Kvæðasavn

Hermundur Illi

Uppskrift: FK 61F.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Atli vindur upp síni segl,
siglir millum fjarða,
festi hina ríku kongins dóttur
oman av Miklagarði.

Løtum dans stíga, dreingir,
nú stásiliga stíga!
Ringurin stendur í væl, frúa.
Løtum dans stíga, dreingir!

2. Festi frúnna Kristina,
føgur sum nøkur lilja,
hvørt eitt barn, í ríkinum var,
er riðið ta frúu at fylgja.

3. Hvørt eitt barn, í ríkinum var,
fylgdi ta frúu á leið,
faðir hennara og móðir
niður til strandar reið.

4. Jallin eigur tógva synir,
føddar á gævustund,
annan nevni eg Eirik,
annan Hermund.

5. Annan nevni eg Eirik,
annan Hermund illa,
tað er mær av sonnum sagt,
at sundur barst teirra millum.

6. Eirikur vaks í faðirs garði,
gull bar á hans heiði,
hann er so ræddur í sín huga,
hann torir ei síggja mann reiðan.

7. Eirikur vaks í faðirs garði,
gull ber á hans høvur,
hann er so ræddur í sín huga,
hann torir ei síggja mann bløða.

8. Eirikur vaks í faðirs garði
undir tí tjaldi reyða,
í tí víggi vil hann ei vera,
sum hjørtin er sligin til deyða.

9. Hermundur vaks í faðirs garði,
við tí fór hann fram,
tann dag hann sær ikki tók,
hann blógvaði ikki mann.

10. Hermundur vaks í faðirs garði,
søgur ganga frá,
tann dag hann sær ikki tók,
hann blógvaði ikki ein ella tvá.

11. Tað var pá ein síðla dag,
kongur á heiði reið,
fimmti fann hann raskar kempur
sjúkar á síni leið.

12. Fimmti fann hann raskar kempur,
allar við deyðasár:
»Nú er hin illi Hermundur
í dag riðin til vár.«

13. Kongurin brynjar út
fjøruti lið,
Hermundur reið í herin ein,
og allar høgg hann niður.

14. Kongurin brynjar út
tólv hundrað og fleiri,
Hermundur reið í herin ein,
og allar drap hann teir.

15. Kongurin gár í høgaloft inn,
sigur síni dóttur frá:
»Hermundur hevur os neisur vunnið,
tí stár hans lív í váða.

16. Hermundur hevur os neisur vunnið,
nú stár hans lív í váða,
hoyr tað, Helga dóttir mín,
tú skalt hans deyða ráða!«

17. Tí svaraði jomfrú Helga
bæði av ilsku og bræði:
»Latið Hermund á gálgan upp
at turka har síni klæði!«

18. Tí svaraði Hermundur,
tar ið hann stóð blant manna:
»Áðrenn tú meg á gálgan hevur,
tá skulu vit váknum kanna.«

19. Tað var pá ein annan dag,
kongur á heiði reið,
fimmti fann hann raskar kempur
sjúkar á síni leið.

20. Fimmti fann hann raskar kempur,
allar við deyðasár:
»Nú er hin illi Hermundur
í dag riðin til vár.«

21. Kongurin brynjar út
fjøruti lið,
Hermundur reið í herin ein,
allar høgg hann niður.

22. Kongurin brynjar út
tríati menn,
Hermundur reið í herin ein,
og allar drap hann enn.

23. Kongurin gár í hallina inn,
sigur síni dóttur frá:
»Hermundur hevur os neisur vunnið,
nú stár hans lív í váða.

24. Hermundur hevur os neisur vunnið,
nú stár hans lív í váða,
hoyr tað, Helga dóttir mín,
tú skalt hans deyða ráða!«

25. Tí svaraði jomfrú Helga:
»Hetta er mikil vandi,
gerið Hermund útlagnan
burt av vára landi!«

26. Tí svaraði Hermundur,
fagur sum nøkur kvinna:
»Far væl, jomfrú Helga,
tú manst væl á meg minnast!«

27. »Tað eru hvørki tjóvar ella trælar,
ið her fáa frið í landi,
fyri hvat skal eg minnast á teg,
útlagin veri tú, hin vandi!

