Kvæðasavn

Jallgríms kvæði

Uppskrift: CCF 19B, 1, pp. 439-444, FK 21B, 7, pp. 21-32.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
tað er riddarin Jallgrímur,
hann býr seg út at ríða.

2. Tað er riddarin Jallgrímur,
hann býr seg út at ríða,
bindur hann hjálm á høvdið sítt,
og riddarasvørð við síðu.

3. Jallgrímur situr á sínum hesti,
frá man frættast víða:
»Vita tit nakra kempu her,
mót mær torir stríða?«

4. Svaraði lítil Ívartro:
»Frá kempu vil eg ikki siga,
líkari var tær skip at bygt
og síðan konu biðja.«

5. Svaraði riddarin Jallgrímur,
heldur á brýndum knívi:
»Vísir tú mær ikki sterka kempu,
so skalt tú lata lívið.«

6. »Eg skal vísa tær kempu ta,
mót tær torir stríða,
tað er hin illi fjallatussi,
tú torir honum ei bíða.«

7. Tað er riddarin Jallgrímur,
læt á reiði renna:
»Er hann ikki mín yvirmann,
tú skalt á báli brenna.«

8. Svaraði lítil Ívartro,
mælir á sama inni:
»Tú fært ikki, Jallgrímur,
sigur á hesum sinni.«

9. Jallgrímur reið á skógvin burt,
skortar ikki fíggja:
»Harðan skalt tú deyðan tola,
komi eg heilur til bíggja!«

10. Jallgrímur ríður fjallið niður
um knubbar og brattar stíggjar,
út kom leypandi fjallatussi
grummur og harður til víggja.

11. Bognast tók tann mikli riddari,
hann sær, hvar tussin stendur,
Jallgrímur vendi sínum hesti við,
hann skuldi aftur venda.

12. Tussin leyp frá borgini
niðan í fjallatúvur,
hann tók tann riddarin í ringabrynju,
stoytti fyri saðilboga.

13. Hann tók tann riddaran á arm sín upp,
aftur í borgir bar:
»Tú skalt vera vælkomin
í kvøld til krás hjá mær.«

14. Tussin tók sín steikitein,
síðan til sín knív:
»Hoyr tú, riddarin Jallgrímur,
nú skalt tú lata lív!«

15. »Hoyr tað, reystur fjallatussi,
slíðra aftur tín knív,
tær gevi eg mín unga son,
um enn tú gevur mær lív.«

16. »Lovar tú mær tín unga son,
so ert tú eitt gott mansevni,
tær gevi eg so gott eitt svørð,
tú slepp tað ei av hendi!

17. Tær gevi eg so gott eitt svørð,
tað skal teg ikki svíkja,
tú skalt hvørki lúta ei falla,
hvar tú kemur í víggi.«

18. Jallgrímur reið frá tussans borg
aftur í høll til sín,
úti stóð lítil Ívartro,
hann smílist undir lín.

19. Svaraði lítil Ívartro,
skortar hann ikki fíggja:
»Hoyr tað, Jallgrímur, harri mín,
hvat tíðindi førast til bíggja?«

20. Hann hótti honum við svørðinum,
steðgaði ei síni ferð,
hann reið frá lítin Ívartro,
hann gat honum ikki svarað.

21. Jallgrímur gekk í hallina inn,
í hásætið gekk hann tá,
leskaði hvørki mat ei drekka
fult í dagar tvá.

22. Jallgrímur situr í hásæti,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka,
tað havi eg hugsað leingi.«

23. Allir droyptu høvdi niður,
eingin tordi tala
uttan lítil Ívartro,
hann tordi honum fullvæl svara.

24. Svaraði lítin Ívartro,
mælir av tungu inni:
»Írlands kongur dóttur eigur,
hana manst tú vinna.

25. Írlands kongur dóttur eigur,
væna og so vísa,
kanst tú hana til ektar fá,
hon kann títt lív væl prísa.«

26. »Er hon so vøn og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað standist hvat av ið má.«

27. So letur riddarin Jallgrímur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

28. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk;
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

29. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Írland.

30. Higar ið hansara snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.

31. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, jørðin skalv,
teir settu sín knørr í neystið.

