Kvæðasavn

Ásmundur sterki

Uppskrift: CCF 38, 2, pp. 82-87, FK 38, 10, pp. 187-199.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Grimmar kongur í Gjøtlandi,
hann bar reyðan krans,
tað biðlar so mangur í hans garð
til Elinu, dóttur hans.

Nú siglir edilingur av Noreg,
blíður hann bar ímillum borða,
nú siglir edilingur av Noreg.

2. Ásmundur situr í hásæti
og talar til sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javning vera?
Hugsað havi eg leingi.«

3. Ásmundur situr í hásæti
og talar til sínar menn:
»Hvar vita tit mín javning?
Hugsað havi eg enn.«

4. Allir drýptu høvur niður,
og eingin tordi at svara
uttan hansara ráðgevari,
tordi tó orðið at mæla.

5. Svaraði ein av sveinunum,
so tók hann uppá:
»Væna veit eg frúnna tá,
kanst tú hana fá.

6. Væna veit eg frúnna tá,
kanst tú hana fá,
Grimmar kongur í Gjøtlandi,
sum væna dóttur ár.

7. Væna veit eg frúnna tá,
kanst tú hana vinna,
Grimmar kongur í Gjøtlandi,
og hann eigur dóttur svinna.

8. Grimmar kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
fram av kongins borði.

9. Henni buðust mangir menn,
kongasynir og jallar,
hon var seg so biðlavond,
segði burtur tá allar.

10. Henni buðust mangir menn,
riddarar og so sveinar,
hon var seg so biðlavond,
bað teir sita heima.«

11. »Er hon so von og tekkilig,
sum tær sigið frá,
hana skal eg streingja
míni bønarorðini á.

12. Hana skal eg biðja,
tað stendur mær hugurin á,
biðja dóttur Grimmar kong,
tað standist hvat av ið má!«

13. So letur hann Ásmundur
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

14. So letur hann Ásmundur
búgva skipini stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.

15. Bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór,
tó hann siglir í fimtan vetrar,
fattast hann ikki fóður.

16. Ganga teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá ið knør varð drigið úr neysti.

17. Bræddu reyðar brandar,
skorin var hvør stokk,
stevnið og stýrið av reyðargulli,
so var segl í topp.

18. Bræddu reyðar brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leikaðu ringarnir
uppi í miðalský.

19. Vindur hann upp síni silkisegl,
gul og vovin rá,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn á Gjøtlands vág.

20. Kastar sínum akkerum
á tann hvíta sand,
fyrstur stígur Ásmundur
sínum fótum á land.

21. Fyrstur stígur Ásmundur
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir adilsmenn
undir hans høgru hand.

22. Tað vóru hesir reystir menn,
niðan frá strondum ganga,
teir síggja hetta forgjørda trøll
í miðjum porti standa.

23. Teir síggja hetta forgjørda trøll
í miðjum porti standa,
Ásmundur sendir tríggjar garpar
niðan mót tí at ganga.

24. Trøllið tekur at ganga tá
ímóti hesum monnum,
teir bjóða tí bæði høgg og slag
við báðum sínum hondum.

25. Trøllið tekur sína búnu stong,
reiggjar alvæl hart,
allar tríggjar ferðagarpar
slerdi hann niður snart.

26. Deyðir teir á vøllin fullu,
so Ásmundur kongur sá,
reikar so at strondini
mót sjálvum kongi sjá.

27. Ásmundur tekur sín bjarta brand,
loysir tann frá síðu,
gongur tá mót trøllinum
og vildi ikki longur bíða.

28. Trøllið tekur at ganga tá
ímót tí reysta manni,
hann býður tí bæði høgg og slag
við báðum sínum hondum.

29. Ásmundur reiggjar høggið tungt,
alt hvat sum hann kann,
vardi seg fyri jarnstongini,
sum trøllið sipar fram.

30. Trøllið tekur at glenna tá
og flennir skortin niðan,
Ásmundur brá sínum bitra brandi,
kleyv tað av um miðju.

31. Alla skar hann tunguna
burtur úr trøllakjafti,
turkar hana so varliga
og legði so niður í tasku.

32. Ásmundur gongur í hallina inn,
sum fyrr hevur verið siður,
hevur alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

33. Ásmundur stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, reysti Grimmar kongur,
gev mær dóttur tína!«

34. Leingi tagdi Grimmar kongur
av so miklum vanda:
»Sig mær navn og eiti títt,
hvaðan ert tú av landi?«

35. »Ásmund skalt tú nevna meg,
so eri eg nevndur á navni,
kongasonur frá Onglandi,
tað beri eg við gamni.«

36. Leingi sat hann Grimmar kongur,
tonkti seg til ráð,
hvussu hann skuldi Ásmundi
tað venliga andsvarið fá.

37. »Vert vælkomin, Ásmundur,
higar heim til mín,
set teg niður við breiða borði
og drekk bæði mjøð og vín!«

38. Ásmundur situr fyri breiða borði,
drekkur mjøð og vín,
har kom prinsur av Svøríki,
og hann æt Karvilín.

