Kvæðasavn

Sjúrðar kvæði

Uppskrift: CCF 1A, 1, pp. 1-34, FK 1A, 1, pp. 37-118.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

I. Regin smiður

1. Vilja tær nú lýða á,
meðan eg man kvøða
um teir ríku kongarnar,
sum eg vil nú um røða.

Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.

2. Sigmundur var ein
jalsins son,
men hann fekk eina so
høgborna konu.

3. So glaðiliga drekka tey
í ríkinum jól,
so fagurliga byggja tey
tann ríka kongins stól.

4. Tá var har so mikil
ríka manna gongd,
ófriður gekk á
kongins land.

5. Ríða teir í bardagar
suður upp á strand,
so reystiliga vardu teir
tann ríka kongins land.

6. Løgdu sínum bátunum
suður við strand,
so listiliga vardu teir
tann ríka kongins land.

7. Ríða teir í bardagin,
lótu har sítt lív,
eftir livir Hjørdis
Sigmundar vív.

8. Stendist tað av bardøgum,
eingin kemur heim,
eftir livir Hjørdis
við sorg og døpul mein.

9. Stoytir hon yvir seg
kápu bláa,
so gongur hon á vánaðin,
sum Sigmundur lá.

10. »Ligg nú heilur, Sigmundur,
søti mín,
eg man vera í sorgartíð
komin at vitja tín.

11. Hoyr tú, reysti Sigmundur,
søti mín,
eru tey nakað grøðandi
sárini tín?«

12. »Seint manst tú, Hjørdis,
fáa til tess ráð,
gera tey smyrslini,
sum grøða míni sár.

13. Hundsins synir í randarný
skaðan gjørdu tær,
eitur var í svørðinum,
teir bóru móti mær.

14. Áðrenn teir góvu mær
tað fyrsta sár,
sundur gekk mítt svørðið
í lutirnar tvá.

15. Sundur gekk mítt svørðið
og sundur gekk mítt spjót,
Hundsins synir
riðu mær allir ímót.

16. Sundur gekk mítt svørðið
í lutir tvá,
tí mundi eg ongan
sigur av teim fáa.

17. Tað annað sárið, teir
góvu mær tá,
illa neit í hjartanum,
tað hyggi av tí gár.

18. Tað, ið tú hevur í vónum hjá tær,
tað er sveinsbarn,
føð tað væl við ærum upp,
og gev tí Sjúrðar navn.

19. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú teir til smiðju bera
ungum soni, tú ár.

20. Av sonnum eg tað sigi
nú til tín:
hesin sami sonur
skal hevna deyða mín.

21. Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú fáa
hesar svørðslutir tvá.

22. Og so má hann gera tað
so reinliga hart,
bæði má hann vega við tí
steinin og jarn.

23. Frænar eitur ormurin,
á Glitrarheiði liggur,
Regin er ein góður smiður,
fáum er hann dyggur.

24. Eg fái ikki, Hjørdis,
longur snakkað við teg,
hetta man vera deyðastundin,
ið komin er á meg.«

25. Grátandi snúðist Hjørdis
Sigmundi frá,
allar hennara hirðkonur
feldu fyri hann tár.

26. Grátandi fór nú Hjørdis
í sínum sali at sitja,
Hjalprek kongur fyrstur og fremstur
frúnna kom at vitja.

27. Frúgvin gekk sær við barninum
níggju mánar sínar,
til at teirri stundum leið,
hon føðir ein svein so fríðan.

28. Nú er enn sum ofta fyrr,
duld er døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

29. Sveipar hon hann í klæðir væl,
tá ið hann kom í heim,
Sjúrða bað hon nevna sær
tann geviliga svein.

30. Barnið varð sveipt í klæði væl,
og gott er til góðan at evna,
síðan bað hon presti bera,
Sjúrða bað hon nevna.

31. Hann varð borin frá kirkjuni
aftur til móður sín,
meira læt hon røkta hann
enn alt sítt gull í skrín.

32. Barnið varð borið frá kirkjuni
og sett á móðurs fang,
meira legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull og sprang.

33. Barnið varð borið frá kirkjuni
og sett á móðurs knæ,
meira legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull og fæ.

34. Sigmundur kongurin
frá henni gekk,
Hjalprek kongurin
hana aftur fekk.

35. Hjalprek kongurin,
tann jalsins son,
hann fekk nú sær
so høgborna konu.

36. So var tað við Sjúrða,
mikil gav hann vekst,
meiri vaks hann í ein mánað,
enn onnur børn í seks.

37. Hann vaks upp hjá síni móður
tað er einki hól,
meiri vaks hann í ein mánað
enn onnur børn í tólv.

38. Hann vaks upp hjá síni móður,
hon gav honum gangin hægst,
hann royndi meira í ein mánað
enn onnur børn í seks.

39. Hann vaks upp hjá síni móður,
miklan fekk hann alva,
styrknaði meiri í ein mánað
enn onnur børn í tólv.

40. Hann vaks upp hjá síni móður,
lukkan honum góð,
hann vann meira í ein mánað
enn onnur børn í tólv.

41. Hann vaks upp í ríkinum
til geviligan mann,
Hjalprek kongurin
fostraði hann.

42. Hann vaks upp í ríkinum
skjótt og ikki leingi,
til hann gjørdist í høggum tungur
hann bardi kongins dreingir.

43. Hann var sær á leikvøllum,
ímillum manna herjar,
rívur upp stórar eikikelvar,
lemjar summar til heljar.

44. Niður settust sveinarnir,
vreiðir ið teir vóru:
»Líkari var tær faðir at hevnt
enn berja os so stórum.«

45. Sveinur kastar skildri niður,
lystir ei longur at leika,
gongur fyri sína sælu móður
við reyðar kinnar og bleikar.

46. Sveinur gekk til móður sína,
talar rætt og slætt:
»Sig mær sannan faðir at mær,
ein hvør vil vita sín ætt.

47. Hoyr nú tað, mín sæla móðir,
sig mær satt ífrá:
varð mín faðir av lívi tikin,
ella doyði hann á strá?

48. Hoyr tú nú, mín sæla móðir,
spyrja má eg nú teg:
varð mín faðir við váknum vigin?
Dult er tað fyri meg.

49. Hoyr tú, mín hin sæla móðir,
sig mær nú satt ífrá:
er hann enn á vørildini,
ið mín faðir vá?«

50. »Um hann er á vørildini,
ið tín faðir vá,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av honum fár.

51. Hundsins synir í randarný
teir tín faðir vá,
tú manst ikki, meðan tú livir,
sømdir av teimum fá.«

52. Sveinur svaraði síni móður,
alt væl sum hann kundi:
»Ofta hevur vaksið ungum rakka
hvassar tenn í munni.«

53. Frúgvin gekk at tí kistuni,
sum øll var í gulli tvigin:
»Her skalt tú síggja tey herklæði,
sum tín varð faðir í vigin.«

54. Hon læsir upp ta kistuna,
sum nógv var í gull og fæ,
hon tekur upp teir svørðslutir
og kastar Sjúrða á knæ.

55. Hon tekur upp ta skjúrtuna,
sum øll var í blóði drigin:
»Her sært tú nú, mín sæli sonur
hvussu tín varð faðirin vigin.«

56. Hon tekur hesar svørðslutir,
Sjúrða hon teir fær:
»Hetta gav tín hin sæli faðir,
ið mikið gott unti mær.

57. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú tær eitt annað
svørðið av teim slá.

58. Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú fáa
hesar svørðslutir tvá.

59. Honum skalt tú fáa
hesar svørðslutir tvá,
smíða væl og virðiliga,
til tú ríða má.

60. Frænar eitur ormurin,
á Glitrarheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
fáum er hann dyggur.«

61. Tað var hin ungi Sjúrður,
honum mundi einki fresta:
»Hoyr nú tað, mín sæla móðir,
vís mær á veldigan hest!«

62. »Gakk tú fram at fossinum,
Varpa stein í á,
kjós tær hest til handar tann,
sum ikki víkir frá!«

63. Hann gekk sær at fossinum,
kastaði stein í á,
tók sær tann av hestunum,
sum ikki víkti frá.

64. Hann var í tí ríkinum
ein tann allarbesti,
síðan varð hann kallaður
Grani Sjúrðar hestur.

65. Árla var um morgunin,
meg man rætt um minna,
Sjúrður kvittar yvir um á
Regin smið at finna.

66. Sjúrður leyp á Grana bak
sama morgun snimma,
so ríður hann sær yvir um á
Regin smið at finna.

67. Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður fyri dyrnar fram,
Regin kastar smíðinum,
hann tekur jarn í hond.

68. »Hoyr tú meg nú, Regin,
hetta er fyrsta mín ferð,
ger mær tað, tú Regin smiður
smíða mær nú eitt svørð!

69. Tak nú frá mær hesar
svørðslutir tvá,
tú mást mær eitt javngott
svørð av teimum slá.«

70. »Ver vælkomin, Sjúrður,
tú ert mær so kær,
dvølst í ríkinum nakra tíð
og hesa nátt hjá mær!«

71. »Eg fái ikki, Regin smiður,
dvølst í nátt hjá tær,
Hjalprek kongur saknast meg
úr hásætinum frá sær.

72. Smíða mær nú svørðið
skjørt og so reint,
bæði má eg vega við tí
jarnið og so stein.«

73. Regin tók við svørðinum,
og legði hann tað í eld,
einans náttina
hevði hann tað í gerð.

74. Einans náttina
hevði hann tað í gerð,
hugaður var nú Sjúrður ungi,
har ið hann fer.

75. Árla var um morgunin,
sólin skín so snimma,
Sjúrður loypur á Grana bak
Regin smið at finna.

76. Sjúrður er riðin
fyri dyrnar fram,
Regin kastar smíði
og tekur sær svørð í hond.

77. »Smíðað havi eg svørðið,
gjørt havi eg tað til,
bilar tær ei hugurin,
lívið leggi eg við.

78. Smíðað havi eg svørðið
skjørt og so reint,
bæði mást tú vega við tí
jarn og so stein.«

79. Sjúrður gekk at sterkan steðja
roynir alt við hast,
fyrsta høggið, ið hann brá,
í tógva lutir brast.

80. »Deyðan ert tú, Regin smiður,
av mær verð,
at tú mundi svikið meg
í váknagerð.«

81. Tekur hann hesar svørðslutir,
kastar á Regins knæ,
Regin smiður skalv
sum eitt liljublað.

82. Legði hann hesar svørðslutir
aftur í hans hond,
tá skalv hondin á Regin smiði
sum eitt liljuvand.

83. »Smíðar tú annað
svørðið so mær,
deyðan mást tú, Regin smiður
vænta tær.

84. Til mást gera tað
so reinliga hart,
bæði má tað vera
tolið og so skarpt

85. Smíða mær svørðið
skjørt og so reint,
bæði má eg vega við tí
jarn og so stein.«

86. »Hoyr tað, Sjúrður ungi,
smíði eg tær svørð,
hjartað úr orminum
vil eg hava í verð.

