Kvæðasavn

Guttormur í Hattarmóti

Uppskrift: CCF 58A, 2, pp. 375-381, FK 54A, 14, pp. 87-103.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Viljið tær nú lýða á,
meðan eg flyti fram,
hvøssu frúgvin Margreta
henni lukkan ann?

Stígum fast á várt gólv,
sparum ei vár skó!
Gud man ráða, hvar vit dansa
onnur jól.

2. Mangir hana bóðu,
eingin hana fekk,
Guttormur Knútsson
við ynskum gekk.

3. Mangir hana bóðu,
kongasynir og sveinar,
hon var seg so biðlavond,
hon bað teir sita heima.

4. Hann bar upp síni bønarorð
við so góðum vilja,
øllum fell tað væl í lag,
sjálv læt hon ikki synja.

5. Lótu tá til brúdleyps ætla,
ikki mátti tvørra,
báðum borgum boðið var,
tólv hundrað av hvørji.

6. Tríati vóru silvurføt,
annaðslíkt av skálum,
tá leyp av á Hesló,
alt var sett í málum.

7. Drukkið var teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song,
Guttormur og hans vív.

8. Tey vóru ikki longur saman
enn í mánar tólv,
tá vóru tey til veitslu boðin
aftur í Hesló.

9. Svaraði frúgvin Margreta,
glógvar øll sum gull:
»Gjarna tak tey ráðini,
tey eru av svikum full!«

10. Og so letur Guttormur
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

11. So letur hann Guttormur
byggja skipin stór,
letur laða í bæði borð
virtur og so bjór.

12. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

13. Vinda upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Hesland.

14. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
lótu síni ankør falla
á so hvítan sand.

15. Lótu síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Guttormur
sínum fótum á land.

16. Fyrstur stígur Guttormur
sínum fótum á land,
so hon frúgvin Margreta
undir hans høgru hand.

17. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búgvin ganga tey
í høgar hallir inn.

18. Og so búgvin ganga tey
í høgar hallir inn,
sum drotningin við borðið sat
við monnum hundrað fimm.

19. Drotning tekur gullstól,
skúgvar fram á gólv:
»Har skalt tú nú, Guttormur,
drekka á um jól.«

20. Svaraði frúgvin Margreta,
glógvar hon sum gull:
»Gjarna tak tey ráðini,
tey eru av svikum full!«

21. Fimmti vóru edilingar
sárir undir skinn,
áðrenn teir høvdu Guttorm
í myrkastovu inn.

22. Fimmti vóru edilingar
sárir undir hond,
áðrenn teir høvdu Guttorm
í myrkastovubond.

23. Minka tók tá gleði,
vaksa tók tá sút,
tá teir vógu Guttorms lík
um hallardyrnar út.

24. Tá teir vógu Guttorms lík
niður til sjóvarstrand,
bókina tá fekk hann
ternuni í hand.

25. Bókina tá legði hann
ternuni íhjá:
»Hetta skalt tú goyma,
ungum soni ár.«

26. Tað var enn, sum oftum er,
dult er døpult mein,
frúgvin gekk seg í høgaloft,
føðir dóttur og svein.

27. »Tak tú mín hin unga son,
ber á skógvin svá,
lat tú ikki drotningina
síggja har uppá!«

28. Tí svaraði drotningin,
rennur henni í grun:
»Nú man frúgvin Margreta
hava átt bæði dóttur og son.«

29. Tað var hon drotningin,
sveipar at skinn,
so gár hon í høgaloft
for frú Margretu inn.

30. »Tak tú hesa ungu kind,
sker henni klæði reyð,
al hana upp í Hosló,
til hon tolir deyð!

31. Tak tú hesa ungu kind,
sker henni klæði grøn,
al hana upp í Hosló,
av Guði tak tú løn!«

32. Tað var hon drotningin,
sínum svørði brá,
hon kleyv hennara ungu kind
sundur í lutir tvá.

33. Hon kleyv hennara ungu kind
sundur í lutir tvá,
síðan læt hon bera tað
á brennandi bál.

34. Í ótíð tá var tann
høvurdúkur vigin,
hann var á frúnni Margretu
fast um hálsin drigin.

