Kvæðasavn

Gongurólvs kvæði

Uppskrift: CCF 29D, 1, pp. 602-606, FK 31D, 9, pp. 58-69.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eina veit eg rímuna,
sum inni hevur ligið leingi,
Ingibjørg eigur franskar kempur
og fullvæl raskar dreingir.

Troðum lættliga dansin,
dagurin skín so fagurliga,
komið er hægst á summarið.

2. Ingibjørg eigur franskar kempur
og fullvæl raskar dreingir,
lótu byggja henda knørr,
sum gitið má verða leingi.

3. Upp lupu fornir norðmenn
fram úr gyltum stóli,
lótu byggja henda knørr
mánan fyri jól.

4. Lótu byggja henda knørr
mána fyri jól,
nevndur var teirra formaður,
og hann æt snari Pól.

5. Knørr vórðu bygd á Norðmýri,
gott var í teim evni,
átjan alin og fjøruti
var kjølur ímillum stevna.

6. Knørr vórðu bygd á Norðmýri,
so varð havt við orði,
seks alin og tretivu
var breitt ímillum borða.

7. Inn kom ein so gamal maður,
kallast Máur á Mýri:
»Gerið væl við mín yngsta son,
hann kann væl knørrin stýra!«

8. Inn kom ein so gamal maður,
Gian eitur hann:
»Eg eigi ein son í Íslandi,
sum knørrin stýra kann.«

9. Bygdu knørr við strondum niðan,
harðan ið hann fekk,
tá varð bæði knak og brak,
tá ið hann á sjógvin gekk.

10. Bygdu knørr við strondum niðan
og lótu hann væl prýða,
hvíta gás til grunnin dró,
eftir stóð bylgjan stríða.

11. Vundu upp ein hvítan dúk,
út í havið settu,
mikil var tann mannamúgva,
ið stóð á landi eftir.

12. Vundu teir upp síni silkisegl,
tað knarkar í hvørjum streingi,
hildu so havn í Íslandi,
sum gitið má verða leingi.

13. Hildu havn í Íslandi
bæði við vold og ræði,
tóku hin unga Gongurólv,
hann kemur nú fyrstur í kvæðið.

14. Hildu havn í Íslandi,
ei vildi dreingin fíra,
tóku hin unga Gongurólv,
so hann skuldi knørrin stýra.

15. Vundu teir upp síni silkisegl,
tað kundu teir lítið frýggja,
tá rann Ísland úr eygum teirra
rætt sum fuglur at síggja.

16. So var veður á sjónum hart,
ógvuligt at líta,
meðan stýrdi Gongurólvur,
av dró bjøllin hvíta.

17. So var veður á sjónum hart,
ódnin mátti kalla,
meðan stýrdi Gongurólvur,
at hvørgum borði at halla.

18. So var veður á sjónum hart,
øllum mátti bella,
meðan stýrdi Gongurólvur,
at hvørgum borði at hella.

19. So var veður á sjónum hart,
ódnin eftir stóð,
meðan stýrdi hann Gongurólvur,
úr skjúrtu vant hann blóð.

20. Meðan stýrdi Gongurólvur,
úr skjúrtu vant hann blóð:
»Tað kenni eg á sjálvum mær,
ei verður ferðin góð.«

21. Fingu ein so stóran sjógv,
tað knarkar í hvørjum streingi,
bylgjan breyt at stóru rá,
og fullvæl dugdu dreingir.

22. Fingu ein so stóran sjógv,
tað brakar í bond og bjálka;
til svaraði Gongurólvur:
»Nú má Gud os hjálpa.«

23. Drivu teir úr Botni norður,
so varð sagt ífrá,
tað var meir enn tólv hundrað,
sum deytt á bunka lá.

24. Fingu ein so stóran sjógv,
øllum tóktist undur,
seglini fullu á bunkan niður,
og togini brustu sundur.

25. Drivu teir úr Botni norður,
har máttu teir lenda,
so var veðrið á sjónum hart,
teir kundu ikki aftur venda.

26. Hildu havn í Botni norður
foruttan gleði og gaman,
Illgerðsteinur og Ódnarbjørn,
og tríggir vóru tilsaman.

27. Stungu teir tá í barm á sær,
tað kundu teir lítið frýggja,
sóu teir úr fjalli koma
grimmar risar tríggjar.

28. Risin kemur úr fjalli oman,
tykist at hava fá:
»Eg eigi bæði havn og vík,
hvør við sínum ráð.

29. Eg eigi bæði vík og havn,
hvør við sínum ráð.«
Drógu so knørrin í fjallið upp
við brøðrum sínum báðum.

30. Skundaðu sær frá skipunum
frá tí deyða liði,
Illgerðsteinur og Ódnarbjørn
og Gongurólvur tann triði.

31. Gingu fullar sjey dagar
í kava og jøkla meingi;
niður setist Illgerðsteinur:
»Nú gangi eg ikki longur.«

32. Niður setist Illgerðsteinur,
kólnar um hendur og føtur.
»Eya meg,« segði Gongurólvur,
»tú bíður ikki bøtur.«

33. »Kemur tú aftur til Nøríkis,
og verður tær tess eyðið,
heilsa vára vinir og frændur,
sig av vári neyð!«

