Kvæðasavn

Grimmars kvæði

Uppskrift: CCF 51E, 2, pp. 267-275, FK 48E, 12, pp. 238-259.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Vilja tær ljóð og lýða á,
ei man frøðið falla,
Grimmar nevndi eg kongin tann,
ið kunstir kundi allar.

2. Grimmar kongur í Garðaríki
hann bar reyðan krans,
tað ríður so mangur í hans garð
for Hildu, dóttur hans.

3. Jomfrúin vaknar um midnátt,
sigur sín dreym so brátt:
»Undarligt hevur fyri meg borið
alla hesa nátt.«

4. »Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,
ikki er yvir at tiga,
hvat tær hevur í dreymar borið,
tað letur tú siga!«

5. Hon læt honum dreymin siga,
fyri fórst hon leingi:
»Eystan kom ein svartur dreki,
hann tók meg undir veingir.«

6. Kongurin ráddi dreymin sjálvur
við so miklan harm:
»Eystan kemur kongur sá,
ið moynna leggur á arm.«

7. Svaraði Grimmar kongurin
av so tungum stríði:
»Teg skal eingin kongur biðja,
meðan eg eri á lívi.«

8. Kongurin fór á skógvar burt
við gyltum slíðraflein:
»Hilda skal bera korða og krúnu,
til eg komi heim.«

9. Haraldur er á leikvøll,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vita tykur mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

10. Allir drýptu høvdi niður,
eingin tordi tala
uttan ein av sveinunum,
hann kvaðst ikki við at svara:

11. »Hoyr tað, mín hin veldigi harri,
hví spyrja tær so?
Best veitst tú við sjálvum tær,
hvar tín stendur hugur á.

12. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stendur hugur á,
hava tær hoyrt, at Grimmar kongur
væna dóttur ár?

13. Grimmar kongur dóttur eigur,
fagra og so vísa,
har kanst tú ta drotning fáa,
ið títt kann land væl prísa.

14. Grimmar kongur dóttur eigur,
fagra og so mæta,
har kanst tú ta drotning fáa,
ið títt kann land væl gæta.«

15. »Er hon so von og tekkilig,
sum tær siga frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
og hana skal eg fáa.«

16. Haraldur gongur for faðir sín,
leitar við hann ráð:
»Hvar vita tygur so væna jomfrú,
ið mær er sámi at fáa?«

17. »Hoyr tað, mín hin sæli son,
hví spyrt tú tað so?
Best veitst tú við sjálvum tær,
hvar tín stendur hugur á.«

18. »Grimmar kongur dóttur eigur,
sveinarnir siga frá,
hana tókti mær sámiliga,
kundi eg hana fá.«

19. »Lítt kom tær á hyggju upp,
og tagað hevur tú leingi,
Grimmar hevur av lívi tikið
so mangar raskar dreingir.«

20. Haraldur snúðist av hallini út,
hann tekur tað orð við vreiði:
»Tó skal eg í Garðaríki,
og komi ikki aftur í teirri.«

21. So letur Haraldur, Onglands kongur,
sínum skipum búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

22. So letur Haraldur, Onglands kongur,
búgva skipin sín,
letur hann laða í bæði borð
virtur og so vín.

23. Haraldur gongur til strandar oman,
var hann við ærum klæddur,
gullreyðan hjálm á høvdi bar,
hann var fyri ongum ræddur.

24. Haraldur gongur til strandar oman,
var hann í herðum stór,
fylgir honum Ívint, bróðir hans,
og níggju hundrað av tjóð.

25. Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast dreingir slíkir,
strika ei á bunkan niður
fyrr enn við Garðaríki.

26. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land.

27. Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land,
og hann Ívint, bróðir hans,
undir hans høgru hand.

28. Haraldur gongur frá strondum niðan,
var hann við ærum klæddur,
gullreyðan hjálm á høvdi bar,
hann var fyri ongum ræddur.

