Kvæðasavn

Ásmundur skeinkjari

Uppskrift: CCF 37A, 2, pp. 68-78, FK 37A, 10, pp. 150-176.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Viljið tær nú lýða á,
meðan eg flyti fram,
kongur ræður for Írlandi,
Torstein nevni eg hann.

2. Kongur ræður for Írlandi,
tikin til góðar at evna,
raskar eigur hann synir tveir,
báðar kann eg væl nevna.

3. Raskar eigur hann synir tveir,
báðar kann eg væl nevna:
Halgir og hann Haraldur,
teir kunna væl dreingjum stevna.

4. Halgir hann var eldri av teim,
Haraldur var yngri,
hann var av øllum vænari,
tí fell honum forlag tyngri.

5. Halgir reið á markir út,
hann var riddarin snjalli,
rendi fyri Ervafoss,
ið stendur á Dovrafjalli.

6. Tríati favnar var bergið hátt,
sum søgur ganga frá,
kappin rendi for Ervafoss,
hann slóst í stykki smá.

7. Kappin rendi for Ervafoss,
hann slóst í stykki smá,
voldi tað risin, fyri var,
at hin á vølli lá.

8. Eftir livir hans sæla móðir
bæði við sorg og mein,
ei er eftir í ríkinum
meiri enn Haraldur sonur ein.

9. Eftir livir hans sæla móðir
við trega og tunga trá,
ei er eftir meir enn Haraldur,
um enn hann liva má.

10. Haraldur vóks í ríkinum,
Gud gav honum vøkst,
meira vóks hann í mánað ein
enn onnur børn í seks.

11. Haraldur vóks í ríkinum
skjótt og ikki leingi,
inntil hann fór á leikvøllir
íblant aðrar dreingir.

12. Hann vóks upp á leikvøllum
undir reyðum og grønum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið sjálvur kjósa vildi.

13. Hann vóks upp á leikvøllum
íblant aðrar sveinar,
hvønn tann dag, teir reiðir vóru,
stóð teim stríð av meini.

14. Hann vóks upp á leikvøllum
snart og ikki leingi,
inntil hann gjørdist í høggum tungur,
hann bardi kongins dreingir.

15. Niður settust sveinarnir,
reiðir ið teir vóru:
»Líkari var tín bróður at hevnt
enn berja oss so stórum.«

16. Niður settust sveinarnir,
reiðir vóru teir tá:
»Líkari var tín bróður at hevna
enn berja oss og slá.«

17. Hann kastaði svørð og herklæði
og settist niður á fold,
tá ið hoyrdi sín bróðurs navn,
hann sortnar sum ein mold.

18. Svaraði Haraldur, kongins son,
hann studdist við stálið blá:
»Hvussu var hann at navni nevndur,
ið mín bróður vá?«

19. Svaraði ein av sveinunum,
riddari var hann snjallur:
»Tín fell bróðir fyri risanum,
ið býr á Dovrafjalli.«

20. Svaraði annar av sveinunum,
hann mælir for munni á sær:
»Tað var hesin grimmi risi,
tín bróðurs bani var.«

21. Haraldur stendur á grønum vølli,
allur í gulli skín:
»Nú lystir meg á Dovrafjall
at hevna bróður mín.«

22. Svaraði Haraldur, kongins son,
kinnar bar hann so reyðar:
»Enn vil eg á Dovrafjall
at hevna mín bróðurs deyða.«

23. Árla var um morgunin,
ið sólin fagurt skín,
Haraldur gongur í hallina
fyri kongin, faðir sín.

24. Haraldur stendur á hallargólvi,
tikin til góðar at evna:
»Nú lystir meg á Dovrafjall
mín bróðurs deyða at hevna.«

25. »Fátt er tær av hyggju komið,
tú hevur tagað leingi,
risin hevur av lívi tikið
so mangar raskar dreingir.