39. Karvilín stóð á hallargólvi,
bar fram kvøðu sína:
»Sit væl, reysti kongurin,
gev mær dóttur tína!«

40. »Gakk tú burtur, Karvilín,
her mást tú ikki gista!
Ásmundur kongur frá Onglandi
hann hevur mína dóttur í festi.

41. Sigl tú aftur til Svøríki,
her mást tú ei sova!
Eg havi mína sæla dóttur
til Ásmund kongin lovað.«

42. »Hoyr tað, Grimmar kongurin,
væl má eg tað siga,
eg møtti eitt trøll á borgarliði,
og tað beyð meg at stríða.

43. Har tók eg mítt forgylta spjót,
meg sjálvan ikki at spara,
so gav eg tí bana
og feldi tað so til jarðar.«

44. »Hetta gat eg ikki hoyrt,
sum enn tú sigur frá,
nú taki eg mítt skjøld og svørð,
eg skal ímóti sjá.«

45. Ásmundur sprakk tá borði frá,
gjørdist hann málareystur:
»Tú vanst einki á trøllinum,
tað var av djevulins treysti.«

46. Ásmundur tekur til tungurnar
og kastar tær á borð:
»Hvat vilt tú, Karvilín,
at ljúgva tær roysni stór!«

47. Svaraði reysti Ásmundur,
hann mælir so fyri seg:
»Ert tú komin av Svøríki
sigur at leggja pá teg?«

48. Hartil svaraði Grimmar kongur,
hevur nú tað tal:
»Frítt lov hevur tú, Ásmundur,
at sláa hann í hel.«

49. Svaraði reysti Karvilín,
mælir fyri munni sínum:
»Kom á vøll og berst við meg
eina so lítla tíð!«

50. Hartil svaraði Ásmundur,
heldur á bjørtum bana:
»Farum vit á leikvøllin út
og berjast um frúnna væna!

51. Hoyr tú, reysti Karvilín,
hvat eg sigi tá,
tú skalt ikki frúnna njóta,
um enn eg liva má.«

52. Svaraði reystur Ásmundur
av so vreiðum sinni:
»Ikki skalt tú frúnna njóta,
ei sigur av mær vinna.«

53. Lystiligt var at lýða á,
hvøss' mong var tungan snjøll,
løgdu teir sínum bardøgum
so skamt fyri kongins høll.

54. Tað var reysti Ásmundur,
tað fyrsta høgg hann brá,
rakti hann á Karvilín,
av um miðju kleyv hann tá.

55. So tók hann Ásmundur
í Karvilíns hupp,
slongdi hann so yvir slotið
og beint í veðrið upp.

56. Ásmundur hugsar við sjálvum sær:
»Nú er ikki at dvelja,
eg skal meg á slotið upp
Grimmars dóttur at gilja.«

57. »Sit væl, Grimmar kongurin,
ikki var at flýggja,
hvar er Elin, dóttir tín?
Nú vil eg hana síggja.«

58. Leidd varð frúgvin Elin tá
líka í hallina inn,
eingin av teim frægaru monnum
kann skoða tað fagra kind.

59. »Vælkomin, frúgvin Elin,
vilt tú mær tað lova,
eg skal snarliga festa teg
og hjá tær sjálvum sova?«

60. »Sig ikki enn so, Ásmundur,
tú manst ikki um tað nevna,
statt væl móti Ranild kongi,
tá hann kemur aftur at hevna!«

61. Svaraði frúgvin Elin,
hon heldur á ringinum reyða:
»Aftur kemur Ranild kongur
at hevna Karvilíns deyða.

62. Aftur kemur Ranild kongur,
ongantíð hevur hann frið,
statt tá væl og manniliga
við títt valdra lið!«

63. Svaraði reysti Ásmundur
av so vreiðum huga:
»Væl skal eg í stríði standa,
vilja tá dreingir duga.«

64. Hetta frætti Ranild kongur
hagar til Svøríkis land,
deyður er hann Karvilín
við Ásmunds svørði í hand.

65. Hetta frætti Ranild kongur,
heldur á ringi reyða:
»Nú skal standa stríð í dag
at hevna Karvilíns deyða!«

66. Hann fór sær um heiðin lond
at samla saman tjóð
av teim átjan blálondum,
sum eingin skínur sól.

67. Átjan hundrað valdra lið,
menn sum svørð kann bera,
samlar saman miklan her,
reiðist tá snart til ferðar.