32. Uppi í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgu hallir inn.

33. Jallgrímur gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

34. Jallgrímur stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðu sína:
»Sit væl, reysti Írlands kongur,
gev mær dóttur tína!«

35. Leingi sat hann Írlands kongur,
áðrenn hann vildi svara,
visti ikki, hvussu hániligt svar
hann skuldi honum geva.

36. Svaraði reysti Írlands kongur,
heldur á gyltum brandi:
»Sig mær, frægur, eiti títt,
hvaðan ert tú av landi?«

37. »Jallgrím skalt tú nevna meg,
føddur í risans landi,
so eri eg tann riddari,
ið væl kann beita brandi.«

38. Tí svaraði Írlands kongur,
kundi væl stýra sínum snakki:
»Eg gevi ikki mína dóttur
slíkum renslarapakki.

39. Tað er ikki tann riddarin,
sunnan kemur úr Sund,
ikki kemur til Írlanda
at biðja sær sprund.«

40. Tí svaraði Jallgrímur,
slær tað upp við gamni:
»Hesin sami riddarin
tykist vera tín javni.«

41. Jallgrímur situr á tvørbeinki,
gerst so nýtur drongur:
»Kongurin, gev mær dóttur tína,
eg biði teg ikki longur.«

42. Upp leyp reystur Írlands kongur,
fátt var honum at orði,
hann tók Jallgrím í sítt hár,
hann durvar niður at borði.

43. Upp leyp riddarin Jallgrímur,
ilt var skapið at eggja,
ætlaði konginum banahøgg,
sítt svørð í hjálm at leggja.

44. Tað var riddarin Jallgrímur,
hann læt ei ilsku tróta,
ætlaði konginum banahøgg,
sítt svørð í hjálm at bróta.

45. Upp leyp Hildibrand, kongins son,
meinti um svørðið at fáa,
Jallgrímur helt at durinum,
tá gingu kossir á.

46. Bardust teir á hallargólvi,
tað var mest av sút,
hundrað feldi hann Írlendingar,
síðan gekk hann út.

47. Jallgrímur stendur for hallardurum,
hann kundi seg fullvæl verja,
tað var eingin av kongins monnum,
á hann tordi herja.

48. Svaraði riddarin Jallgrímur,
hann gjørdi tað ei at loyna:
»Latið teir koma ein ella tveir,
Írlendingar vil eg royna!«

49. Kongurin brynjar út tógva menn,
tað var eftir hans vilja;
hann kleyv teirra hjálmar og skjøld
og so teirra ringabrynjur.

50. Tað var riddarin Jallgrímur,
sínum svørði brá,
hann hjó hesar reystar kempur
sundur í lutir tvá.

51. »Hoyr tú, reystur Írlands kongur,
eg vil ikki longur bíða,
hvar er Hildibrand, sonur tín?
eg bjóði honum út at stríða.«

52. Tí svaraði Írlands kongur,
svaraði so fyri sær:
»Síðan tú ert so reystur maður,
skalt tú koma móti mær!

53. Eg skal ríða á skógvin burtur
eftir fornum vanda,
hoyr tú, Hildibrand, sonur mín,
tú skalt ikki langt frá standa!«

54. Kongurin reið á skógvin burtur,
fylgdu honum fimmti mans,
eftir kom Hildibrand, kongins sonur,
hann glógvar sum rósinkrans.

55. Kongurin og fimmti mans
riðu á skógvin út,
tað var riddarin Jallgrímur,
hann slerdi teir for sín fót.

56. Vigið fekk hann fimmti kempur,
so er greint ífrá,
eftir stóð tá Írlands kongur,
og sonurin skamt ífrá.

57. Jallgrímur ríður á grønum vølli,
ilt var skapið at eggja,
ætlaði konginum banahøgg,
sítt svørð í hjálm at leggja.

58. Jallgrímur reiggjaði svørð umkring,
tað av miklum huga,
ætlaði at klúgva Írlands kong
niður í saðilboga.

59. Snart kom ríðandi Hildibrand,
hann var ei seinur til ferða:
»Hoyr tað, reystur Jallgrímur,
tú skalt honum einki gera.«

60. Riðu saman á grønum vølli,
hvørgin vildi lúta,
gongur so eldur av svørðum teirra,
sum neistar av árni fúka.

61. Teir høgga títt, teir líva lítt,
troða jørð við kálva,
bjargamál sang í hvørjum hamri,
vørildin tók at skelva.

62. Hildibrand gav so vant eitt høgg,
hinum á hálsin brá,
kongurin vá hans góða hest,
tá mundi skorta ráð.

63. Jallgrímur reisist av jørðini upp,
frálíkur var hann monnum,
hann kleyv reystan Írlands kong,
so svørðið stóð í tonnum.

