Kvæðasavn

Geyti Áslaksson

Uppskrift: CCF 30E, 1, pp. 644-649, FK 32E, 9, pp. 170-186.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

I. Geyta táttur.

1. Áslakur droymdi dreymarnar,
segði teir ei for mørgum:
»Tóktist mær sum Haraldur kongur
stýrdi grimum vørgum.«

Glymur dansur í høll,
sláið ring!
glaðir ríða Norðmenn
til Hildurs ting.

2. Áslakur droymdi dreymarnar,
segði teir ikki smærri,
»Tóktist mær sum siglutrø
tey gingu fjøllum hærri.«

3. Svaraði Geyti sonur hans:
»Vær gevum ei slíkt í geyma!
vinturnáttin er so long,
at mangt kann bera í dreyma.«

4. Tað var reysti Haraldur kongur
stendur í fremra stavni:
»Hvar vitið tit tann bóndason,
til útreið er mín javni?«

5. Svaraði kongins lítil svein,
stendur í øðrum stavni:
»Bóndasonur á Upplondum,
hann tykist vera tín javni.«

6. Tí svaraði Haraldur kongur,
letur í vreiði renna:
»Er hann ei mín yvirmaður,
tú skalt á báli brenna.«

7. So letur hann Haraldur kongur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

8. Tað var reysti Haraldur kongur
sigldi seg út í hav,
gyltir ringar av reyðargulli
í hans homlum var.

9. Tað var reysti Haraldur kongur
út í havið sigldi,
gyltir ringar av reyðargulli,
og teir honum fylgdu.

10. Vinda upp síni silkisegl
gull við vovin rand,
strika ei á bunkan niður
fyrr enn við Uppland.

11. Tað var reysti Haraldur kongur
siglir við líðir fram:
fýsir meg í staðin upp
at síggja henda mann.

12. Kasta sínum akkerum
á tann hvíta sand,
fyrstur stígur Haraldur kongur
sínum fótum á land.

13. Fyrstur stígur Haraldur kongur
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir av hans monnum
undir hans hvørji hand.

14. Hagar var leiddur gangarin,
ið kongurin skuldi á ríða,
hann var klæddur við skarlak
og niður á miðja síðu.

15. Hann var klæddur við skarlak
og niður á miðja síðu,
gyltur var allur saðilin,
sum kongurin skuldi á ríða.

16. Hvítur var kongins gangari,
søgur ganga frá,
svartir vóru hóvarnir,
men oyruni vóru grá.

17. Tað var reysti Haraldur kongur
heim í garðin fór,
úti sjálvur Áslakur
fyri honum stóð.

18. »Statt væl heilur, mín Áslakur,
og so tín yngsti arvi,
hvar hevur tú hann á landi stevnt,
hvat hevur tín drongur við starvi?«

19. Tí svaraði Áslakur,
glógvar í gullinum reyða:
»Tú tarvt ikki at minna meg
uppá mín sonar deyða.«

20. »Hoyr tú tað nú Áslakur,
sig mær satt ífrá:
hvøssu eitur kirkjan tann,
ið tín son hvílir á?

21. Hoyr tað tú nú Áslakur,
siga skalt tú mær:
hvøssu eitur kirkjan tann,
ið tín son hvílir nær?«

22. »Hoyr tað, reysti Haraldur kongur,
eg segi tær satt ífrá:
í Kølrín stendur kirkjan tann,
ið mín son hvílir hjá.

23. Hoyr tað, reysti Haraldur kongur,
hetta segi eg tær:
í Kølrín stendur kirkjan tann,
ið mín son hvílir nær.«

24. Tí svaraði Haraldur kongur
stígur fram yvir fold:
»Deyðan skalt tú hamin taka
upp úr døkkari mold.«

25. Enn svaraði Haraldur kongur,
sló tað upp við gamni:
»Deyðan skalt tú hamin taka,
vita, hann var mín javni.«

26. Tí svaraði Áslakur,
glógvar í gulli enn:
»Hvøssu skal eg hans bein nú kenna
burtur blant aðrar menn?«

27. Tað var reysti Haraldur kongur
ríður fram yvir heiði,
møtir hann einum ungum manni,
komin av djóraveiði.

28. Møtir hann einum ungum manni
undir silkihúgvu,
kinnin var reyð sum hummarklógv
og eygað sum í dúgvu.

29. Møtir hann einum ungum manni,
eingin ið hann kendi,
silkihúgvu á høvdi bar
og finskan buga í hendi.

30. Haraldur so til orða tekur,
gott er at taka til evna:
»Sig mær ætt og eiti títt,
og hvøssu skal eg teg nevna?«

31. Svaraði sá hin ungi maður:
»Hvat skal slíkum gegna?
Geyti Áslaksson
so skalt tú meg nevna.

32. Svaraði reysti Haraldur kongur,
glógvar í gulli reyður:
»Hatta man vera tann bóndasonur,
ið os er sagdur deyður.«

33. »Hoyr tað reysti Haraldur kongur,
hvat skal slíkum sæta,
at tú fert so víða um lond
alt eftir mítt navn at gæta?«