35. Í ótíð var tann
høvurdúkur gjørdur,
tað var frúgvin Margreta,
hon var í dýnum køvd.

36. Tað var hin ungi Magnus,
tekur til at tala:
»Hví eru vit so einsligir
komnir burt í haga?«

37. »Tegi, tegi, Magnus,
tegi nú so svá,
tú hevur fleiri óvinir
enn tungan tala má!«

38. »Hoyr tú, unga ternan,
dyl tú við meg,
onga skal eg jomfrú lova
uttan sjálva teg!«

39. Tað var ungi Magnus
reið eftir vegnum fram,
føgur var tann dúgvan,
honum fleyg á arm.

40. Tað var unga ternan,
kleiv seg upp í træ,
bókina tá legði hon
Magnusi á knæ.

41. Bókina tá legði hon
Magnusi íhjá,
manga mansævina
sá hann hará.

42. Manga mansævina
sá hann har uppá,
sjálvs síns faðirs deyða
standa har íhjá.

43. Føgur var tann dúgvan,
honum fleyg á arm,
tað var hon heiliga Ata,
faðirssystir hans.

44. Tað var hin heiliga Ata,
tekur til at tala:
»Hvar man ungi Magnus
nú til ferðar fara?«

45. Svaraði ungi Magnus,
mælir á tungu inna:
»Eg fari meg innan Hosló
mína móðurmóður at finna.

46. Hoyr tað, heiliga Ata,
faðirsystir mín,
legg góð ráðini
for bróðursonin tín!«

47. »Eg kann einki góð ráðini
leggja fyri teg,
enn eg veit so fá
fyri sjálva meg.

48. Hoyr tú, ungi Magnus,
fyrst tú húsini sær,
bið tú hesa sendivættur
náðir veita tær!

49. Indan tekur drotningin
orðinum so nær,
biður ganga í dansin
fyri herkonur tvær.

50. Indan tekur drotningin
teim orðunum for seg,
biður ganga í dans
fyri herkonur seg.

51. Indan vil hon drotningin
skeinkja tær eitur í vín,
enntá hygg tú, Magnus,
at fingurgulli tín!

52. Enntá hygg tú, Magnus,
at fingurgulli góð,
sveitkast tekur títt fingurgull,
tað rodnar sum eitt blóð!«

53. Fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
»Far heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær væl!

54. Bæði heil og happadrúgv
skiljast vit á sinni,
Magnus, goym væl hesi orð,
legg tey væl í minni!«

55. Tað var ungi Magnus,
fyrst hann húsini sær,
biður hann hesa sendivættur
dugnað veita tær.

56. Indan tekur drotningin
teim orðunum nær,
biður hann ganga í dans
fyri herkonur tvær.

57. Indan tekur drotningin
teim orðunum for seg,
biður hann ganga í dans
fyri herkonur og teg.

58. Hann segði seg vera troyttan,
hann sigur seg vera móðan,
hann sigur seg vera harra Stíg
eystan úr Fjón.

59. »Her siti eg og hugsi
í mínum huga enn,
nær mín bróðir átti
teir synirnar fimm.«

60. »Ein eitur Stígur,
annar eitur Stavn,
bókin hevur sagt mær
beggja teirra navn.

61. Bókin hevur sagt mær
beggja teirra navn,
triði er í Noregi
og fjórði í Keypinhavn.

62. Fjórði er í ríkinum,
konginum gár so nær,
hetta er tann fimti,
tú her for eygum sær.«

63. Indan vil hon drotningin
skeinkja honum eitur í vín,
enntá hugdi Magnus
at fingurgulli sín.

64. Enntá hugdi Magnus
at fingurgulli góð,
sveitkast tók tað fingurgull,
tað rodnaði sum eitt blóð.

65. »Hoyr nú tað, tú drotningin,
móðursystir mín,
hví vilt tú forráða
bróðursonin tín?«

66. »Her siti eg og hugsi
í mínum huga enn,
nær mín bróðirin átti
teir synirnar fimm.«

67. »Ein eitur Stígur,
annar eitur Stavn,
triði er í Noregi,
ræður for Keypinhavn.

