Kvæðasavn

Grímur á Bretlandi

Annað heiti:
Løðar jall

Uppskrift: CCF 53C, 2, pp. 296-305, FK 50C, 13, pp. 61-84.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eina veit eg rímuna,
gjørd við nýtum orðum,
um hann Grím av Bretlandi,
sum kongur var í forðum.

Fuglin í fjøruni,
hann eitur már,
silkibleik er húgva hans,
og knept er hans hár.

2. Eina veit eg rímuna,
inni hevur ligið leingi,
gjørd um Grím av Bretlandi
og aðrar reystar dreingir.

3. Løðar jall situr í hásæti,
talar til sínar dreingir:
»Hvar vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

4. Sveinar svara sínum harra,
alt er sum tað má:
»Best munnu tygum vita við sjálvum tygum,
hvør tín stár hugin á.

5. Best munnu tygum vita við sjálvum tygum,
hvønn tín stár hugur á,
gitið havi eg hoyrt, at Svøríkis kongur
væna dóttur ár.

6. Svøríkis kongur dóttur eigur,
hava menn við orði,
henni eru stólar av gulli gjørdir
framman fyri kongins borði.

7. Svøríkis kongur dóttur eigur,
hann eigur dóttur vísa,
kanst tú hana til drotning fá,
tú kanst títt lív væl prísa.«

8. »Er hon so væn og tekkilig,
sum tit siga frá,
hagar skal eg streingja
míni bønarorð á.

9. Hará skal eg streingja
míni bønarorð til,
biðja dóttur Svøríkis kong,
tað standist hvat av ið vil.

10. Hagar skal eg streingja
míni bønarorð á,
biðja dóttur Svøríkis kong,
tað standist hvat av ið má.«

11. So letur hann Løðar jall
sínum skipum gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

12. So letur hann Løðar jall
sínum skipum búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

13. Løðar jall letur skipum gera,
dreingir munnu gita,
av gulli vóru mastrarnar,
av silvur vóru bitar.

14. So letur hann Løðar jall
byggja skipini sín,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.

15. So letur hann Løðar jall
byggja skipini stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.

16. Bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór,
um enn hann siglir í fimtan vetrar,
fattast honum ei fóður.

17. Bræddir vóru brandar,
skorið var á hvønn stokk,
stavnur og stýri av reyðargulli,
og so var segl í topp.

18. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
forgyltir leika veðurringar,
har skein sólin á.

19. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leika veðurringar
uppi í miðalský.

20. Fingu byrin blíða,
knørrurin rendi leið,
fingu byr í havið út,
sum sólin fagurt skein.

21. Vundu teir upp síni silkisegl,
gull við ráina brann,
strikaðu ei á bunka niður
fyrr enn við Svøríkis land.

22. Møttust úti í myrkum havi,
ilt er á ospi at tiga,
Løðar jall og Bretlands kongur
Svøríkis dóttur at biðja.

23. Lítil svein í líðini situr,
goymir smalur og geit,
hann sær skip eftir havi koma,
havn vildi tað leita.

24. Allar rekur hann smalurnar
saman á grønan vøll,
síðan akslar hann kápu blá,
hann gár í kongins høll.

25. Síðan akslar hann kápu blá,
hann gár í kongins høll:
»Eg eri meg í einum luti
vísari, enn tit eru øll.

26. Eg eri meg í einum luti
vísari, enn tit eru øll,
eg sá skip eftir havi koma,
seglini hvít sum bjøll.«

27. »Sært tú skip eftir havi koma,
seglini hvít sum lín,
vera man onkur høvdingur
at biðja dóttur mín.

28. Sært tú skip eftir havi koma,
seglini vovin blá,
vera man onkur høvdingur
at biðja dóttur vár.«

29. Havið rann tann snekkjan,
hon kendi fagurt land,
lótu teir sínum akker falla
á so hvítan sand.

30. Lótu teir sínum akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Løðar jall
sínum fóti á land.

31. Fyrstur steig hann Løðar jall
við sínum fóti á land,
tólv brynjaðir adilsmenn
undir hans hvørji hand.

32. Tólv brynjaðir adilssveinar
undir hans hvørji hand,
teir taldu tvinni átjan hundrað,
teir gingu eftir hvítum sand.

33. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu sín knørr í neystið.

