Kvæðasavn

Tormaður skald

Annað heiti:
Tormóð skald

Uppskrift: CCF 27C, 1, pp. 558-562, FK 29C, 8, pp. 179-188.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Torgeir og hann Tormaður
teir rjóða saman droyra,
eg veit eina rímuna,
um enn tær viljið hoyra.

2. Torgeir bygdi breiðan skála,
Tormaður var ikki hjá,
mangan mann av lívi tók,
fyri ongan bøtti hann tá.

3. Torgeir bygdi breiðan skála,
Tormaður var ikki nær,
mangan mann av lívi tók,
fyri ongan bøtti hann fæ.

4. Mangan mann av lívi tók,
fyri ongan fæ hann bøtti,
Torgrím trølla søkti hann,
og við stórt lið hin møtti.

5. »Hoyr tað, mín hin fostbróðir,
eg hirði tað ei at loyna,
ymist var, hvør leikurin fór,
um enn vit skulu royna.«

6. Til svaraði Torgrímur,
hann saman í rímur setti:
»Fyri hugsar tú fals og svik,
áður tú mælti hatta.«

7. »Hoyr tað, mín hin fostbróðir,
vit haldum báðir saman,
tak tó ikki for álvara,
tað ið eg mælti gaman!«

8. Hann reið snart og skundiliga,
teirra felag at skilja,
Tormaður snúðist á kongins fund,
hann gjørdi eftir sínum vilja.

9. Hann vá Hergeir Sirleir,
lagdur varð hann við spjóti,
hann vá mann at hjøltum upp,
og annan aftur ímóti.

10. Tormaður gongur for Ólav kong
um ein morgun snimma:
»Nú lystir meg til Grønlanda
vinir og frændur at finna.«

11. »Kvittar tú til Grønlanda,
eg veit ørindi tíni,
heinta mær Skúgv av Stokkanesi,
bið hann koma til mín!

12. Skúgvur, tú skalt Tormann flyta
til Grønalanda við tær,
flyt hann, so sum hugur er á,
og sum tú unti mær!

13. Bjarni, tú skalt Tormanni
bitra øksi smíða,
tjúkka og so hamartunga,
munnan ikki víðan.

14. Eyka væl um eygað búgvið,
ei mikið skaft í ganga,
ikki síggjast lýti á,
tó hvassar hyrnur hanga.«

15. Tormaður gekk til strandar oman,
sum knørrur í festi lá,
ein kom maður av bergi oman,
Gest hann nevni eg svá.

16. Enntá var tað Tormaður,
hann vendi sínum knørri í havn;
ein kom maður og mælti so:
»Kongur, veit os far!«

17. »Hoyr tað, tú hin ungi maður,
farið veiti eg tær,
vilt tú standa í allan dag
og stýra tann sjó for mær?