87. Smíði eg tær svørðið,
geri eg tað so,
hjartað úr orminum
leggi eg virðin á.«

88. Regin gongur at smíðinum,
legði svørð í eld,
tríati næturnar
hevði hann tað í gerð.

89. Tríati næturnar
hevði hann tað í gerð,
hugurin var um Sjúrða unga
og um hansara ferð.

90. Tað var um ein árla morgun,
sólin skein so víða,
Sjúrður kvittar yvir á
til Regin smið at ríða.

91. Tað var hin snari Sjúrður,
reið fyri dyrnar fram,
Regin kastar smíði
og tekur svørðið í hond.

92. »Ver vælkomin, Sjúrður,
hvussu er at tí vón?
Góðar hevur tú yvirvánir
í allari ásjón.

93. Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær ei hugurin,
tú verður so víða á ferð.

94. Smíðað havi eg svørðið
skært og so reint,
bæði mást tú vega við tí
jarnið og so stein.«

95. Sjúrður gongur at steðjanum,
høggur á við fart,
hvørki mátti røkka ella støkka,
so var svørðið hart.

96. So høgg hann Sjúrður
fastliga til,
sundur kleyv hann steðjan
og stabban við.

97. Hann vá ein orm av giltum upp
annan skamt íhjá,
Gramm kallaði hann svørðið,
á gólvinum lá.

98. »Hoyr tú, frægi Sjúrður,
av kongaborið vív,
fyri tílíkar høvdingar
vil eg lata lív.

99. Hoyr tú, frægi Sjúrður,
siga mást tú mær,
nær tú ríður á Glitrarheiði,
eg vil fylgja tær.«

100. »Fyrst fari eg í randarný
Hundsins synir at fella,
síðan fari eg á Glitrarheiði,
tí mær man einki bella.

101. Fyrst fari eg í randarný
Hundsins synir at finna,
síðan ríði eg á Glitrarheiði,
tí tað verður mær minna.«

102. Snarliga vá hann Hundsins synir,
snart kom hann aftur úr teirri,
stokkut stund hann dvøldist við,
hann reið á Glitrarheiði.

103. Allar vá hann Hundsins synir,
væl kom hann aftur frá teim,
skamri stund av ríkinum
hann reið á Glitrarheiði.

104. Tað var svikarin Regin smiður,
hugsar so við sær:
»Kvittar tú á Glitrarheiði,
eg skal fylgja tær.«

105. Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður fram yvir skóg,
møtir honum ein gamal maður,
settist niður á ló.

106. Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður á Glitrarheiði,
møtti hann einum gomlum manni
mitt á sínari leið.

107. Tað var hin ungi Sjúrður,
hann situr á baldum hesti,
so er mær av sonnum sagt,
at tað var Nornagestur.

108. »Hoyr tú, reysti Sjúrður,
siga skalt tú mær:
hvør er hasin vesæli maður,
í fylgi er við tær?«

109. »Regin smiður ormins
bróðir hann er,
tí er hann ein í
hesari ferð.«

110. »Hvør bað teg, Sjúrður,
grava gravir tvær?
Deyðan hevur sá maður
aktað tær.«

111. »Regin legði ráðini,
at grava gravir tvær,
tí er hann við mær
í hesari ferð.«

112. »Hevur Regin biðið teg
grava gravir tvær,
hann er versti Guds svikari,
deyða vil hann teg.

113. Grav tú nú tógvar,
ta triðju har íhjá,
ein mun av eitrinum
man tað líva tá.

114. Grav tú tær tríggjar,
ta fjórðu skamt íhjá,
síðan skalt tú, Sjúrður,
at jørðini náa.

115. Grav tú gryvjur fýra,
um tú verður móður,
harvið skalt tú verja teg
fyri ormins eiturblóði.«

116. Ormurin er skriðin av gullinum
tað man frættast víða,
Sjúrður situr á Grana baki,
býr seg til at ríða.

117. Ormurin er skriðin av gullinum
langt ger hann skrið,
Sjúrður trívur um benjarkolv,
hann býr sítt svørðið til.

118 Tríati alin var fossurin,
ið ormurin undir lá,
høvur og sporl á jørðini,
bukt á homrum lá.

119. Tríati alin var fossurin,
ið ormurin undir lá,
uppi vóru bæði bøksl,
og búkur á hamri lá.

120. Tað var hin snari Sjúrður,
sínum svørði brá,
hann kleyv tann hin frænarorm
sundur í lutir tvá.

121. Vænt var tað høggið,
ið Sjúrður gav ta stund,
tá skalv bæði leyv og lund
og øll vørildins grund.

122. Tá skalv bæði leyv og lund
og øll vørildins grund,
Sjúrður brá sín bitra brand,
hjó hann í fýra sundur.

123. Tá spurdi ormurin,
í fjørbrotunum lá:
»Hvør var so hin hugdjarvi,
ið vega tordi so?«

124. «Sjúrða skalt tú nevna meg,
Sigmundar son,
Hjørdis drotning
móðir nevnd var hon.«

125. »Hoyr tú tað nú, Sjúrður,
eg sigi tað til tín:
hvør fylgdi tær tann ringa veg
higar nú til mín?«

126. »Regin er tín bróðir,
hann vísti mær veg,
hann er tann versti svikarin,
deyða vildi hann teg.«

127. Til tess svaraði ormurin,
meðan hann fleyt í blóði:
»Drepa mást tú Regin smið,
hóast hann er mín bróðir.

128. Veg tú nú Regin smið,
sum tú hevur vigið meg,
hann er versti svikarin,
deyða vil sjálvan teg.«

129. Stokti hann hjartað,
vegin var so trongur,
tríati alin
var teinurin langur.

130. Sjúrður gjørdist um hendur heitur
drap hann sær í munn,
fuglar og alskyns djór
vórðu honum á máli kunnig.

131. Tað var tá Regin smiður,
talaði so fyri sær:
»Fái eg tað nú, Sjúrður,
ið tú lovaði mær?«

132. Tá svaraðu vípurnar,
uppi sótu í eik:
»Sjálvur skalt tú, Sjúrður,
eta tína steik.«

133. Át hann hjartað,
av teininum dró,
Regin legðist at drekka
ormins eiturblóð.

134. Regin legðist at drekka
ormins eiturblóð,
Sjúrður gav honum banasár
í spori, sum hann stóð.

135.Tað var hin snari Sjúrður,
sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Regin smið
sundur í lutir tvá.

136. Mikið mundi Sjúrður
gullið ognast tá,
tí hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.

137. Árla var um morgunin,
áðrenn upp rann sól,
bant hann upp á Grana bak
gullkistur tólv.

138. Tólv gullkistur
hvørjumegin klakk,
Sjúrður settist omaná,
og so er frásagt.

139. Tólv gullkistur
hvørjumegin á,
Sjúrður leyp á lendar,
og vreiður var Grani tá.

140. Tólv gullkistur
hvørjumegin klakk,
sprakk hann yvir Lindará,
so er frásagt.

141. Grani sprakk um díkið,
sylgjan sundur gekk,
tað er mær av sonnum sagt,
at Nornagestur hana fekk.

142. Nú skal lata ljóði av,
eg kvøði ikki longur á sinni
nú skal taka upp annan tátt
og víðari leggja í minni.

II. Brynhildar táttur

1. Eg veit eina rímuna,
Buðla skulum vær kalla,
hon er bæði mild og mæt,
um Hákuns synir allar.

\versechorus
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði. \versechorus

2. Kongur ræður fyri langa lund,
bjarti Buðlin kallast,
tívin telur málmaring
við sínar hirðir allar.

3. Árla var um morgunin,
tímin tað til bar,
sjálvur er gingin Buðlin kongur
í sín dótturs sal.

4. Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er dóttir Buðla,
sigist so til í bragdartátti,
sól skein hana við skugga.

5. Brynhild situr í stólinum,
kembir hon sítt hár,
fínt er tað sum silki,
gull ber litur á.

6. Brynhild situr í hallini,
sum ríkir ganga inn,
ongan tykti Buðla dóttir
vera javnlíka sín.

7. Tað var reystur kongurin,
sveipar hann seg í skinn,
so gongur hann í høgaloft
fyri sína dóttur inn.

8. Brynhild situr í stólinum
so jammurliga tvist,
kongurin hann krevur
sína dóttur við list.

9. »Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,
sig mær satt ífrá:
ríður so nakar higar í dag,
ið tín stár hugur á?

10. Ríður so nakar higar í dag,
ið tín stár hugur á,
var hann ei tín onkabróðir,
hann skuldi tú fáa.«

11. »Hoyr tað nú, mín sæli faðir,
eg sigi tær satt ífrá:
so ríður eingin higar í dag,
ið mín stár hugur á.«

12. »Hvør leingi vilt tú, mín sæla dóttir
elva mær tann vanda,
at tú noktar hvørjum manni,
ið tær býðst til handa?

13. Hvør leingi vilt tú, mín sæla dóttir,
eyka mær ta sorg,
at tú noktar hvønn at eiga,
higar kemur í borg?«

14. »Sjúrður eitur sá maður,
Sigmundar son,
tað tykti mær vera mín sámi
at vera hansara kona.«

15. »Undarliga hevur tú
tær ástirnar við tær mett,
at tú unnar manni tann,
ið tú hevur ikki sætt.«

16. »Tað hava mær nornir skapt,
viti tað Gud og menn,
níggju vetur unti eg Sjúrða,
ósæddan enn.

17. Tað hava mær nornir skapt,
liggur í brósti trá,
níggju vetur Sjúrða unga,
eg ei við eygum sá.«

18. Til tess svaraði kongurin,
hann drekkur tann mjøðin reina:
»Hvat er hann Sjúrður frægari
enn aðrir danisveinar?

19. Hoyr nú, mín hin sæla dóttir,
so sigi eg tær enn:
hvat er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongins menn?«

20. »Tað er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongins menn,
tí hann fellir heidningarnar,
hundrað um í senn.

21. Tað er hann Sjúrður frægari
enn aðrir danisveinar,
saðil hans og hestbúni
tað glógvar sum gullið reina.

22. Tað er hann Sjúrður frægari
fram fyri aðrar garpar,
saðil hans og teymarnir
tað glógvar av gulli bjarta.

23. Hoyrt havi eg frásagt,
ikki var eg hjá,
tá ið hann ormin á Glitrarheiði
við sínum svørði vá.

24. Hoyrt havi eg frásagt
tí sama sjáldna bragdi,
hvussu hann tann frænarorm
við svørði niður lagdi.

25. Mikið mundi Sjúrður
gullið ognast tá,
tí hann vá tann frænarorm,
á Glitrarheiði lá.

26. Tólv gullkistur
hvørjumegin klakk
bant hann tað á Grana bak,
so er mær frásagt.«

27. »Hoyr tú, mín hin sæla dóttir,
legg nú til tess ráð,
hvussu vit skulu tann mikla mann
av øðrum londum fáa!«

28. »Tú skalt lata mær salin byggja,
í oyðimark so gera,
við so lítlari tænastu
skal eg har inni vera.