29. Haraldur gongur frá strondum niðan,
var hann við ærum stór,
fylgir hann Ívint, bróðir hans,
og níggju hundrað væl tjóð.

30. Fylgir honum Ívint, bróðir hans,
níggju hundrað væl tjóð:
»Hvat skulu vit kongin fagna
ella fárlig fljóð?«

31. Úti í miðjum grasgarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

32. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Grimmar kongur á borði situr
við manna hundrað fimm.

33. Haraldur stendur á hallargólvi,
fyrr var so forðum siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

34. Haraldur stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðju sína:
»Sit væl, Grimmar kongurin,
gev mær dóttur tína!«

35. Leingi tagdi Grimmar kongur,
hugsar hann um tey ráð,
hvussu hann skuldi Haraldi kongi
hánligt andsvar fá.

36. Haraldur stendur á hallargólvi,
kundi væl tukt og sinni:
»Sig mær antin nei ella ja,
eg biði ikki triðja sinni!«

37. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
gyrd sat hon við brandi.
»Sig mær ætt og eiti títt,
og hvaðan ert tú av landi?«

38. »Harald skalt tú nevna meg,
væl til víggja at stá,
Gormundur kongur av Onglandi
var frægi faðir vár.«

39. Haraldur stendur á hallargólvi,
heldur á mjaðarskál:
»Kallmanna hevur tú yvirbragd,
men kvinnu hevur tú mál.«

40. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
sló tað í ein gleim:
»Bíða mær, frægi ferðagarpi,
til faðir mín kemur heim!«

41. Svaraði fyrsti av sveinunum,
hann heldur á búnum knívi:
»Bíðar tú eftir Grimmar kongi,
hann tekur teg skjótt av lívi.«

42. Svaraði annar av sveinunum,
tað fell so væl í lag:
»Bíður tú eftir Grimmar kongi,
tað stendur eitt stríð í dag.«

43. Svaraði triði av sveinunum,
fáir finnast slíkir:
»Skyndum os skjótt og skundiliga
út av Garðaríki!«

44. »Nógv er gull í Garðaríki,
víða hvar at skifta,
kalli tað mikið teiti at vera,
sjálv skal eg meg gifta.«

45. »Tú førir ei gull av Garðaríki,
væntast nógv við tær,
hoyr tað, Hilda, Grimmars dóttir,
tú skalt fylgja mær!«

46. Upp lupu teir kongins menn,
ilt er á at herja,
dreingir rjóða í randargný,
vilja nú frúnna verja.

47. Upp stóð Haraldur, Onglands kongur,
frægur í huga full,
hann setti gullkrónu á borgararm við,
av skínandi gulli.

48. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð Hilda, Grimmars dóttir,
niður til strandar leidd.

49. Silki og so perlur
vóru eftir vegnum prangað,
ei mátti Hilda, Grimmars dóttir,
á berari jørðini ganga.

50. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ikki á bunka niður
fyrr enn við Ongland.

51. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Haraldur kongur
sínum fótum á land.

52. Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land,
og hon Hilda, Grimmars dóttir,
undir hans høgru hand.

53. Silki og so perlur
vóru eftir vegnum breitt,
so varð Hilda, Grimmars dóttir,
upp í hallina leidd.

54. Tað var Haraldur, Onglands kongur,
fell upp á síni knæ,
meðan hann Hildu, Grimmars dóttur,
til ektar festi sær.

55. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Haraldur og hans vív.

56. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin
sum tann fuglur, á viði situr,
var á ljósum degi.

57. Untust saman í Onglandi,
søgur ganga frá,
hann gat við Hildu, Grimmars dóttur,
raskar synir tvá.

58. Untust saman í Onglandi
eina so lítla tíð,
hann gat við Hildu, Grimmars dóttur,
raskar synir trí.

59. Gormundur var tann yngsti,
nevndur var av teim,
nú man at teim stundum líða,
kongurin kemur heim.

60. Kongurin kemur av skógnum heim,
hann tyktist vera komin í vanda,
hann sær gullkrónu av síni dóttur
á borgararmi standa.