34. Hann tók av honum gullið alt,
og stingur í barm á sær.
»Eya meg,« segði Gongurólvur,
»nú havi eg byrðar tvær.«

35. Enn gingu teir í sjey dagar
í kava og jøkla meingi,
niður setist Ódnarbjørn:
»Nú gangi eg ikki longur.«

36. Niður setist Ódnarbjørn,
kólnar um hendur og føtur.
»Eya meg,« segði Gongurólvur,
»tú bíður ikki bøtur.«

37. »Kemur tú aftur til Nøríkis,
og verður tær tess eyðið,
heilsa vára vinir og frændur,
sig av vári neyð!«

38. Hann tók av honum gullið alt,
so kavi stóð upp til kníggja.
»Eya meg,« sagði Gongurólvur,
»nú havi eg byrðar tríggjar.«

39. Rólvur tekur at ganga tá
langar leiðir drúgvar,
hann sær eld í fjalli brenna,
og høgar neistar flúgva.

40. Hann gekk sær á heyggin fram
og tekur trølli at banna:
»So skal eg gullið niður grava,
og eingin skal tað kanna.«

41. Hann gekk sær á heyggin fram
og tekur trølli at blóta:
»So skal eg gullið niður grava,
eingin skal tað njóta.

42. So skal eg gullið niður grava,
og eingin skal tað saka.«
Svaraði eitt á baki hans:
»Eg skal tað burtur taka.«

43. Rólvur hugsar við sjálvum sær:
»Ikki er úti at standa,
antin her búgva fólk ella trøll,
eg skal í hellið ganga.«

44. Rólvur gekk í hellið inn,
og stór sat kona við eld:
»Hvaðan ert tú, frosin fólk,
sum her er komin í kvøld?«

45. Rívur hon burtur av eygum hans,
og hevur hann so við orði:
»Hvat landi ert tú alin upp,
og hvat landi ert tú borin?«

46. »Norðmýri eri eg alin upp,
mín faðir æt Gian sterki.«
»Óbeint hevur tú higar stýrt,
og tað kann eg væl merkja.

47. Var Gian sterki faðir tín,
og ert tú borin av honum,
samborin eru vit systkin tvey
bæði til kals og konu.«

48. Hon reiv av honum frosið vatn
og so tað glerið fasta,
setir hann fram at eldinum,
og ei vildi gullið glæstra.

49. Hon gav honum oksalegg
burtur av síðu streingi,
Rólvur kendi merki sítt,
hann hugsaði um tað leingi.

50. »Kemur risin av skógnum heim,
lítið má hann teg meta,
fær hann teg við eygum at síggja,
við kjaftinum má hann teg eta.

51. Kemur risin av skógnum heim,
lítið má hann teg virða,
nú er vandi komin á hond,
hvar skal eg Rólvin hirða?«

52. Sveipar hon hann í skinnini grá,
og hevði væl onnur klæði,
hirdi hann so í eina urð,
og tætt við steinar legði.

53. Rólvur liggur í gólvinum
í so lítið veldi,
oman skulvu dalar og fjøll,
tá risin kom heim á kvøldi.

54. Hellið bæði svigtaði og skalv,
tá ið hann gekk í sæti;
Rólvur hugsar við sjálvum sær:
»Slíkt eru trøllalæti.«

55. »Eg gangi aldri so inn og út,
eg kenni av beiskum ranni,
tað er í mítt helli komið
eittans bein úr manni.«

56. »Kráka fleyg yvir ljóara í dag
við deyða mans bein í munni,
hon feldi tað inn, eg kastaði út
tað snarasta, sum eg kundi.«

57. »Eg gangi aldri so inn og út,
eg kenni av beiskum ranni,
Hilda, hevur tú krásir veitt,
og greið tær heilar á hand!«

58. »Eg havi sitið í hellinum
foruttan allar sveinar,
fátt má teim til krásir koma,
ið heima sita eina.«

59. »Knørr brotnaði við skeri á,
má eg meg rætt um minna,
ein havi eg av tali mist,
eg kann hann ikki finna.

60. Ein havi eg av tali mist
av teim hundrað tólv,
tá stóð eg fyri aftan stýrið
og hoyrdi nevndan Rólv.«

61. Leggur hon hendur um risans háls,
kallar hann søta sín:
»Hvøssu skal tað vorðið verða,
komin er bróðir mín.«

62. »Kanst tú mær hann heilan greiða,
kanst tú við at fara,
eg skal svørja tær trygdareið,
einki skal eg honum gera.