29. Og so miklan váðaloga
lat tú harum gera,
sum teir kunnu dvørgar tveir
mest við rúnum skera.

30. Hesin sami váðalogi
hann man meg so varða,
har man eingin ríða á
uttan Sjúrður snari.«

31. Hann læt henni salin tann
í oyðimark so gera,
við so lítlari tænastu
hon skuldi harí vera.

32. Og so miklan váðaloga
læt hann harum gera,
sum teir kundu dvørgar tveir
mest við rúnum skera.

33. Og so miklan váðaloga
læt hann harum slá,
ei mundu dvørgarnir
við svikunum ná.

34. Og so miklan váðaloga
læt hann harum vera,
ikki máttu dvørgarnir
burtur við rúnum bera.

35. Stríða teir í Húnalandi
við útdragin knív,
hevur so mangur edilingur
fyri kvinnur latið lív.

36. Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
tað vóru teir Húnakongar,
teir búðu seg út at ríða.

37. Tað vóru teir Húnakongar
búðu seg út at ríða,
frægari vóru Júkagarpar,
nú ið teir komu at stríða.

38. Árla var um morgunin,
sólin skín í fjøll,
tað ríður so mangur edilingur
í Buðla kongins høll.

39. Árla var um morgunin
sólin bráar í brún,
ríða so frægir edilingar
í Buðla kongins tún.

40. Ríða so mangir edilingar
í Buðla kongins tún,
Brynhild situr í Hildarstóli,
hon ber gull á brún.

41. Buðlin kongur í salin gongur,
beiðir frúgv við svari:
»Komin er hann Gunnar kongur
niðan úr Júkagarði.

42. Hoyr tú, Brynhild dóttir mín,
gera skalt tú tað,
komin er hann Gunnar kongur,
honum sigur tú ja.«

43. Buðlin kongur á gólvi stendur,
styðjar seg við borð,
Brynhild unga dóttir hans
hon talar ikki eitt orð.

44. Brynhild seg úr stóli lyfti,
glógvar í gulli reyð,
skundaði sær av Buðlins borg,
hon gongur á Hildarheyg.

45. Grímur og Høgnar Júkason
teir møttust á grønum vølli,
moyar hvukku í Hildarsali,
nú skelvur høga Buðlins høll.

46. Grímur og Høgnar Júkason
teir slógust við bitrum brandi,
Brynhild situr í váðaloga
mitt í faðirs síns landi.

47. Settist aftur í gyltan stól,
hon smílist undir lín:
»Hvør ið heldur á váðalogan,
hann skal verða mín.«

48. Brynhild situr í gyltum stóli,
tað hitt væna vív,
dregur hon Sjúrð av Norðlondum
í Hildarheyg til sín.

49. Brynhild situr í Hildarheyg,
tað hitt væna vív,
dregur hon Sjúrð av Norðlondum
sær til sorgartíð.

50. Ein dag frættir Sjúrður
burtur í onnur lond:
Brynhild svevur á Hildarheyggi,
hon er biðlavond.

51. Sjúrður reið út árla morgun,
ei hans fostra visti,
eingin veit á morgni at siga,
hvar ið hann á kvøldi gistir.

52. Sjúrður reið út árla morgun,
gyrdi seg við horni,
har sótu tveir villini fuglar
á einum summarsmorgni.

53. Ein dag tóku fuglarnir
at mæla millum sín:
»Brynhild svevur á Hildarheyggi,
og hagar væntar hon tín.«

54. Ein dag tóku fuglarnir
ímillum sín at mæla:
»Brynhild situr á Hildarheyggi
hagar man Sjúrður fara.«

55. Enn tá frætti Sjúrður,
um Húnaland hann fór:
Brynhild situr í sínum sali,
hon er so heitstór.

56. Sjúrður kvittar at ríða
á Buðla kongins land,
gullibúnar handskarnar
teir dregur hann sær á hond.

57. Tólv gullringar
hevði hann har íhjá,
drotningsringin
reyða omaná.

58. Tólv gullringar
dregur hann sær á hond,
síðan kvittar nýtur drongur
á Buðla kongins land.

59. So gongur hann Grani
grótið so sum sand,
eingin kemur tílíkur
á Buðla kongins land.

60. So gongur hann Grani
í gróti sum á vølli,
slíkur kemur ikki aftur
á Buðla kongins fjøll.

61. Hann reið sær so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stóð frúgv Grimhild
við so miklan mann.

62. Úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann,
tí hon vildi forvitnast,
hvar ið Sjúrður ríður fram.

63. Gjarna vil hon síggja tað,
hvar ið Sjúrður ríður fram,
hon sá ikki á hestbaki
ein tíguligari mann.

64. »Sjúrður, støða tínari ferð
og tala við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
við ástir vil leiða teg.

65. Tú ger væl, snarpi Sjúrður,
tú snakka vilt við meg,
eg eigi mær so eina dóttur,
við ástum leiðir hon teg.«

66. »Eg stilli ikki mínari ferð,
meðan mín gangari rennur,
eg fari mær á heyggin fram,
sum váðalogin brennur.

67. Eg støðgi ikki mínari ferð,
mín gangari rennur so strítt,
eg fari mær á heyggin fram
at finna tað væna vív.

68. Eg støði ikki mínari ferð,
mín gangari rennur í lund,
eg fari mær á heyggin fram
at skoða tað væna sprund.«

69. Sjúrður klæðist árla morgun
hann fór í brynju víða:
»Eg havi so lítið ørindi
í Eysturlond at ríða.«

70. Tað er enn sum ofta fyrr,
biðlar fara at fríggja,
eingin tordi longur fram
enn váðalogan at síggja.

71. Merkismaður orðum talar,
tungan mælir inna:
»Hvør ið heldur á váðalogan,
hann skal ta jomfrú vinna.«

72. Grímur ríður á grønum vølli,
kinn ber hann so baldan,
hann vendi sín hest frá váðaloga
hann skuldi í bálið halda.

73. Sjúrður frægi til orða tekur,
frá man frættast víða:
»Eg beri tað merki í mítt skjold,
eg skal nú harí ríða.«

74. Eingin reið á Brynhilduheyg
uttan Sjúrður snari,
gjøgnum royk og váðaloga,
hann og hestur hans Grani.

75. So steig tá Grani á
foldunum fast,
innarlaga í heygginum
tað hóvsporið brast.

76. So stígur Grani
drístuliga fram,
heitur var tann eldurin,
Sjúrða um lendar brann.

77. Og so stígur Grani
gjøgnum tann roykin svarta,
hann kom at tí portrinum,
tað skín sum gullið bjarta.

78. Sjúrður reið tann váðaloga,
ið eingin vágdi fyrr,
og við sínum svørðinum,
tá kleyv hann niður dyr.

79. Og við sínum svørðinum
klývur hann lokur frá,
sá hann, hvar ið Buðlins dóttir
eina í songum lá.

80. Sjúrður frægi í salin gongur,
víða um seg hyggur,
sær hann, hvar tað væna vív
eina í songum liggur.

81. Hann sá, hvar tað væna vív
í herklæðunum svav,
Sjúrður tók sín bitra brand,
hann sprettir brynju av.

82. Upp vaknaði Brynhild,
hon hyggin um seg leit:
»Hvør átti tann búgvin brand,
ið brynju av mær beit?«

83. Upp vaknaði Brynhild,
víða um seg sær:
»Hvør er tann hin djarvi drongur ,
ið brynju sprettir av mær?«

84. »Riðin eri eg av Norðlondum
higar nú til tín,
Sjúrður Sigmundar sonur,
veldiga søta mín.

85. Sjúrða skalt tú nevna meg,
Sigmundar svein,
Hjørdis drotningin
hon bar meg í heim.«

86. Brynhild setist upp undir seg,
smílist undir lín:
»Ver vælkomin av øðrum londum,
Sjúrður, søtin mín!

87. Hoyr tú tað nú, Sjúrður,
hvør vísti tær leið
gjøgnum royk og váðaloga,
at tú higar reið?«

88. »Ørnin á kvisti
bíðaði hon mín,
hon vísti mær vegin
higar heim til tín.«

89. »Hoyr tú, Sjúrður søti mín,
ver nú ei so bráð,
gakk tær heldur til mín faðir,
tak av honum ráð!«

90. »Tú hevur so leingi, frúgv Brynhild ,
stundað heim til vár,
eg fari ei til tín sæla faðir,
taki ei av honum ráð.

91. Tú hevur so leingi, frúgv Brynhild,
stundað á mítt fund,
tað søgdu mær alsingarnir
gjøgnum grønan lund.«

92. Løgdu tey sínar ástir saman
innan mentarfund,
tá varð hon Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri stund.

93. Løgdu sínar ástir saman
ytst við menjargátt,
tá varð Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri nátt.

94. Allir teir í Buðlins høll
lova tey onkaverka,
innan fyri mentarfund
bundu tey ástin sterka.

95. Blíðar legði hann armarnar
yvir Brynhildu háls,
eg svørji tann eið á mína trú,
har búði ikki undir falsk.

96. Tólv gullringar
legði hann frúnni á fang,
síðan legði hann omaná
tann dýra drotningsring.

97. Tólv gullringar
dró hann frúnni á hond:
»Hetta skal vera tað fyrsta
elskógins band.«

98. Guðrun gekk á gullstólin,
tað hitt væna vív,
dró hon Sjúrð av Hildarheyg
í Júkagarð til sin.

99. Sjúrður situr í stólinum,
niður fyri seg sær:
»Hvat mundi Grimhild drotning
vilja nú mær?

100. Brynhild, tak mær saðil og boksl ,
ringabrynju síða,
eg havi so lítið ørindi
burt annarsstaðni at ríða.«

101. Til tess svaraði Brynhild,
tekur um hjarta at køla:
»Júkin kongur dóttur eigur,
við ástir man teg mæla.«

102. »Tað tykir mær vera undarligt,
at meg skal tað henda:
eg skal allar mínar ástir
frá tær, Brynhild, venda.«

103. Til tess svaraði Brynhild
av so miklum sút:
»Ríð tú ikki tann niðara vegin
við Júkagørðum út.

104. Hoyr tú tað nú, Sjúrður,
eg gevi tær fingurgull,
ríð tær ikki til Grimhildu,
tí hon er av svikum full.«

105. Tað var um ein árla morgun,
hann frá Brynhildu reið,
møtti hann hennara sæla faðir
skamt frá sínari leið.

106. Sjúrður situr á Grana baki,
hugin ið hann vendi
hagar, sum hennara faðir var,
har av vegnum rendi.

107. »Ver vælkomin, Sjúrður,
tú tørvt ei boðini senda,
fullvæl veit eg tín forløg út,
hvørt tær skal ganga til enda.

108. Tú manst vera á aldri ungur,
lívið man tó tær tróta,
tú manst ognast Guðruna,
Brynhildu ikki njóta.

109. Hevur tú Brynhildu tryggan lovað ,
væl manst tú tað halda,
Guðrun blandar valmannadrykk ,
tað man nú sútir valda.«

110. »Tað tykir mær vera undarligt ,
at meg skal tað henda:
eg skal allar mínar ástir
frá Brynhildu venda.«

111. »Hoyr tú tað nú, Sjúrður,
ger tú ei tann skamm,
ríð tær ikki so niðarlaga
hjá Júkagørðum fram.