26. Fátt er tær í huga komið,
tú hevur tagað enn,
risin hevur av lívi tikið
so mangar raskar menn.«

27. Tá svaraði Torstein kongur,
slíkt er mikil tattur:
»Kvittar tú á Dovrafjall,
eg síggi teg ikki aftur.«

28. Svaraði hans sæla móðir,
kinnar bar hon so reyðar:
»Fellur tú fyri risanum,
so syrgi eg meg til deyða.«

29. Svaraði Haraldur, kongins son,
sum studdist við stálið blá:
»Tó skal eg á Dovrafjall,
tað standist hvat av ið má!«

30. Haraldur klæðist upp árla morgun,
ei hans faðir visti,
eingin veit á morgni at siga,
hvar hann á kvøldi gistir.

31. Út varð loystur gangarin,
ið kempan skuldi á ríða,
prýddur var hann við skarlak
niður á miðalsíðu.

32. Haraldur sprakk á gangara sín
yvir leysan loga,
studdist hvørki við skjøld, ei svørð,
og ei við saðilbuga.

33. Haraldur steig á gangara sín
og seg frá borgum dró,
fáur ríður tílíkur
yvir heiðinmark og skóg.

34. So reið Haraldur, kongins sonur,
lystiliga fram,
gyltir leika ringarnir,
hans góði gangari rann.

35. Haraldur reið á markir út
ta somu morguntíð,
hann kom upp á Dovrafjall,
sum vegir liggja víða.

36. Haraldur reið á markir út
ta somu morgunstund,
hann komst niður á Dovrafjall
í grønari lund.

37. Tríggjar sær hann ódnirnar
sær fyri eygum at standa,
eldurin og tað høga berg
og vatnið tað hitt langa.

38. Tríggjar sær hann ódnirnar
sær fyri eygum at stá:
eldurin og tað høga berg
og vatni tað hitt blá.

39. Á bergið læt hann ikki halda,
ei á vatnið standa,
tað var hann Haraldur, kongins son,
hann ræð í bálið ganga.

40. Á bergið læt hann ikki halda,
ei á vatnið fríða,
tað var Haraldur, kongins son,
hann ræð í bálið ríða.

41. Fljótur er tann gangarin,
á grønum vølli rann,
bjartur var tann váðalogin,
um hestins hógvar brann.

42. Fljótur er tann gangarin,
á grønum vølli rennur,
bjartur var tann váðalogi,
um hann sjálvan brennur.

43. Haraldur hugsar við sjálvum sær:
»Undan skal eg ikki flýggja,
líta skal eg á skjøld og svørð
og so mína brynju nýggja.

44. Líta skal eg á skjøld og svørð,
so mína brynju nýggja.«
Tá hann slapp av eldi út,
tá mundi hann risan síggja.

45. Risin so til orða tekur:
»Ilt skal eg av tær gera,
eg skal seta teg upp á tein,
til krásir skalt tú verða.«

46. Svaraði Haraldur, kongins son,
mælir for sínum munni:
»Ongan skalt tú sigur rósa,
fyrr enn tú hevur vunnið.«

47. Svaraði Haraldur, kongins son,
hann heldur um gyltan mæka:
»Eg skal ikki mín bróðir verða,
tú lætst av lívi taka.«

48. Tað var Haraldur, kongins son,
sínum brandi streyk,
ikki visti risin av,
fyrr enn høvur av herðum feyk.

49. Vegið fekk hann risan tann,
so er komið til mín,
so glaður reið Haraldur, kongins son,
aftur for faðir sín.

50. Vegið fekk hann risan tann
alt fyri uttan sorg,
so glaður reið Haraldur, kongins son,
aftur í sín faðirs borg.

51. Haraldur gekk í hallina inn
og talar orðum so:
»Nú havi eg vegið risan tann,
ið mín bróður vá.«

52. »Eru hesi dømin sonn,
ið tú sigur fyri mær,
hann er eingin av Írlandi,
ið betur ber lov enn tær.«

53. Svaraði Haraldur, kongins son,
kinnar bar hann so reyðar:
»Tungum víggi stóð eg í,
tá ið risin gekk til deyða.«

54. Tað var Haraldur, kongins son,
hann kendi við sær alv,
hann settist niður í hásæti,
næstum borgin skalv.

55. Drekka teir í ríkinum,
so er komið til mín,
Torstein kongur av Írlandi
hann sparir ei mjøð, ei vín.

56. Drekka teir í ríkinum
á so mangan lund,
drekka mjøð og kláran vín
so glaðir á hvørji stund.

57. Haraldur situr í hásæti,
leitar við sveinar ráð:
»Hvar vita tit so væna junfrú,
ið mær er sámi at fá?«

58. Allir drýptu høvur niður,
eingin tordi svara
uttan ein so lítil svein,
hann letur so orðum fara.

59. Svaraði ein so lítil svein
í fyrsta orði tá:
»Sjúrður kongur á Upplondum
so væna dóttur ár.

60. Sjúrður kongur á Upplondum
so væna dóttur ár,
hana tykir mær sámi tín,
kundi tú hana fá.

61. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári,
heldur tann fagra summarsól,
ið fagurt skín um várið.