63. Kanst tú mær hann heilan greiða,
kanst tú við at føra,
eg skal gera tær trygdareið,
einki skal eg honum gera.«

64. Tekur hon Rólv úr urðini
og setir á risans kníggja,
einki tordi Gongurólvur
upp á risan at síggja.

65. Rólvur situr á risans fangi,
tað var alt við blíðum,
klappar honum tá við tveimum fingrum,
tað brotnaðu riv í síðu.

66. Tekur hon Rólv av risans fangi
og setir fram á gólv:
»Fáum stendst við klappan tín,
og fáum kanst tú hóv.«

67. Hon legði hann í eina vrá,
hann skuldi eingin síggja,
hann lá sjúkur av hesum sári
í fullar vikur tríggjar.

68. Rólvur vitjar út onkun morgun,
lítið er hann førur,
hann sær hesar reyðu ringar
at hanga í gyltum knørrum.

69. Rólvur vitjar út árla morgun,
hugsar um sín vanda,
hann sær henda gylta knørr
bak við hellið at standa.

70. Sjey vikur var hann í hellinum
foruttan gleði og gleim,
síðan longdist Gongurólv
aftur til Nøríkis heim.

71. So runnu tár av risans kinn
sum hagl av stórum æli:
»Illa hevur tú, Gongurólvur,
verið í hellinum alin.«

72. Risin eigur ein bøttan bjálva,
má meg rætt um minnast,
hann er átjan kópahúðir
við aldanshúðir tvinnar.

73. Risin eigur ein bøttan bjálva,
so er greint fyri mær,
hann er átjan kópahúðir
og aldanshúðir tvær.

74. Stingur hann Rólv í barmin á sær
við gullkistu hjá,
síðan gár til strandar oman
ímót teirri bylgju blá.

75. Risin skundar síni ferð,
út í havið vóð,
so breyt yvir høvur og herðar
rætt sum boðaslóð.

76. Fjøruti nætur við grunnin var
niðri við botn at ganga,
síðan skeyt úr kavi upp
ímillum Írlands dranga.

77. Tað var um ein sunnumorgun,
ið sjógvin av sær oysti,
Rólvur potaði bjálvan sundur,
við aðrari beltið loysti.

78. Tað var um ein sunnumorgun,
bjálvin tók at leka:
»Hevði eg ikki svorið tær trygdareið,
so menn, eg skuldi teg etið.«

79. Setir hann Rólv á bakkan upp
og lítur seg upp mót fjøllum:
»Nú havi eg ført teg á land so gott
so langt frá øllum trøllum.«

80. Risin skundar sínari ferð
aftur í havið at ganga,
hann bleiv standandi sum ein stein,
vær kalla Írlands dranga.

81. Fyrstu nátt í borgum svav,
hann svav hjá frúnnar síðu,
tað varð mær av sonnum sagt,
hans hendur fóru ikki víða.

82. Aðru nátt í borgum svav,
hann svav hjá frúnnar armi,
tað varð mær av sonnum sagt,
av gekk moyggjar navn.

83. Summi vildu Rólvin heingja
og summi fyri bakkan kasta,
uttan frúgvin Ljósavá,
hon bað ikki Rólvin lasta.

84. »Eg eigi ein fugl á Viðanesi
við sítt nevið breiða,
hann kann flyta Rólv yvir hav
og hansara ferðir greiða.«

85. Tók hann Rólv í klørnar á sær
og fleyg so høgt í skýggja,
sjeynda dagin har eftir
hann Ísland ræður at síggja.

86. Mánað var hann í Íslandi
foruttan gleði og gleim,
síðan longdist Gongurólvur
aftur til Nøríkis heim.

87. Hann kom aftur til Nøríkis,
sum fátt var fólk á gangi,
møtir hann síni yngstu systur
við ungum syni á fangi.

88. Øll vildu kallin síggja,
og øll vildi hann tá skoða,
so varð fólkið mikið um hann,
teir trongdu hann niður við durum.

89. Svaraði sankti Ólavur kongur,
hann biður trælarnar tiga:
»Ver vælkomin, kallur mín,
tú kanst frá neyðum siga.«

90. »Eg kann frá øllum neyðum siga,
og sorgina má meg grøta,
hvør sum siglir Grønlandsfjørð,
ymist má hann møta.

91. Stundum havi eg við grunnin verið,
stundum uppi við ský,
hvør sum siglir Grønlandsfjørð,
hann lær ikki alla tíð.

92. Stundum havi eg við skýini verið,
stundum niðri við grunn,
hvør sum mongum slíkum møtir,
hann lær ikki alla stund.«

93. Tí varð hann kallaður Gongurólvur,
eingin hestur hann bar,
kinnar reyðar sum hummarklógv,
og sólin roðar í kav.

(c) Dansifelagið í Havn