34. Gingu teir frá strondum niðan,
í skarlak vóru klæddir,
reyðargullhjálmar á høvdi bóru,
teir vóru av ongum ræddir.

35. Uppi í miðjum grasagarði
aksla teir sítt skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

36. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Svøríkis kongur við borðið sat
við manna hundrað fimm.

37. Løðar jall stendur á hallargólvi,
ber fram søgu sína:
»Sit væl, reystur Svøríkis kongur,
gev mær dóttur tína!«

38. Til svaraði Bretlands kongur,
á hallargólvi gekk:
»Kongurin, gev mær tína dóttur,
bæði er hon von og tekk!«

39. Leingi sat tá Svøríkis kongur,
hugsaði um tey ráð,
hvussu hann skuldi gørpum svara,
á hallargólvi stá.

40. Leingi sat tá Svøríkis kongur,
hugsaði um tann vanda,
hvussu hann skuldi gørpum svara,
á hallargólvi standa.

41. Til svaraði Svøríkis kongur
bæði av gleði og bragði:
»Frúgvin skal leiðast í hallina inn,
sjálv fyri seg at svara.

42. Frúgvin skal leiðast í hallina inn,
sjálv fyri seg at svara,
kjósa kappan, hvønn hon vil,
ið jomfrúin vil hava.«

43. Og frúgvin varð bæði studd og leidd,
inn í hallina gekk,
Løðar jall sat fyri breiða borði,
ymsar litir fekk.

44. »Vælkomin, mín sæla dóttir,
higar nú til mín!
Vilt tú henda riddaran hava,
er komin at biðja tín?«

45. »Takk havi tú nú, faðir mín,
fyri andsvar, tú mær gav,
Løðar jall av Síggjaríki
hann kjósi eg mær!

46. Løðar jall av Síggjaríki
hann vil eg mær kjósa,
Grím eg ei við eygum vil síggja,«
- segði tann lilja ljósa.

47. »Tað síggi eg á tær, Løðar jall,
at tær man ognast sprund,
kom av høll og berst við meg
eina so lítla stund.

48. Tað síggi eg á tær, Løðar jall,
at tær man ognast vív,
kom av høll og berst við meg
um eina so lítla tíð!«

49. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
teir løgdu sínum bardøgum
so skamt frá kongins høll.

