Kvæðasavn

Trøllini í Hornalondum

Uppskrift: CCF 28B, 1, pp. 569-571, FK 30B, 8, pp. 209-215.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Ein er ríman av Íslandi komin,
skrivað í bók so víða,
nakað havi eg um hana hoyrt,
summa kann eg at týða.

Ólavur kongur herjar hann mót trøllum,
hansara segl eru silkireyð,
Ormurin rennur, árar reika í tollum.

2. Ein er ríman av Íslandi komin,
skrivað í bók so breiða,
nakað havi eg um hana hoyrt,
summa kann eg at greiða.

3. Ein er ríman av Íslandi komin,
skrivað í bók so langa,
nakað havi eg um hana hoyrt,
summa kann eg at ganga.

4. Ólavur til orða tekur
við sínar bestu stinnar:
»Nú lystir meg í Botnar norð
tey leiðu trøll at finna.«

5. Inn kom Torstein oksamegin,
buksur niður til kníggja:
»Hoyr tað, kongurin, harra mín,
tey eru ikki góð at síggja.«

6. Ólavur kongur til orða tekur:
»Vit prøvum messur og sangar,
so skal eg í Botnar norð
at vita, hvat av skal ganga.«

7. Tað var Torstein oksamegin,
svarar so frá sær:
»Kvittar tú í Botnar norður,
lat meg fylgja tær!«

8. Gingu teir til strandar oman,
Ólavur messur beið,
løgdu árar á Ormin langa,
sigldu norð for Skeið.

9. Vundu teir upp síni silkisegl
við so nýtum orðum,
strika ei á bunkan niður
fyrr enn for Hornið norður.

10. Ólavur sigldi av suðurlondum,
fylgja honum streymar:
»Ofta hava heidnir borið
fyri meg í dreymar.«

11. Ólavur sigldi av suðurlondum,
fylgja honum vindar,
trøllini í Hornalondum
vil hann við kreftum binda.

12. Ólavur sigldi av suðurlondum,
tá hina langa leið,
sigldi so fyri Hornið norð
og inn for Oksaskeið.

13. »Leggið her at landinum,
sum tussar eru við fjøll,
reikið síðan í Botnar norð,
har eru fleiri trøll!«

14. Risin kemur úr fjalli oman,
trívur um stavnar báðar:
»Eg eigi vatn og víkarlag,
hvør vil sínum ráða.«

15. Allir sóu, at hesin tussi
vildi at skipi venda,
hann hevur eitt tog og helmarreip,
ein stældan krók á enda.

16. »Hvør hevur teg so kunnigan gjørt,
tú sigldi for Hornið norð,
leiðin lá um Aldan suður,
onnur norð for Skor?

17. Hvør hevur teg so kunnigan gjørt,
tú sigldi for Hornið inn,
leiðin lá um Aldan suður,
onnur norð for Kinn?

18. Leiðin lá um Aldan suður,
onnur norð for Kinn,
men hoyr tað, tú hin reyðskeggjuti,
hvør vinglaði teg her inn?«

19. »Hoyr tú, Ari bukkabjálvi,
eg biði teg til mála,
mangar hevur tú vintrar rátt
heima í tínum skála.«

20. »Eg havi rátt fyri Hornalondum,
kosin dagur á tingi,
hundrað trý, hartil tvey,
og fyri hvønn nagl á fingri.«

21. »Hevur tú rátt for Hornalondum
í fimtan hundrað vetur,
um enn tú ræður annaðslíkt,
ei verður heimin betur.

22. Hoyr tú, Ari bukkabjálvi,
eg dvølji teg ikki longur,
tak nú á tað fyrsta tak,
og vita, hvøssu gongur!«

23. So tók Ari fyrsta tak,
hann turkaði súðin ein,
hann søkk niður í helluna
upp um síni bein,

24. So tók Ari fyrsta tak,
at skipið vildi hvøkka,
heilir allir Ólavs menn
aftur í stavn at støkka.

25. »Hoyr tú, Ari bukkabjálvi,
enn beiði eg teg til mála,
mangar ganga róðrarskútur
út av tínum skála!«

26. »Tú spyrt meg meira, enn eg spyrji teg,
er mær ei á tí hól,
ganga út av Hornalondum
róðrarskútur tólv.

