Kvæðasavn

Kjartans tættir

Annað heiti:
Kjartan Ólavssons kvæði

Uppskrift: CCF 23D, 1, pp. 491-497, FK 25D, 7, pp. 156-170.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Vuksu upp í Hjarðarholt
raskar kempur tvær,
fyrstur reið Bolli Tollaksson,
tí Kjartan var ikki har.

2. Vuksu upp í Hjarðarholt
raskar kempur tvá,
fyrstur reið Bolli Tollaksson,
tí Kjartan var ei hjá.

3. Kjartan gekk við Guðruna at tala,
tað skuldi eingin hoyra,
hann sigur frúnni ætlan sína,
hon rodnar sum ein droyri.

4. Kjartan gongur for faðir sín,
hann leitar við hann ráð:
»Tað er hon Guðrun, Jósis dóttir,
eg vil ta jomfrú fá.«

5. Svaraði Ólavur faðir hans,
ið lært hevði tukt og sinni:
»Líkari var í Noregi
tín veldiga harra at finna.«

6. Tað var Ólavur faðir hans,
hann sló tað í ein gleim:
»Ólavur kongur av Noregi,
tú gloym ikki harran tann!«

7. Svaraði Kjartan Ólavsson
av so góðum treysti:
»Eg skal gista mín veldiga harra
á hesum sama heysti.«

8. Svaraði Kjartan Ólavsson,
kinnir ber hann so fríðar:
»Eg skal gista mín veldiga harra,
áðrenn tað tekur at líða.«

9. Kjartan gekk við Guðrun at tala,
tað skuldi eingin hoyra,
hann sigur frúnni ætlan sína,
hon rodnaði sum ein droyri.

10. Svaraði Guðrun, Jósis dóttir,
hyggur niður for sær:
»Fert tú tær til Noregi,
tú kemur ei aftur her.«

11. Svaraði Kjartan Ólavsson,
kinnar ber hann so fríðar:
»Ísland skal eg á sumri hava,
áðrenn tað tekur at líða.«

12. Svaraði Kjartan Ólavsson
av so góðum treysti:
»Ísland skal eg á sumri hava,
áðrenn tað líður at heysti.«

13. So letur Kjartan Ólavsson
sínum skipum búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

14. So letur Kjartan Ólavsson
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

15. Summir bóru 'vant' í skip,
summir bóru 'vox',
teir vóru so snart til ferðar búnir
á teirri somu nátt.

16. Teir vóru so snart til ferðar búnir
á teirri somu nátt,
teir sigldu út av Hjarðarholt,
tað var alt so brátt.

17. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokkur,
stavnur og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

18. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
barir toppar av reyðargulli,
har skein sólin á.

19. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
barir toppar av reyðargulli,
har skínur sólin í.

20. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Ísland.

21. Vindur hann upp síni silkisegl,
gul við vovin blá,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Tróndheims vág.

22. Tar ið hansara snekkjan,
hon kendi fagurt land,
letur hann síni ankar falla
á so hvítan sand.

23. Letur hann síni ankar falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land.

24. Fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land,
og hann Bolli Tollaksson
undir hans høgru hand.

25. Og hann Bolli Tollaksson
upp undir hans høgru hand,
dreingir lótu tjaldur slá
skamt frá sjóvarstrand.

26. Grímur kemur inn árla morgun,
letur ei reiði renna:
»Hugstórir eru Íslendingar,
oss vilja inni brenna.«

27. Tað var Kjartan Ólavsson,
hann sær á handa mann:
»Bolli, far á sundið út,
royn tú roysni við hann!«

28. Tað var Bolli Tollaksson,
hann sær á henda mann:
»Eg fari ikki á sundið út
at royna roysni við hann.«

29. »Eg skal mær á sundið út
at fremja list og gleim,
men, Bolli, far til Íslanda,
tú heilsa fólki heim!«

