Kvæðasavn

Haraldskjøldur av Miklagarði

Uppskrift: FK 58F.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Vitur er sá mektigi dá,
høgur er harragjøld,
tað ræður ein kongur fyri Miklagarði,
nevndur er Haraldskjøldur.

2. Haraldskjøldur av Miklagarði,
frægur mót hvørjum manni,
hann vil ikki herja á hann,
ið eina situr í ranni.

3. Haraldskjøldur av Miklagarði
bæði við spekt og náðum,
hann vil ongan herja á,
sum eina situr í ráðum.

(c) Dansifelagið í Havn