50. Teir løgdu sínum bardøgum
eftir hvøssum gróti,
Grímur kongur og Løðar jall
teir riðu hvørjum øðrum ímóti.

51. Bardust fullar tógvar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
tá sól á vegin rann.

52. Inntil tann hin triðja,
tá sól á vegin rann,
tá fell Grímur av Bretlandi
og tann hin menskur mann.

53. Tað var reystur Løðar jall
hann fall upp á síni knæ,
meðan hann Maritu, Svøríkis dóttur,
til ektar festi sær.

54. Tað var hann reystur Løðar jall
tók hana í sín favn,
leiddi hana til strandar oman,
setti hana í fremra stavn.

55. Silki og so perlur
tað var eftir vegnum prangað,
ikki kundi Marita, Svøríkis dóttir,
eftir baru jørðini ganga.

56. Silki og so perlur
tað var eftir vegnum breitt,
har varð Marita, Svøríkis dóttir,
niður til strandar leidd.

57. Vundu teir upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikaðu ei á bunkan niður
fyrr enn við Síggjaríki.

58. Hvørjumegin stavnin
brá tann fagur litur,
sum hon Marita, Svøríkis dóttir,
í lyftingini situr.

59. Hvørjumegin stavnin
brá tann litur á,
sum hann reystur Løðar jall
í lyftingini stár.

60. Hegar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand.

61. Lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Løðar jall
við sínum fóti á land.

62. Fyrstur steig hann Løðar jall
sínum fóti á land,
tá var hon Marita, Svøríkis dóttir,
undir hans høgru hand.

63. Silki og so perlur
tað var eftir vegnum prangað,
ikki kundi Marita, Svøríkis dóttir,
á berari jørðini ganga.

64. Silki og so perlur
tað var eftir vegnum breitt,
so varð hon Marita, Svøríkis dóttir,
upp frá strondum leidd.

65. Lótu slakta neyt og seyð
helst út av tí besta,
snarliga lótu til brúdleyps ætla,
tey vildu ikki leingi fresta.

66. Lótu tá til brúdleyps ætla,
her var ei at tvørra,
átjan borgum boðið var
og tólv hundrað á hvørjum.

67. Lótu tá til brúdleyps ætla,
alt var komið til sans,
átjan borgum boðið var,
og har var kongur av Frans.

68. Drukkið varð teirra brúdleypið,
herurin var so fegin
sum tann fuglur, á kvisti situr,
er av ljósum degi.

69. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
bæði fóru í eina song
Løðar jall og hans vív.

70. Drukkið varð teirra brúdleypið,
so er komið til mín,
síðan fór hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.

71. Tey vóru ikki leingi saman,
til tey gótu svein,
hann var á góðum stundum gitin,
og so varð hann borin í heim.

72. Tað var tá, sum ofta er enn,
at duld eru døpur mein,
frúgvin er gingin í høgaloft
og føðir ein ungan svein.

73. Tey vóru ikki leingi saman,
mangt er teimum at baga,
tað livdi ikki teirra son
meiri enn eina nátt og dag.

74. Tey vóru ikki leingi saman,
til tey gótu svein,
hann var á góðum stundum gitin,
so varð hann borin í heim.

75. Tað var tá, sum ofta er enn,
at duld eru døpur mein,
frúgvin er gingin í høgaloft
og føðir ein ungan svein.

76. Sveipar hon hann í klæði væl,
góður er borin til evna,
síðan bað hon presti bera:
»Grím skulu tit nevna.«

77. Hann varð seg frá kirkju borin
aftur á móður knæ,
meiri legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull og fæ.

78. Hann varð seg frá kirkju borin
aftur til móður sín,
meiri legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull í skrín.

79. Hann vaks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vøkst,
meiri vaks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.

80. Hann vaks upp hjá síni móður,
Gud gav honum álv,
meiri vaks hann í ein mánað
enn onnur børn í tólv.

81. Hann var seg á leikvøllum,
meðan hann var ungur,
bardist og høgdist við kongins dreingir,
hann gjørdist í høggum tungur.

82. Niður settust sveinarnir,
vreiðir ið teir vóru:
»Líkari var tær konu at biðja
enn berja oss so stórum.«

83. Grímur situr í hásæti,
talar til sínar dreingir:
»Hvat vita tit mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

84. »Bretlands kongur dóttur eigur,
hava menn við orði,
henni eru stólar av gulli gjørdir
framman fyri kongins borði.

85. Bretlands kongur dóttur eigur,
hann eigur dóttur vísa,
kanst tú hana til drotning fá,
tú kanst títt lív væl prísa.«

86. »Er hon so von og tekkilig,
sum tær sigið frá,
hagar skal eg streingja
míni bønarorð á.

87. Hagar skal eg streingja
míni bønarorð til,
biðja dóttur Bretlands kongs,
tað standist hvat av ið vil!«

88. So letur hann Grímur ungi
sínum skipum gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

89. So letur hann Grímur ungi
sínum skipum búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

90. Grímur letur skipum gera,
dreingir mundu gita,
av gulli vóru mastrarnar,
av silvur vóru bitar.

91. Bræddir vóru brandar,
skorið var á hvønn stokk,
stavn og stýri av reyðargull,
og so var segl í topp.

92. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
forgyltir leika veðurringar,
har skein sólin á.

93. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leika veðurringar
uppi í meðal ský.

94. Grímur stendur á hallargólvi,
ikki er yvir at tiga:
»Nú lystir meg til Bretlanda
kongins dóttur at biðja.«

95. »Ilt kom tær á hyggju tá,
tú hevur tagt so leingi,
kongurin hevur av lívið tikið
so mangar reystar dreingir.«

96. Løðar jall stendur á hallargólvi,
talar av miklum móði:
»Nú lystir meg til Bretlanda
við okkara soni góða.«

97. »Falla tit á Bretlandi
í tí tunga stríði,
eg verði ikki hjartaglað,
tað eg eri á lívi.«

98. Vundu teir upp síni silkisegl,
gull við ráina brann,
strikaðu ei á bunkan niður
fyrr enn við Bretland.

99. Hildu upp undir Bretland
eina morguntíð,
tað var sum í bál at líta,
skeiðir dundu í.

100. Hildu upp undir Bretland
eina morgunstund,
tað var sum í bál at líta,
teir hoyrdu skeiðardund.

101. Fingu ein so stóran sjógv,
øllum tóktist undur,
ráin brast á bunkan niður,
togini gingu sundur.

102. Átta dagar Grímur ungi
í eysturmála stóð,
meðan stýrdi Løðar jall,
úr skjúrtu vant hann blóð.