62. Kinnin er reyð sum hummarsklógv
niður frá ljósum enni,
eingin er hon á Upplondum,
ið líknast kann mót henni.«

63. »Er hon so von og tekkilig,
sum tit sigið frá,
hagar streingi eg heiti mítt,
tað standist hvat av, ið má!

64. Hagar skal eg stevna mínum
bønarorðum fram,
biðja til dóttur Upplands kongs,
tað standist hvat av, ið kann!«

65. Svaraði annar av sveinunum,
fyrr hevði tænt hjá henni:
»Áður tú frúnna av neyðum festir,
sveitkast tær um enni.«

66. Svaraði annar av sveinunum,
henni hevði tænt hjá leingi:
»Áður tú frúnna til ektar festir,
fækkast tínir dreingir.

67. Uttan for hennara salin
standa teir hundar tólv,
allar mást tú deyðar hava,
tú stígur á brúðargólv.

68. Uttan for hennara salin
har liggja bjarnir fimm,
allar mást tú deyðar hava,
tú stígur í salin inn.«

69. Kongins dóttir á Upplondum,
mongum eykar hon sorg,
so er hon at navni nevnd:
frúgvin Ingiborg.

70. Kongins dóttir á Upplondum,
tað lystiliga vív,
hagar ríða teir sendimenn
ígjøgnum grøna líð.

71. Kongins dóttir á Upplondum,
tað lystiliga sprund,
hagar ríða teir sendimenn
ígjøgnum grøna lund.

72. Hagar ríða teir sendimenn,
teir vilja ta junfrú fanga,
hann letur teir í tornið seta,
og allir av lívi ganga.

73. Hagar ríða teir sendimenn,
bæði kongasynir og jallar,
hann letur teir í tornið seta
og tekur teir burtur allar.

74. Hann letur teir í tornið seta
bæði av ilsku og bræði,
men nevndur er Haraldur, kongins son,
sum sigist í hesum kvæði.

75. Haraldur stendur og lýðir á,
sló so upp við gleim:
»Tó skal eg til Upplanda,
um eg komi ikki heim.«

76. Svaraði Haraldur, kongins son,
hann heldur um stálið stinna:
»Tó skal eg til Upplanda
kongins dóttur at vinna.«

77. »Fert tú teg til Upplanda,
sum søgur ganga frá,
far fyrst til mín sæla bróður,
leita við hann ráð!

78. Far fyrst til mín sæla bróður,
hann hevur vankað víða,
kunnig eru honum lokabrøgð
og allir loynistígar.

79. Far fyrst til mín sæla bróður,
ið har hevur verið leingi,
kunnig eru honum lokabrøgð
og allir loynigangir.«

80. Tá svaraði Torstein kongur,
hann sló so upp við gamni:
»Áður tú ríður av Írlandi,
tú tak við konganavni!«

81. Krúnaður varð tá kongurin,
herurin var so fegin,
sum tann fuglur, á viði situr,
er á ljósum degi.

82. Krúnaður varð tá kongurin,
fagurt var á at líta,
Torstein kongur av Írlandi,
hann sparir ei mjøðin hvíta.

83. Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá var Haraldur, kongins son,
til síni klæði fús.

84. Út varð loystur gangarin,
ið Haraldur skuldi á ríða,
prýddur var hann við skarlak
niður á miðalsíðu.