18. Hoyr tað, tú hin ungi maður,
farið skalt tú fá,
vilt tú standa í allan dag
og stýra mót bylgju blá?«

19. Gestur gekk til stýri at stá,
gott skal slíkum falla,
so stýrir hann allan dag,
at ikki náddi at halla.

20. So vaks veðrið á sjónum hart,
at ráin læt straks bresta,
seglini bóru for borðið út,
og avfall var tað mesta.

21. Settust teir á bunkan niður,
vendu saman bøkum,
Gestur leit seg ein tíð um,
tí hann var frægari í tøkum.

22. Settust teir á bunkan niður,
vendu saman herðum,
Tormaður leit seg meir um tað,
at hann var frægari í ferðum.

23. Tormaður stoytti byttu niður,
aðra aftur á móti,
Gestur sat í sessi kvirrur,
tí hann var sterkur í hóti.

24. Gestur stoytti byttu niður
og Tormann gjørdi vátan,
báðir trivu til vápna í senn,
men hvørgan kvøði eg kátan.

25. Skúgvur gongur for Gest hin unga
og biður hann ráina fella:
»So er tørvur á várum smiðum,
at sigla munu vit valla.«

26. Gestur so til orða tekur,
heldur sær at gaman:
»Tormaður er so orðahagur,
hann yrkir ráina saman.«

27. Tá ið teir høvdu ráina felt,
og seglið var komið til seggja,
hvørki var tá frá at taka
ella við at leggja.

28. Teir sigla nú bæði dag og nátt,
fingu byr so blíðan,
tóku havn í Eiriksfirði
skamt frá Brattalíð.

29. Tormaður gekk sær haðan burt,
sum søgur ganga frá,
tekur nú øksi Bjarnasmíði,
stoytir yvir seg kápu blá.

30. Loðin letur liðið samla
við Torkils bónda ráð,
har kom Skúgvur av Stokkanesi
og teir Bjarni báðir.

31. Loðin gekk í búðina inn,
mangir við hann vóru,
nívdu Tormanni fram úr sessi
og illa við honum fóru.

32. Tí svaraði Tormaður,
tá teir høvdu roytt hans hár:
»Hasin var út av Íslandi,
skyldur frændi vár.«

33. Gestur so til orða tekur,
væl kann hyggju stilla:
»Roytið ikki Tormann skald,
tí hann man reiðast illa!«

34. Øksi brá undan skeytafeldi,
honum var 'findin' fátt,
Loðan hjó hann í herðar niður,
vann hann tað víggið brátt.

35. Tormaður gekk sær haðan burt,
sum søgur ganga frá,
hann tekur nú øksi Bjarnasmíð,
stoytir yvir seg kápu blá.

36. »Torkil hann er ráðamaður,
hann kann einki á sund;
kjós tær mann av várum liði,
Tormaður, tær til fund!

37. Egil hann er seyðamaður,
hann kann nakað sund,
hann skal verða í ferð við tær,
tann fagrasta leik í lund.«

38. Tormaður gekk sær haðan burt
fram at Torgríms stóli,
haðan er tann søgan gjørd,
ið dreingir gita við hóli.

39. »Verður tú á tingum staddur,
tú hoyrir ein hvøllan brest,
tak tú tá til tínar føtur,
tú leyp, sum tú kanst mest!«

40. Øksi brá undan skeytafeldi,
honum var findin fátt,
Torgrím hjó hann í herðar niður,
vann hann tað víggið brátt.

41. Hann settist undir herðar hans,
Tormaður sigur svá:
»Leypið mær eftir manni teim,
ið Torgrím trølla vá!«

42. Egil var á tingum staddur,
hann hoyrdi ein hvøllan brest,
tá tók hann til sínar føtur,
leyp sum hann kundi mest.

43. »Eg sær koma tógva menn
sunnan eftir heiði,
eingin hestur loypur so skjótt,
hann støðgar teim á leið.«

44. Ikki fingu teir Egil,
fyrr enn dagur tók at halla,
teir bukaðu bein í búki hans,
tá skulvu æðrar allar.

45. Eitt kom æl av útnyrðingi,
hvassur var tann skúrur,
allir krokaðu Torgríms frændur
inn í eina búð.

46. Gingu teir í búðina inn,
hvør ræður øðrum at fagna:
»Hvør hevur Torgrím trølla vigið?
Slíkt man ófrið magna.«

47. Reiðir vóru tá Torgríms frændur,
login læk um hann,
teir sóu ein mann í hvítum feldi,
fyri so døkkan mann.

48. Tormaður gekk frá helli niður,
víða ið hann reikar,
møtir hann einum gomlum manni,
Lúsaoddur hann eitur.

49. »Hoyr tað, tú hin gamli maður,
hvaðan komst tú í dag?
Eru teir heima Torgríms frændur?
Satt sig tú tað mær!«

50. »Heima eru teir Torgríms frændur,
satt at siga tær,
Falgeir er á fiskiklakki
yvir tað salta hav.