64. Øvigan hevði hann brandin upp,
so hevði hann honum á lofti:
»Her skalt tú, Hildibrand, síggja tað blóð
sum teg man 'ringja' ofta!«

65. Hildibrand gav so vant eitt høgg,
kappin tann hin reysti,
Grímur brá sín brand á loft,
tá mátti hjálmur bresta.

66. Jallgrímur gav so vant eitt høgg,
tá var hann næstan óður,
høggur Hildibrands høvur av,
so bulurin eftir stóð.

67. Vigið fekk hann Írlands kong
og Hildibrand hin reysta:
»Enn livir illi fjallatussi,
hann er mær tann versti.«

68. Tað var riddarin Jallgrímur,
læt ikki longur fresta,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
tók sær frú at festa.

69. Drukkið varð teirra brúdleypið,
skjótt og ikki leingi,
kom so mangur maður til
sum fjøður á fuglaveingi.

70. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song,
Jallgrímur og hans vív.

71. Tey vóru ikki leingi saman,
til tey gótu svein,
hann var á góðari stundini gitin,
so varð hann borin í heim.

72. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
inn til hennara stundin leið.
hon føddi ein svein so baldan.

73. Sveipar hon hann í klæði væl,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Gudmund bað hon kalla.

74. Barnið varð borið frá kirkjuni
heim til móður sín,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull í skrín.

75. Frúgvin gekk seg við øðrum sveini
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan.

76. Tað er enn sum oftum var,
duld er døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

77. Sveipar hon hann í klæði væl,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Hildibrand bað hon kalla.

78. Barnið varð borið frá kirkjuni
aftur for móður sín,
meiri legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull í skrín.

79. Teir vuksu upp í ríkinum
undir reyðum skildri,
lærdu allar listir tær,
sum riddarar kjósa vildu.

80. Teir vóru ikki meiri enn tólv vetrar,
teir lótu gera svørð,
løgdust so á skógvin burtur,
skoyttu ei hvat teir gjørdu.

81. Svaraði riddarin Jallgrímur,
mælir av tungum inni:
»Ríðið á mítt faðirs land,
roysni av tussanum vinna!«

82. Kappar lupu á hestar sínar,
kátt yvir skógvin ríða,
teir komu niður í tussans borgir,
sum frá man frættast víða.

83. Svaraði Gudmundur Jallgrímsson,
kinn bar hann so bleik:
»Hetta er tann sami svein,
tær var lovaður til steik.«

84. Hildibrand tók tann steikitein,
hann í eldin legði,
tá hann tók hann út aftur,
skein hann sum bálið reyða.

85. Hildibrand tók hann steikitein,
orna tók hans blóð,
rendi hann so fyri tussans bróst,
hann út um ryggin stóð.

86. Tað var ungi Hildibrand,
læt ikki móði spara,
stakk hann reysta fjallatussa,
deyður fell hann til jarða.

87. Gull sóu teir í tussans borg,
og frúgv á beinki sita,
síðan reysti brøður tveir
ráða ta frú at vitja.

88. Tí svaraði Hildibrand
fyrsta orðið tá:
»Gudmundur tú skalt frúnna festa
og tussaborgum ráða!«

89. Tað var ungi Hildibrandur,
tók hann so til orða:
»Eg skal ríða aftur í høll,
sum mínir formenn vóru.«

90. Gudmundur festi moynna tá,
væl hann tað formátti,
settist aftur í borgina,
sum fjallatussin átti.

91. Jallgrímur átti tógva synir,
Gudmund og Hildibrand,
ráddu teir á Upplondum,
og hann fyri Íralandi.

(c) Dansifelagið í Havn