Kvæðasavn

Fípan fagra

Uppskrift: CCF 48B, 2, pp. 166-168, FK 45B, 11, pp. 136-141.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Skalli undir fjalli býr,
garpar til hann ríða,
tað var honum til lukku lagað,
hann átti dóttur fríða.

2. Tað var honum til lukku lagað,
væna dóttur átti,
Fípan fagra var hon nevnd,
og væl so eita mátti.

3. Tað var henni til lukku lagað,
hon skuldi akur goyma,
frúgv sat úti árla og síðla,
kundi ei vinir gloyma.

4. Eitt kom æl av útsynningi,
heim til húsa at fýsa,
hon sá skip eftir havi koma,
higar í æli lýsa.

5. Kastar síni akkeri
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Eirikur kongur
sínum fótum á land.

6. Eirikur gekk frá strondum niðan
helst við ongar sveinar,
har sat frúgv við akur og skar,
hann talaði við hana eina.

7. Hann setti seg hjá frúnni niður
við ást og góðum vilja:
»Eg skal føra teg í ríki mítt
og teg við ánir skilja.«

8. Til tað svaraði Fípan fagra,
hin vitra og hin svinna:
»Tú manst ætla tær mætari moyggj,
og tær við sømdir at vinna.«

9. Tað var hin ungi Eirikur kongur,
snúgvar sítt skip í hav,
har kom annar aftaná,
sum ikki tí betri var.

10. Eitt kom æl av útsynningi,
heim til húsa at fýsa,
hon sá skip eftir havi koma,
higar í æli lýsa.

11. Kastar síni akkeri
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann risin
sínum fótum á land.

12. Henni vórðu føtur fastir við jørð,
hon vildi til húsa fara,
tað sker so mangt eitt neyðinsverk,
tá ið tú tað minst um varar.

13. Risin gekk frá strondum niðan
helst við ongar sveinar,
har sat frúgv við akur og skar,
hann talaði við hana eina.

14. Hann setti seg hjá frúnni niður
við ást og góðum vilja:
»Eg skal føra teg í helli mítt
og teg við ánir skilja.«

15. Hann setti seg hjá frúnni niður
við tí skeggi svarta,
Fípan fagra av møði grætur,
bleytt er barnsins hjarta.

16. Hann tekur hennara báðar hendur
aftur um bak at binda,
Fípan fagra av møði grætur,
næstum av harmi springur.

17. Vundu upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikaðu ei á bunka niður
fyrr enn við risans land.

18. Innarlaga í hellinum
ringla gamlar tenn:
»Manga hevur tú neyðina veitt,
ei leiðist tær tað enn.«

19. Risin fór út árla morgun
villini djór at beita,
kelling tokar í herin fram,
hon tekur til bond at greiða.

20. »Tú ríð tær hart, tú ríð tær snart
ígjøgnum ta grønu lund,
tá ið tú sært teg aftur um bak,
ei verður fegið sprund!

21. Tú ynsk fyri honum bjørg og vatn
og stóran eld at brenna,
tá ið tú sært teg aftur um bak,
sært tú risan renna!«

22. Risin kom frá skóginum heim,
hann saknar brúður úr bondum,
hann hevði eingi skamri ráð,
hann tók sína móður á hondum.

23. Hann tók hennara búk og bein,
leggur á hurðarás:
»Tú skalt mær,« segði risin,
»í kvøld til øskukrás.«

24. Hon reið hart, og hon reið snart
gjøgnum ta grønu lund,
tá ið hon sá seg aftur um bak,
ei varð fegið sprund.

25. Hon ynskti fyri honum bjørg og vatn
og stóran eld at brenna,
tá ið hon sá seg aftur um bak,
tá sá hon risan renna.

26. Vatnið tað drakk hann,
og sløkkja mundi hann bálið,
tá ið hann kom at bjørginum,
rivna mundi hann tá.

27. Hon reið gjøgnum tann djúpa dal
og gjøgnum tann skógin fríða,
hon sær høgar kongsborgir
og mangan riddara ríða.

28. Hon sær høgar kongsborgir
og mangan riddara ríða,
Eirikur kongur í kjortli reyð,
honum sømir so væl at bíða.

29. Hon gekk at teim durunum,
ið minst var mannatrongd,
hon biður ein av durasveinum
vísa sær inngongd.

30. Uttarlaga sær sessin tekur
burtur frá skemt og teiti,
bjarta brúður á beinki situr,
spyr, hvussu navnið eitur.

31. Til tað svaraði Fípan fagra,
ið mist hevði skemt og teiti:
»Tað er mítt tað hægsta navn,
eg Nævrakrasti eiti.«

32. »Navn hevur tú av neyðum fingið
og so tíni klæði skorin,
tað verður ikki, meðan tú livir,
at tú hevur tílíkt borið.«

33. Hon gekk at tí borðinum
at seyma tann dúkin dýra,
á skamri stund hon seymaði hann,
hon kundi væl nál at stýra.

34. Eirikur kemur frá skóginum heim,
hann sær tey merki stór:
»Hvør hevur her til hallar verið,
síðan eg heiman fór?«

35. Svaraði hansara sæla móðir,
stendur í silki tvinna:
»Her hevur eingin til hallar verið
uttan ein fátæk kvinna.«

36. Eirikur heitir á sveinarnar
tvinnar ella tríggjar:
»Kalla mær moy í hallina inn,
sjálvur vil eg hana síggja!«

37. Tríggjar ferðir sveinarnir gingu,
áðrenn hon í hallina gekk,
Eirikur kongur á gólvi stendur,
ymsar litir fekk.

38. Hann reiv av henni børk og bein,
og ástin inn at hjarta,
kinnin var reyð sum hummarklógv
og hárið sum gullið bjarta.

39. »Tann lut, sum eg átti fyrr,
hann lovi eg at enda,
hesa skal eg festa mær
og hina aftur senda.«

40. Frúgvin bleiv sett á brúðarbonk,
Eirikur millum kallar,
nú kann eg ikki skemta meir,
nú man ríman halla.

41. Frúgvin bleiv sett á brúðarbonk,
Eirikur millum dreingir,
nú kann eg ikki skemta meir,
og ei er ríman longur.

(c) Dansifelagið í Havn