85. Haraldur sprakk á gangara sín
yvir saðilringar,
so reið hann á markir út,
hann læt hann goystan springa.

86. So reið Haraldur, kongins son,
hann dró fram yvir heiði,
av gulli vóru grímurnar,
tann galtagjørðin breiða.

87. So reið Haraldur, kongins son,
lystiliga fram,
gyltir leika ringarnir,
hans góði gangari rann.

88. So reið Haraldur, kongins son,
ígjøgnum lundina ein,
hann hevði ongan av sínum liði
uttan sín skjøldarsvein.

89. So reið Haraldur, kongins son,
tað lyftir av gyltum hjálmi,
borgir sær hann undan koma,
tað skyggir av rínarmálmi.

90. Har vóru grundir á gaddi settar
av hvítum marmorsteini,
takið av seigum syfrisheggi,
veggir av elfinbeini.

91. Haraldur reið at borgum fram,
vaks honum við til grimd,
sum Ásmundur yvir borði drakk
við monnum hundrað fimm.

92. Haraldur reið at borgum fram,
er mær ei á tí hól,
sum Ásmundur yvir borði sat
við monnum hundrað tólv.

93. Uppi í miðjum grasagarði
har akslar hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

94. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Ásmundur yvir borði sat
við monnum hundrað fimm.

95. Haraldur stendur á hallargólvi,
eingin ið hann kendi
uttan Ásmundur skeinkjari,
ið reyðargull bar á hendi.

96. Svaraði Ásmundur skeinkjari,
gyrdur sat hann við brandi:
»Ver vælkomin, mín bróðurson,
kongur á Íralandi!

97. Ver vælkomin, mín bróðurson,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat ið tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

98. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvum minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar í dag til tín.«

99. Haraldur stendur á hallargólvi,
hann ræð so orðum siga:
»Nú lystir meg til Upplanda
kongins dóttur at biðja.«

100. »Fátt er tær í huga komið,
tú hevur tagað leingi,
kongurin hevur av lívi tikið
so mangar raskar dreingir.

101. Kongins dóttir í ríkinum
mongum eykar hon sorg,
so er hon at navni nevnd:
frúgvin Ingiborg.«

102. Svaraði Ásmundur skeinkjari,
sló tað í ein tattur:
»Kvittar tú til Upplanda,
tú kemur ikki aftur.«

103. Haraldur stendur á hallargólvi,
tók hans orð við reiði:
»Tó skal eg til Upplanda,
eg komi ei aftur úr teirri.«

104. »Hoyr tú, Haraldur, mín bróðurson,
tú ger eftir mínum ráðum,
lat meg sigla undan um stund,
og bíða tú heima í náðum!«

105. Árla var um morgunin,
sólin roðar í lund,
Ásmundur vindur upp segl á skip
ta somu morgunstund.

106. Vant hann segl á fríðan falk
ta somu morgunstund,
snarliga skundar hann ferðini,
hann kvittar um Oyrarsund.

107. Vinda teir upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strika tey ei á bunka niður
fyrr enn við Uppland.

108. Lítin svein av smalaheiði
goymir at smalu og geit,
hann sær skip eftir havi koma,
havnir vilja leita.

109. Allar rekur hann smalurnar
saman á grønan vøll,
síðan akslar hann kápu blá,
hann gongur í kongins høll.

110. Síðan akslar hann kápu blá,
hann gongur í kongins høll:
»Eg eri meg í einum luti
vísari enn tit eru øll.

111. Eg eri meg av einum luti
vísari enn tit eru øll,
eg sær skip eftir havi koma,
seglini hvít sum mjøll.«

112. »Sært tú skip eftir havi koma,
seglini hvít sum lín,
vera man ríkur høvdingur
at biðja dóttur mína.«

113. Svaraði tá Sjúrður kongur,
letur so orðum siga:
»Vera man ríkur høvdingur
mína dóttur at biðja.«

114. Svaraði frúgvin Ingibjørg,
leit seg upp til skýggja:
»Lovið mær í grasagarð,
og latið meg sjálv hann síggja!«

115. Svaraði frúgvin Ingibjørg,
har hon stóð á jørð:
»Hatta er Ásmundur skeinkjari,
sum higar dró í fjør.

116. Hatta er Ásmundur skeinkjari
bæði á brún og brá,
sjálv havi eg seymað
tey silkisegl í rá.«

117. Higar ið teirra snekkjan
kendi fagurt land,
lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand.

118. Lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig Ásmundur skeinkjari
sínum fótum á land.

119. Fyrst steig Ásmundur skeinkjari
sínum fótum á land,
tá var frægur Sjúrður kongur
gingin oman til strand.

120. »Vælkomin, Ásmundur skeinkjari
higar heim til mín!
Lidnir eru fimtan vetur,
síðan eg væntaði tín.«

121. »Eg havi ligið í fimtan vetur
sjúkur undir oy.
Hvussu livir í ríkinum
hon hin væna moy?