112. Ríð tú ikki tann niðara vegin
við Júkagarðar fram,
ríð tær heldur í erva,
har hendir tær ongan skamm.

113. Bæði heilur og happadur,
vit skiljast nú á sinni,
Sjúrður, goym væl hesi orð,
tú legg tey væl í minni.«

114. Sjúrður reið á skógvar burtur,
tyktist komin í váða,
hann sá tað hitt illa djór
berjast við bógvar báðar.

115. Hann sá tað hitt illa djór
berjast við bógvar báðar,
eitur spýði, eldur goysti,
næstan stóð í váða.

116. So hvarv tað hitt illa djór
burtur úr Sjúrðar eygum,
sær hann, hvar ið Grimhild situr
leikar við brondum beygum.

117. Hestin vilti hon undir honum,
at hann kundi ikki ganga,
hon gjørdi, hann bæði beit og sló
og helti til ymsar vangar.

118. Tað var hin ungi Sjúrður,
hann skuldi venda frá,
Grimhild treiv í teymarnar,
at hann skuldi ikki náa.

119. Tað er satt, ið talað er,
mong er konan eym,
tað er mær av sonnum sagt,
hon tók í Grana teym.

120. Tí svaraði Sjúrður,
kinn bar hann so balda:
»Eg veit so ongan av Húnamonnum
mínar teymar torir at halda.«

121. »Tú støðga tín hest eina lítla stund,
og snakka við meg,
eg eigi mær eina væna dóttur,
við ástir leiðir hon teg.

122. So er Guðrun dóttir mín,
hvar ið hon gongur inn,
rósur og so liljur
tær skyggja av hennara kinn.«

123. »Guðrun hon er dóttir tín,
tað er tí ei betur,
hon er ikki Brynhildar líki,
summar ímót vetur.«

124. Út kom frúgvin Guðrun
í einum stakki blá,
flættað hár á herðar lá,
við silkibondum smá.

125. Guðrun so til orða tekur,
tungu bar hon so snjalla:
»Hava tað, ið annar eigur,
tað man lukkast valla.

126. Nógvir eru í várum londum
kongasynir og jallar,
girnast tann, ið onnur eigur,
tað man lukkast sjáldan.«

127. Hon hevði upp sína høgru hond ,
gav henni høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.

128. »Tig tú, Guðrun dóttir mín,
mangt man smæin lissa,
betri var sjálv at biðja
enn góðan mann at missa.

129. Guðrun, gakk í kjallaran,
blanda mjøð og vín,
og so mikið óminni
tað lat tú har útí.

130. Og so mikið óminni
tað lat tú har útí,
ikki má Sjúrður minnast
til hálvar ástir sínar.«

131. Guðrun gekk í kjallaran,
blandaði mjøð í ker,
bæði snart og skundiliga
inn fyri Sjúrða ber.

132. Og so mikið óminni
læt hon har útí,
gekk so fyri Sjúrð svein,
bað hann drekka til sín.

133. Drekka fór so dýran dramm,
drakk av horninum bjarta,
mildingur misti minni sítt,
og brúður úr buðlungs hjarta.

134. Drekka fór sum dýri drammur,
drakk av horninum leingi,
mildingur misti minni sítt,
og bøta man honum eingin.

135. Tá ið hann hevði drukkið,
greiddi aftur skál,
mintist ei til frú Brynhild
og ei á hennara mál.

136. Tá ið hann hevði drukkið,
greiddi aftur kerið,
mintist ei til Brynhildu,
og ei, hvar hann hevði verið.

137. Drakk hon drykk og drakk hon tvá
til tann dreingins deyða,
honum kom einki annað í hug
enn Guðruna at eiga.

138. Drakk hon drykk og drakk hon tvá
til tann dreingin svinna,
hiðani út í skemmu gongur
Guðruna at finna.

139. Sjúrður gekk í skemmu upp,
Guðrun vegin finnur,
frætti tað Brynhild á Hildarheyg,
nú rann henni ónt í sinni.

140. Brynhild gekk av Hildarheyg,
tað hitt væna vív,
kappin gisti Guðruna,
men Sjúrður misti lív.

141. Brynhild fyri munni mælir,
tár á kinn man fljóta:
»Ikki skal Guðrun Júkadóttir
tann avrekskappan njóta.«

142. Brynhild fyri munni mælir,
sorgartíð skal eg kalla:
»Hava tað, ið onnur eigur,
tað skal lukkast valla.«

143. Møttust tær á miðjari leið,
Brynhild og Guðrun Júka,
onnur teirra gleðina bar,
og onnur harmin sjúka.

144. Tað var Guðrun Júkadóttir,
gjørdi so mangt av fári,
hon vildi ikki njóta tað vatn,
sum rann av Brynhildu hári.

145. Guðrun leyp á ánna út,
sum fossurin rann so snarur,
tí hon eigur Sjúrða svein,
sum høvd yvir allar bar.

146. Guðrun leyp á ánna út,
sum fossurin var so stríður,
tí hon eigur Sjúrða unga,
sum ein yvir allar ríður.

147. Mælti tað Guðrun Júkadóttir
fyrsta orðið tá:
»Hvør gav tær tað fingurgull,
eg síggi tínum fingri á?«

148. Svaraði Brynhild Buðladóttir
tekur um hjarta at møða:
»Vit munnu ognast eina reiggj,
vit hava so mangt at røða.

149. Hetta sama fingurgull,
tú sært á fingri mínum,
gav mær Sjúrður Sigmundarson ,
tú vilti við ástum tínum.«

150. Brynhild tagdi, Guðrun sagdi,
fast er snótin stríð:
»Hví man mín bróðir Gunnar kongur
ei ognast so vænt eitt vív?«

151. Til tess svaraði frú Brynhild,
í tungu var hon snjøll:
»Eg lovi ikki tógva kongar
báðar í einari høll.«

152. »Sjúrður hevur tín moydóm spilt
og brotið Buðlins frama,
ríkum kongi givið í vold,
og nú havi eg tann sama.«

153. »Tú tørvt ikki, falssnóta,
brigða mær tað svá,
fyri títt orð skal Sjúrður doyggja,
um eg liva má.«

154. »Ikki óttist eg hóttur tínar,
tó tú ert í orðum stív,
so er eingin í Júkagørðum,
ið ríður um Sjúrðar lív.«

155. Grátandi snúðist Brynhild
í sín sal at sitja,
Gunnar kongur fyrstur og fremstur
hennara kom at vitja.

156. »Tú fært einki yndi av mær,
ei manst tú tað vænta,
so leingi eg Sjúrða við eygum síggi,
seint man angur lætta.«

157. Brynhild gongur til seingina
av teirri somu grund,
og nú tolir hon fyri Sjúrða
so ónda eina stund.

158. Frætti tað Sjúrður Sigmundarson
á teirri somu stund,
sjálvur fór hann at vitja
tað unniliga sprund.

159. »Tað hevur eingin hunskur riddari
gjørt sum tú,
tú saknaði ikki fljóðið,
tú fyrstur lovaði trú.«

160. »Hoyr tú, mín hin veldiga søta ,
kenn mær einki um,
vendur var mín hugurin
frá hesum ástum tínum.«

161. Tað fyrsta sum hon mundi
Sjúrða við eygum sjá,
tá mundi hon Brynhild
eina unga dóttur fá.

162. Til tess svaraði Brynhild
fyrst á orði tá:
»Berið mítt barn á ánna út,
eg vil tað ikki sjá.«

163. Tóku tey Áslu Sjúrðardóttur ,
floyttu oman eftir á,
stórar áir og stríðir streymar
bóru hana londum frá.

164. Brynhild gekk á Hildarheyg,
nú ber hon kinn so reyðan,
nú á teirri sorgartíð
voldi hon Sjúrðar deyða.

165. Mangur hevur hóttur notið
fyri fagurt vív,
liðið er nú at evstu stund,
Sjúrður missir lív.

166. Mangur hevur hóttur notið
fyri tær fríðu moyar,
nú er liðið at síðstu stund,
Sjúrður hann skal doyggja.

167. Sjúrður var ein avrekskappi,
vá sítt svørð í droyra,
og honum voldu kvinnur deyð,
sum tit skulu fáa at hoyra.

168. Sjúrður varð av lívi tikin
frá tí gullinum reyða,
tað vóru moyar í forðum tíð,
sum voldu mannadeyða.

169. Tað vóru moyar í forðum tíð,
gjørdu so mangt tað bragdið,
Brynhild unga Buðlins dóttir
kemur nú fyrst í kvæðið.

170. Brynhild unga Buðlins dóttir,
føgur yvir brún,
gullband henni um herðar liggur
við flættað hár í snúnum.

171. Brynhild gekk í hallina inn
av so miklum móði,
ikki mundi mæla tað
hitt unniliga fljóð.

172. Sjúrður rendi sínum fóti
undir frúnnar stól,
ikki vildi sitja tað
hitt unniliga fljóð.

173. Høgnar kemur av skógnum heim
við hvøssum slíðraspjóti:
»Hann skal harðan deyðan tola,
ið tær hevur gjørt ímóti.«

174. »Tað er hon Guðrun systir tín,
hon voldi mær tað stríð,
eg man ongan søtan sova,
meðan Sjúrður er á lívi.«

175. Høgnar so til orða tekur:
»Nú man tað so vera,
Sjúrður er mín heitbróðir,
eg kann honum einki gera.«

176. »Tú fært einki yndi av mær,
ei tørvt tú tað vænta,
so leingi eg Sjúrða við eygum síggi,
seint man angur lætta.«

177. »Tað er einki eykarverk
at ganga Sjúrða ímóti,
hvar ið hann kemur í váknaskjal,
har hevur hann høvur á spjóti.«

178. »Tú fært einki yndi av mær,
ei tann menjartrá,
fyrr enn tú hevur Sjúrð svein
tykkara londum frá.«

179. Tað var Høgnar Júkason,
hann stilti stál fyri stokk,
yppist ráð av illari dáð,
so køld eru kvinnu tokk.

180. Brynhild setist í gullstólin,
frá man frættast víða,
nú skulu teir Húnakongar
burtur á skógvin ríða.

181. Brynhild situr á Hildarstóli,
spælir við gyltum knívi:
»Ikki aftur í mína høll,
fyrr enn Sjúrður er av lívi!«

182. »Hoyr tú, Brynhild Buðlins dóttir ,
hví eykar til os tann vanda,
hann er eingin í Húnalandi,
Sjúrða kann bestanda.

