Kvæðasavn

Grímur á Miðalnesi

Uppskrift: CCF 55A, 2, pp. 328-333, FK 51A, 13, pp. 127-139.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Gevið ljóð og lýðið á,
fátt er um at røða,
bóndin fyrst í heimi bygdi,
harum vil eg kvøða.

Burt skal eg ørind ríða.
Hvør er nú betri,
blanki ella brúni,
brúni ella reyði?
Burt skal eg ørind ríða.

2. Hann festi frú og flutti heim,
hann unti sum sínum lívi,
mangur lýtur av flagda ræði
at korta um ævi sína.

3. Tey vóru ikki leingi saman,
til tey gótu tann svein,
góðum stundum gitin var,
og so var hann borin í heim.

4. Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
bóndin klæddist for síni song,
hann lysti á skógin ríða.

5. Frændur tveir á skógnum riðu
við so góðum treysti,
sóu brenna heitan eld
og hartil fagrar kostir.

6. Bóndin ríður á skógnum burtur,
veit sær lítið til sakar,
visti ei, hvat heima stóð,
hans frú mundi fyri taka.

7. Bóndans kona frá høllum gongur
langa leið og drúgva,
hon sær eld í fjalli brenna,
drúgvar neistar flúgva.

8. Fljóðið hugsar við sjálvum sær:
»Úti skal eg ikki standa,
antin her byggja fólk ella trøll,
eg fari her inn at ganga.«

9. Bóndans kona í hellið gekk,
gívrin var ikki inni,
børnini tvey á gólvi sótu,
leika við feldir tvinnar.

10. Bóndans kona í hellið gekk,
sum stórur hekk ketil yvir eldi,
børnini tvey á gólvi sótu,
leika við silkifeldi.

11. Bóndans kona fyri eygum sá,
mangt man feigum granda,
svørðið hekk yvir teirra høvdi,
slíkt er ikki í landi.

12. Hon tók gívrinnar bæði børn,
hon ræð í ketil kasta,
brandin tók hon heim við sær,
og slíkt var ikki at lasta.

13. Tað leið ikki longur um
enn eina lítla tíð,
tá mátti síggjast ein grimur gívur
oman úr fjalli líða.

14. Hundar tóku at goyggja hátt,
tá gívurin kom at garði,
hon stígur á legg við stinnum alvi,
bóndans kona ei varir.

15. Hundar tóku at goyggja hátt,
tá gívrin at garði dró,
hon stígur á legg við stinnum alvi,
upp um kálvan tróð.

16. Veggir allir svigtaðu,
har hon gekk í tún,
beinkir allir brotnaðu,
áðrenn hon fekk rúm.

17. »Tú tókst míni bæði børn,
tey ræðu í blundi at sita,
tað mátti tú vænta tær,
at eg mundi tín vitja.«

18. So var sagt, at bóndans kona
hon var ikki veik,
straks tókust tær hondum saman,
gjørdu ein snarpan leik.

19. Tær ryktust bæði hart og snart,
so er sagt ífrá,
so fór teirra yndi at,
at bóndans kona kom á.

20. Bóndin kom av skógnum heim,
tá lá gívrin undir,
tók hann til sín bitra brand,
hann vegur nú títt um stundir.

21. Bóndin tykir lítlan tattur,
so er sagt ífrá,
hann kleyv hesa grimu gívur
sundur í lutir tvá.

22. »Hoyr tú, mín hin veldiga søta,
lat ikki harmin røða,
tað skalt tú ikki frykta fyri,
snart skal eg teg grøða!«

23. »Annað mást tú, harri mín,
finna tær til ráða,
enn tú ognast smyrslið tað,
ið grøðir míni sár.