122. Eg havi ligið í fimtan vetur
sjúkur undir lund.
Hvussu livir í ríkinum
hon tað væna sprund?

123. Eg havi ligið í fimtan vetur
sjúkur undir lín.
Hvussu livir í ríkinum
Ingibjørg, dóttir tín?«

124. »So livir hon frúgvin Ingibjørg,
henni skortar ei gullið reyða,
døprum huga er hon í
at syrgja tygara deyða.«

125. Ganga teir frá strondum niðan,
fagurt var á at líta,
Sjúrður kongur í Upplondum
hann spardi ei mjøðin hvíta.

126. Drekka teir í ríkinum
bæði úti og inni,
drekka mjøð og kláran vín
so glaðir á hvørjum sinni.

127. Drekka teir í ríkinum
á so mangan hátt
brúnan mjøð og kláran vín
dag sum døkka nátt.

128. Síðla var um aftanin,
alt gekk fólk at sova,
Ásmundur snúðist av høllini út,
hann festi hurð í klova.

129. Ásmundur gekk av høllini út,
sum har hevði verið leingi,
kunnig vóru honum lokabrøgð
og allir loynigangir.

130. Ásmundur gekk av høllini út
við trega og tunga sorg,
so gekk hann í moynnar sal
fyri frúnna Ingiborg.

131. Ásmundur gekk í salin inn
við trega og tungan anda,
upp steig frúgvin Ingibjørg,
hon bar honum drykk til handa.

132. »Vælkomin, Ásmundur skeinkjari,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat ið tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

133. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvum minni um vín,
onnur havi eg ørindini
í gullsalin til tín.

134. Onnur havi eg ørindini
í gullsalin til tín,
Haraldur kongur av Írlandi
hevur sent tær kvøðu sína.«

135. »Haraldur kongur av Írlandi,
síðst mundi okkur vara,
bæði væl og høviskliga
mást tú honum svara.«

136. Svaraði frúgvin Ingibjørg,
tað hitt væna vív:
»Eingin meg av ríki førir,
meðan mín faðir er í lívi.«

137. Svaraði frúgvin Ingibjørg
í annað orðið tá:
»Eingin meg av ríki førir,
meðan mín hevur faðir ráð.«

138. Svaraði Ásmundur skeinkjari,
stóð klæddur í brynju blá:
»Hann kann teg av ríki føra,
leggur tú sjálv til ráð.«

139. Tað var frúgvin Ingibjørg,
burtur frá honum gekk,
hon kom aftur við rúnargulli,
Ásmundi hon fekk.

140. Svaraði frúgvin Ingibjørg
alt fyri uttan vanda:
»Fá tú tínum bróðursyni,
kongi av Íralandi!

141. Fá tú honum tað fingurgull,
tann armaringin reyða,
ber hann tað yvir úlvhundar,
teir falla til jarðar deyðir!

142. Tekur hann hetta fingurgull
yvir teir at bera,
allir falla til jarðar niður,
teir kunnu honum einki gera.

143. Tú fá honum her tað fingurgull,
tann armaringin dýra,
ber hann tað yvir hvítabjarnir,
so væl kann tað teim stýra!«

144. Árla var um morgunin,
sólin víða skein,
leingist Haraldi, kongins syni,
Ásmundur kemur ei heim.

145. Árla var um morgunin,
sólin roðar í lund,
Haraldur vindur upp segl á skip
ta somu morgunstund.

146. Haraldur vindur upp segl á skip
ta somu morgunstund,
teir fingu ein so blíðan byr,
teir sigldu um Oyrarsund.

147. Vundu teir upp síni silkisegl,
gull í vovin rand,
strikaðu ei á bunkan niður
fyrr enn við Uppland.

148. Higar ið teirra snekkjan
kendi fagurt land,
lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand.

149. Lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Haraldur, kongins son,
sínum fótum á land.

150. Fyrstur steig Haraldur, kongins son,
sínum fótum á land,
tá var Ásmundur skeinkjari
gingin niður til strond.

151. »Vælkomin, Ásmundur skeinkjari,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat ið tær betur líkar,
mjøðin ella vín!