68. Fjórði er í ríkinum,
konginum gár so nær,
hetta er tann fimti,
tú her for eygum sær.«

69. Hon læt upp eina búð
full við silki smá:
»Hetta átti Guttormur,
kongins mágur.

70. Hetta átti Guttormur,
kongins mágur,
átti tað Sjúrður Fávnisbani,
ormin ið hann vá.

71. So mangt eitt borðprýði,
so mong ein silvurskál,
hetta átti Guttormur,
kongins mágur.

72. Hetta átti Guttormur,
kongins mágur,
átti tað Sjúrður Fávnisbani,
ormin ið hann vá.«

73. Til tað svaraði Magnus,
í trappum tar hann stóð:
»Kalli so miklan fíggjaskaða,
brenna slíka búð.«

74. Til tað svaraði ternan,
stóð í mannatrongd:
»Ofta hevur manni verið
tungan alt for long.«

75. »Tegi, tegi, ternan.
dyl tú við meg,
onga skal eg jomfrú lova
uttan sjálva teg!«

76. »Hoyr tað tú, drotningin,
tað tali eg til tín:
hvøssu gjørdi tú frú Margretu,
higar kom til tín?«

77. »Eg tók av frúnni Margretu
allan hennara eyð,
hon ikki undan
í einum kyrtli reyð.

78. Fjøruti havi eg konur dripið,
annaðslíkt í moyggjum,
ætli mær leika annaðslíkt,
áðrenn eg man doyggja.«

79. »Hevur tú fjøruti konur dripið,
annaðslíkt í moyggjum,
aldri leik tú annaðslíkt,
áðrenn tú manst doyggja!«

80. »Hoyr tað, harra Stígur,
bróðursonur mín,
undarliga falla
orðini tíni!

81. Her siti eg og hugsi
í mínum huga enn,
nær mín bróðir átti
teir synirnar fimm.«

82. »Ein eitur Stígur,
annar eitur Stavn,
bókin hevur sagt mær
beggja teirra navn.

83. Bókin hevur sagt mær
beggja teirra navn,
triði er í Noregi,
hann ræður for Keypinhavn.

84. Fjórði er í ríkinum,
konginum gár so nær,
hetta er tann fimti,
tú her for eygum sær.«

85. Enntá mintist Magnus,
hvat verið hevði fyrr,
legði eld í báðar galvar,
stokkar fyri dyr.

86. Legði eld í báðar galvar,
stokkar fyri dyr,
brendi inni drotningina,
alt tað valdra lið.

87. Tí svaraði drotningin,
tá rann henni í grun:
»Hatta mundi vera Magnus,
Margretu son.«

88. Magnus hann tekur
í ternunnar klæði,
logandi gingu tey
úr bálinum bæði.

89. Tað var ungi Magnus,
reið eftir vegnum fram,
føgur var tann dúgvan,
honum fleyg á arm.

90. Føgur var tann dúgvan,
honum fleyg á arm,
tað var hin heiliga Ata,
faðirsystir hans.

91. Tað var heiliga Ata
tekur til at tala:
»Hvar skal ungi Magnus
nú til ferðar fara?«

92. Til tað svaraði Magnus,
bæði við tukt og sinni:
»Eg fari meg í Vallalíð
mín sæla abba at finna.

93. Hoyr tú, heiliga Ata,
faðirsystir mín,
legg góð ráðini
fyri bróðursonin tín!«

94. »Eg kann eingi góð ráðini
leggja fyri teg,
tí eg veit so fá
fyri sjálva meg.

