Kvæðasavn
Gests ríma
Annað heiti:
Áslu ríma
Uppskrift: CCF 3C, 1, pp. 247, FK 3C, 4, pp. 95-98.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Gestur gekk sær niðan við á
- at dansa -
fann hann hvar ið harpan lá.
Væl er mær ansað,
her vil eg á gólvið fram at dansa,
tó at tú vilt mær lív í vanda,
væl er mær ansað. -
2. Gestur gjørdi sær meira ómak,
harpuna tók hann á sítt bak.
3. Gestur gekk sær í ein garð,
gisti moy sum kelling var.
4. »Gestur, dvølst hjá mær í nátt,
Haki kemur av skógvi brátt.«
5. Gestur livir við lítið veldi,
harpuna setur hann fram at eldi.
6. Gestur dvøldist hjá henni á nátt,
Haki kom av skógvi brátt.
7. Kelling talar orðum hátt:
»Vit skulum drepa Gest í nátt.«
8. »Eg drepi ikki henda mann,
tí eg veit onga søk við hann.«
9. »Vilt tú ikki drepa hann,
Gestur skal vera mín egin mann.«
10. Haki fór at drepa Gest,
kelling var í ráðum vest.
11. Kallur tók sín lítla knív,
snarliga skildi hann Gest við lív.
12. Brutu upp harpuna eftir hans deyða,
funnu tey moy í skarlaki reyða.
13. »Tú skalt liva við miklari pínu,
kallast Kráka dóttir mín.«
14. »Tó at eg livi við miklari pínu,
eg heiti ei Kráka dóttir tín.«
15. »Tú skalt liva við mikin harm,
føða skalt tú beinleyst barn.«
16. »Tó at eg livi við mikin harm,
eg føði ikki beinleyst barn.«
17. Ragnar legði skip undir brú,
sveinar ríða í Haka bú.
18. Ragnar legði skip undir flaka,
sveinar fóru við breyð at baka.
19. Tað kom ein jomfrú inn og rann,
teir stardu á hana, meðan breyðið brann.
20. Hon stoytti yvir hana bryggjukar:
»Kráka, tú skalt sitja har.«
21. Hon stoytti av sær bryggjukar:
»Fái tann skomm, ið siti har.«
22. Kelling sló sína dóttur á grúgvu,
tá datt av henni nævurhúgva.
23. »Hoyr tað kelling, sjáldan blíð,
hví slært tú so fagurt vív?«
25. »Í forðum var eg vænari fljóð,
morð og mannslátt um meg stóð.«
26. Sveinar stiltu stál fyri stokk,
slitu eitt hár úr moynnar lokk.
27. Sveipa teir tað í ein klút
og bera so til skipa út.
28. Ragnar talar orðum snilt:
»Tit havið alla vára føðslu spilt.«
29. »Tað kom ein jomfrú inn og rann,
vær stardum á hana, meðan breyðið brann.«
30. »Vær høvum sæð so vænt eitt vív,
ið fagrari var enn Tóra í líð.«
31. »Vær høvum sæð so vænt eitt sprund,
ið fagrari var enn Tóra í lund.«
32. »Sveinar, haldið tit meg fyri háð,
tit skulu allir á gálgan gá.«
33. »Sveinar, haldið tit meg fyri spott,
tit skulu allir á gálgan brátt.«
34. Sveinar stiltu stál fyri stokk,
teir sýndu eitt hár úr moynnar lokk.
35. »Farið heim og sigið henni frá:
Ragnar kongur vil hana sjá.«
36. Teir fóru heim og søgdu henni frá:
»Ragnar kongur vil teg sjá.«
37. Ásla gongur í grønari lund,
kallar við sær lítin hund.
38. Ásla gongur sær niður á bakka,
kallar við sær lítin rakka.
(c) Dansifelagið í Havn