24. Jarngerð eitur bóndans dóttir,
tað hitt væna sprund,
hagar skalt tú til ráða leita
at saðla tín hest í lund.

25. Tí eg havi barst við fárligt fljóð,
øllum tykir undur,
hon hevur brotið bein í mær,
rygg og rivini sundur.«

26. Enn er nú, sum oftum er,
at harmar eru stórir,
bóndans kona bar barn í heim,
tá sløktir eldar vóru.

27. Bóndi leyt at síggja á,
hans brúður mundi doyggja,
síðan gróvu teir dreyg í heyggj,
sum dreingir dalin hoyggja.

28. Sveipar hann sveinin í klæði væl,
og komin til góðar at evna,
síðan læt hann presti bera,
Grím bað hann hann nevna.

29. Eingin unnar so øðrum væl,
hann lýtur ei av at hyggja,
bóndin festi aðra konu,
leyt við henni at byggja.

30. Jarngerð eitur bóndans dóttir,
tað hitt væna sprund,
hagar man hann ráða leita
at saðla sín hest í lund.

31. Gud náði tann, ungur móður missir,
honum er tungt og spekt,
Grím letur hon í árni rekast
við so lítla røkt.

32. Grímur gekk á skógin burtur,
sum hans lá móðir í mold,
fátt var tá til ráða at taka,
kykur gekk hann á fold.

33. Hon reistist upp í heygginum,
ei var móðir blíð,
so var sagt í øllum lutum,
at hon var ikki fríð.

34. »Grímur, tú manst gjalda mín,
so ung eg læt mítt lív,
men hevði eg verið á foldum enn,
tú skuldi ei lítt tann pín.

35. Hoyr tað, mín hin sæli son,
tú drekk nú heilur av horni,
ræðst ikki tína stjúkmóður,
tá tú kemur heim á morgni!«

36. Fyrstu ferð av horni drakk,
so er greint fyri mær,
so fór teirra yndi at,
at hon kom Grími á knæ.

37. Aðra ferð av horni drakk,
so er greint fyri mær,
so fór teirra yndi at,
at hon kom Grími á knæ.

38. Triðju ferð av horni drakk,
so er greint ífrá,
so fór teirra yndi at,
at Grímur kom henni á knæ.

39. Tí svaraði bóndans kona,
svór á sína trú:
»Hoyr tað, Grímur, sonur mín,
duga manst tú nú!«

40. Níggju nætur á skógnum var,
kendi ei til neyðar,
bóndin var í døplum huga,
syrgir sonar deyða.

41. Grímur gekk til hallar heim,
glaður uttan ekka,
setti seg yvir sín faðirs borð
og krevur mat og drekka.

42. Jarngerð gekk at borðinum
bæði av grimd og bræði,
aktar sær Grím so háðiliga
úr sínum sessi at draga.

43. »Hoyr tað, Jarngerð, bóndans kona,
tað skuldi tú notið,
vart tú ikki mín faðirs kona,
eg skuldi tínar hendur brotið!«

44. Tí svaraði bóndans kona,
bæði av ilsku og bræði:
»Tú hevur mikla dirvi fingið,
á skógnum tikið ræði.«

45. Bóndin situr í hásæti,
tykir honum í tí lætt:
»Eg vildi givið hálvt mítt fæ,
at tær hevði brogðið í ætt.

46. Hoyr tað, Grímur, sonur mín,
her kanst tú einki gera,
far til Tórð á Miðalnesi,
betur man hann tær vera!

47. Tað verður eingin av tínum frændum,
ið tær verður dyggur mann,
uttan Ljós í Loftum frá,
og javnræði roynist tær hann.«

48. Bóndin so til orða tók,
mælti tað av bræði:
»At vega Ravn í Bessavík
hartil leggi eg tær ræði.«

49. Grímur gekk seg haðan burt
úr sínum faðirs veldi,
kom til Tórð á Miðalnesi,
síðla var á kvøldi.

50. Tað var ungi Grímur,
gekk í hallina inn,
Tórður sat yvir breiða borði,
smíltist undir skinn.

51. »Vælkomin, Grímur, frændi mín,
ikki skal eg teg fjóna,
ofta hevur vaksið ungum hvølpi
hvassar tenn í góma!«