183. Hoyr tú, Brynhild Buðlins dóttir,
tær tað sigast má,
hann er eingin í Húnalandi,
ið høggur hans høvur frá.«

184. Brynhild situr í sínum stóli,
leikar við gyltum knívi:
»Tit fáa einki yndi av mær,
fyrr enn Sjúrður er frá lívi.«

185. »Hoyr tú, Brynhild Buðlins dóttir
legg sjálv til tess ráð,
hvussu vit skulu tann mikla mann
burtur av lívi fáa!«

186. Brynhild fyri munni mælir,
sorg um hjarta man røkka:
»Gevið Sjúrða salta krás
og hartil einki drekka!

187. Tað munnu vera ráðini góð,
eg gevi foruttan ekka:
latið hann eta salta krás
og hartil lítið drekka!«

188. Sjúrður gongur í hallina inn,
vænur er hann og vitur,
sum hon Brynhild Buðlins dóttir
fyri í stóli situr.

189. Sjúrður stendur á hallargólvi
við gullslagið skjold í hendi,
Brynhild unga Buðlins dóttir
eyguni frá honum vendi.

190. »Gud náði meg í verðini,
hvat ið meg skuldi henda:
eg skuldi allar mínar ástir,
Sjúrður, frá tær venda.«

191. Sjúrður so til orða tekur:
»Nú er av tí versta,
tá ið eg aftur av skógnum komi,
tá skal eg teg festa.«

192. Svaraði Brynhild Buðlins dóttir,
ber um hjarta ve:
»Hoyr tú, Sjúrður Sigmundarson
tú festir ikki meg.«

193. Tá var rómur í Buðlins høll,
sveinar ríða út,
Brynhild sat eftir í Hildarstóli,
feldi tár á dúk.

194. Tá var rómur í Buðlins høll,
sveinar drukku vín,
Brynhild eftir í Hildarstóli,
hon feldi tár á lín.

195. Buðlin kongur til orða tekur,
fast av móðins ekka:
»Fáið Sjúrða hjálmin tann,
ið hann skal undan drekka!«

196. Brynhild fyri munni mælir,
sorg um hjarta man byggja:
»Hoyr tú tað, mín sæli faðir,
hann skal eftir liggja.«

197. Tí svaraði Buðlin kongur,
hann heldur á ringi reyða:
»Hoyr tú, Brynhild dóttir mín,
hví elvir tú Sjúrða deyða?«

198. »Eingin unnar so øðrum væl,
at sínum av man hyggja,
ikki skal Sjúrður Sigmundarson
longur í heiminum byggja.«

199. »Minnist tú, Brynhild dóttir mín,
minnist tú ta tíð,
dróst tú Sjúrð av Norðlondum
ígjøgnum grøna líð?

200. Minnist tú, Brynhild dóttir mín,
tá ið tú blandaði vín,
dróst tú Sjúrða av Norðlondum
á Hildarheyg til tín?«

201. Buðlin kongur av sali gongur
eina morguntíð snimma,
eftir Brynhild dóttir hans
við hond upp undir kinn.

202. Árla var um morgunin,
sólin roðar í lund,
reystar kempur váknin taka,
fárlig vóru sprund.

203. Út ríða teir Júkungar,
Sjúrður var í ferð,
visti ei av hilmarasvikum,
teir bundu ráðagerð.

204. Brynhild gekk á Hildarsal,
sá hon út so víða,
Sjúrður frægi fyrst og fremst
fyri Húnakongum ríður.

205. Ríða út úr Buðlins borg,
sum teir gjørdu ofta,
eftir liggur Sjúrðar svørð
heimi á Brynhildu lofti.

206. Brynhild settist í gyltan stól
av so miklari pínu,
møðiliga feldi hon tárini
á báðar armar sínar.

207. Brynhild grætur møðiliga,
tað hitt væna vív:
»Vildi eg Sjúrða við eygum sætt
í Hildarsali til mín.«

208. Brynhild grætur so møðiliga,
tað hitt væna vív:
»Vildi eg Sjúrða við eygum sætt
í Hildarstóli mínum.«

209. Brynhild grætur møðiliga,
tað hitt væna vív:
»Far væl, Sjúrður Sigmundarson,
eg síggi teg ei í lívi.«

210. Ríða teir á skógvin burtur,
glaðir foruttan ekka,
góvu teir Sjúrða salta krás
og hartil einki drekka.

211. Ríða teir á skógvin burtur,
lótu sporar ringla,
Brynhild situr á Hildarstóli
ferðig til at springa.

212. Ríða teir á skógvin burtur,
alt foruttan ekka,
svørji tann eið á mína trú,
at nú lysta teir at drekka.

213. Drekka undan sínum hjálmi
bæði títt og ofta,
eftir liggur Sjúrðar hjálmur
heimi á Brynhildu lofti.

214. Drekka undan sínum hjálmi,
alt foruttan ekka,
Sjúrður situr á Grana baki,
nú lystir hann at drekka.

215. Drekka undan sínum hjálmi,
glaðir foruttan sút,
Sjúrður loysti hjálmbondini,
steig úr saðli út.

216. Sjúrður sá ikki svikara vón,
steig úr gullsaðli út,
skundaði sær at kelduni
glaður foruttan sút.

217. Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í brunni,
sjáldan hevur góður kvistur
sprottið av illum runni.

218. Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í veit,
Høgnar átti mækan tann,
á Sjúrðar hálsi beit.

219. Sjúrður legðist at drekka,
góður drongur og nýtur,
Høgnar átti mækan tann,
á Sjúrðar hálsi bítur.

220. Høgnar høgg, og Gunnar hjó
við hvøssum slíðraknívi,
teir gjørdu so mikið níðingsverk
teir tóku Sjúrða av lívi.

221. Høgnar høgg, og Gunnar hjó
og tað fór millum dreingir,
hesi ganga tí illdømi
í Húnalandi leingi.

222. Høgnar høgg, og Gunnar hjó,
mest av Brynhildu ráðum,
hevði hann vitað av svikunum,
maður var hann fyri báðum.

223. Upp slapp hann undan øllum teim,
tungu bar hann so snjalla:
»Hevði eg vitað av svikunum,
mentur var eg fyri allar.«

224. Sjúrður knýtir neva sín
saman av góðum treysti,
sipaði so til Gunnar kong,
niður fell hann av hesti.

225. Sjúrður so til orða tekur:
»Nú hava tit meg svikið.
Hevði eg havt mítt svørð í hond,
tað skuldi betri tikið.

226. Hoyr tú, Høgnar Júkason,
nú hevur tú vigið meg,
tá var eg á Finnmarkini,
ið eg royndi teg.«

227. Sjúrður følnaði á grønum vølli,
nú var hann følin og nipin,
men hevði hann havt sítt svørð í hond,
tað hevði betri tikið.

228. Sjúrður legðist at drekka,
so ganga søgur frá,
har kom Høgnar Júkason,
kleyv hann í lutir tvá.

229. Eitt kom boð í hallina inn,
Brynhildu sigur frá:
»Deyður er Sjúrður Sigmundarson,
Gunnar kongur vá.«

230. Eitt kom boð í hallina inn:
»Sjúrður hann er vigin.«
Brynhild fór í svímilsi
av Hildarstóli niður.

231. Eitt kom boð í hallina inn
uttan av grønum vøll,
Brynhild fagra í svímilsi
av Hildarstóli fell.

232. Gunnar kongur fyrstur og fremstur
hana mundi vitja,
grátandi fór Brynhild unga
í sína song at sitja.

233. Gunnar kongur í salin gongur,
ber á brynju blá,
Brynhild unga Buðlins dóttir
sjúk av sorgum lá.

234. Brynhild hon í seingini liggur,
Gunnar situr á stokki,
so er skrivað í breiðu bók,
at kaldur er kvinnu tokki.

235. Gunnar kongur til orða tekur,
heldur at tí gleim:
»Nú skal taka buðlungs lík,
føra til hallar heim.«

236. Skiftu sínum hestunum
við so mangan lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði mans vit.

237. Teir royndu sínar hestarnar,
hvør við sínum lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði mans vit.

238. Teir skiftu sínum búnaði,
øllum sínum lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði mans vit.

239. Ikki vildi Grani ganga,
tí Gunnar honum reið,
fyrr enn hin deyði Sjúrður
honum á herðar neig.

240. Deyðan tóku teir Sjúrða unga,
teir lívdu ei nakað eftir,
høvuðleysan kappan tann
í gullsaðilin settu.

241. Ikki vildi Grani ganga,
Gunnar kongur ríður,
fyrr enn frægi Sjúrður
í gullbygilin stígur.

242. Deyðan tóku teir Sjúrða unga,
kappan tann hin snjalla,
tá á teirri somu tíð
førdu heim til hallar.

243. Deyðan tóku teir Sjúrða svein
bóru inn á skildri,
hevur so mangur latið lív,
helst av kvinnu veldi.

244. Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
løgdu Brynhildu hjá:
»Berið Guðrunu Sjúrða,
hon eigur hann enn sum áður.«

245. Deyðan tóku teir Sjúrða unga,
løgdu hjá Guðrunar síðu,
Brynhild unga sá hará,
nú gongur hon kyk av kvíðu.

246. Brynhild hevði manga nátt
sovið á Sjúrðar armi,
nú hon hevði hans deyða volt,
springur hon kyk av harmi.

247. Brynhild unti Sjúrða væl,
meg man minna enn,
kvinnur hava av lívi fingið
mangar sterkar menn.

248. Brynhild unti Sjúrða væl,
við alskyns spekt og meingi,
kvinnur hava av lívi fingið
mangar reystar dreingir.

249. Hósins dóttir Kjartan unti
við tann mentilin reyða,
tá ið hon ikki kundi hann fáa,
voldi hon hans deyða.

250. Hava tit hoyrt frá Ingigerð,
meg man minna enn,
hon legði niður á grønan vøll
tógva sterkar menn.

251. Hava tit hoyrt frá Dalitu,
loynir ei mín tunga,
brádliga hon av lívi fekk
tann sterka Samson unga.

252. So gjørdi Ásla Sjúrðardóttir
við høvdingin reyða,
svørji tann eið á mína trú,
hon voldi kong Regnars deyða.

253. Regnar kongur í Eysturlondum
menskur var hann av dreingjum
Ásla voldi deyða hans,
hon duldi sítt navn so leingi.

254. So gjørdi Guðrun Júkadóttir,
vil eg for ydur tína,
hon læt burtur av lívi taka
fýra brøður sínar.

255. So gjørdu moyar í forðum tíð
innan rósinslund,
tá ið tær ikki sín vilja fingu,
voldu tær deyðastund.

256. So gjørdu moyar í forðum tíð,
sum frægir siga frá,
tá ið tær ikki sín vilja fingu,
løgdu tær deyðaráð.

257. Deyðan tóku teir Sjúrða unga,
løgdu Guðrunu á skeyt,
ikki visti brúður, hon vaknaði,
fyrr enn blóð um bæði fleyt.

258. Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
løgdu Guðrunu hjá,
ikki visti brúður, hon vaknaði,
fyrr enn blóð á lendar lá.

259. Ikki visti brúður, hon vaknaði,
fyrr enn hon í benið brá,
tað var ei so undarligt,
við sorg hon í tað sá.

260. Vaknaði Guðrun Júkadóttir,
læt so orðum fara:
»Síðst mundi eg, Gunnar kongur,
svíkum av tær vara.«

261. Guðrun setist upp undir seg,
strýkur sveita frá,
blóðigan kysti hon munnin tann,
á Sjúrðar høvdi lá.

262. Blóðigan kysti hon munnin tann,
á Sjúrðar høvdi lá:
»Hetta skal eg, Gunnar, hevna,
um eg liva má.«

263. Guðrun steig úr seingini upp,
blóð av henni rann,
svørji tann eið av míni trú,
hon gekk í loftið fram.

264. Guðrun steig úr seingini upp,
rendi úr henni blóð,
so gekk hon í loftið fram,
hon var um hjarta móð.

265. Guðrun gekk í loftið fram,
hon fór úr stakki reyða,
alla sína ævina
syrgdi hon Sjúrðar deyða.

266. Brynhild sprakk av harmi,
Sjúrður læt sítt lív,
tað man merkja meiningin,
at Brynhild hon var fríð.

267. Brynhild sprakk av harmi
eftir Sjúrðar deyða,
góvu Guðrunu gull og fæ
og mangar ringar reyðar.

268. »Hoyr tað, Guðrun systir mín,
syrg ikki Sjúrðar deyða,
Artala kongur í Húnalandi
kortar ei gullinum reyða.«

269. »Syrg ikki, syrg ikki, dóttir mín,
syrg ikki Sjúrðar deyða,
Artala kongur í Húnalandi
kortar ei gullið reyða.«

270. Svaraði Guðrun Júkadóttir
av so tungum stríði:
»Tó skal eg hevna Sjúrðar deyða
um eg verði á lívi.«

271. Nú skal lata ljóði av,
eg kvøði ikki longur á sinni,
nú skal taka upp triðja tátt
og víðari leggja í minni.

III. Høgna táttur.

1. Artala kongur í Húnalandi,
bróti úr bragdartátti,
festi Guðruna Júkadóttur,
ið Sjúrður snari átti.

Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.

