Kvæðasavn

Ragnars kvæði

Uppskrift: CCF 2E, 1, pp. 232-235, FK 2E, 4, pp. 55-62.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

Ragnars táttur

1. Frúgvin kemur út árla morgun,
sær hon um seg so víða,
hon sær hetta lítla dýr
í grasi fyri sær skríða.

2. Tólv vóru tær moyggjarnar,
sum í tann sali bygdu,
ein høvdu tær ímillum sín,
tann ormin út at gykla.

3. Løgdu hann á grønan vøll,
sum roðar fyri sól,
tað var mær av sonnum sagt,
hann høvdið yvir sporli dró.

4. Hetta frætti hann Sjúrður,
stjúksonur Ring:
»Ormurin liggur í moynnasali,
og hann ber meg umkring.«

5. Hetta frætti Sjúrður frægi,
stjúksonur tá:
»Ormurin liggur í moynnasali
og eykar frúnni trá.«

6. Sjúrður stendur upp árla morgun,
vekir upp dreingir snara:
»Hvar skulum vær tann ormin gesta
og moynni vanda spara?«

7. »Allir skulum vær fylgja tær,
og hartil erum vit fús,
tað er ikki eins mans føri
at skilja hans høvur frá búki.«

8. Ganga teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá knør varð tikin úr neysti.

9. Løgdu út frá landinum
í eina glæstra skeið,
ormin hoyra teir blása skamt,
og vóru komnir á leið.

10. Ormin hoyra teir blása skamt
við ógvuligum sproti,
ov snart tóktist hann yvir koma
við sín sævarflota.

11. »Vendið aftur, mínir menn,
tað eru míni ráð,
ormurin má um allar ævir
fyri moynni tá ráða!«

12. Hetta frætti hann Ragnar
suður á sínum landi,
ormurin liggur í moynnasali
og eykar frúnni vanda.

13. Ragnar stendur upp árla morgun,
vekir upp dreingir snarar:
»Nær skulum vær tann ormin gesta,
moynni vanda spara?«

14. »Allir skulum vær fylgja tær,
og til tess eru vit fús,
tað er ikki eins mans føri
at skilja hans høvur frá búki.«

15. Ganga teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu og jørðin skalv,
tá knørrur varð tikin úr neysti.

16. Løgdu teir út frá landinum
í eina glæstriskeið,
ormin hoyra teir blása skamt,
og vóru komnir á leið.

17. Ormin hoyra teir blása skamt
við ógvuligum sproti,
ov seint tóktist hann yvir koma
við sínum sævarflota.

18. Ormin hoyra teir blása skamt,
teir vóru komnir at landi,
Ragnar bað tá sínar menn
tann káta mjøðin blanda.

19. »Hoyrið tær, allir mínir menn,
tær skuluð míni akker festa,
meðan eg gangi her upp á land
at kanna ókunnigar gestir.

20. Hoyrið tær, allir mínir menn,
tær skuluð míni akker greiða,
meðan eg gangi her upp á land,
ein urðarseið at veiða.«

21. So bræðir hann síni klæði
við tjøru og við stein,
at hann skuldi av ormins eitur
ikki fáa mein.

22. So gár hann í grasgarðar,
sum sami ormur lá,
so var hann vænur og vøkstriligur,
sum kongurin undrast á.

23. So bræðir hann síni klæði
við tjøru og við sand,
at hann skuldi av ormins eitur
ikki fáa at granda.

24. Ragnar var so hugadjarvur,
hann gekk teim ormi nær,
hann gjørdi á seg átjan buktir
og stóð sum borgar har.

25. Ragnar var so hugadjarvur,
hann gekk teim ormi næst,
hann gjørdi á seg átjan buktir
og stóð sum borgar hægst.

26. »Hvør er nú so hugadjarvur,
ið meg vekir úr dvala?
Hann má hava ætlað sær
tann Borgarhjørt at hava.

27. Hvør er nú so hugadjarvur,
ið meg vekir úr blund?
Hann má hava ætlað sær
tað inniliga sprund.«

28. Ragnar var so hugadjarvur,
hann legði at ormins hjarta,
skaftið førdi hann heim við sær,
og blóðið tað stóð har aftur.