51. Tórður og Torkil fylgja honum,
teir frægastu menn í landi,
kunnu so væl teir tríggir brøður
at vega við búnum brandi.«

52. »Hoyr tað, tú hin gamli maður,
eg gevi tær kápu mína,
tú skalt mær ímóti møta,
vond og verju tína.«

53. Hann fór í ta kápu blá,
hin lætst alvæl inna,
Lúsaoddur leyp avstað,
royndi leggir stinnar.

54. Hann fór í ta kápu blá,
Tormaður snúðist til neysta,
Lúsaoddur leyp avstað,
royndi leggir treystar.

55. Falgeir legði skútu sína
fram ímóti slættum sandi,
allir hyggja at Lúsaoddi,
ið fyri stendur á landi.

56. Falgeir talar til sínar menn:
»Tit goymið væl tygara fonglar,
latið ei tjóvin Lúsaodd
stjala burtur onglar!«

57. Tormaður stendur í neysti ein,
vil eg fyri tær greina,
tríggjar vá hann bestu kempur,
hvørja við sínum steini.

58. Falgeir leyp frá skútu síni,
hann vildi at honum ná,
Tormaður hevði hjarta lætt,
og undan helt hann tá.

59. Falgeir leyp frá skútu síni,
hann vildi at honum skunda,
Tormaður hevði hjarta lætt,
og síðan helt hann undan.

60. Runnu teir eftir bjørgum fram
inn á eina rók,
Hórður kom tá at við teim,
hann gav ikki reiði ró.

61. Fiktaðust teir um tóna inni,
tá viknaðu dreingir í fótum,
Torkil hjó hann í herðar niður
inn at hjartarótum.

62. Fiktaðust teir um tóna inni,
so er greint for mær,
leys var øksi úr Tormans hendi
niður á saltan hav.

63. Fiktaðust teir um tóna inni,
teir duttu út bjørgum av,
Falgeir legði at Tormanni,
hann helt honum leingi í kav.

64. Falgeir legði at Tormanni,
hann helt honum í kav leingi,
hesir kunnu á sundi leika,
báðir raskir dreingir.

65. »Gud og signaður Ólavur kongur,
sum øllum dugnað veitir,
hann lati meg sigur av Falgeiri fá,
tann avrekskappi hann eitur!

66. Gud og signaður Ólavur kongur,
sum øllum dugnað gevur,
lati meg sigur av Falgeiri fá,
tann avrekskappi hann er!«

67. Lindin gekk í brókum sundur,
tað var seggja vandi,
síðan vendist hans høvur niður,
Falgeir misti anda.

68. Tormaður legði at einum skeri,
tá tók sjógvur at fløða,
har læt hann tá liggja kvirrur,
sjúkur og sárur av møði.

69. Kelling vappar eftir tarabrúk
við sítt búgvið spjót,
hon fann Tormann á einum skeri,
stakk hon hann í fót.

70. Skúgvur og hann Bjarni bóndi
teir eiga bál á sandi,
teir eru ofta á sildarhavi,
tá ið aðrir liggja á landi.

71. Skúgvur og hann Bjarni bóndi
teir rógva á sildarhav,
funnu Tormann á einum skeri,
komin av deyðakav.

72. Gestur so til orða tekur,
heldur á Torgríms skíðum:
»Lat tað ongan livandi vita,
at Tormaður er á lívi.

73. Torkil býr í Brattalíð,
eyka skal hetta frøði,
Sigrið eitur húsfrú hans,
og læknar eru tey bæði.

74. Torkil býr í Brattalíð,
tað vil eg fyri tær greina,
hagar skulu tit Tormann flyta
bæði til heilsu og beina.«

75. Sigrið tók við Tormanni,
grøddi hon hann við blíðum,
illa líkar Torkili,
hon kom til songarsíðu.

(c) Dansifelagið í Havn