Kvæðasavn

Jómsvíkinga vísa

Uppskrift: CCF 20A, 1, pp. 448-450, FK 22A, 7, pp. 45-49.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. Drekka teir í Jómsborg
bæði við gleði og gaman,
har mátti eingin stíga yvir borð
uttan tríati ára gamal.

2. Drekka teir í Jómsborg,
glaðir foruttan sút,
drekka fullar sjey vikur,
og har kom eingin út.

3. Drekka fullar sjey vikur,
eingin beyð sær út,
uttan Vagnur Ákason,
hann kom har fyrstur út.

4. Út kom Vagnur Ákason,
talar um sín vilja:
»Latið nú at skipum gera,
nú lystir meg at sigla!«

5. So letur Vagnur Ákason
búgva skipini sín,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.

6. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Noregis land.

7. Vindur hann upp síni silkisegl,
við forgylta rá,
strikar ei á bunkan niður,
fyrr enn við Noregis vág.

8. Tá ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
letur hann síni akker falla
á so hvítan sand.

9. Letur hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig Vagnur Ákason
sínum fótum á land.

10. Fyrstur steig Vagnur Ákason
sínum fótum á land,
tá var Øgmundur hvíti
riðin niður til strand.

11. Fram reið Øgmundur hvíti,
við sítt silvurband,
har kom Vagnur Ákason,
hann høgdi av honum hand.

12. Inn kom Øgmundur hvíti,
fingið hevði mein:
»Komnir eru Jómsvíkingar,
ganga yvir allan heim.«

13. Inn kom Øgmundur hvíti,
mist hevði hann sær hand:
»Ófriður er í Noregi,
og gingin á kongins land.«

14. Svaraði kongur í Noregi:
»Nú man tað so vera,
nú skal lata boðini
til illgerðsbrúður gera.

15. Sá verði fimur á fótunum,
sum boðini tey skal bera,
øll lati eg klæði hans
við rósur og liljur skera.«

16. Hann var fimur á fótunum,
ið tey boðini bar,
hagar tá til landanna,
sum illgerðsbrúður var.

17. Tað var tann hin sendisvein,
heim í garðin fór,
úti Guðrun illgerðsbrúður
fyri honum stóð.

18. »Ver vælkomin, sendisvein,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

19. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvt væl minni um vín,
tað var kongur av Noregi,
hann sendi meg til tín.

20. Tað var kongur á Noregi,
hann sendi meg á tín fund,
Noregi er av hondum gingið
um eina so lítla stund.«

21. »Hann torir ikki kongur av Noregi
senda mær boðini tey,
drepi eg tann hin sterka her,
hann kemur í størri neyð.

22. Hann torir ikki kongur av Noregi
senda tey boð til handa,
drepi eg tann hin sterka her,
hann kemur í størri vanda.«

23. Svaraði Guðrun illgerðsbrúður,
fáum kann hon hól:
»Fái eg hansara unga son
at blóðga í mín stól.

24. Fái eg hansara unga son,
og man tað so vera,
tá skal Guðrun illgerðsbrúður
miklar ódnir gera.«

25. Hann var fimur á fótunum,
ið tey boðini bar,
hagar tá til landanna,
sum kongur á Noregi var.

26. Tað var tann hin sendisvein,
heim í garðin feyk,
sjálvur kongur á Noregi
út mót honum leyp.

27. »Ver vælkomin, sendisvein,
higar nú til mín,
hvussu tók Guðrun illgerðsbrúður
við bøn og orðum tín?«

28. »Tú tarvt ikki kongur av Noregi
senda boðini tey,
drepur hon tann hin sterka her,
tú kemur í størri neyð.

29. Tú tarvt ikki kongur av Noregi
senda sær boð til handa,
drepur hon tann hin sterka her,
tú kemur í størri vanda.«

30. Svaraði Guðrun illgerðsbrúður,
fáum kann hon hól:
»Fær hon tín hin unga son
at blóðga í tín stól.

31. Fær hon tín hin unga son,
og man tað so vera,
tá skal Guðrun illgerðsbrúður
miklar ódnir ger.«

32. Svaraði kongur á Noregi,
gull bar sær á hand:
»Fyrr vil eg missa mín unga son,
enn alt mítt ríki og land.«

33. Tað var kongur á Noregi,
feldi tár á kinn,
tá ið teir bóru hans unga son
um hallardyrnar inn.

34. Tað var kongur á Noregi,
feldi tár á dúk,
tá ið teir bóru hans unga son
um hallardyrnar út.

35. Eitt kom æl av Kingilsvág,
ilt var móti at líta,
Jómsvíkingar og raskar kempur
fast á kampi bíta.

36. Eitt kom æl av Kingilsvág,
harður var sá skúrur,
allir fluttu Jómsvíkingar
móti eini búð.

37. Eitt kom æl av Kingilsvág,
glymur á hamra húð,
allir krokaðu Jómsvíkingar
undir eina búð.

38. Eitt kom æl av Kingilsvág,
haglið vá eitt oyra,
voldi tað Guðrun illgerðsbrúður,
at allur herurin doyði.

(c) Dansifelagið í Havn