103. Átta dagar Grímur ungi
í eysturmála stendur
meðan stýrdi Løðar jall,
so blóðutar vant hann hendur.

104. Átta dagar Grímur ungi
eysturmála fekk,
alt stýrdi hann Løðar jall,
so beinur knørrur gekk.

105. Spurdi smali smásvein,
frammi á bunka stár:
»Hvat er hatta fyri hestar,
eftir sjónum gár?«

106. »Hetta eru eingir hestar,
tó tað sýnist tær,
hetta eru ramar illgerningar,
ristar ímóti mær.

107. Hetta eru eingir hestar,
ei heldur nøkur ross,
hetta eru ramar illgerningar,
ristar ímóti oss.«

108. Grímur tekur sítt rúnarkelvi,
kastar út for borð,
ikki mátti illgerð vaksa,
so mektig vóru hans orð.

109. Grímur tekur sítt rúnarkelvi,
kastar út á sjógv,
spektist tá aldan
og stiltist á lógv.

110. Grímur stendur í grasagarði,
gull bar sær í hendi,
tekur hann allar illgerningar,
út í havið sendi.

111. Ørnir tvær av landi koma,
settust á salta vatn,
Grímur tók mót báðum teim,
hann stóð í lyfting fram.

112. Grímur tók mót báðum teim,
hann stóð í lyfting fram,
sendi tær aftur á Bretland,
har feldu tær merkismann.

113. Hagar ið tann snekkjan
hon kendi fagurt land,
lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand.

114. Lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Grímur ungi
við sínum fót á land.

115. Fyrstur steig hann Grímur ungi
við sínum fót á land,
tá var hann reystur Løðar jall
við hans høgru hand.

116. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu sín knør í neystið.