61. Kongurin kemur av skógnum heim,
hann sær tey merki stór:
»Hvør er her til hallar komin,
síðan eg heiman fór?«

62. »Her kom kongur av Onglandi,
klæddur var við skreyt,
hann tók tygara sælu dóttur,
burtur av borgum breyt.

63. Her kom kongur av Onglandi,
vegur við eggjabrandi,
svørji tann eið á mína trú,
at slíkur er eingin í landi.

64. Her kom kongur av Onglandi,
vegur við eggjateini,
svørji tann eið á mína trú,
at slíkur er eingin í heimi.

65. Her kom eitt so mikið fólk,
vænt var tað at sjá,
kongurin hann bar yvir tað prís
bæði á brún og brá.«

66. Vreiður varð Grimmar kongurin,
snarliga hann sær vendi:
»Illa er flutt á Garðaríki,
teir kundu ikki verja eitt kvendi.«

67. Svaraði Grimmar kongurin,
ilt er á at herja:
»Hevði eg verið í ríkinum heima,
beyð eg meg til at verja.«

68. So var Grimmar kongurin
møddur av tann trá,
hann gat ikki í sjey nætur
tann brúna mjøð at sjá.

69. So var Grimmar kongurin
møddur av tann ekka,
hann gat ikki í sjey nætur
tann brúna mjøð at drekka.

70. Inn kemur Haraldur árla morgun,
eina morgun snimma:
»Nú lystir meg í Garðaríki
mín verfaðir at finna.«

71. Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,
honum stóð so nær:
»Kvittar tú í Garðaríki,
eg skal fylgja tær.«

72. Svaraði Haraldur, Onglands kongur,
henni stóð íhjá:
»Báran brýtur á blóman tín,
eg kann tað ikki sjá.

73. Gormundur hann skal eftir vera,
goyma góðs og landa,
Sjúrður og Helgi skulu fylgja mær
í hernaðin at standa.«

74. So letur Haraldur, Onglands kongur,
sínum skipum búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

75. Haraldur gongur til strandar oman,
var hann við ærum klæddur,
gullreyðan hjálm á høvdi bar,
hann var fyri ongum ræddur.

76. Haraldur gongur til strandar oman,
var hann í herðum stór,
fylgir honum Ívint, bróðir hans,
níggju hundrað av tjóð.

77. Tað var Hilda, Grimmars dóttir,
reyðargull bar í hand,
síðan fylgdi hon Haraldi kongi
niður til sjóvarstrand.

78. Leggur hann hendur um frúnnar háls,
hann myntist við hana blíða,
skiltist so frá Lundiniborg,
tey sóust ikki síðan.

79. Vindur hann upp síni silkisegl,
kátur for uttan sorg,
grátandi snúðist Hilda drotning
aftur í glæstriborg.

80. Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikaði ei á bunkan niður
fyrr enn við Garðaríki.

81. So var veðrið á sjónum hart,
at grótið reistist frá grunni,
tað voldi Grimmar í Garðaríki,
hann mikla illgerð kundi.

82. So var veðrið á sjónum hart,
at illgerð mátti kallast,
so stýrir Haraldur, Onglands kongur,
ikki meir at halla.

83. Sigla fram fyri Garðaríki,
sum Grimmar kongur ár,
har stóðu stræti við silvurmerki,
broddar av við stál.

84. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land.

85. Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,
sínum fótum á land,
Sjúrður og Helgir, synir hans,
undir hans høgru hand.

86. Haraldur gongur frá strondum niðan,
var hann við ærum klæddur,
gullreyðan hjálm á høvdi bar,
hann var fyri ongum ræddur.

