Kvæðasavn
Ívar á Bretlandi
Uppskrift: FK 64A.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
Fyrsti táttur
1. Gevið ljóð og lýðið á,
gangið nú í dans,
kvøði um Ívar, Bretlands kong,
og trettan brøður hans.
Gyltur spori veri mítt fótaspenni,
so temji eg mín gangara góðan,
lati renna.
2. Hesir hansara trettan brøður,
allir vóru sterkir,
tað var mær av sonnum sagt,
at allir kallaðust kempur.
3. Ívar mundi vera
tann sterkasti av øllum,
tá ið hann var fimtan ár,
tá stóð hann mót øllum.
4. Ísmal hann var honum næst,
tann hin sterki alvi,
eftir honum kom Raðal jall,
sum leikar ofta í talvi.
5. Teir tíggju, sum nú eftir eru,
nevnast ei við navn,
tó var so mikið um allar røtt,
at allir kallaðust javnir.
6. Ívar hugsar við sjálvum sær,
javnt er nú tað ráð,
hvar hann skuldi fara sær,
eitt javngott vív at fá.
7. Ívar talar til faðir og brøður:
»Meg lystir ei longur at tiga,
nú lystir meg til Messuland
hertugans dóttur at biðja.«
8. Svaraði ein av Ívars monnum:
»Hoyrt havi eg frásagt,
ein kempa er í hertugans ríki,
sum frúnna tekur í akt.«
9. Tað var reystur Ívar kongur,
hvessir brandin bjarta:
»Ikki orð frá nakrari kempu,
ið náða skal mítt hjarta.«
10. So letur hann Ívar kongur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
11. So letur hann Ívar kongur
búgva skipini stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.
12. Bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór,
tó hann siglir fimtan vetur,
skortar hann ikki fóður.
13. Ganga teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, jørðin skalv,
tá knørrur var drigin úr neysti.
14. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
stevn og stýri av reyðargulli,
har skein sólin á.
15. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
16. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Messuland.
17. Føgur var tann snekkjan,
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.
18. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Ívar kongur
sínum fótum á land.
19. Fyrstur steig hann Ívar kongur
sínum fóti á land,
albrynjaðar herkempur
undir hans høgru hand.
20. Ívar gekk frá strondum,
honum fylgdu brøður fimm,
og so búnir ganga teir
í høgu hallir inn.
21. Og so búnir ganga teir
í høgu hallir inn,
sum hertug Óli á borði sat
við monnum hundrað fimm.
22. Ívar stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, reystur hertug Óli,
gev mær dóttur tína!«
23. Hertugi so til orða tekur:
»Ei skal slíkum spara,
heintið frúgv í hallina inn
sjálv fyri seg at svara!«
24. Boðini komu frá hallarborg,
talar til Elinu frú:
»Her er Ívar av Bretlandi,
vil hava tína trú.«
25. Tí svaraði heidningurin,
Glóoddur eitur hann:
»Tú fært ikki Elinu frú,
fyrr enn eg havi barst við hann.«
26. Sendisveinur aftur fór
og talar til Ívar helt:
»Tú fært ikki Elinu frú,
fyrr enn tú hevur Glóodd felt.«
27. Elin gekk í hallina inn,
sær so stívt á dreingir:
»Hoyr tú tað, mín sæla dóttir,
hví hevur tú dvølst so leingi?«
28. Ívar leyp úr hásæti,
hann læt síni orð so byrja:
»Tað eru míni ørindi
teg Elinu frú at gilja.«
29. Elin gekk í hallina inn
við fylgismoyggjar fimm,
og so búgvin gongur hon
í høgu hallir inn.
30. Og so búgvin gongur hon
í høgu hallir inn,
sum hennara faðir á borði sat
við monnum hundrað fimm.
31. Ívar sprakk úr hásæti,
hann læt síni orð so ráða:
»Tað eru míni ørindi
teg Elinu frú at fáa.«
32. Svaraði frúgvin Elin,
hon hugsaði um tað leingi:
»Eg vil hava Glóodd,
sum raskari er av dreingjum.«
33. Tað var reysti Ívar kongur,
skortar hann ei fíggja:
»Hvar er kempan Glóoddur?
Nú vil eg hann síggja.«
34. Svaraði frúgvin Elin,
hon mælir títt og hart:
Ríður tú út mót Glóoddi,
hann doyvir teg niður snart.«
35. Svaraði frúgvin Elin:
»Tær Ívari satt at siga,
hann er høgur átta alin,
breiður hálva triðju.«
36. Glóoddur kom í hallina inn,
slerdi fót í gólv:
»Eg skuldi vegið átta sum tú,
um enn teir vóru tólv.«
37. Tá ið hertugin hetta hoyrdi,
sprakk hann yvir borð,
Ívar tókti, kongins vinur
skal hava tað væna flor.
