Kvæðasavn

Drósin á Girtlandi

Uppskrift: CCF 43, 2, pp. 108-109, FK 42, 11, pp. 50-53.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Drósin dró av Girtlandi,
fell so væl í lag,
grótu dreingir á Girtlandi
nátt sum ljósan dag.

Tøkum lætt her í lundum,
leikum várs menn,
latum vera dans, svein falla.

2. Kongurin aðra konu fekk,
gjøgnum grøna líð,
kynjað var hon av Sjólondum,
ójøvn vóru vív.

3. Kongurin aðra konu fekk,
gjøgnum grøna lund,
kynjað var hon av Sjólondum,
ójøvn vóru sprund.

4. Tað er upp á ein halgan dag,
dreingir drekka vín,
Ringur var ungur og óstiltur,
hann kundi ei goyma sín.

5. Tað var upp á ein halgan dag,
dreingir drekka bjór,
Ringur sló frúnna Borrakku,
for breiða borði stóð.

6. Hansara vánda stjúkmóðir,
henni vaks av tí móð,
hann sló tann hin dýra saks
úr drotningar hond.

7. Hann sló tann hin dýra saks
úr drotningar hond,
ætlaði kæru kongins dóttur
skilja við lív og ond.

8. Svaraði kongins dýra drotning:
»Tað skal systir gjalda,
reika skal hon í Botnar norður
úr sínum faðirs veldi.

9. Reikar tú av Girtlandi
úr tínum faðirs veldi,
kom ikki fyrr til Botnar norður
enn triðja dag at kvøldi!

10. Kom ikki fyrr til Botnar norður
enn triðja dag at kvøldi,
síðan alla ævina
tú liv við lítið veldi!«

11. »Reikar tú av Girtlandi,
lítla ber tú ró,
fastur tín fótur á borgararmi,
annar úti á sjó!

12. Reikar tú av Girtlandi,
lítlan ber tú prís,
fastur tín fótur á borgararmi,
annar úti á ís!

13. Hvønn dag tú á borgararmi,
rív har grót og grund,
tá tú kemur í faðir míns song,
tá ver tú eitt fagurt sprund!

14. Hvønn dag tú á borgararmi,
rív har tíni bein,
fyrstur síggi teg faðir mín,
hann kemur av skógnum heim!«

15. Svaraði svinna Silkieik
bæði av ilsku og bræði:
»Tóast vit hava neyðir skapt,
nú skulu haldast bæði.«

16. Svarar svinna Silkieik,
kinn ber hon so balda:
»Tóast vit hava neyðir skapt,
nú skulu bæði haldast.«

17. Reikaði hon av Girtlandi
úr sínum faðirs veldi,
kom ikki fyrr í Botnar norður
enn triðja dag at kvøldi.

18. Hon kom ikki fyrr í Botnar norður
enn triðja dag at kvøldi,
síðan alla ævina
hon livdi við lítið veldi.

19. Hin var eftir á Girtlandi,
lítla bar hon ró,
fastur stóð fótur á borgararmi,
annar yvir á sjó.

20. Hin var eftir á Girtlandi,
lítlan bar hon prís,
fastur stóð fótur á borgararmi,
annar úti á ís.

21. Hvønn dag hon á borgararmi
reiv har grót og grund,
tá hon kom í kongins song,
tá var hon eitt fagurt sprund.

22. Gleiv stóð hon á borgararmi,
reiv har síni bein,
fyrstur sá hana kongurin,
hann kom av skógnum heim.

23. »Í ótíð festi eg drotningina,«
kongurin mælir av bræði,
»hon hevur svikið Beimalín,
onkarbørnini bæði!

24. Í ótíð festi eg drotningina,«
kongurin mælir av stríði,
»hon hevur svikið Beimalín,
onkarbørnini míni!«

25. Ei vildi kæra kongins dóttir
liva við sorg og trega,
hvørt eitt trøll í Botnum norður
mátti henni skattir geva.

(c) Dansifelagið í Havn