Kvæðasavn

Hjálmar og Angantýr

Uppskrift: CCF 15A, 1, pp. 399, FK 17A, 6, pp. 99-100.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. Bóndin í høgu oyggini býr,
ellivu eigur synir dýr.

2. Ellivu eigur hann synir dýr,
tólvti var kappin Angantýr.

3. Angantýr fekk tað frætt í há,
at bóndin væna dóttur ár.

4. Angantýr letur byggja skeið,
hann var ei til ferðar seinur.

5. Hjálmar fekk tað frætt í há,
at bóndin væna dóttur ár.

6. Hjálmar letur byggja skeið,
hann var ei til ferðar seinur.

7. Teir vinda síni segl í húna hátt,
teir trúgva so væl upp á sín mátt.

8. Snekkjan fell for búgvin brand,
Angantýr loypur so tungliga á land.

9. Angantýr loypur so tungliga á land,
upp til kníggja niður í sand.

10. »Dragið nú hosuna av mítt bein!
Ei skal hin væna frætta tað heim.«

11. Hjálmar loypur so lættliga á land,
ikki merkti hann spor í sand.

12. Út í miðjum grasgarði teir aksla sítt skinn,
og so búnir ganga teir for bóndan inn.

13. »Væl siti tú, bóndi, og drekkur vín,
gev mær hina vænu dóttur tína!«

14. Bóndin skjýtur tað frá sær:
»Sjálv má hin væna ráða sær.«

15. »Vandan skjýtur tú frá tær,
Hjálmar kappa kjósi eg mær.

16. Hjálmar kappa kjósi eg mær,
hann er á øllum vænari í sær.

17. Angantýr er so ljótt eitt trøll,
so er slag og ættin øll.«

18. Teir bardust út av teirri høll,
Angantýr letur sum eitt trøll.

19. Teir bardust niðan við eini á,
deyðin fell á báðar tá.

(c) Dansifelagið í Havn