38. Ívar klæðist árla morgun,
dregur brynju á:
»Tú skalt ikki frúnna njóta,
um enn eg liva má.«
39. Svaraði kempan Glóoddur,
mál ber yvir allar:
»Tá ið tú kemur á banan út,
tá krýpur tú undir stallar.«
40. Svaraði Ívar av Bretlandi,
grimur og harður til víggja:
»Tá ið eg komi á banan út,
tá fært tú annað at síggja.«
41. Tí svaraði heidningurin,
hann mælir, sum hundar goyggja:
»Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,
hví vilt tú her doyggja?«
42. Ívar so til orða tekur,
hann stendur í brynju ljósa:
»Hoyr tú, Glóoddur, kempan reyst,
enn hevur tú einki at rósa.«
43. Svaraði kempan Glóoddur,
lítið man hann virða:
»Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,
hvat skal eg teg hirða?«
44. »Tú gert einki, Glóoddur,
at mæla tær so títt,
hesin sami búgvin brandur
skal særa hjarta títt.
45. Tú gert einki, Glóoddur,
so spottiliga at tala,
hesin sami búgvin brandur
skal leggja títt hjarta í dvala.«
46. Glóoddur talar til hertugin,
væl má tað so heita:
»Tú skalt allar Ívars brøður
í myrkastovu seta.«
47. Mælti tað kempan Ísmal,
fyri breiða borði stóð:
Áðrenn eg fari í myrkastovu,
skal eg vekja blóð.«
48. Glóoddur talar til Ísmal,
hann rekkir út armin langa:
»Tá ið Ívar er fallin frá,
skalt tú í gálgan hanga.«
49. Tað var Ívar av Bretlandi,
hann gat ikki hoyrt tey orð:
»Her skalt tú hava tað fyrsta høgg,
alt fyri tað væna flor.«
50. Glóoddur gegndi høggið stórt,
so øllum tókti undur,
hjálmurin og brynjan brast,
fyri herðunum gekk hann sundur.
51. Glóoddur sær á Elinu frú,
hann vildi nú megi royna,
høgdi so á Ívar helt
og ætlaði hann at doyva.
52. Ívar loftaði høgginum,
tað frættist tá í høll,
Glóoddur misti svørðið sítt
niður á grønan vøll.
53. »Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,
tú lat meg svørðið fá,
illa er tað spott fyri teg
meg vápnaleysan at slá!«
54. Ívar honum svørðið fekk,
sum øllum tókti undur,
tá fekk Glóoddur sárið stórt,
at brynjan hon gekk sundur.
55. Ívar høgdi annað høgg,
og øllum tókti undur,
hjálmur støkk, og brynjan brast,
fyri herðum gekk tað sundur.
56. Glóoddur høgdi annað høgg,
ymsar litir hann fekk,
høgdi so á Ívar sterka,
at hjálmur av høvdi gekk.
57. Tað var Ívar av Bretlandi,
hann gav tað høggið triðja,
tá fekk Glóoddur banasár,
hann kleyv hann av um miðju.
58. Elin gekk í hallina inn
alt fyri uttan sorg,
sigur sínum faðir frá,
at Ívar vann sigur í borg.
59. Ívar sprakk av sínum hesti,
væl man drongur duga,
høgdi høvur av Glóoddi
og bant við saðilbuga.
60. Ívar gekk til hertugan,
honum man einki bella:
»Her er høvur av Glóoddi,
sum ætlaði meg at fella.«
61. Hertugin so til orða tekur:
»Ei skal slíkum spara,
leiðið frú í hallina inn
sjálv fyri seg at svara!«
62. Frúgvin varð bæði studd og leidd
inn í sítt faðirs veldi,
so skein hennara gula hár,
sum skygdi av tignareldur.
63. Frúgvin varð leidd í hallina
inn fyri faðir sín,
so skein hennara gula hár,
sum gullið skín á skrín.
64. »Ver vælkomin, mín sæla dóttir,
tú skalt væl biðlinum svara,
her er Ívar av Bretlandi,
vil teg til ektar hava!«
65. Svaraði frúgvin Elin,
við fylgismoyggjar tólv:
»Eg vil hava Ívar kong,
vil eg mær ráða sjálv.«
66. Tá svaraði hertugin
alt undir sítt hvíta lín:
»Hoyr tú tað, mín veldiga søta,
tað stendur alt til tín!«
67. Tað var frúgvin Elin,
hon heldur á ringi reyða:
»Eg vil hava Ívar kong,
sum Glóodd varð á deyða.«
68. Tað var reysti Ívar kongur,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ikki longur fresta.
69. Lótu tey til brúdleyps ætla
við so mikið meingi,
kom so mangur maður til
sum fjøður á fuglaveingi.
70. Lótu tey til brúdleyps ætla,
tað var ei at tvørra,
átjan borgum boðið varð.,
tólv hundrað av hvørji.
71. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Ívar og hans vív.
