Kvæðasavn
Hjálmar og Angantýr
Uppskrift: CCF 15C, 1, pp. 401, FK 17C, 6, pp. 103-104.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Bóndin uppi í eikini býr,
vælbornir menn
hann eigir ellivu synir dýr.
Arngríms synir av Blálondum
berjast við Samsoy.
2. Hann eigir ellivu synir dýr,
bæði Hjálmar kappan og Angantýr.
3. Dreingir byggja eina skeið,
hon er ikki til ferðar sein.
4. Teir vinda segl í húnar hátt,
teir trúgva so væl uppá sín mátt.
5. Kastaðu akker á hvítan sand,
fyrstur steig Hjálmar sínum fóti á land.
6. Kastaðu akker á hvítan sand,
fyrstur steig Angantýr fótum á land.
7. Fyrstur steig Angantýr fótum á land
upp til kníggja niður í sand.
8. »Eg dragi hosu av mítt bein,
lat ikki hina vænu frætta tað heim.«
9. Mitt út í garðinum aksla teir sítt skinn,
so ganga teir fyri bóndan inn.
10. »Her situr tú bóndin og drekkur vín,
gev mær hina vænu dóttur tína.«
11. Tá ið Hjálmar steig yvir borð,
tá bar Angantýr upp bønarorð.
12. »Her situr tú bóndin og drekkur vín,
gev mær hina vænu dóttur tína.«
13. Bóndin tykist vera komin í vanda,
garpar tveir fyri borði standa.
14. »Vandan skjóti eg burtur frá mær,
sjálv skal hin væna ráða sær.«
15. »Skjýtur tú vandan burtur frá tær,
Hjálmar kappan kjósi eg mær.
16. Hjálmar kappan vil eg á,
tí hann er so vænur av øllum at sjá.«
17. »Bóndin, læna mær eggjatein,
vit førum báðir at berjast heim.
18. Bóndin læna mær skarpan knív,
vit førum báðir at láta lív.«
19. Teir bardust fram við eina høll,
teir lótu í verri enn nøkur trøll.
20. Teir bardust fram við eina á,
ymsir undir og ymsir á.
21. Ymsir undir og ymsir á,
deyðir lógu teir báðir tá.
(c) Dansifelagið í Havn