68. Átta letur hann herskipini
út á sjógvin ganga,
annaðslíkt skal eftir koma
upp undir ein loynitanga.

69. Átta letur hann herskipini
út á sjógvin gá,
annaðslíkt skal eftir koma
við skjøld og brynju blá.

70. Skutu teir tá síni skip
í tað myrka hav,
líka kert var teimum tá,
náttum rætt sum dag.

71. Vundu upp tey silkisegl,
bæði gul og blá,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Gjøtlands vág.

72. Ásmundur stendur á høgalofti,
sær hann út so víða:
»Hetta má vera Ranild kongur,
higar er komin at stríða.«

73. Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Ranild kongur
sínum fótum á land.

74. Fyrstur steig hann Ranild kongur
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir adilsmenn
undir hans høgru hand.

75. Ranild gár frá strondum niðan
við átjan hundrað mans,
allir vóru herklæddir,
so riðu teir um Gjøtlands.

76. Ásmundur víkur ikki undan,
samlar sær tá her,
átjan hundrað valdra kempur
hevur hann í ta ferð.

77. Grimmar kongur í harniskir
klæðir seg og sínar menn,
riðu so ímót Ranild kongi
allir líka í senn.

78. Møttust teir á víðum vølli
við so fagurt eitt mót,
standa tá so manniliga
og høgga niður for fót.

79. Ásmundur rennur í herin fram,
skjoldin leika hvøll,
fellir niður tólv hundrað
á tann grøna vøll.

80. Teir fella niður tólv hundrað,
meir um mikið tilja,
blóðið rann á grønum vølli,
Ásmundi kongi til vilja.

81. So reið Ásmundur Onglands kongur
beinan vegin fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
ímóti teimum rann.

82. Kluvu hvønn um tvørar herðar,
ímóti teimum rann,
eftir stóð hann Ranild kongur
við sín triðja mann.

83. »Hoyr tað, frægi Ásmundur,
vilt tú geva mær lív?
Tú eigur bæði góðs og garðar,
og so tað væna vív.

84. Tú eigur bæði góðs og garðar,
og so tað væna sprund,
letur tú meg tá lívið fá,
væl gongst tær alla stund.«

85. »Tá ið eg vá tín sæla son,
hann var mær lættur í hond,
við lívi sleppur tú hesa ferð
aftur til Svøríkis land.

86. Svør mær nú tann trygdareið,
tú kemur ikki aftur á sinni,
vita skalt tú, frægi Ranild kongur,
sigur skalt tú ikki vinna!«

87. Hann svór honum tann trygdareið,
við friðum skuldi halda:
»Eg skal vera tín besti vinur,
hvat eg havi at valda.«

88. So fór hann aftur til Svøríki
við so lítið lið,
sorg og harm av hesum hevði,
at hann bað kong um grið.

89. Ásmundur gongur á slotið upp
við so miklar sveinar,
hitti sjálva Elinu frúgv,
hon sat á sali eina.

90. »Sit væl, frúgvin Elin,
nú skalt tú vera mítt besta,
nú skulum vit til brúdleyps laða,
eg skal teg nú festa.«

91. Ásmundur rekkir Elinu frúgv
sína hvítu hand,
so lystiligt var at lýða á
teirra fastnarband.

92. Elin frúgv rekkir honum
hondina yvir borð,
so lystiligt var at lýða á
teirra fastnarorð.

93. Einki hevði Grimmar kongur
nakað har ímót,
skifti so teimum tað reyðargull,
fell tá væl for fót.

94. Lótu tá til brúdleyps ætla
av so miklum meingi,
kom so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.

95. Lótu tá til brúdleyps ætla,
tá var einki at tvørra,
átjan borgum boðið varð,
tólv hundrað á hvørji.

96. Drukkið varð teirra brúdleypið,
og gott var teirra lív,
bæði gingu í eina song
Ásmundur og hans vív.

97. Gingu so bæði í eina song,
Ásmundur og hans vív,
síðan hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.

98. Ásmundur fekk skatt frá Svøríkis kongi,
hundrað tunnur gull,
hartil átjan herskipini,
onnur virðin full.

99. Silki og so perlur
og so fylgdust teimum til handar,
so mikið av tí gulmargarði
læt hann tá bera til strandar.

100. Kongurin leiddi sína sælu dóttur,
tá ið hon fór av stað,
Ásmundur undir aðra hond,
so væl fell tað í lag.

101. »Liv væl, frúgvin Elin,
alt for uttan mein!«
Kongurin fylgdi síni sælu dóttur
á ytsta sjóvarstein.

102. Ásmundur festi Grimmars dóttur
av so miklum meingi,
fór so aftur til Onglanda
og var har kongur leingi.

(c) Dansifelagið í Havn