2. Artala kongur í hallina gongur,
vekur upp dreingir snarar:
»Nú skal eg festa Guðruna,
Vit ríða í Júkagarðar.«

3. Artala kongur í Húnalandi
ríður fram yvir skóg,
úti Guðrun Júkadóttir
fyri honum stóð.

4. »Statt væl, Guðrun Júkadóttir,
tú unniliga sprund,
nú skínur sól á heiðin lond
ígjøgnum grønan lund.«

5.Artala kongur í Húnalandi,
sigist í bragdartátti,
festi frúgv og førdi heim,
sum Sjúrður í forðum átti.

6. Guðrun gekk at borði fram,
siga má eg pá stand,
hana førdi kongurin
við sær til Húnaland.

7. Guðrun var leingi á Húnalandi,
kinn bar hon so reyða,
nú legði hon ráðini á
at hevna Sjúrðar deyða.

8. Artala kongur í Húnalandi
blandar mjøð og vín,
býður so øllum Júkungum
at drekka heim til sín.

9. Guðrun býður sínum brøðrum,
letur ikki gloyma:
sterkar hurðar fyri hallina,
og fast við jarni soyma.

10. Guðrun býður sínum brøðrum,
letur ikki seinka,
sterkar hurðar fyri hallisdyr,
og fast við jarni leinkja.

11. Guðrun gongur út og inn,
letur blanda vín,
Høgnar, Gunnar og allar brøður
letur hon heinta til sín.

12. Høgnar gekk í hallina inn,
heldur á búnum brandi:
»Nú lystir meg á Húnaland
at drekka tann mjøðin blandi.«

13. Grimhild so til orða tekur,
tykir í tí tortur:
»Um tú fert á Húnaland,
ikki kemur tú aftur.«

14. Høgnar stendur fyri breiðum borði
tungan mælir snimma:
»Tó skal eg á Húnaland
sigur av kappum vinna.«

15. Grimhild so til orða tekur,
tykir í tí mein:
»Um tit fara á Húnaland,
eingin kemur heim.«

16. Høgnar stendur á hallargólvi,
hann klæddist í brynju blá:
»Tó skal eg á Húnaland,
tað standist av, hvat ið má.«

17. »Meðan tú fert á Húnaland,
lat nú tað so gera:
Gíslar og hann Jarnar
skulu heima vera.

18. Meðan tú fert á Húnaland
at drekka mjøð og vín,
Gíslar og Jarnar verða eftir
báðir hjá móður sín.«

19. Gíslar og hann Jarnar,
Júkungarnir báðir,
fara sær á Húnaland
mót síni móðurs ráðum.

20. Gíslar og hann Jarnar,
Júkungarnir tveir,
fóru sær á Húnaland,
fátt kann forða feigum.

21. Tað var Høgnar Júkason,
ríður út við strand,
møtti honum ein sævarkvinna
á tann hvíta sand.

22. »Hoyr tú inda, sævarkvinna,
sig mær dømin mein,
um eg fari á Húnaland,
komi eg heilur heim?«

23. »Hoyr tú, Høgnar Júkason,
eg sigi tær dømin mein,
um tú fert á Húnaland,
ikki kemur tú heim.«

24. Tað var Høgnar Júkason,
sínum svørði brá,
hann kleyv hesa sævarkvinnu
sundur í lutir tvá.

25. Tekur hann hennara blóðiga høvur,
kastar út á sund,
skjýtur hann kroppin eftir,
sukku bæði til grund.

26. Tað var Høgnar Júkason,
gongur fram við strand,
møtti hann einum sævarmanni
á tann hvíta sand.

27. »Hoyr tú inda, sævarmaður,
sig mær í tí satt,
fari eg á Húnaland,
komi eg heilur aftur?«

28. »Hoyr tá, Høgnar Júkason,
tað man eg siga satt,
um tú fert á Húnaland,
um tað tú kemur aftur.«

29. Hann læt knør av lunni draga
oman úr tøttum neysti,
tá stóð fast í kjalborðum,
fram leyp knørurin reysti.

30. Høgnar læt av lunni ganga
sína glæstriskeið,
skipini hildu í havið út,
falkurin drívur av leið.

31. Høgnar vindur segl í rá,
letur so orðum svara,
grátandi vendi Grimhild drotning
aftur í Júkagarðar.

32. So grætur Grimhild drotningin,
tað hitt væna vív:
»Far væl, Høgnar sonur mín,
eg síggi teg ei í lívi.«

33. Grimhild fyri munni mælir,
Høgnar reisir á ferð:
»Eg kenni væl Guðruna dóttur mína
er roynd í bágagerð.«

34. Høgnar talar til Gunnar kong,
alt foruttan sút:
»Vit vinda nú segl í húna hátt,
vit seta í havið út.«

35. Ein kom maður í hallina inn
til perlamentið fríða:
»Nú síggi eg falk í havi út
alt undir tann grøna líða.«

36. »Sært tú skip eftir havi koma,
seglini hvít sum lín,
vera man Høgnar Júkason
at vitja systur sín.«

37. Guðrun gekk í grasagarð,
reyðargull bar á hendi,
ramar risti hon rúnirnar,
tær út í havið sendi.

38. Ørnir tvær av landi komu,
setast á salta sjógv,
vaksa tekur vindur í ský,
aldan brýtur á lógv.

39. Tá var veður á sjónum hart,
ógvuligt á at líta,
stýrir so Høgnar Júkason,
at frá dró mjøllin hvíta.

40. So var veður á sjónum hart,
tá ið Høgnar stóð til stýri,
Gunnar kongur í lyfting gongur
nú bliknaði drongur dýri.

41. So var veður á sjónum hart,
tað brakar í borð og bondum,
sundur gingu jarnárar
báðar í Høgna hondum.

42. Tá var veður á sjónum hart,
tað knakar í hvørjum stongum,
tað var Høgnar Júkason,
tók havn í Húnalondum.

43. Løgdu undir Húnaland
eina morguntíð,
alt var sum í bál at líta,
skeiðir dynja í.

44. Løgdu undir Húnaland
eina morgunstund,
alt var sum í bál at líta,
í tann skeiðadund.

45. Tá ið teirra snekkja
hon kendi fagurt land,
fyrst steig Høgnar Júkason
sínum fótum á land.

46. Fyrst steig Høgnar Júkason
sínum fótum á land,
Gíslar, Jarnar og Gunnar kongur
undir hans høgru hond.

47. Ganga teir frá strondum niðan,
so er greitt fyri mær,
síðan allir Júkagarpar
niðan í grasagarð.

48. Úti í miðjum grasgarði
tungu bóru teir so snjalla,
gingu so í høgar borgir
Júkagarpar allir.

49. Úti í miðjum grasgarði
klæddust í brynju dýra,
gingu so í høgu borgir
Júkagarpar fýra.

50. Tað var Høgnar Júkason,
inn um dyrnar steig,
nú sá hann á Guðrunu,
at ilt undir kinnar beið.

51. Segði tað Høgnar Júkason,
inn um dyrnar hyggur:
»Eg síggi tað á Guðrunu,
at ilt undir kinnar byggir.«

52. Guðrun so til orða tekur:
»Vit erum nú her aleina,
fáið mær bæði skjold og svørð
øllum tykkum at goyma!«

53. Svaraði Høgnar Júkason,
hann heldur á brúnum knívi:
»Frá mær leggi eg ikki skjøld og svørð,
so leingi eg eri á lívi.«

54. Guðrun so til orða tekur,
hon bar tungu snjalla:
»Minnist tú nakað á Sjúrða unga,
tú førdi mær til hallar?«

55. Guðrun so til orða tekur,
ilskan í henni breyt:
»Minnist tú nakað Sjúrð hin unga
blóðigan mær í skeyt?«

56. Guðrun so til orða tekur,
ilt undir kinnar beið:
»Frægari maður var Sjúrður kappi,
í gullsporum reið.«

57. Guðrun so til orða tekur,
bar um hjarta trá:
»Enn var Sjúrður frægari,
í gullsaðli lá.«

58. Høgnar hugsar so við sær,
lítur á ringar reyðar:
»Ei er blítt á brúnarskoru,
minnist á buðlungs deyða.«

59. Høgnar mælir fyri sær,
lítur á ringin sín:
»Ei er blítt á brúnarskoru,
minnist á buðlungs lík.«

60. Inn kemur Guðrun árla morgun,
ilt er skap at eggja,
borð stóð breitt við silkidúk,
og bjór fyri reystar seggjar.

61. Inn kom Guðrun árla morgun
við hógv og hyggið orð:
»Kastið nú vákn og herklæði,
tær stígið yvir borð!«

62. Svaraði Høgnar Júkason,
hann var dreingja maki:
»Sjálvir skulum vit váknini goyma
osum til at taka.«

63. Drekka teir í Húnalandi
bæði úti og inni,
drekka mjøð og kláran vín
glaðir á hvørjum sinni.

64. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gaman,
illa líkar Guðrunu,
at einki nertur saman.

65. Drekka teir í tríggjar dagar
bæði við gleði og gleim,
illa líkar Guðrunu,
at einki nertur teim.

66. Guðrun lokkar sín unga son
við so miklum mæti:
»Eg skal geva tær gull og fæ,
stillar tú Høgnar av kæti.«

67. Guðrun lokkar sín unga son,
í duldum hon hann bað,
hann gekk sær at borðinum,
sum Høgnar fyri sat.

68. Guðrun lokkar sín unga son,
í duldum hon hann dró,
hann hevði upp sína høgru hond
Høgnar á nasar sló.

69. Sveinur var ungur av aldrinum,
hann taldist, tá ið hon bað,
hann gekk aftur at borðinum,
sum Høgnar fyri sat.

70. Hann gekk aftur at borðinum,
á Høgnar nasar sló,
voldi tað Guðrun Júkadóttir,
drykkjan varð óró.

71. Høgna rann tað heita blóð
bæði úr nøsum og munni,
kappin varð so illa við,
hann ikki við slíkt kundi.

72. »Eg fái ei í Húnalandi
drukkið tann mjøðin við grandi,
ótakk havi tann móðirin,
ið so sín son upp vandi.«

73. Høgnar fram um borðið leyp
við berum spjóti í hendi,
mækin sneiddi búk og bein,
ígjøgnum sveinin rendi.

74. Tað var Høgnar Júkason,
sínum svørði brá,
hann tók hennara unga son,
hjó honum bulin frá.

75. Høgnar tók sín búgvin brand,
sneiðir bulin frá,
kastar høvdið á hallargólv,
so Artala kongur sá.

76. Guðrun gekk for Artala kong,
sigur honum frá:
»Deyður er okra ungi sonur,
helst av Høgna ráð.

77. Eg man ei í Húnalandi
longur við tær stýra,
um tú gert ikki nakrar sømdir
eftir tann dreingin dýra.«

78. »Hoyr tú tað, mín veldiga søta,
lat nú tað so vera,
sjálvur er hann tín onkarbróðir,
eg kann honum einki gera.«

79. »Tú skalt ikki, Artala kongur,
leingi ríki stýra,
vilt tú ongar sømdir taka
eftir tann dreingin dýra.«

80. »Hoyr tú, Guðrun søta mín,
tað vil eg ei trúgva,
at tú vilt nú tínum brøðrum
svik til handar snúgva.