34. »Hoyr tað Geyti Áslaksson,
eg geri tað ei at loyna:
til tess eri eg higar komin,
roysni við teg at royna.«

35. Svaraði Geyti Áslaksson:
»Býðst ei betri nú,
allar leikir, sum tær viljið,
kjósi sjálvur tú!

36. Stong at skjóta, spjót at leggja,
jútskan hest at temja,
og til hvørjar útreiðir,
ið tær viljið fremja.

37. Stein at varpa, ørvum skjóta,
jútskan hest at taka,
tó vær leikum á sund um stund,
og tað man einki saka.«

38. Tí svaraði Haraldur kongur,
frá man frættast víða:
»Vit skulum os á sundið út
at renna í streymin stríða.«

39. Teir fóru seg úr øllum klæðum,
aktaðu ikki um bátar,
moyar og so konurnar
tær taka so hart at gráta.

40. Leiktu teir á sundinum
eina so lítla tíð,
Geyti vann av konginum
ein silvurbúin knív.

41. Leiktu teir á sundinum
eina so lítla stund,
Geyti vann av konginum
ein silvurbúgvin pung.

42. Leiktu teir á sundinum,
søgur ganga av,
Geyti helt tá konginum
hálva økt í kavi.

43. Leiktu teir á sundinum,
so fór millum seggja,
kongurin kendi møði við sær,
hann biður at landi leggja.

44. Hann sá hvørki himmal ei jørð,
tá ið hann kom av sundi,
bóru hann so í eina borg
og sterkir stólpar undir.

45. Bóru hann so í eina borg,
hann skortaði ikki fíggja,
so er mær av sonnum sagt,
hann svav har dagar tríggjar.

46. Kongurin situr í hásæti,
tekur hann so til orða:
»Heintið mær Geyta Áslaksson
og stillið hann inn for borð.«

47. Geyti gekk í høllina inn,
kastar knív á borð,
kongur situr í hásæti,
hann talar ikki eitt orð.

48. »Niklas eitur mágur mín,
hann trýr so væl pá Krist,
hann skal teg Heming á sundi spreingja,
hartil hevur hann lyst.«

49. Leiktu teir á sundinum
eina so lítla tíð,
deyðan førdu teir kongins mág
aftur í grøna líð.

50. Leiktu teir á sundinum
eina so lítla stund,
deyðan førdu teir kongins mág
aftur í grøna lund.

51. Kongurin situr í hásæti
sær á sínar ørvar:
»Nú skal boð til Geyta gera
ongum gørpum øðrum.«

52. Geyti gekk í høllina inn,
kastar pung á borð:
kongurin situr í hásæti,
hann talar ikki eitt orð.

53. »Hoyr tú Geyti Áslaksson,
hvat ið eg segi tær:
tú skalt skjóta valnøtur
av høvdi bróður at tær.«

54. »Hoyr tað reysti Haraldur kongur
tað segi eg tær her:
tú skalt teg á skógin burt,
at vita, hvøssu leikurin fer.«

55. Geyti fór á skógin burt
við sínum báðum broddum,
biður nú gud og sankt Ólav kong
ráða for ørvaroddum.

56. Geyti legði ørv á strong,
gud var honum við,
so skeyt hann ta lítlu nøtu,
hin stóð eftir kvirr.

57. Geyti legði ørv á strong,
gud var honum hollur,
so skeyt hann ta lítlu nøtu
ikki rørdist kollur.

58. Kongurin situr í hásæti,
sær á sínar ørvar:
»Enn skal boð til Geyta gera
ongum gørpum øðrum.«

59. Svaraði Geyti Áslaksson,
boð kom honum til handa:
»Nógv hevur reysti Nøregis kongur
at gera í faðir míns landi.«

60. Geyti gekk í høllina inn,
og Hemingur nevndist hann har,
snarliga gekk tá seggur í sæti,
var bæði fimur og snarur.

61. »Hoyr tú, Geyti Áslaksson,
siga skalt tú mær:
hví hevði tú ørvar tvær
í gjár á skóg við tær?«

62. »Tí hevði eg ørvar tvær
í gjár á skóg við mær:
hevði eg dripið bróður mín,
onnur var ætlað tær.«

63. Tí svaraði Haraldur kongur,
heldur á reyðum ringi:
»Hoyr tað, Geyti Áslaksson,
vit hittast enn á tingi.«

64. Svaraði Geyti Áslaksson,
hann heldur á øðrum ringi:
»Mongum er væl fjálvað um,
men ikki eru øll á tingi.«

65. »Tá skalt tú renna for bergið tað,
ið eitur Hornið háa,
har er eingin aftur komin,
ið skíðir hevur vágað.