95. Hoyr tú, ungi Magnus,
tá tú húsini sær,
bið tú hesa sendivættur
dugnað veita tær!

96. Kongurin talar
til allan sín her,
bið tú hesa sendivættur
vita hvøssu fer!

97. Higar ið tær hvítu bjarnir
vilja at tær leggja,
brádliga skalt tú vísa teim
tær bitru svørðseggjar.

98. Enntá talar kongurin
til allan sín her,
biður loysa úlvhundar
at vita hvussu fer.

99. Higar ið teir úlvhundarnir
vilja at tær leggja,
brádliga skalt tú vísa teim
tær bitru svørðseggjar.

100. Enntá talar kongurin
til allan sín her,
biður loysa staddurnar
at vita hvussu fer.

101. Higar ið tær staddurnar
vilja at tær leggja,
brádliga skalt tú vísa teim
tær bitru svørðseggjar.«

102. Fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
»Far væl heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær væl!

103. Bæði heil og happadrúgv
skiljast vit á sinni,
Magnus, goym væl hesi orð,
legg tey væl í minni!«

104. Inn kom ein av sveinunum,
sigur øllum frá:
»Eg sær mann mót borgum ríða,
miklan í brynju blá.

105. Eg sær mann mót borgum ríða,
miklan í brynju blá,
ongum manni líkari
enn Guttormi at sjá.«

106. Tað var ungi Magnus,
fyrst hann húsini sær,
biður hesa sendivættur
dugnað veita sær.

107. Enntá talar kongurin
til allan sín her,
biður loysa hvítabjarnir,
vita hvøssu fer.

108. Higar ið tær hvítubjarnir
vildu at honum leggja,
brádliga mundi hann vísa teim
tær bitru svørðseggjar.

109. Tá ið tær sóu
svørðseggjar við,
allar duttu hvítubjarnir
steindeyðar niður.

110. Fullu niður á jørðina,
feldu móðig tár:
»Hetta átti Guttormur,
kongins mágur.

111. Hetta átti Guttormur,
kongins mágur,
átti tað Sjúrður Fávnisbani,
ormin ið hann vá.«

112. Enntá talar kongurin
til allan sín her,
biður loysa úlvhundar,
at vita hvøssu fer.

113. Allir vildu úlvhundarnir
at honum leggja,
brádliga mundi hann vísa teim
tær bitru svørðseggjar.

114. Fullu niður á jørðina,
feldu móðig tár:
»Hetta átti Guttormur,
kongins mágur.

115. Hetta átti Guttormur,
kongins mágur,
átti tað Sjúrður Fávnisbani,
ormin ið hann vá.«

116. Enntá talar kongurin
til allan sín her,
biður loysa staddurnar,
at vita hvussu fer.

117. Allar vildu staddurnar
at honum leggja,
brádliga mundi vísa teim
tær bitru svørðseggjar.

118. Higar ið tær staddurnar
svørðseggjar sá,
fullu niður á jørðini,
feldu móðig tár.

119. Fullu niður á jørðini,
feldu móðig tár:
»Hetta átti Guttormur,
kongins mágur.

120. Hetta átti Guttormur,
kongins mágur,
átti tað Sjúrður Fávnisbani,
ormin ið hann vá.«

121. Tað var ungi Magnus,
hugsar so við sær,
bant hann eina stadduna
við høgru lið á sær.

122. Tað var henda staddan,
var bæði galin og óð,
ikki undir fimmti mans
hon for fótum tróð.

123. Og so reið hann Magnus
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvørar,
móti honum rann.

124. Klývur hvønn um tvørar,
móti honum rann,
eftir stóð tá kongurin
við sín triðja mann.

125. Niður feldi hann herin allan,
alt tað valdra lið,
kongurin er kropin
undir borgarlið.

126. Kongurin er kropin
undir borgarlið:
»Mín keri dótturson,
gev mær grið!«

127. »Slíkan skalt tú griðin
av mær fá,
sum tú lætst mín sæla faðir
av sínum lívi gá.«

128. Tað var ungi Magnus,
sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan kongin
sundur í lutir tvá.

129. Festi aftur ternuna
við so góðum meingi,
ráddi fyri Vallalíð,
var har kongur leingi.

(c) Dansifelagið í Havn