81. Tá ið teir vógu hann Sjúrð svein,
Guðrun søta mín,
tá vóru Gíslar og Jarnar børn
heima hjá móður sín.«

82. Guðrun so til orða tekur:
»Tað skal eg nú valda,
Gíslar og hann Jarnar ungi
báðir skulu gjalda.«

83. Mælti tað Guðrun Júkadóttir:
»Tað man einki saka,
Gíslar og Jarnar og allar brøður
skal eg av lívi taka.«

84. »Tað er einki eykarverk
at ganga Høgna ímóti,
hvar ið hann kemur í víggj at standa
har hevur hann høvur á spjóti.

85. Hoyr tú tað, mín veldiga søta,
legg sjálv til tess ráð,
hvussu vit skulu teir miklu menn
burtur av lívi fá!«

86. »Taka skal tríggjar aldirshúðír,
rýða tær í blóði,
falla so tungt á Júkagarpar,
troyttir av miklum móði.«

87. Guðrun stendur fyri breiðum borði
mælir um tann vanda:
»Nú skulu tit, Júkagarpar,
á aldirshúðir ganga.«

88. Upp steig Høgnar Júkason,
tungu bar hann so snjalla,
talar yvir breiða borð
fyri teir brøður allar.

89. Upp steig Høgnar Júkason,
blandað hevði vín:
»Gíslar og Jarnar fara báðir
aftur til móður sín.«

90. Upp steig Høgnar Júkason,
letur so orðum svara:
»Gíslar og Jarnar fara báðir
aftur í Júkagarðar.«

91. Guðrun stendur fyri breiðum borði,
mælir um tann vanda:
»Gíslar og hann Jarnar ungi,
allir skulu ganga.«

92. »Gíslar og hann Jarnar ungi
vóru ikki hjá,
Gunnar og eg Høgnar
vóru teir, Sjúrðin vá.

93. Gunnar og eg Høgnar
tóku Sjúrða av lívi,
tá vóru Gíslar og Jarnar børn
heima hjá móður síni.

94. Gunnar og eg Høgnar
vógu tann kappan reysta,
Gíslar og hann Jarnar ungi
ikki harav vistu.

95. Gunnar og eg Høgnar
vit vógu Sjúrða við listi,
tá vóru Gíslar og Jarnar børn,
lógu hjá móðurs brósti.«

96. Gíslar og hann Jarnar
mundu á húðir ganga,
allir sóu teir falla niður,
eingin sá teir upp standa.

97. Guðrun stendur fyri breiðum borði
mælir um tann vanda:
»Nú skal Gunnar bróðir mín
aftur á húðir ganga.«

98. Tað var Gunnar Júkason,
hann mundi á húðir ganga,
allir sóu hann niður falla,
eingin sá hann upp standa.

99. Guðrun stendur fyri breiða borði,
nú ber hon kinn so reyðan:
»Hoyr tú, Høgnar bróðir mín,
nú hevni eg Sjúrðar deyða.«

100. Upp steig Høgnar Júkason,
brandin yvir seg bar,
so er mær av sonnum sagt,
slíkt gongur hans hugi nær.

101. Guðrun stendur fyri breiða borði,
kinn ber hon so balda:
»Nú skal Høgnar bróðir mín
aftur á húðir ganga.«

102. »Betri var í Júkagørðum
at drekka tann mjøð í blandi,
enn sum at ganga á aldirshúðir
og standa í stórum vanda.«

103. Høgnar tekur nú brandin tann,
vil eg fyri tygur tína,
gongur so í loftið fram,
hann mintist á móður sína.

104. Upp steig Høgnar Júkason,
heldur á dragið svørð:
»Eg skal ganga á aldirshúðir,
og vita, hvussu fer.«

105. Høgnar gekk á aldirshúðir,
nú mundi tað so vera,
ikki bar nú fóturin við,
tað tykti honum einki at gera.

106. Tað var Høgnar Júkason,
hann ræð yvir húðir støkka:
»Ei mundi eg í Húnalandi
fyrstur undan røkka.«

107. Tað var Høgnar Júkason,
hann tekur við húðir at støðga:
»Ei man eg í Húnalandi
tann fyrsta undan røkka.«

108. Guðrun kemur út árla morgun,
gramt var henni í huga,
heilan sær hon Høgnar standa,
ei hava ráðini dugað.

109. Høgnar stendur í grasgarði,
bindur upp hjálmin sín:
»Áðrenn dagur at kvøldi kemur
drekka vit blóð sum vín.«

110. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
tá hevði Guðrun Júkadóttir
brynjað út hundrað tólv.

111. Árla var um morgunin,
sólin skín á grótið,
tað var Høgnar Júkason,
hann ríður teim øllum ímóti.

112. Tað var Høgnar Júkason,
ríður teimum øllum ímóti,
búkar fullu á jørðina,
sum tey varpa gróti.

113. Høgnar ríður í bardagin,
roynir góðar gripir,
niður feldi hann kongins menn,
tíggju fyri hvørja sipan.

114. Hundar tutu, úlvar goyggja,
ørnin hyggi læsti,
hundrað heilt og hartil hálvt
tað fellur í annað kastið.

115. Vigið fekk hann Húnamenn
við svørð og bitrar eggjar,
tað var Høgnar Júkason,
hann hopar til hallarveggja.

116. Guðrun kemur út árla morgun,
sól tók fagurt at branda,
heilan sær hon bróður sín
á leikvøllinum ganga.

117. Guðrun so til orða tekur,
sólin brá tá víða:
»Hoyr tú, Høgnar bróðir mín,
tú skalt á skógin ríða.

118. Tú skalt ríða á skógin burtur,
eystur um Lindará,
har skalt tú tey undur síggja,
sum tú í forðum vá.«

119. Árla var um morgunin,
sólin fagurt rann,
tað var Høgnar Júkason,
hann ríður á skógin fram.

120. Høgnar ríður á skógin fram,
eystur um Lindará,
har mundi hann tey undur síggja,
hann í forðum vá.

121. Har sá hann tann stóra hest
leypa sær av grundum,
Voldi tað Guðrun Júkadóttir,
ið illgerningar kundi.

122. Tungan tók at tala,
letur so orðum víkja:
»Illa gjørdi tú, Høgnar, tá
tú vart við meg at svíkja.

123. Mær unti Brynhild Buðlins dóttir
tað hitt væna vív,
mær unti Guðrun Júkadóttir,
harfyri læt eg lív.

124. Tað var Brynhild Buðlins dóttir,
sprakk eftir mín deyða,
tá skifti tú Guðrunu gull og fæ
og mangar ringar reyðar.«

125. Høgnar ríður á grønum vølli
víða um seg sá,
mikið var tá buðlungs lív,
í gullsaðlinum lá.

126. »Tak nú hetta rúnarbelti,
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sútir rinda.

127. Tak tú hetta rúnarbelti,
sett við gulli reyða,
eg fekk tað á Hildarheyg
eftir ta dvørgamoy deyða.

128. Hoyr tú, Høgnar Júkason,
ríð nú til hallar heim,
eg fari mær á heiðin skóg,
so tung eru míni mein.«

129. Guðrun kemur út árla morgun,
sólin brann so víða,
sær hon Høgnar Júkason
aftur av skógnum ríða.

130. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði Guðrun Júkadóttir
brynjað út hundrað tólv.

131. Árla var um morgunin,
sólin skein á grótið,
tað var Høgnar Júkason,
hann ríður teim øllum ímóti.

132. Tað var Høgnar Júkason,
hann ríður teimum øllum ímóti
búkar fullu á jørðina,
sum tey varpa gróti.

133. Høgnar ríður í bardagin,
roynir góðar gripir,
niður feldi hann kongins menn,
tíggju í hvørji sipan.

134. Hundar tutu, úlvar goyggja,
ørnin hyggi læsti,
hundrað heilt og hartil hálvt
tey fullu í annað kastið.

135. Høgnar ríður í bardagin:
»Hetta man lítið bata,
tað, ið eg um dagin vegi,
villir hon upp um nætur.«

136. Høgnar ríður í bardagin,
har yppist ein illur siður:
»Nú leiðist mær í Húnalandi
at høgga teir trælir niður.«

137. Tað var Guðrun Júkadóttir,
talar til sveinin sín:
»Gakk til Tíðrik Tatlarason,
og bið hann koma til mín.«

138. Sveinur fór á skógin burtur
við hógv og hyggið orð:
»Guðrun bað tygum koma til sín
at drekka yvir borð.«

139. Tað var Guðrun Júkadóttir,
letur nú blanda vín,
býður so Tíðriki Tatlarasoni
í hallina inn til sín.

140. »Ver Vælkomin, Tíðrikur Tatlarason,
fullvæl eg á teg troysti,
hevði tú Høgnar av lívi tikið,
tað var eitt manndómsroysni.«

141. »Hoyr tú, Guðrun Júkadóttir,
eyka mær ei tann vanda,
hvussu skal eg mót Høgnari stríða
ið einki vákn kann granda?«

142. »Hoyr tú, Tíðrikur Tatlarason,
tú ert ein kempa so sterk,
hevði tú Høgnar av lívi fingið,
tað var eitt manndómsverk.«

143. »Tað er einki eykarverk
at ganga Høgna ímóti:
hvar ið hann kemur á vágarvøll,
har hevur hann høvur á spjóti.

144. Tað er ikki ein ella tveir,
standa í tí verki,
eingin møtir honum á jørð,
deyður er Sjúrður sterki.

145. Mangur hevur lívið latið
- sigist í hesum kvæði -
eingin møtir honum á jørð,
deyður er Sjúrður frægi.«

146. Tíðrikur upp frá borði stígur,
hann tekur um brandin svarta:
»Eg vinni einki á Høgnari.«
Nú gránaði drotning bjarta.

147. »Hoyr tú, Tíðrikur Tatlarason,«
brúður mælir av kvíða,
»eg gevi tær bæði gull og fæ,
vilt tú mót Høgnari ríða.«

148. Upp stóð Tíðrikur Tatlarason,
hann heldur á dragið svørð:
»Flúgva skal eg í loftið fram
og vita, hvussu fer.«

149. Tíðrikur hvarv úr Hólmgørðum
fáir finnast slíkir,
hann kom aftur annað sinni
í flogdreka líki.

150. Tíðrikur fór í stríðið burtur,
fáir finnast slíkir,
hann kom aftur uttan borg
í flogdreka líki.

151. Tíðrikur fleyg í loftið fram
við sínar stríðu streingir,
Høgnar stendur í tungum stríð,
nú ristir hann reystar dreingir.