66. Tríati favnar er tað breitt
annað slíkt er tað hátt,
har hevur eingin aftur komið,
ið sær hevur skíðir vágt.«

67. »Skal eg renna for bergið tað,
ið Hornið háa er,
tá skalt tú standa á bergskorum,
og vita, hvør leikurin fer.«

68. Tað var reysti Haraldur kongur,
fyrsta svøvn hann fekk,
tað var signaður Ólavur kongur
í dreymi fyri hann gekk.

69. »Hoyr tú Haraldur, bróðir mín,
hvat ið eg segi tær:
leysa hav tú skikkjuna
í morgin yvir tær.«

70. Geyti legði skíðir á,
hann rann for Hornið háa,
so treiv hann í kongins skikkju,
hans lív stóð tá í váða.

71. Hann kom niður í bergskorar,
meti gud hans neyð!
hann var í ongum øðrum klæðum,
enn skarlaksskikkju reyð.

72. Hann kom niður í bergskorar,
meti gud hans trá!
hann var í ongum øðrum klæðum
enn ein kyrtil blá.

73. Tað var signaður Ólavur kongur,
honum var tungan snjøll,
hann bar mann úr bergskorum
fram á grønan vøll.

74. »Hoyr tað Geyti Áslaksson,
hvat ið eg segi tær:
drep ikki Harald bróður mín,
so illa líkar tað mær.«

75. »Hoyr tað, signaður Ólavur kongur,
og so svari eg tær:
lat ikki Harald bróður tín
koma for eyga á mær.«

76. »Hoyr tað, Geyti Áslaksson,
hugsa nú við tær,
hvøssu tit skuluð í heimi liva,
hvørgin annan sær.«

77. Tað var Geyti Áslaksson,
vildi fara fyrst,
hann fór seg til Onglanda,
hann tók har vetravist.

II. Galta táttur

78. Tostan fór til Noregis
at kæra sína neyð:
»Vár bróðir hevur undir seg tikið
allan Onglands eyð.«

79. Tostan jall gár for Harald kong,
svór á sína lund:
»Vár bróðir hevur undir seg tikið
alla Onglands grund.

80. Tær bjóði eg nú Haraldur kongur
buga mín at røkja,
eg trúgvi tær ein manna best
við odd og egg at søkja.«

81. »Tú tarvt ikki Tostan jall
meg til ferðar eggja:
stórum skipum hóskar lítið,
tí grunt er at landi at leggja.«

82. »Fjórðingin, ið eg tær bjóði,
mín bróðir tað nú veldir,
um tú frægi Filkirs arvi
fara vilt tá heldur.«

83. Tað var reysti Haraldur kongur,
út í havið lagdi,
møtti honum Galti Íslandsfari,
rímtur av mørgum bragdi.

84. Kongurin sigldi í havið út
við teim gyltu løgdum,
møtir hann Galta Íslandsfara,
rímtur av mørgum brøgdum.

85. »Hoyr tað tú hin lítli maður,
situr í báti niðri:
veitst tú nakran fyrilit
at greina frá várum sigri?«

86. »Eg sá eikirnar standa við sjó,
sum skínandi gullið bjartar,
tá fell av hvør ein kvistur,
vóru so allar svartar.

87. Eg sá enn eitt annað træ,
tað var av øllum meiri:
harri, tað eru sálir tigra
og slíka garpa fleiri.

88. Eg sá fljúgva oknir sjey,
rann teim blóð at veingi:
tað ber fyri tigara sál,
tær missið lív og dreingir.

89. Eg sá fljúgva aðrar sjey,
brent var teim á fiðri,
aftan til sum svørð at sjá,
tær møttust har á mýri.

90. Eg sá ljós í lofti brenna,
ein so fagran skara:
tað verður fyri tigara sál,
hon man til himla fara.«

91. Tað var reysti Haraldur kongur,
heldur á eggjateini:
»Tær skuluð Galta á hondum taka,
munnuð tó vera seinir.«

92. Hildarmaður av heitum skalv
niður á knæið hvassa,
kongurin bresti lítlum lóv,
og tá skalv hjartað í Galta.

93. Galti fór við furkum fram,
legði árar í sjó,
hirdi lítið um kongins vreiði,
seg frá skipunum dró.

94. Galti fór í víkina inn,
sum hann hevði ligið leingi:
kongurin helt fram síni ferð,
hann misti bæði lív og dreingir.

95. Galti fór í víkina inn,
sum hann hevði ligið fyrr:
kongurin helt fram síni ferð,
hann misti bæði lív og lið.

96. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Haraldur kongur
sínum fótum á land.