28. Tað eru hvørki tjóvar ella trælar,
ið fáa frið her inni,
fyri hvat skal eg minnast á teg,
útlagin ver tú, hin illi!«

29. Tí svaraði Hermundur,
heldur á brýndum knívi:
»Vart tú sonur til faðir tín,
tá skuldi tú týnað lívið.«

30. Kongurin læt tað tingið setja,
mangur fór glaður av,
gjørdi Hermund útlagnan
á tann sama dag.

31. Hermundur vindur upp síni segl,
út í havið setti,
kongurin letur halda vakt
á hvørjum nesi eftir.

32. Rókust úti í myrkum havi
fullar mánar tvá,
ongar vættrar mundu teir
til nøkur lond at sjá.

33. Ongar vættrar mundu teir
til nøkur lond at sjá,
fyrsta land, hann fekk at sjá,
hans móðurfaðir var á.

34. Tí svaraði kongurin
í fyrsta orði tá:
»Latið ikki vár dótturson
av vára landi gá!«

35. Hermundur stendur á bunkanum,
allur í jarni klæddur:
»Sig tað mínum móðurfaðir,
eg eri ikki ov ræddur!«

36. Helga stendur innan høgaloft,
sínum orðum snýr:
»Hvat man gera Haki kall,
hjá mínum faðir býr?

37. Tríggjar eigur hann synir av sær,
onga eigur hann kúgv,
einans vættra føðir hann teir,
hann rør út á sjógv.«

38. Tað var jomfrú Helga,
sær bar gull á hand,
so gár hon úr høgaloft
niður til sjóvarstrand.

39. Tað var jomfrú Helga,
gár við strondum fram,
ramar ristir hon rúnirnar
niður í Haka stavn.

40. Ramar ristir hon rúnirnar
niður í Haka hettu:
»Ikki koma tit heilir heim,
fyrr enn tit hava Hermund sætt!«

41. Ramar ristir hon rúnirnar
niður í Haka bát:
»Ikki koma tit heilir heim,
fyrr enn tit hava Hermund sjá!«

42. Rókust úti í myrkum havi
fullar mánar tvá,
sum tann høga boðaslóð
so fell tann bylgjan blá.

43. Haki stendur í fremra stavni,
tekur hans hold at spilla:
»Eg síggi skip eftir havi koma,
vera man Hermund illi.«

44. Tí svaraði Haki kall,
hann hevði ikki fleiri orð:
»Vit vita os ikki sømri ráð
enn stoyta os út for borð.«

45. Tí svaraði Eirikur,
ið yngstur var av teim:
»Frættið heldur tíðindi,
so føra vit nøkur heim!«

46. Hermundur stendur á bunkanum,
vera má dreingjamaki:
»Eg síggi segl eftir havi koma,
vera má kallmann Haki.«

47. Tað var Hermundur illi,
stendur í fremra stavn,
so tók hann í Haka bát,
hann setir á knørru fram.

48. »Set teg niður, Haki kall,
sig mær satt ífrá:
hvussu livir á Sakslandi
faðir og móðir í ár?«

49. »So livir hon móðir tín
við so mikið mein,
eingin kona á Sakslandi
syrgir teg meir enn ein.«

50. »Set teg niður, Haki kall,
lat ikki hug tín skelva:
hvat er títt á Sakslandi?
Livir jomfrú Helga?«

51. »So livir jomfrú Helga
við so mikið mein,
henni er sami riddari givin,
hertugin Hergeir.

52. So livir jomfrú Helga,
hetta er mikil villa,
alla sína ævina
syrgir hon Hermund illa.«

53. »Set teg niður, Haki kall,
hav ikki við tær grein,
tú vart sá maður á Sakslandi,
ið mær vann einki mein!«

54. Hann fór eftir tí drykkjusteypi,
kallinum drekka bar,
kall situr við æru sína,
hann drekkur har ikki av.

55. Hann reiðir upp eina silkisong,
kallinum býður at sova,
kall situr við æru sína,
hann vil ikki tey boð lova.

56. »Og so mikið reyðargull,
sum henda knørra kann bera,
hoyr tú tað nú, Haki kall,
tað vil eg tær geva!

57. Hoyr tú tað nú, Haki kall,
letur tú meg tað frætta,
eg svørji við meg og ei við Gud,
at lív skalt tú ikki vænta!«

58. Og so mikið reyðargull
hann letur í drykkju niður;
kallin skar so sára við:
»Hann søkkir os allar niður!«

59. Og so mikið reyðargull
hann laðar í Haka bát,
síðan vendi Hermundur
síni skútu frá.

60. Vinda teir upp síni silkisegl,
gull í vovin rand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Saksland.

61. Kasta sínum ankørum
á tann hvíta sand,
fyrst steig Hermundur illi
sínum fótum á land.

62. Gingu teir frá strondum niðan
bæði við gleði og gleim,
alt var fólk í brúdleypi,
og har var eingin heima.

63. Alt var fólk í brúdleypi,
har var gingið í gildi,
uttan Eirikur, bróðir hans,
í høgalofti situr.

64. Jútskan læt hann sær hattin síga
niður for gula lokk,
uttarlaga sær sessin tók,
sum sigist í kvinnuflokk.

65. Jútskan læt hann sær hattin síga
niður for gula hár,
uttarlaga sær sessin tók
stakkalinum hjá.

66. Eingin tann, ið inni var,
henda riddara kendi
uttan jomfrú Helga,
ið reyðargull bar á hendi.

67. Hermundur tekur sítt fingurgull,
letur í drykkju niður:
»Ber tað hasi fátæku kvinnu,
ytst við dyrnar situr!«

68. Hermundur tekur sítt fingurgull,
lokar yvir ker,
sendir so aftur for Helgu,
rætt sum boðið ber.

69. Beyðita stendur á hallargólvi,
heldur á mjaðarskál:
»Tað síggi eg á kvinnuorðum,
kallmans hevur hon mál.«

70. »Tegi, tú Beyðita,
far ikki við tí hátt,
hann hevur ofta í mínum sali
drukkið alvæl kátt!«