117. Gingu teir frá strondum niðan,
í skarlak vóru klæddir,
reyðargullhjálmar á høvdi bóru,
teir vóru av ongum ræddir.

118. Uppi í miðjum grasagarði
aksla teir sítt skinn,
og so búnir gingu teir
í høgar hallir inn.

119. Og so búnir gingu teir
í høgar hallir inn,
sum Bretlands kongur yvir borði sat
við manna hundrað fimm.

120. Kappin reikar um borgina,
í forðum var tann siður,
hevur alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

121. Leingi sat hann Bretlands kongur,
hugsaði um tey ráð,
hvussu hann skuldi Grím hin unga
eitt hániligt andsvar fá.

122. Til svarar hann Bretlands kongur,
øllum tykir undur:
»Far tú aftur til Síggjaríki
verri enn nakar hundur!«

123. Svaraði Hildibrand, sonur hans,
hann stóð har skamt ífrá:
»Svara gørpum høfliga,
á moynni hevur tú ráð.«

124. Til svarar hann Grímur ungi,
heldur á brandi reyða:
»Áðrenn eg eri av Bretlandi,
mangur sær sín deyða.«

125. Til svarar hann Grímur ungi,
heldur á brýndum knívi:
»Áðrenn eg eri av Bretlandi,
tá letur mangur lívið.«

126. Grímur brá sínum bitra brandi
alt for uttan vanda,
hann kleyv niður í breiða borð,
í miðjum í gólvi standa.

127. Fimmti menn frá borði leyp,
svørðið ætlaðu at fá,
Løðar jall tók mót øllum teim,
tá gingu kossir á.

128. Tað var hann reystur Løðar jall,
hann stóð í mannatrongd,
feldi niður sjey hundrað,
hann ruddi fyri sær gongd.

129. Grímur hvarv úr sessi burtur,
hann var maður reysti,
hann kom aftur uttan borgar
á kolsvørtum hesti.

130. So undarligur var hesturin,
ið Grímur hann reið á,
hógvarnir vóru hvítir,
oyruni vóru grá.

131. Tá ið Grímur hetta sá,
at mannspell var á meingi,
skapti hann seg í dvørgalíki,
hann feldi reystar dreingir.

132. Fuglar tveir í lofti upp,
fast við vongum bróta,
hoyrast mátti innan hallar,
rætt sum byrsur skjóta.

133. Fuglar tveir í lofti upp
fast við vongum banka,
hoyrast mátti innan hallar,
rætt sum trummur ganga.

134. Fuglar tveir í lofti upp
fast við vongum møða.
Hildibrand og Løðar jall
nú er um teir at røða.

135. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
teir løgdu sínum bardøgum
so skamt frá kongins høll.

136. Teir løgdu sínum bardøgum
eftir hvøssum gróti,
Hildibrand og Løðar jall
teir riðu hvør øðrum ímóti.

137. »Tá ið eg bardist við faðir tín
um tað væna vív,
hoyr tú, Hildibrand Gríms son,
tá tyktist eg gott mítt lív!

138. Tá ið eg bardist við faðir tín
um Maritu, Svøríkis dóttur,
hoyr tú, Hildibrand Gríms son,
tá fór eg ei undan við hóttum.

139. Tá ið eg bardist við faðir tín,
tá mundi eg óræddur renna,
nú tekur elli at boyggja meg,
og tað má eg bekenna.

140. Tá ið eg bardist við faðir tín,
tá var eg so ungur,
um enn tú nú sigrar meg,
nú gerst mítt skjøld væl tungur.«

141. Bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
sól á vegin rann.

142. Inntil tann hin triðja,
sól á vegin rann,
tá fell reystur Løðar jall
og tann hin menskur mann.

143. Tá ið Grímur hetta sá,
at sær fell faðir frá,
ógvuliga við miklari vreiði
gjøgnum herin brá.

144. Eingin fuglur er so snarur
eftir sløttum sandi
sum hann Grímur Løðarjals son,
tá hann var á kongins landi.

145. »Tú hevur dripið faðir mín,
grið lætst tú hann ei fá,
nú skal tín faðir deyða tola,
javnir eru vit tá.«

146. Grímur spennir ørvina,
tvær og ta triðju,
kongurin tók mót øllum teim,
beit tær av um miðju.

147. »Tú tarvt ikki, ungur maður,
tínum ørvum oyða,
um enn tú skjýtur allan dag,
tú fært meg ikki deyðan.«

148. Grímur kastar einbuga,
hann tók til brandin bjarta,
setti hann so fyri kongins bróst,
at oddurin stóð í hjarta.

149. Teir framdu sínum bardøgum,
sum fáir finnast líkir:
»Von er Sigrið, systir tín,
hon situr í Síggjaríki.«

150. »Tú fært ikki mína systur,
fyrr lati eg mítt lív,
uttan tú svørt mær trygdareið,
tú gev mær systur tín!«

151. Teir kastaðu sínum vákn á vøll
pá tann sama dag,
síðan svóru teir trygdareið
í stálbrøðralag.

152. Tað var hann Grímur Løðarjals son,
tá ið hann sá faðir sín:
»Hevði eg ikki svorið tær trygdareið,
so skyldi tú latið lív.«

153. Tað var Grímur Løðarjals son,
hann bar so tunga sorg,
hann gloymdi ikki faðir sín
at leggja hann í borg.

154. Tað vóru hesar reystu kempur
heim í garðin fóru,
úti stóð Silvur kongsdóttir,
umfavnar væl sín bróður.

155. Tað var hon Silvur kongsdóttir,
hon var í orðum veik:
»Tú hevur sár í víggi fingið,
tí er tín kinn so bleik.«

156. »Syrg ikki, syrg ikki, systir mín,
tú syrg ikki sára leingi,
maður er komin at biðja tín,
sum reystari finst hann eingin!«

157. »Hann hevur dripið faðir mín,
tað syrgir mín móðir,
hann kemur ikki í song við mær,
tú ræður tað ei, mín bróðir!«