52. Grímur var í borgum har,
flytur so frøðið fram,
griman tók hann vøkstur har,
hann bleiv ein menskur mann.

53. Fóru teir á sjógvin út,
enn elvist meiri vandi,
har kom vindur og báran stríð,
hon bar teir langt frá landi.

54. Sandurin lá á tilju inni
á tí sama sinni,
drivu so at oyggjum inn,
sum einki fólk var inni.

55. Har var ei til lív at vænta,
knørrurin vildi tróta,
Tóraldur bað tá roysni royna,
vildu teir lívið njóta.

56. Allir sukku Tóralds rekkar
niður í døkkan sand,
Grímur og Tóraldur, frændur tveir,
teir komu sær upp á land.

57. Fingu upp eld so brádliga,
tað var báðum betur,
frændur vóru í oynni har
allan henda vetur.

58. Mæla teir, ið heima sita,
teir kenna lítið til neyðar:
»Tóralds knørrur er burturblivin,
teir eru allir deyðir.

59. Vær væntum teir allar deyðar vera,
ongan aftur koma,
nú skal ríða á Miðalnes
og festa Tóralds konu.«

60. Riðu út av Laksavík,
fljótir hestar runnu,
komu ikki fyrr til Miðalnes
enn ljós í loftum brunnu.

61. Nú er enn, sum ofta var,
at bleytt er kvinnu hjarta,
allar tóku at óttast við,
tær síggja teir skjøldir bjartar.

62. Ógvuligt var at síggja á,
tá ið rekkar komu at garði,
inni sita kvendini,
tey liva við lítið væri.

63. Oddur gekk í hallina inn,
hann læt ei hugin resta:
»Til tess eri eg higar komin
Ingibjørg at festa.«

64. Tí svaraði Ingibjørg,
rósan tann hin reyða:
»Eg játtist ongum livandi manni
eftir Tóralds deyða.«

65. Upp stóð Ravnur í Bessavík:
»Eg man ráða mest,
eg ríði ikki av Miðalnesi,
fyrr enn Ingibjørg er fest.«

66. Drukku teir á Miðalnesi
fult í dagar tvá,
neyða førdu teir Ingibjørg
hennara borgum frá.

67. Veturin leið, og várið kemur,
hartil høvum vær frætt,
knørrir fóru á havið út,
men Tóralds lið var lætt.

68. Sóu tveir menn á oynni ganga,
mundi dreingjum falla,
Tórald kendu á allari sjónd,
men Grím, hans frænda, valla.

69. Løgdu teir at oynni inn,
vóru ei til tess sein,
snarliga skunda frændur tveir
ytst á flóðarstein.

70. Tóraldur so til orða tók,
tað lýtur so frøði byrja:
»Hvat er títt á Miðalnesi?
Er nú fyrst at spyrja.«

71. »Ingibjørg á Miðalnesi,
tóast hon bíður ta kvíðu,
hon er seg í Laksavík
og svevur Oddi á síðu.«

72. Niður settist Tóraldur
har á døkka fold,
svørji tann eið á mína trúgv,
hann sortnaði sum ein mold.

73. Grímur so til orða tók,
ræð so orðum svara:
»Tú kanst seta fjølment ting
og bjóða til dreingir snarar.«

74. Tóraldur læt tá tingið seta
bæði um torpar og bý,
hann býður til Odd í Laksavík,
hann skal ikki stevnur flý.

75. Út reið Oddur í Laksavík
við silvurbúgvin brand,
Ravnur reið av Bessavík,
hann kveikir ilskugrand.

76. Snorri reið av Rangagørðum
við sínar gyltu reimar,
skarlaksskikkjan yvir seg bar,
hann reið við fimtan sveinar.

77. Út reið Ljós í Loftum frá
við sínar gyltu ringar,
ofta kemur løkur bóndi
síðla dags til tinga.