87. Haraldur gongur frá strondum niðan,
var hann í herðum stór,
fylgir honum Ívint, bróðir hans,
níggju hundrað av tjóð.

88. Haraldur gongur frá strondum niðan
við trega og tunga sorg,
hann sær sær á høgru hond
horvna kongins borg.

89. »Nú skal lata kirkju gera
mitt í Onglands ríki,
eingin tann á Suðurlondum
skal vera hennar javnlíki.

90. Nú skal lata kirkju gera
við so mikið noss
og í hvørjum hyrninum
gera Gudi kross.«

91. Haraldur stendur á grønum vølli
við tregan og tunga sorg,
hann sær sær á høgru hand
standa kongins borg.

92. Úti í miðjum grasagarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

93. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Grimmar kongur við borðið sat
við manna hundrað fimm.

94. Haraldur stendur á hallargólvi,
kátur við mikla list:
»Sit væl, Grimmar kongurin,
tú veit os vetrarvist!«

95. »Ver vælkomin, mín sæli mágur,
har til góðs at ráða,
veit tann ongan føddan vera,
ið okur sigrar báðar!«

96. Hvør sum hugsar fals og svik,
fær hann tað at vita,
steig so upp úr sínum sessi,
bað so mágin sita.

97. Svaraði Grimmar kongurin,
hann tóktist vera komin í vanda:
»Hvør er faðir at ferðagørpum,
her fyri borði standa?«

98. Svaraði Haraldur, Onglands kongur,
hann sló tað í ein gleim:
»Eg eri faðir at ferðagørpum,
Hilda hevur borið í heim.«

99. Ófriður gekk á kongins land
undir lævarskildri:
»Hoyr tað, Haraldur, Onglands kongur,
tú mær dugna, mildur!

100. Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær,
kátur for uttan vanda,
Helgi hann skal fylgja tær
í hernaðin at standa.«

101. Haraldur legst í hernað út
mót teirri bylgju blá,
so mangan raskan høvdingin
har firrar hann londum frá.

102. Haraldur legst í hernað út
mót teirri bylgju breið,
so mangan raskan høvdingin
har firrar hann burtur av leið.

103. So mangan raskan høvdingin
har firrar hann londum frá,
níggju vann hann herskipini,
fimur garpi tá.

104. Tað var Grimmar kongurin,
illa gjørdi hann tað,
hann læt byggja skaðaborg,
meðan Haraldur burtur var.

105. Níggju vann hann herskipini
bæði við gleði og gleim,
glaður siglir Haraldur kongur
í Garðaríki heim.

106. »Faðir, siglið til landa aftur
við edars skjøldin fríða,
tygur hava kongi roysni vunnið,
hirðin man tað sía!«

107. »Hoyr tað, mín hin sæli son,
tú lat tær handskar liggja,
kongurin hevur os veitslu boðið,
hana skulu vit tiggja.«

108. »Faðir, sigl til landa aftur
við tykkra røsku dreingir,
stríðir tú fyri Grimmar kongi,
tú verður ei kongur leingi!

109. Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
eg sigi tær satt ífrá,
kongurin var við svikum fullur,
so gjølla eg tað sá.«

110. Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
skundar nú skjótt og skundiliga
inn á Garðaríki.

111. »Tú tak við, Grimmar kongurin,
við herskipini sjey,
eg eri frægi ferðagarpi,
eg skal hava tvey.«

112. »Tað stendur ein borg í mínum garði,
er takt við dýrar steinar,
har skalt tú, Haraldur, inni sova
við allar tínar sveinar.

113. Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær,
kátur við miklum frið,
Haraldur, gakk í breiða høll
við alt títt dreingjalið!«

114. So skeinkir hann falsarin
mjøðin og so vín,
fyrstur sovnaði Haraldur kongur
fram úr sessi sínum.

115. Grimmar talar til falsaran,
meðan hirðin sovnar:
»Harðan skalt tú deyðan tola,
letur tú mjøðin dovna.«

116. Falsarin teimum mjøðin skeinkir,
teimum inni í høll,
fyrstur sovnaði Haraldur kongur,
síðan hirðin øll.

117. Falsarin gongur for Grimmar kong,
sigur honum frá:
»Nú svevur kongur av Onglandi
við alt tað lið, hann ár.«

118. Tað var hansara dýra drotning,
hon gongur for kong at standa:
»Drep ikki kong av Onglandi,
og elv ikki Hildu vanda!«

119. Hann hevði upp sína høgru hond,
gav henni høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.

120. Grimmar biður falsaran
leggja eld í borg:
»Fyri unti mær Haraldur kongur
trega og tunga sorg.«

121. Aftur mintist falsarin,
hvat verið hevði fyrr,
legði eld í báðar galvar,
stokkar fyri dyr.

122. Fyrstur vaknaði Haraldur kongur
av øllum Onglands tjóð,
hann brá við sínum búgvin brand,
hann timbrið yvir sær hjó.

123. Fyrstur vaknaði Haraldur kongur
av øllum Onglands liði,
hann brá við sínum búgvin brand,
hann timbrið yvir sær høgdi.

124. Svaraði Haraldur, Onglands kongur,
tá ið eldur tók at brenna:
»Hevði eg vitað av svikunum,
harma má eg kenna.«

125. Frætti tað Sjúrður í hallina inn,
at hans var faðir trongdur,
snarliga kastaði ker úr hond,
hann brá so brúnum brandi.

126. Hann feldi meiri enn hundrað mans
niður for kongins knæ,
annaðslíkt á grønum vølli,
so er greint fyri mær.

127. Tá hopaði liðið av hallini út,
tí mikil var mannatrongd,
hann feldi meiri enn hundrað mans,
hann ruddi fyri sær gongd.

128. Haraldur stendur í heita báli,
brendur upp til kníggja
hann tóktist ikki til neyð at kenna,
hann fekk sín son at síggja.

129. Haraldur stendur í heita báli,
brent er av honum hár,
hann tóktist ikki til neyð at kenna,
hann fekk sín son at sjá.

130. So ríður hann Sjúrður ungi
víðan vøllin fram,
klývur hann hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann.

131. Svaraði Grimmar kongurin,
tað er, sum tað var:
»Alt tað liðið á Garðaríki
tað hevur hann deytt á bræði.«

132. Grimmar rópar á týðingarpar,
biður við ørvum skjóta:
»Latið ikki Sjúrð hin unga
Garðaríki njóta!«

133. Niður legði hann ørvini,
hann tók tann teinin bjarta,
so skeyt hann fyri buðlungs herðum,
at oddurin stóð í hjarta.

134. Hann reiv úr sær blóðigt svørð,
hvít um hjartarót:
»Væl hevur faðir mín føðgað meg,
Gud ráði honum bót!«

135. Hann reiv úr sær blóðigt svørð,
hvít um hjartarøtur:
»Væl hevur faðir mín føðgað meg,
og Gud ráði honum bøtur!«

136. Hann reiv úr sær blóðigt svørð,
tann sorgarteinin dýra,
skeyt so aftur í kongins høll,
at hilmar týndu lívi.

137. Deyður fell tá týðingarpi
inn á bálið bjarta,
kongurin stóð tá eftir longst,
ið væl bar hug og hjarta.

138. Haraldur tekur sín búgvin brand
við trega og tunga sorg,
níggju mílir floygdi hann hann
út av glæstriborg.

139. »Verði tín eingin njótandi,
vaksin er við tær vandi,
uttan hin yngsti arvingi mín,
Gormundur av Onglandi!