152. Høgnar ríður á grønum vølli
tað harða stál at klúgva,
sær hann Tíðrik Tatlarason
í luftini yvir sær flúgva.

153. Høgnar tók sítt góða svørð,
hann skjýtur tað leið av hendi,
hann vendi sítt svørð so í loftið fram
ígjøgnum Tíðrikin rendi.

154. Tá ið hann eftir jørðini fór,
var hann sum sótið svarta,
hann hevði mongum manni bágað,
men nú stóð brandur í hjarta.

155. Eitur spýði tann svarti dreki
niður á Høgna brynju,
hann varð ei við váknum vigin,
fyri tað læt hann synja.

156. Tungt er tað í heiminum
størri sorgir at bíða,
eitur bar hann í brynju síni,
so fast í hjarta at svíða.

157. Høgnar so til orða tekur:
»Eg berjist ikki longur,
eitur gongur at hjartanum.«
Tá følnaði nýtur drongur.

158. Falnir eru Húnamenn
við svørð og bitrar eggjar,
nú hopaði frægi av Júkagørpum
so fast til hallarveggja.

159. Guðrun kemur út árla morgun,
gramt var henni í huga,
heilan sær hon Høgnar standa,
ei hava svikini dugað.

160. Høgnar hopaði at hallarveggi,
brandin yvir seg bar,
Guðrun stendur í grasgarði,
hon tennur saman skar.

161. »Hoyr tú, Guðrun systir mín,
tað skalt tú mær lova,
læna mær Helvík jalsins dóttur
í nátt á armi at sova!

162. Ikki havi eg fingið sár,
nú grið vil eg ei tiggja,
læna mær eina jalsdóttur
í nátt á armi at liggja!«

163. Høgnar so aftur til orða tekur:
»Tann grið vil eg av tær tiggja,
læna mær Helvík jalsins dóttur
í nátt av harmi at liggja!«

164. Guðrun so fyri munni mælir,
kinn ber hon so reyða:
»Fáa skalt tú nú jalsins dóttur,
tú gongur nú snart til deyða.«

165. Lógu tey í sínari song
við alskyns spekt og mæti:
»Vit eiga osum ein ungan son,
til guls og landa at gæta.«

166. Hann gat við frúnni ungan son
á teirri somu nátt,
Høgnar risti rúnirnar,
og tað man lesast brátt.

167. »Tú manst ognast ungan son,
Høgnar skalt tú kalla,
eg gevi honum tað búna svørð,
ið faðir mín søkti úr fjalli.

168. Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,
hvat eg nú sigi til tín,
síggj so til, um ei langa tíð
hann hevnir faðir sín.

169. Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,
eg sigi tey orðini hátt,
nú hevur kongurin sveinsbarn gitið
á hesi somu nátt.

170. Tú manst ognast ungan son,
Guðrun vil hann pína,
tak tú hennara unga son,
og legg í vøggu tína!

171. Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,
brúka nakra list,
lat mína systur Guðruna
um dyrnar ganga fyrst!

172. Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,
eg sigi tær satt ífrá:
tá ið svein er tólv ár gamal,
tú gakk fyri Lindará!

173. Hoyr tú tað, mín veldiga søta,
eg tali tey orð til tín,
tá ið tín sonur er tólv ár gamal,
tá kennir hann móður sína.

174. Tak tú hetta rúnarbelti,
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sútir rinda.«

175. Tá segði Høgnar Júkason:
»Nú verst ikki longur,
nú gongur eitrið at hjartanum.«
So følnaði nýtur drongur.

176. Høgnar leyt tá lata lív,
buðu um hann sum dreyg,
vældu nú um so virðiliga,
løgdu nú lík í heyg.

177. Helvík leyt tá síggja á,
Høgnar mundi doyggja,
síðan gróv hon tann dreyg í heyg
sum dreingir dalin hoyggja.

IV. Annar Høgna táttur

1. Tær ganga sær við børnunum
níu mánar sínar,
til at teirri stundum líður,
tær føða sveinar fríðar.

2. Helvík ungan sonin ár,
tung mundi sorgin falla,
síðan bað hon presti bera,
Høgnar bað hon kalla.

3. Guðrun ungan sonin ár,
tung man sorgin falla,
síðan bað hon presti bera,
Svein bað móðir kalla.

4. Lógu tær í síni song,
lætta tekur vanda,
nú er liðið at teirri tíð,
báðar skulu út ganga.

5. Inni sótu tær í dagar,
inni sótu tær í tvá,
inntil tann hin triðja,
tær skuldu út gá.

6. Tað er Guðrun Júkadóttir,
brúkar mikla list,
biður nú Helvík jalsins dóttur
at durum ganga fyrst.

7. Guðrun so til orða tekur,
fyrsta orðið tá:
»Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir
tú skalt út fyri gá.«

8. Svaraði Helvík jalsins dóttir,
læt tá angist og vanda:
»Tú bert hægri høvur enn eg,
fyri bør tær at ganga.«

9. Svaraði Helvík jalsins dóttir
í annað orðið tá:
»Tú bert hægri krónu enn eg,
tú mást út fyri gá.«

10. Hon átti sær ein ungan son,
Guðrun vildi hann pína,
hon tók hennara egna son,
legði aftur í vøggu sína.

11. Guðrun mundi út ganga fyrst,
øllum tykti undur,
hon tók hennara unga son,
beit honum barkan sundur.

12. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
Guðrun sneiðir høvur av
onkarbarni sínum.

13. Inn kom Guðrun árla morgun
fell so væl í lag,
hon tók út sín lítin knív,
hon sneiddi høvdið av.

14. So er sagt frá Høgnari,
Gud gav honum vekst,
meiri vaks hann í ein mánað,
enn onnur børn í seks.

15. Hann vaks upp í ríkinum,
tann geviliga mann,
Húnalandskongurin
fostraði hann.

16. Árla var um morgunin,
sólin fagurt brá,
tað var Helvík jalsins dóttir,
hon ríður til Lindará.

17. Tað var Helvík jalsins dóttir,
so ganga søgur frá,
møtti hon sínum unga soni
eystan fyri Lindará.

18. Helvík so til orða tekur,
smílist undir lín:
»Tað svørji eg á sannan Gud,
at tú ert sonur mín.«

19. Svaraði Høgnar Høgnason,
hann stendur í mannamúgva:
»Eg havi ikki sætt eina lágari konu
kunna so væl at lúgva.«

20. »Tak tú út tín lítin knív,
hygg, ið væl hann bítur,
tína móður í armin sker,
vita, um í hjarta nítur!«

21. Hann dró út sín lítin knív,
hyggur, væl hann beit,
sína móður í armin skar,
so fast í hjarta neit.

22. Svaraði Høgnar Høgnason,
smílist undir lín:
»Tað síggi eg á sjálvum mær,
at tú ert móðir mín.«

23. Helvík so til orða tekur,
smílist undir lín:
»Síggj so til um ei langa tíð,
tú hevnir faðir tín!«

24. Hon tekur upp tað rúnarkelv,
sínum soni fær:
»Hetta gav tín hin sæli faðir,
ið mikið gott unti mær.«

25. Sveinur tók við rúnarkelvi,
niður fyri seg sá,
brast hans belti,
litin ið hann brá.

26. Brast hans belti,
litin ið hann brá,
hann sá sín hin faðirs deyða
standa har uppá.

27. »Tak tú hetta rúnarbelti,
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sútir rinda.

28. Tá tú kemur til hallar heim,
síðla ella snimma,
síggj so til í langa tíð,
lat ongan á tær finna!«

29. Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
tað var Høgnar Høgnason,
hann vildi til hallar ríða.

30. Sveinur gekk í hallina inn,
hann skuldi ljósið skara,
brendi gjøgnum fótarblað,
hann tók seg ikki vara.

31. Sveinur var ungur av aldrinum,
hann skuldi skara ljós,
brendi gjøgnum fótarblað,
og niður í hallargólv.

32. Artala kongur til orða tekur,
mjøður í blandi rennur:
»Hugsa nú ikki, Svein, so djúpt,
tú gáar ei, tú brennur.«

33. Tí svaraði Artala kongur,
ryður í brósti rennur:
»Hvat hugsar tú, Svein, so djúpt,
tú sansar ei, at tú brennur?«

34. »Tað hugsi eg, Artala kongur,
at tú eigur miklan eyð,
tað verður helst á tínari ævi,
at tú tiggur vatn og breyð.«

35. Tí svaraði Artala kongur:
»Eg eigi miklan eyð,
tað verður ikki á mínari ævi
eg tiggi vatn og breyð.«

36. »Tað hugsi eg, harra mín,
hóast tú eigur miklan eyð:
tað kann verða á tíni ævi,
tú tiggur vatn og breyð.«

37. »Tað hugsi eg, harra Svein,
eg eigi so miklan eyð,
tað verður ikki á míni ævi,
eg biði vatn og breyð.

38. Mikið eigi eg gull og fæ,
hartil annan eyð,
ikki verður tað á mínari ævi
at eg tiggi vatn og breyð.«

39. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína:
»Vilt tú nakað, Artala kongur
í dag á skógvin ríða?«

40. Árla var um morgunin,
fell so væl í lag,
lysta teir á skógvin burtur,
Sveinur og kongurin báðir.

41. Tað er enn sum ofta fyrr,
mangur skortar fíggja,
ganga teir til gullbjørgið
tað mikla gull at síggja.

42. Ríða teir á skógvin burtur,
fríðir í huga full,
hann vísti honum á húsið tað,
ið takt var innan við gull.

43. Tí svaraði Artala kongur
fyrsta orðið tá:
»Hoyr tú tað nú, harra Svein,
tú skalt her fyrri inn gá.«

44. Tí svaraði harra Svein
í annað orðið tá:
»Tú bert hægri krónuna,
tú skalt inn fyri gá.«

45. Artala kongur í Húnalandi
inn um dyrnar sá,
tað var inda harra Svein,
hann smelti hurð í lás.

46. Sveinur var ungur av aldrinum,
lætt var honum til máls,
tað er mær av sonnum sagt,
hann smelti hurð í lás.

47. »Bæði eigur tú, Artala kongur,
gull og miklan eyð,
tað kann verða á tínari ævi,
at tú tiggur vatn og breyð.

48. Tað hugsi eg nú, harra mín,
hóast tú eigur miklan eyð,
vilt tú nú nakað, Artala kongur
tiggja vatn og breyð?«

49. »Tað hugsi eg, harra Svein,
at eg eigi miklan eyð,
gjarna vil eg nú, harra Svein,
tiggja av tær vatn og breyð.«

50. Høgnar gekk av gullbjørginum
eina morgun snimma,
svørji tann eið á mína trú,
har læsti hann kongin inni.

51. Tað var Høgnar Høgnason,
mikið gull hann fekk,
hann kom ikki aftur í gullbjørgið,
fyrr enn kongurin skarpur hekk.

52. Høgnar gisti sína móður
síðla dags á kvøldi,
síðan reið hann haðani burtur
til kongin í Danaveldi.

53. Tað er satt, ið talað er,
mong er konan eym,
Guðrun gongur um allan heim,
hon heldur í Grana teym.

(c) Dansifelagið í Havn