Kvæðasavn

Gunnars kvæði

Uppskrift: CCF 21A, 1, pp. 452, FK 23A, 7, pp. 56-57.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. So skeyt Gunnar nýtur drongur,
- og hon hin villa -
sundur gekk hans bogastrongur.
- tá gjørdi hon illa,
illa sveik hon reystan drong,
og tað var tó illa.

2. »Halgerð, vís mær nú tín tokk',
veit mær dugnað við hárlokk.«

3. »Hár mítt hevur meg væl prýtt,
tað er bæði gult og sítt.

4. Sig mær skjótt og satt nú frá,
hví tú vilt hárlokkin fá.«

5. »Verja man eg meg væl um stund,
fái eg notið boganum.

6. Veit mær hann skjótt, sit so við frið,
lívið mítt har liggur við.«

7. »Leggur tú ta virði á,
hárlokk skalt tú ikki fá.

8. Huga man eg, tá tað var,
høgg á kinn at tú gavst mær.«

9. »Verða manst tú slíkt minni við,
sum tú nú gert tær ágiti.«

10. Móðir fellir møðig tár:
»Hjálp tær sonur, við mítt hár.«

11. »Ei skulu bragdar briga mær,
eg reiv hár av høvdi á tær.«

(c) Dansifelagið í Havn