158. Tað var hon Silvur kongsdóttir
hon tók sær ker í hond,
so fór hon í kjallaran,
sum mjøður fleyt í bland.

159. Tá hon hevði blandað
eitur út í vín,
ber hon fram for Grím hin unga,
biður hann drekka til sín.

160. Tá ið hon hevði blandað
eitur út í bjór,
hansara góða fingurgull
tað rodnaði sum eitt blóð.

161. »Tú tarvt einki blanda mær
nakra ilsku og eiturpínu,
vilt tú ikki vera mítt vív,
eg skal tínum lívi týna.«

162. Tá ið hon hoyrdi
riddarans orð,
grátandi Silvur kongsdóttir
hon snúðist út frá borð.

163. Silki og so perlur
tað var eftir vegnum prangað,
ikki kundi Silvur kongsdóttir
á bara jørðini ganga.

164. Silki og so perlur
tað var eftir vegnum breitt,
so varð hon Silvur kongsdóttir
niður til strandar leidd.

165. Tað var hann Grímur Løðarjals son,
tók hana í sín favn,
leiddi hana so til strandar oman,
hann setti hana í fremra stavn.

166. Hvørjumegin stavnin
brá tann fagur litur,
sum hon Silvur kongsdóttir
í lyftingini situr.

167. Hvørjumegin stavnin
brá tann litur á,
sum hann Grímur Løðarjals son
í lyftingini stár.

168. Vundu teir upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikaðu ei á bunkan niður
fyrr enn við Síggjaríki.

169. Hegar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand.

170. Lótu teir síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig Grímur Løðarjals son
við sínum fót á land.

171. Fyrstur steig Grímur Løðarjals son
við sínum fót á land,
tá var hon Silvur kongsdóttir
undir hans høgru hond.

172. Tá var hon Silvur kongsdóttir
undir hans høgru hond,
har var Marita, Svøríkis dóttir,
riðin niður til strond.

173. Tað var Marita, Svøríkis dóttir,
skyldi kanna liðið,
saknaði jall úr lyftingi burtur,
fell í óviti niður.

174. »Hoyr tú tað, mín sæla móðir,
tú leika tær ei so trá,
tú skalt ráða fyri Síggjaríki
líka enn sum áður!«

175. Silki og so perlur
tað var eftir vegnum prangað,
ikki kundi Silvur kongsdóttir
eftir bara jørðini ganga.

176. Silki og so perlur
tað var eftir vegnum breitt,
so varð hon Silvur kongsdóttir
upp frá strondum leidd.

177. Tað vóru hesar reystu kempur,
inn í garðin fóru,
úti stóð Sigrið jalsdóttir,
umfavnar væl sín bróður.

178. Tað var hon Sigrið jalsdóttir,
hon var í orðum veik:
»Tú hevur sár í víggi fingið,
tí er tín kinn so bleik.«

179. »Syrg ikki, syrg ikki, systir mín,
tú syrg ikki sára leingi,
maður er komin at biðja tín,
sum reystari finst hann eingin!«

180. »Hann hevur dripið faðir mín,
tað syrgir mín móðir,
hann kemur ikki í song við mær,
tú ræður tað ei, mín bróðir!«

181. Tað var hon Sigrið jalsdóttir,
hon inn í hallina gekk,
fyrsta hon hann við eygum sá,
hon yndi til hann fekk.

182. Lótu slakta neyt og seyð
helst út av tí besta,
snarliga lótu til brúdleyps ætla,
tey vildu ikki leingi fresta.

183. Lótu tá til brúdleyps ætla,
tá var ei at tvørra,
átjan borgum boðið var,
og tólv hundrað á hvørjum.

184. Lótu tá til brúdleyps ætla
skjótt og ikki leingi,
har kom so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.

185. Drukkið varð teirra brúdleypið,
herurin var so fegin
sum tann fuglur, á kvisti situr,
er á ljósum degi.

186. Drukkið varð teirra brúdleypið
bæði úti og inni,
drukku mjøð og kláran vín,
glaðir á hvørjum sinni.

187. Drukkið varð teirra brúdleypið,
gott var teirra lív,
gingu so í eina song
Hildibrand og hans vív.

188. Bæði gingu í eina song
Hildibrand og hans vív,
men hon Silvur kongsdóttir
hon væntaði sær til stríð.

(c) Dansifelagið í Havn