30. Leika teir á sundinum,
so er greint for mær,
Grímur maður var frægari í tøkum,
hann helt honum leingi í kav.

31. Leika teir á sundinum,
slíkt er mikið undur,
Grímur maður var frægur í tøkum,
hann helt honum leingi undir.

32. Grímur maður var frægari í tøkum,
hann helt honum í kav,
leikir hesar kundu á sundi spæla
báðir raskir dreingir.

33. Leikir teirra á sundinum
so fóru millum seggja,
Kjartan kendi møði við sær,
hann letur at landi leggja.

34. Kjartan letur at landi leggja,
sóu tað mangir menn,
Grímur maður á sundi spælir
í hvørjari veglund enn.

35. Kongurin kemur inn árla morgun,
allur í gulli skín:
»Hoyr tað, Kjartan Ólavsson,
eg gevi tær systur mín.«

36. Svaraði Kjartan Ólavsson,
kongurin illa tókti:
»Eg havi ikki tína systur,
tað spyr ei Jósis dóttir.«

37. Kongurin so til orða tekur,
mælir so fyri sær:
»Hvat vil tú í hesum landi
til mentir kjósa tær?«

38. Svaraði Kjartan Ólavsson,
væl kann orðum skilja:
»Gjarna vil eg til roysnisverk,
tær kundi verið til vilja.«

39. Kongurin so til orða tekur,
hann mælir so fyri sær:
»Álvur býr her norðanfyri,
hann ræður for londum vár.«

40. Kjartan kemur út árla morgun,
so er greint ífrá,
so gongur hann til strandar oman,
sum Bolli fyri lá.

41. »Hoyr tað, Bolli Tollaksson,
tú kanst mítt mál væl skilja,
kongurin hevur boðið mær
í útreið sær at fylgja.

42. Eg verði mær í Noregi
at fremja list og gleim,
men, Bolli, far til Íslanda,
tú heilsa fólki heim!

43. Tú heilsa bæði faðir og móður,
so henni Guðrun fríðu,
bið hana liva heila og sæla,
væl skal hon mín bíða!

44. Tú heilsa henni Guðrunu, Jósis dóttur,
hon letur ei hugin resta,
Ísland skal eg á sumri hava,
áðrenn tað líður at heysta!«

45. Summir bóru 'vandt' í skipið,
summir bóru 'voie',
teir vóru snarir til ferðar búnir
á teirri somu nátt.

46. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Ísland.

47. Tar ið hansara snekkjan
hon kendi fagurt land,
letur hann síni ankar falla
á so hvítan sand.

48. Letur hann síni ankar falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig Bolli Tollaksson
sínum fótum á land.

49. Fyrstur steig Bolli Tollaksson
sínum fótum á land,
tá var Guðrun, Jósis dóttir,
riðin niður til strand.

50. Tá var Guðrun, Jósis dóttir,
riðin niður til strand:
»Krist signi hann Kjartan Ólavsson,
hann stígur ei fyrstur á land.«

51. »Tú tarvt ikki, Jósis dóttir,
eftir honum fregna,
hann er sær í Noregi,
so fróur við kongins tegnar.

52. Kjartan er sær í Noregi,
fáir finnast slíkir,
hann hevur fest eina norska frú,
hon er ikki tygara líki.«

53. Tað var Guðrun, Jósis dóttir,
rodnar sum eitt blóð:
»Vant er slíkum røkkum at trúgva,«
tár á kinni stóð.

54. Tað var Guðrun, Jósis dóttir,
sveipar at sær skinn:
»Vant er slíkum røkkum at trúgva,«
tað stóð tár á kinn.

55. Bolli gekk við Guðruna at tala,
mongum illa tókti,
snarliga runnu ástir saman
við Guðrunu, Jósis dóttir.

56. Øllum læt Bolli Tollaksson
í sítt brúdleyp bjóða
uttan Ólavi Kjartans faðir,
væl kann randir rjóða.

57. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin,
sum tann fuglur, á viði situr,
verður á ljósum degi.

58. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Bolli og hans vív.

59. Vilja tit nú lýða á,
ljóð geva mær,
eg kvøði um Kjartan Ólavsson,
í Noregi hann var.

60. Kjartan sigldi av Noregi,
fáir finnast slíkir,
átjan tók hann herskipini
út av Garðaríki.

61. Átjan tók hann herskipini,
legði á Tróndheims vág,
bæði við gulli og brent silvur,
við silki og seglin blá.