27. Ganga út av Hornalondum
róðrarskútur tólv,
sekstan selir í hvørt føri
koma so heim av sjó.

28. Verða so tíggju fjósir ristar
av hvørjum aldansfiski,
síðan fer hvør í níggju sundur,
tað eru trý um stykkið.«

29. »Hoyr tú, Ari bukkabjálvi,
dvølst nú ikki longur,
tak nú á tað annað tak,
vita, hvøssu gongur!«

30. So tók Ari annað tak,
at skipið vildi hvøkka,
heilir allir Ólavs menn
aftur í stavn at støkka.

31. So tók Ari annað tak,
hann turkaði súðir tvær,
hann søkk niður í helluna
upp um síni lær.

32. Allir bliknaðu Ólavs menn,
sum mjeskur mjøður í skál,
Torbergur seg á bunkan stígur,
drístar á rúnarmál.

33. »Hoyr tú, Ari bukkabjálvi,
dvølst nú ikki longur,
tak nú á tað triðja tak,
og vita, hvøssu gongur!«

34. So tók Ari triðja tak,
at skipið vildi hvøkka,
heilir allir Ólavs menn
aftur í stavn at støkka.

35. So tók Ari triðja tak,
at skipið vildi venda,
hann søkk niður í helluna
upp um sínar lendar.

36. Nú stendur hann í hellum festur,
klippan man hann klemma,
enn flýtur knørrur for Oksaskeið,
men har man risin bestemma.

37. Gívurin kemur út árla morgun,
stígur á stinnar stólpar:
»Nú skal ganga at grimum út,
hinum at koma til hjálpar.«

38. Gívurin kemur út árla morgun,
rættir hálsin langa,
glíggjar við eygum og gapar við kjafti,
sankt Ólavur bað so standa.

39. Trøllini í Hornalondum
halda sær at gaman:
»Hvat man feila móðir vár,
hon fær ikki kjaftin saman?«

40. Ólavur kongur frá skipum gekk,
norð í Botnar ríður,
tá hann kom fyri hellisdyr,
tá rustaðust tey til stríð.

41. Ólavur kongur til orða tekur:
»Verði her enn sum áður,
aftur lokist hetta helli,
og ongar dyrnar á!«

42. Ólavur kongur til orða tekur:
»Verði her enn sum fyrr,
aftur lokist hetta helli,
verði her ongar dyr!«

43. Trøllini í Hornalondum
búgvast út við stongum:
»Nú er hann komin, hin reyðskeggjuti,
oss hevur happað longur.«

44. Trøllini í Hornalondum
ætla sær út at stríða
við so stórum jarnstongum,
nú tekur hellið at síga.

45. Mikil var tann bønin,
Ólavur kongur fekk,
bergið bleiv sum stálið fast,
og hellið saman gekk.

46. Tí svaraði tann gamli kall,
smílist undir lín:
»Oftari havi eg dyrnar brotið
við geituskalla mínum.«

47. Tey fóru undir hans hvørji hond,
ikki minni enn tólv,
varpaðu hann so mót hellisgátt,
at heilin dreiv um gólv.

48. Tólv fóru undir hans hvørja hond,
studningin hann fekk,
varpaðu hann so í hellisgólv,
at hálsur av liði gekk.

49. Trøllini í Hornalondum,
hvørt á sínum sinni,
livdi longst, ið sterkast var,
og hvørt drap annað inni.

50. Trøllini í Hornalondum
leypa seg á bukk,
tey fóru niður til krítilsins,
og har kom einki upp.

(c) Dansifelagið í Havn