152. Drekk nú, hvat ið tær betur líkar,
mjøðin ella vín,
hvøssu tók frúgvin Ingibjørg
við bønarorðum mínum?«

153. »Tað svaraði frúgvin Ingibjørg,
tað hitt væna vív,
eingin seg av ríki førir,
meðan sín hevur faðir lív.

154. Tað svaraði frúgvin Ingibjørg,
eg sigi tær satt ífrá,
eingin seg av ríki førir,
meðan sín hevur faðir ráð.«

155. Tá svaraði Haraldur, kongins son,
stóð klæddur í brynju blá:
»Eg skal hana av ríki føra,
tað standi hvat av, ið má!«

156. »Men tær fekk hon tað fingurgull,
tann armaringin reyða,
bart tú tað yvir úlvhundar,
teir fullu til jarðar deyðir.

157. Tókst tú hetta fingurgull
yvir teir at bera,
allir fullu til jarðar niður,
teir kunnu tær einki gera.

158. Tær fekk hon tað fingurgull
tann armaringin dýra,
bart tú tað yvir hvítabjarnir,
so væl kundi tað teim stýra.«

159. Haraldur gekk frá strondum niðan,
hann var for ongum ræddur,
fylgdi honum Ásmundur skeinkjari,
allur í jarni klæddur.

160. Uppi í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

161. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Sjúrður kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.

162. »Vælkomin, Ásmundur skeinkjari,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat ið tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

163. »Lítið er mær um mjøðin,
hálvum minni um vín,
onnur hava vit ørindini
higar í dag til tín.«

164. Svaraði tá Sjúrður kongur,
mælir for munni á sær:
»Hvat er hatta for mikil kempa,
Ásmundur, ið fylgir tær?

165. Svaraði Ásmundur skeinkjari,
gyrdur stóð hann við brandi:
»Hetta er mín bróðurson,
kongur av Íralandi.«

166. Svaraði tá Sjúrður kongur,
letur so orðum skilja:
»Sig mær, ungi Ásmundur,
hvat man kappin vilja?«

167. Svaraði Haraldur, kongins son,
hann ræð so orðum siga:
»Tað eru míni ørindi
tygara dóttur at biðja.«

168. »Mangur ríkur riddarin
frúnna vildi fanga,
eg havi teir latið í tornið sett
og allar av lívi at ganga.

169. Mangur reystur edilingur
frúnna vildi fingið,
eg havi teir latið í tornið sett
og allar av lívi gingið.

170. Uttan for hennara salin
standa úlvhundar tólv,
allar skalt tú deyðar hava,
tú stígur á brúðargólv.

171. Uttan for hennara salin
har liggja bjarnir fimm,
allar skalt tú deyðar hava,
tú stígur í salin inn.«

172. Svaraði tá Sjúrður kongur,
hann skeinkir tann mjøðin hvíta:
»Kanst tú hesar treytir lúka,
frúnna skalt tú nýta.«

173. Svaraði Haraldur, kongins son:
»Fátt kann sterkum bella,
eg haldi tað einki roysni vera
úlvhundar til jarðar at fella.«

174. Svaraði Haraldur, kongins son,
sum gitið man vera víða;
»Eg kalli tað einki roysnisverk,
hvítabjarnir til jarðar at níga.«

175. Drekka teir í ríkinum
so glaðir á sína lund,
drukku mjøð og kláran vín
so kátir á hvørji stund.

176. Síðla var um aftanin,
alt gekk fólk at sova,
frændur gingu av høllum út,
teir festa hurð í klova.

177. Ásmundur gekk av høllini út,
sum gitið man verða leingi,
honum vóru kunnigir lokavegir
og allir loynigangir.