140. Verði tín eingin njótandi,
vaksið er við tær mein,
uttan hin yngsti arvingi mín,
so frægur í Onglandi ein!«

141. Hilda tekur um glógvarnar,
gjørdir vóru av fleim,
tá sá Hilda, Grimmars dóttir,
so vítt ovur allan heim.

142. Niður leggur hon glógvarnar,
møðig fellur hon tár,
hon sær unga Harald kong,
í eldi tar ið hann stár.

143. Aftur sigla kongins menn
við so lítið geingi,
bæði eldur og brendur roykur
liggur í teirra streingi.

144. Út kemur Gormundur árla morgun,
lítist um so víða:
»Eg síggi skip eftir havi koma,
faðirs merki fríða.«

145. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
Gormund er gingin úr høgaloft
niður til sjóvarstrand.

146. Svaraði hin ungi Gormundur,
sær bar gull á hand:
»Hvar er mín hin sæli faðir,
hann leyp ikki fyrstur á land?«

147. »Grimmar kongur í Garðaríki
hann brendi tín faðir inni,
níggju hundrað í glæstriborg,
ongum háttri minni.

148. Grimmar kongur í Garðaríki
brendi tín faðir á báli,
níggju hundrað í glæstriborg
og raskar brøður báðar.«

149. Tað var hin ungi Gormundur
so snarliga hann sær vendi,
so kroysti hann búgvin brand,
at brýnt stóð jarn í hendi.

150. Tað var hin ungi Gormundur
hann snúðist teimum frá,
so kroysti hann búgvin brand,
at hugsað fekk hann tá.

151. »Er her nakar av mínum monnum,
so ber hug og hjarta,
siga vil Hildu Haralds deyða
for skínandi gullið bjarta?

152. Er her nakar av mínum monnum,
elva torir tann váða,
siga Hildu Haralds deyða,
raskar brøður báðar?«

153. »Hann er eingin av tínum monnum,
so ber hug og hjarta,
sigur Hildu Haralds deyða
for skínandi gullið bjarta.

154. Hann er eingin av tínum monnum,
ið elva torir tann váða,
siga Hildu Haralds deyða,
tá bjørtu beygaskál.«

155. Gormund er gingin innan høgaloft,
hann sigur síni móður frá:
»Komin er kongur av Onglandi
við alt tað lið, hann ár.«

156. »Tú tarvt ikki, mín sæli son,
elva mær ta sorg,
hann kemur ikki livandi
aftur í glæstriborg.«

157. Hvør sum elskar ein dyggan drong,
gævan hevði staðið í happi,
lindin tann, um Hildu lá,
í tógvar lutir brast.

158. Svaraði hin ungi Gormundur
av tí tunga stríði:
»Teg má eingin kongur biðja,
so leingi eg eri á lívi.«

159. Nú skal falla niður um stund,
vilja tær dømi trúgva,
um Sjúrð keisar av Sakslandi
og hagar við frøði snúgva.

160. Sjúrð keisar situr í hásæti
og talar við sínar dreingir:
»Hvat vita tygur mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

161. Allir drýptu høvdi niður,
eingin tordi tala
uttan ein av sveinunum,
hann kvaðst ikki við at svara.

162. Uttan ein av sveinunum,
hann stóð honum skamt ífrá:
»Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á.

163. Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvar tín stár hugur á,
hava tygur hoyrt, at Haraldur kongur
væna drotning ár?

164. Hava tygur hoyrt, at Haraldur kongur
væna drotning ár,
Grimmar kongur í Garðaríki
skildi tey at tá.«

165. »Er hon so væn og tekkilig,
sum tær siga frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
og hana skal eg fá.

166. Hagar streingi eg eiti mítt,
og hana skal eg fá,
biðja drotning Haralds kongs,
tað standist hvat av ið má.«

167. So letur hann Sjúrð keisar
sínum skipum búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

168. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Ongland.

169. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
Sjúrð keisar av Sakslandi
hann steig har fótum á land.

170. Fyrstur stígur Sjúrð keisar
sínum fótum á land etc.

(c) Dansifelagið í Havn