78. Tóraldur so til orða tók,
sigist í bragdartátti:
»Enn hvør festi konu tá,
sum eg sjálvur átti?«

79. Oddur so til orða tók
við sínar bustir stinnar:
»Hvat skal honum slíka konu,
sum ei er maður at vinna?

80. Hvat skal honum eigan góð,
sum ikki er maður at røkja,
hvat skal honum góða konu,
sum ei er maður at søkja?«

81. Upp stóð Ravnur í Bessavík,
hann letur ei hugin resta:
»Nú er vetur til enda komin,
síðan hann frúnna festi.«

82. Svaraði Snorri í Rangagørðum,
reiði at honum rennur:
»Nú er lopin vetur og heyst,
nú hevur hann vald á henni.«

83. Niður settist Tóraldur,
hann talaði ikki orð,
upp stóð Grímur á Miðalnesi,
hann skeyt sín skjøld á borð.

84. Upp stóð Grímur á Miðalnesi,
talar nú hvølt og hátt:
»Sjálvur skuldi eg mær sømdir gjørt,
hevði eg vívið átt.«

85. Svaraði Snorri í Rangagørðum,
helt á gyltum spjóti:
»Hvaðan er hesin mikli maður,
talar oss øllum ímóti?«

86. Mælti tað Ravnur í Bessavík,
hann helt á búnum brandi:
»Vær skulu gera hann útlagnan
burtur av hesum landi.«

87. Svaraði Ljós í Loftum frá:
»Tær verið honum ei so stríðir,
hatta er Grímur, frændi mín,
av Miðalnesi út ríður!«

88. Dreingir lata tingið seta,
tjaldrið yvir teim stendur,
upp stóð Grímur av Miðalnesi,
tók sín brand í hendur.

89. Spretti hann tjaldur yvir høvdi á teim,
síðan gekk hann inn,
svørji tann eið á mína trú,
hann vá har seggjar fimm.

90. Oddur skundaði síni ferð,
hann reið tí tingi frá,
Grímur reið hann snarliga upp
og kleyv hann í lutir tvá.

91. Burt reið Ravnur í Bessavík,
ei var við frið at fara,
Snorri skundaði síni ferð
heim í Rangagarðar.

92. Grímur reið heim skundiliga,
fáir finnast slíkir,
ikki bant hann byrðin við
og fyrr enn í Laksavík.

93. Grímur stoytti á Oddar dyr,
væl kann randir rjóða:
»Seinir eru tit, upplopsmenn,
gestinum inn at bjóða.«

94. Ravnur talar til sínar menn:
»Tær latið ei váknið liggja,
annað ert tú, Grímur, verd
enn innboð av mær tiggja!«

95. Tað var Ravnur í Bessavík,
vildi ei undan flýggja,
setti upp á høvur sítt
trinnar hjálmar nýggjar.

96. Grímur gav so stórt eitt høgg,
er mær ei á tí hól,
hann kleyv Ravn í lutir tvá,
so brandurin rann í gólv.

97. Tað var Grímur á Miðalnesi
heim í garðin fór,
úti frúgvin Ingibjørg
fyri honum stóð.

98. Frúgvin so til orða tók,
hon læt av reiði renna:
»Hvat er títt á tinginum,
og livir Tórður enn?«

99. »Væl livir Tórður, harri tín,
tað sigi eg á sonnum,
sjálvur átti eg brandin tann,
ið Oddi stóð í tonnum.«

100. Tað var frúgvin Ingibjørg,
leikar við lógvum tveim:
»Góðan tíð tá fóstraði eg
tann gæviliga svein.«

101. »Eg vá Ravn í Bessavík,
tað greini eg fyri tær,
eg vil ikki dylja tær av,
at eg hans konu svav.«

102. Hann vá Ravn í Bessavík
pá hans egin grund,
riðu so aftur til Ljósavágs,
tá var kyrt um stund.

(c) Dansifelagið í Havn