178. Ganga teir frá borgum út
síðla dag at kvøldi,
høgan síggja teir moynnarsal
glógva í hilmirs eldi.

179. Ganga teir frá borgum út
alt fyri uttan vanda,
høgan síggja teir moynnarsal
í hilmirs eldi standa.

180. Ganga teir eftir veginum fram,
hitan mundu teir kenna,
høgan síggja teir moynnarsal
í hilmirs eldi brenna.

181. Losna taka úlvhundar,
teir vilja teim einki líva,
eg svørji tann eið við mína trú,
teir vilja teir sundur ríva.

182. Hann tók hetta rúnargull
yvir teir at bera,
allir fullu til jarðar niður,
teir kundu honum einki gera.

183. Nú teir koma í grasagarð,
nú elvist meiri vandi,
losna taka hvítabjarnir,
javnt við borgir standa.

184. Hann tók hetta fingurgull
yvir tær at bera,
allar fullu til jarðar niður,
tær kundu honum einki gera.

185. Hann tók hetta fingurgull,
tann armaringin dýra,
bar tað so yvir hvítabjarnir,
so væl kundi tað teim stýra.

186. Deyðir liggja úlvhundarnir,
hvítabjarnir fimm,
síðan gongur Haraldur
í moynnarsalin inn.

187. Stillar liggja hvítabjarnir,
úlvhundarnir tólv,
síðan gingu frændur báðir
inn á salargólvið.

188. Ganga teir í moynnarsal
alt fyri uttan vanda,
upp steig frúgvin Ingibjørg,
hon bar teim drykk til handa.

189. Svaraði Haraldur, kongins son,
hann mælir for munni á sær:
»Tú statt upp, frúgvin Ingibjørg,
av landi fylg tú mær!«

190. Svaraði frú Ingibjørg,
tað hitt væna vív:
»Eingin meg av ríki førir,
meðan mín hevur faðir lív.«

191. Svaraði Ásmundur skeinkjari,
hann stóð har skamt ífrá:
»Hann kann teg av ríki føra,
leggur tú sjálv tey ráð.«

192. Upp steig frúgvin Ingibjørg,
tað hon gjørdi tá,
fylgdi hon teim ein loyniveg
sínum sali frá.

193. Gingu teir av moynnarsal,
so er greint fyri mær,
kyndu eld í høgu borg,
sum kongurin inni var.

194. Teir løgdu eld í báðar galvar,
stokkar fyri dyr,
teir brendu inni Sjúrða kong
og alt hans valdra lið.

195. Teir brendu inni Sjúrða kong
við alt tað lið, hann ár,
frúnna og hennar mentarsnót
teir førdu londum frá.

196. Silki og so perlur
var eftir veginum breitt,
so varð hon frúgvin Ingibjørg
oman til strandar leidd.

197. Vundu teir upp síni silkisegl,
gull í vovin rand,
strika tey ei á bunka niður
fyrr enn við Íraland.

198. Tegar ið teirra snekkjan
kendi fagurt land,
lótu teir sínum akkerum falla
á so hvítan sand.

199. Lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Haraldur, kongins son,
sínum fótum á land.

200. Fyrst steig Haraldur, kongins son,
sínum fótum á land,
og hon frúgvin Ingibjørg
undir hans høgru hand.

201. Og hon frúgvin Ingibjørg
undir hans høgru hond,
tá var sjálvur Torstein kongur
gingin niður á strond.

202. Svaraði Haraldur, kongins son,
hann studdist við stálið blá:
»Har skalt tú, faðir, síggja ta moy,
tú segði, eg kundi ei fá.«

203. Svaraði tá Torstein kongur,
mælir for munni á sær:
»Eingin er hon á Írlandi,
ið betur ber lov enn tær.«

204. Svaraði tá Torstein kongur
glaður for uttan ekka:
»Gangið nú í glæstriborg
tann brúna mjøð at drekka!«

205. Haraldur gekk av borðinum,
rættir fram ljósa hond,
fagurt var at lýða á
teirra festnarbond.

206. Drukkið varð teirra brúdleyp,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song,
Haraldur og hans vív.

207. Drukkið varð teirra brúdleyp
bæði við mjøð og vín,
so fór hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.

208. Livdu saman í ríkinum,
skortaðu ikki fíggja,
áttu børn og alvaðu av sær
ungar synir tríggjar.

209. Kvøðið havi eg hetta út,
so vítt sum eg kann venda,
tey kalla tað Ásmund skeinkjara,
ið komið er nú til enda.

(c) Dansifelagið í Havn