
hon kemur ikki sól at sjá
fyrr enn jóladag um tíð.«
5. »Er hon so væn og tekkilig,
sum tú sigur frá,
har streingi eg eiti mítt,
og hana skal eg fá.«
6. So letur hann Viljorm jallur
byggja skipini síni,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.
7. So letur hann Viljorm jallur
byggja skipini stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.
8. Vundu upp síni silkisegl,
byrin honum veks,
sigla so til Girtlanda,
hann telur um dagar seks.
9. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Viljorm jall
sínum fótum á land.
10. Úti í miðjum grasgarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
11. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Girtlands kongur við borðið sat
við manna hundrað fimm.
12. Viljorm stendur á hallargólvi,
í forðum var sá siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.
13. Viljorm stendur á hallargólvi
væl í góðum tíma:
»Sit væl, reystur Girtlands kongur,
gev mær dóttur tína!«
(c) Dansifelagið í Havn