71. Tríati kerti
og fjøruti ljós,
tað fylgdi teirri ríku frú
í brúðarhús.

72. Tríati kerti
og fjøruti logar,
kongurin og hirðin øll
Hergeiri fylgdu at sova.

73. Tí var Hermundur illi,
ilt var skap at eggja,
tað var pá ein síðla dag,
hann kreyp millum stavs og veggja.

74. Tað svaraði Hergeiri,
tóktist vera kent:
»Sjálvur hin fánýti
hevur teg higar sent.«

75. »Eg eri einki fánýti
heldur enn sjálvur tú,
ert tú av rættum kongakyni,
vita, royn teg nú!«

76. »Tað segði eg tær, Hergeiri,
tá ið tú heiman fór,
illa mundi tú njóta mín,
og nú er á tí vón.

77. Tað segði eg tær, Hergeiri,
tá ið tú reið til ferða,
illa mundi tú njóta mín,
og nú man á tí verða.«

78. Hergeiri leyp úr seingini fram,
hugsaði sær til frama,
Hermundur fór eftir hallargólvi,
gav honum bráðan bana.

79. Beyðita stendur á hallargólvi,
rópar fólk til sín:
»Hermundur er í moynnasali,
hevur dripið bróður mín.«

80. Summir hús at ríva,
summir dyr at bróta:
»Latið ikki Hermund illa
jomfrú Helgu njóta!«

81. Tað var hin illi Hermundur,
tá var hann staddur í trongd,
feldi meiri enn hundrað mans,
hann ruddi fyri sær gongd.

82. Tað var Hermundur illi,
tá var hann staddur í vanda,
sundur gekk hans góða svørð
ímillum hans beggja handa.

83. Tóku teir unga Hermund,
settu hann í band,
spardu hvørki stokk ella stál
alt um hans ljósu hand.

84. Settu teir hann í myrkastovu,
góvu honum goyms og gæti,
hann hevði so mangan óvinin
alt um sítt lív at træta.

85. Settu teir hann í myrkastovu,
góvu honum goyms og gæt,
hann hevði so mangan óvinin,
tá stóð hans lív í 'Et'.

86. Tað var jomfrú Helga,
sær bar gull á hendi,
skrivar hon eitt so loyniligt bræv
og jallinum fram tað sendi.

87. Vil hann ikki av myrkastovu
hjálpa sínum sæla son,
loftini skulu í eldi brenna.
So var frúar orð.

88. Vil hann ikki av myrkastovu
hjálpa sínum soni sæla,
loftini skulu í eldi brenna.
So ræður frú at mæla.

89. Jallurin gár í høgaloft
for sín sæla son:
»Ótíð vart tú í heimin borin,
betri vart tú ein kona!«

90. Eirikur sprakk um borðið fram,
søgur ganga frá:
»Eg svørji við meg og ei við Gud,
nú skal eg blóðið sjá.«

91. Eirikur gongur at myrkastovudurum,
hvørki við sorg ella sút,
slítur upp hurðar av seigum jarni,
loysir sín bróður út.

92. Slítur upp hurðar av seigum jarni,
loysir út reystan fanga:
»Statt upp, Hermundur, bróðir mín,
ert tú førur at ganga!«

93. Tí svaraði Hermundur,
til ilsku var hann fús:
»Eg havi kongi skatt at lúka
fyri tað myrka hús.«

94. Tí svaraði Hermundur,
hann trýstir á hjartað balda:
»Eg havi kongi skatt at lúka
fyri tað jarnið kalda.«

95. Aftur mintist Hermundur,
hvat verið hevði fyrr,
legði eld í borgina
og stokkar fyri dyr.

96. Legði eld í borgina,
stokkar fyri dyr,
brendi inni kongin
og alt hans valdra lið.

97. Hermundur festi Helgu,
tað var minni vandi,
en hann Eirikur Beyðitu,
teir gjørdu so skil for landi.

98. Hermundur festi Helgu,
tað var minni váði,
en hann Eirikur Beyðitu,
teir gjørdu so brúdleyp báðir.

(c) Dansifelagið í Havn