97. Fyrstur stígur Haraldur kongur
sínum fótum á land,
og albrynjaður Tostan jall
undir hans høgru hand.

98. Og albrynjaður Tostan jall
undir hans høgru hond,
teir slógu sínar tjaldbúðir
so skamt frá sjóvarstrond.

99. Tað var uppá ein helgan dag,
sólin skein so víða,
kongin lystir í staðin upp
at skuða teir kostir fríðar.

100. Kongin lystir í staðin upp
at skuða teir kostir fríðar,
gingu undir ein høgan heyg,
so eingin skuldi á lýða.

101. »Tær vil eg Tostan, bróðir mín,
ríkið aftur fáa,
allar hálvar landkomstir
at vera høvdingar báðar.

102. Tær vil eg Tostan, bróðir mín,
landið aftur leggja,
allar hálvar landkomstir
at vera høvdingar beggja.«

103. Tí svaraði Tostan jall
alt foruttan trega:
»Haraldur kongur fylgdi mær,
hvat skulum vit honum geva?«

104. Tí svaraði Tostan jall,
gott er slíkt at njóta,
»Haraldur kongur fylgdi mær,
hvat skulum vit honum bjóða?«

105. »Honum vil eg ikki meiri geva,
sjálvur vil hann sær kjósa:
hava land for sína longd
og lítlum sigri rósa.

106. Honum vil eg ikki meiri geva,
sjálvur vil hann tað tiggja:
hava land til sína longd
og nógv rúm í at liggja.

107. Eg bjóði tigum øllum heim,
meiri av monnum og minni,
um tær viljið halda frið
og ongum neisur vinna.«

108. Tí svaraði kongurin,
heldur á búnum stáli:
»Um hvat mælti kongurin,
í dag fann teg á máli?«

109. »Mær vildi kongur bróðir mín
ríkið aftur fáa,
allar hálvar landkomstir
at vera høvdingar báðar.

110. Mær vildi kongurin bróðir mín
ríkið aftur leggja,
allar hálvar landkomstir
at vera høvdingar beggja.

111. Tær vildi hann ikki meira geva,
sjálvur skuldi tú tær kjósa:
hava land til tína longd
og lítlum sigri rósa.

112. Hann vildi tær ikki meiri geva,
sjálvur mundi tú tað tiggja:
hava land til tína longd
og nógv rúm í at liggja.

113. Hann beyð ogum øllum heim,
meiri av monnum og minni,
um vær vildum halda frið
og ongar neisur vinna.«

114. Tað var tá sum ofta er enn:
mangt er í brøgdum vunnið,
illa líkar Haraldi kongi,
at hann ikki ensku kunni.

115. Tí svaraði Tostan jall:
»Tí skal ikki spara:
hava við ogum brynjað lið,
tí gott er við frið at fara.«

116. Tí svaraði Haraldur kongur:
»Tað man ei um vara,
hvat skal ogum brynjað lið?
til skemtan skulum vær fara.«

117. Teir fóru seg til hallar heim,
slíkt kom teim ei í huga:
brynjað lið at borði sat,
og ei hava ráðini dugað.

118. Hirðin leyp at hallardurum,
sum skínandi gullið bjartar,
kongurin hopar til hallarvegg
við stáli og stinnum hjarta.

119. Brandi brá og mælti svá:
»Hilmar undan leypa,
eg skal standa eftir ein,
lív mítt dýrt at keypa.«

120. Brandi brá og mælti svá:
»Tað man nú so verða:
báðir skulum vær falla í senn,
eg mælti teg fyrst til ferðar.«

121. Upp leyp ein av kongins monnum,
sínum brandi brá,
hann kleyv ungan Tostan jall
sundur í luti tvá.

122. Tað var spell, at jallur fell
frá tí rúnar veldi,
kongurin stendur eftir ein,
so sigst, av grimum feldi.

123. Jallurin fell, og tað var spell,
frá tí gullinum reyða:
kongurin stendur eftir ein,
teir søkja til hans deyða.

124. Gingu inn for Geyta í loft
og dugnað biðja sær:
»Gott er at hevna fornar sakir,
deyðan vildi hann tær.«

125. Gingu inn fyri Geyta í loft
og dugnað biðja sær:
»Gott er at hevna fornar sakir,
deyða vildi hann tær.«

126. Geyti læt tá dubba seg,
tó tað var honum í móti,
stakk ígjøgnum stillis bróst
við tí valda spjóti.

127. Tað var Geyti Áslaksson,
ið kongin førdi av lívi,
hann vann ikki sigur síðan,
hvar hann var í stríði.

128. Tað var Geyti Áslaksson,
ið kongin førdi til heljar,
so er fallið hundrað mangt,
at eingin man túsund telja.

129. Allir teir, ið eftir vóru,
sigldu tann sjógvin salta;
kongurin fell í Onglandi,
og út gekk gáta Galta.

(c) Dansifelagið í Havn