29. Ragnar var so hugadjarvur,
sum so ganga søgur frá,
tá ið hann vá tann frænarorm,
í moynnasali lá.

30. Hann fór úr teim tjøruklæðum
aftur í perlur hvíta,
moyin stendur og sær uppá,
so fagurt var at síggja.

31. So gár jomfrú Borgarhjørt,
blandar mjøðin og vín,
bæði snart og skundiliga
hon ber inn fyri sveinin sín.

32. So gár jomfrú Borgarhjørt,
blandar mjøðin í ker,
bæði snart og skundiliga
inn fyri Ragnar ber.

33. Hon tekur av sín fingurring,
í tað steypið har:
»Tá ið tú kemur í onnur lond,
tú hav mítt próvið við tær!«

34. Trælar vappa víðum um,
sum føðslu vilja tiggja,
hann kom seg so síðla dags,
sá ormin í vegum liggja.

35. So gár hann fyri kongin
og sigur nú honum frá:
»Eg havi vigið tann frænarorm,
sum í moynnasali lá.«

36. Kongurin stendur upp árla morgun,
tíma fyri dag,
bæði snart og skundiliga
inn í sín dóttur sal.

37. »Lat tær ikki illa líka,
tóast tú giftist við træli,
mannin tann, ið ormin vá,
er kongasonurin sæli.«

38. »Eg sá mannin, ið ormin vá,
ólíkur var hann træli,
hann var seg úr øðrum londum
ein kongasonurin sæli.«

39. So sat høvur á Borgarhjørti
allan dag á bekki,
meiri sat hon við sorg og sút,
og føðslu tugdi hon ikki.

40. Inn kom ein av sveinunum
og sigur teim øllum frá:
»Eg sær skip eftir havi koma,
og seglini gul og blá.«

41. »Sært tú skip eftir havi koma,
og seglini gul og blá,
tað má vera tann kongasonur,
ið mær er í lag at fá.«

42. Higar teirra snekkjur
og kendu so fagurt land,
kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand.

43. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Ragnar kongur
sínum fótum á land.

44. Fyrstur steig hann Ragnar kongur
sínum fótum á land,
síðan akslar hann kápan blá,
hann gongur niður frá strand.

45. Ragnar stendur á hallargólvi,
hann fagnar so orðum sínum:
»Sit væl, reystur kongurin,
tú gev mær dóttur tína!«

46. Kongurin so til orða tekur,
ræður fyrstur at svara:
»Tað anstendur, mín sæla dóttir,
hvør hon helst vil hava.«

47. Ragnar stendur fyri borðinum,
er klæddur í perlur hvíta,
trælur varð varpaður úr hásæti
uttar til hurðarbríkar.

48. Svaraði hesin trælurin,
hann stóð har skamt ífrá:
»Tú skalt ikki frúnna njóta,
um enn eg liva má.«

49. Ragnar hann rekkir henni
hondina yvir borð,
so lystiligt var at lýða
á teirra fastnarorð.

50. Jomfrú hon rekkir tá
hondina fram,
so lystiligt var at lýða
á teirra fastnarband.

51. Væl var teim til brúdleyps ætlað,
av so miklum meingi,
kom so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.

52. Væl var teim til brúdleyps ætlað,
tá var einki at tvørra,
átjan borgum boðið varð,
og tólv hundrað á hvørjum.

53. Drukkið varð teirra brúdleypið,
og kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Ragnar og hans vív.

54. Gingu so bæði í eina song
Ragnar og hans vív,
síðan hvør, sum boðið varð,
haðan heim til sín.

55. Lógu tey í síni song,
og blikna tók hin fagra:
»Seint má eg,« segði Ragnar kongur,
»fáa drotning aðra.«

56. Lógu tá í síni song
bæði tey innugu vív,
blikna tók tann fagra frú,
og læt hon tá sítt lív.

57. »Tú skalt teg til drotning hava,
nýtir hon míni klæði,
silki og so skarlak
og eftir jørðini draga.

58. Tú skalt til tín drotning hava,
nýtir hon mín skó,
silki og so skarlak
javnt við jørðina stóð.«

59. Eystur undir Mariuporti,
sum dreingir eyka fold,
har liggja vænar kongadøtur
grivnar í døkka mold.

60. Eystur undir Mariuporti,
sum dreingir eyka tal,
har liggja vænar kongadøtur
grivnar í djúpan sal.

(c) Dansifelagið í Havn