62. Tar ið hansara snekkjan
hon kendi fagurt land,
letur hann síni akker falla
á so hvítan sand.

63. Letur hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land.

64. Fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land,
tá var Kristin, kongins systir,
riðin niður til strand.

65. Tá var Kristin, kongins systir,
riðin niður til strand:
»Krist signi hann Kjartan Ólavsson,
hann stígur her fyrstur á land!«

66. Leiddi hon hann í hallina inn,
man meg rætt um minna,
eingin visti, ið hvat tey søgdu,
eina vóru tey inni.

67. Tað var Kristin, kongins systir,
øll í gulli glæsti,
hon gekk at teirri kistuni,
hon upp við mentir læsti.

68. Hon læsti upp ta kistuna,
Kjartani mentir gav,
sylgja var av dýrum steini,
gripur av gulli var.

69. Hon læsti upp ta kistuna,
ið full var innan við skrúður,
gav hon Kjartani møttulin,
so sámilig var brúður.

70. Gav hon Kjartani møttulin,
høvurgullini tvey:
»Mangur fær tað, øðrum er ætlað,
eingin tað, øðrum er eyðið.«

71. Hon gav Kjartani møttulin,
høvurgullini bæði:
»Mangur fær tað, ið øðrum er ætlað,
eingin tað, øðrum er lagað.«

72. Hon gav Kjartani møttulin,
gullstein í at binda:
»Hann fær ei í víggi sár,
ið ber mín brand við lindi.«

73. Tað var Kristin, kongins systir,
reyðargull bar á hand,
fylgdi hon Kjartan Ólavsson
niður til sjóvarstrand.

74. »Sig tú tínari grannkonu,
tú kemur til Ísland heim,
tann teg elskti í Noregi,
var ikki av trælagrein!

75. Sig tú tínari grannkonu,
tú kemur til Íslands aftur,
tann teg elskti í Noregi,
var ikki av trælaætt!«

76. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ikki á bunkan niður
fyrr enn við Ísland.

77. Kjartan sigldi av Noregi,
tað fell so væl í lag,
hann kom sær til landanna
tann fyrsta brúdleypsdag.

78. Kjartan sigldi av Noregi,
frá man frættast víða,
tá lá Álvur innanfyri
Kjartans systur at bíða.

79. Tar ið hansara snekkjan
hon kendi fagurt land,
letur hann síni akker falla
á so hvítan sand.

80. Letur hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land.

81. Fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land,
tá var Revna, systir Álvs,
riðin niður til strand.

82. Tá var Revna, systir Álvs,
riðin niður til strand:
»Krist signi hann Kjartan Ólavsson,
hann stígur her fyrstur á land!«

83. Revna situr undir faldinum,
væl sømir henni klæði:
»Møttulin og høvurgull
tað vil eg hava bæði.«

84. Svaraði Ólavur, hennara bróðir,
frá man frættast víða:
»Møttulin og høvurgull
tað sømir tær ei at biðja.«

85. Svaraði Ólavur, hennara bróðir,
mælir so fyri sær:
»Tað gav hon Kristin, kongins systir,
tá hann í Noregi var.«

86. Hann gav henni møttulin,
høvurgullini tvey,
mangur fær tað, øðrum er ætlað,
eingin tað, ið øðrum er eyðið.

87. Hann gav henni møttulin,
høvurgullini bæði,
mangur fær tað, ið øðrum er ætlað,
men eingin tað, ið øðrum er lagað.

88. Tað var Revna, systir Álvs,
søgur ganga av,
sýndi hon Guðrunu møttulin,
ið Kjartan henni gav.

89. Guðrun gongur í hallina inn
ímillum stáls og veggja:
»Bolli, væri tú ikki til,
so leingi eg Kjartan síggi.«

90. Guðrun gongur í hallina inn,
mælir so fyri sær:
»Bolli, væri tú ikki til,
so leingi eg Kjartan sær.«

91. Kjartan gongur for faðir sín,
leitar við hann ráð:
»Tað er hon Revna, systir Álvs,
eg vil ta jomfrú fá.«

92. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin,
sum tann fuglur, á viði situr,
verður á ljósum degi.

93. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Kjartan og hans vív.

94. Drukkið varð teirra brúdleypið,
við so mikið meingi,
kom so mangur hovmann til
sum fjøður á fuglaveingi.

95. Guðrun gongur í hallina inn,
mælir so fyri sær:
»Hoyr tað, Bolli Tollaksson,
nú hevur tú skammir tvær!«

96. Svaraði Bolli Tollaksson,
væl kundi hann tað tala:
»Sendir eru Haralds rekkar
tann brandin burtur at stjala.«

97. Tað var Kjartan Ólavsson,
ið teir vildu feigan,
stjólu burtur hans góða svørð
burtur av lodnum skeiðum.

98. Stjólu burtur hans góða svørð,
ið Kjartan mundi eiga,
stungu aftur í lodnar skeiðir
'ey' tann brandin deiga.

99. Kjartan kemur inn árla morgun,
roðar fyri sól:
»Her er stuldur at lýsa á,
burtur er dømin stór.«

100. Leita bæði úti og inni,
uppi í hvørji vrá,
horvnir vóru komnir menn,
Bitlusynir báðir.

101. Leita bæði úti og inni,
skóg sum slættum sandi,
tað var ikki at finna tann brand,
sum burtur var fluttur av landi.

102. Leita bæði úti og inni,
undir hvørs mans merki,
fingu ein mann at leita har,
hann eitur Óli sterki.

103. Kjartan kemur í hallina inn,
sólin skínur so víða:
»Eg havi so lítin ørindi
burtur á skógvin at ríða.«

104. »Ríður tú á skógvin burtur,«
Knútur mælir av bræði,
»var teg, Kjartan Ólavsson,
tú stendur for Leygarmonnum!«

106. Hann reið seg á skógvin burtur,
sum skógvurin fullur var,
níggju reisur á hvørjum degi
seg út úr herum skar.

107. Hann reið sær á skógvin burtur,
sum skógvurin fullur kreyp,
níggju reisur á hvørjum degi
seg út úr herum breyt.

108. Guðrun gongur í hallina inn,
frá man frættast víða:
»Tit sita heima, Leygarmenn,
meðan Kjartan á skógvin ríður.«

109. Guðrun gongur í hallina inn
ímillum stáls og veggja:
»Bolli, væri tú ikki til,
so leingi eg Kjartan síggi.«

110. Sá hvønn mannin, ið Kjartan vá,
oddurin tók at bogna,
tá kom Bolli ríðandi,
meðan Kjartan væntar sær dugnað.

111. Enn vá hann hundrað herklæddar menn,
hann rennur í randarsveiti:
»Hví stendur tú, Bolli frændi,
ongan dugnað veitir?«

112. Enn vá hann hundrað herklæddar menn,
hann steig á brandin deiga,
skjótt er einum av at máa,
heljarmenn at oyða.

113. Upp leyp Bolli Tollaksson,
skjótur mundi hann vera,
stakk hann Kjartan Ólavsson
ímillum buls og herða.

114. Tað var Kjartan Ólavsson,
tá ið hann fell á knæ:
»Hetta hevur tú, Bolli frændi,
í forðum ætlað mær.«

115. Svaraði Kjartan Ólavsson
av so tungum stríði:
»Tit skulu ikki Bolla skóna,
so leingi hann er á lívi!«

116. Svaraði Bolli Tollaksson:
»Meg man einki bága,
eg man ikki gera so ónt,
at meg man nakar skaða.«

117. Tá var grátur í Hjarðarholt
bæði av konum og kvendum,
Bitlusynir skútu fingu,
inn fyri Hvammsfjørð rendu.

118. Tað var Ólavur, faðir hans,
læt kasta egg í borg,
alla sína ævina
tað livdi hann har við sorg.

(c) Dansifelagið í Havn