72. Gingu bæði í eina song
Ívar og hans vív,
síðan fór hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.
Annar táttur
73. Elin klæðist árla morgun,
niður á ringin sá,
henni fylgdu vinir og frændur,
tá hon fór londum frá.
74. Elin klæðist árla morgun,
tekur gull á hond,
henni fylgdu vinir og frændur
niður til sjóvarstrond.
75. Silki og so perlur
var eftir jørðini breitt,
so var frúgvin Elin
niður til strandar leidd.
76. Vant hann upp síni silkisegl,
forgylt var lyfting hálv,
so helt Ívar í havið út
við brúður og brøður tólv.
77. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Bretland.
78. Føgur var tann snekkjan,
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
79. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Ívar kongur
sínum fóti á land.
80. Fyrstur steig hann Ívar kongur
sínum fóti á land,
so hon frúgvin Elin
undir hans høgru hond.
81. Tað var frúgvin Elin,
hon tekur til orða svá:
»Tað kenni eg á sjálvum mær,
eg komi á veguskál.«
82. Gingu teir frá strondum niðan,
fullvæl vegin kendu,
møttu teir einum fjallatussa
við sigurtalv í hendi.
83. Tá var eingin gleði
og einki kátt at elva,
risin biður Ívar kong
um bjarta brúður telva.
84. Ívar svaraði og segði nei,
og ei má tað so vera:
»Eg havi ei lært at leika talv
ella nakra skemtan gera.«
85. Ívar so til orða tekur,
sortnaði sum ein mold,
biður nú risan høggast við seg,
hann tekur sær svørð í hond.
86. Risin so til orða tekur,
hevur nú tað á máli:
»Eg kann betri talvi leika
enn við jarni og stáli.«
87. Ívar so til orða tekur,
mælir so fyri seg:
»Hoyr tú, ungi Jaðalrann,
tú leika talv fyri meg!«
88. Risin so til orða tekur,
sjálvur hann vívið kjósa:
»Kosta skal tað høvur mítt
ella tað sprundið ljósa.«
89. Risin talar til Jaðalrann,
og mælir hann so títt:
»Kosta skal tað brúður bjarta
ella hálsbein mítt.«
90. Lótu teir tá leika talv,
tað var sum tað skyldi,
risin tapti tað fyrsta talv,
tóast hann trekur vildi.
91. »Hoyr tað, breiði Bjarnatussi,
hvat hevur tú at rósa?
Nú skal høgga høvur av tær,
sum tú sjálvur vildi kjósa.«
92. Risin talar til Jaðalrann
við reyðar kinnar og bleikar:
»Vit skulum osum á talvi nú
tríggjar terningar leika.«
93. Lótu teir tá leika talv
væl í tímar sjey,
Bjarnarisi mátið fekk,
og nú eru talvini tvey.
94. Risin setir upp triðja talv,
sukkar hann so títt:
»Tað kenni eg á sjálvum mær,
eg missi høvur mítt.«
95. Leika teir við terningar,
satt er frá at siga,
Bjarnarisi mátið fekk,
nú er talvið triðja.
96. »Hoyr tú, Ívar bróðir mín,
nú havi eg fyri teg telvað,
risin hevur fingið sorg,
einki kátt at elva!«
97. Ívar svarar honum aftur
alt fyri uttan vreiði:
»Nú skal eg við brandi bjarta
hans høvur frá búki sneiða.
98. Tú hevur telvað um brúður bjørtu
móti mínum já,
nú skal eg við svørðinum
høgga títt høvur frá.«
99. Risin bað um frið og lív,
og svør undir reyðum skildri:
»Tú skalt fáa gull og silvur
og hvat tú meira vildi.«
100. »Tú hevur telvað um brúður bjørtu
móti mínum vilja,
eg skal nú á somu stund
høvur frá búki skilja.«
101. Tekur hann hendur um Ívars háls,
kallar hann søta sín:
»Eg skal teg úr víggi hjálpa,
loysir tú mítt lív.
102. Tú skalt fáa hornið tað,
sum goymt er heimi í høll,
tað gevur bæði buldur og ljóð
yvir dalar og fjøll.«
103. Risin lovaði lyfti stórt,
sum enn er eftir tað mesta,
hestar tveir og brynjur tvær
og hjálmur, sum ei kann bresta.
104. »Tú skalt fáa hestar tveir,
sum tú skalt væl á líta,
tú skalt fáa hjálmin tann,
sum einki svørð kann bíta.
105. Tú skalt fáa svørðið tað,
mikið er tað vert,
tað er av tí bara stáli,
í eitri er tað hert.«
106. »Kanst tú mær tað higar flyta,
kanst tú mær tað fá,
eg skal svørja tær trygdareið,
at lívið skalt tú fá.
107. Kanst tú mær tað higar flyta,
kanst tú við at fara,
eg skal svørja tær trygdareið,
teg vissuliga spara.«
108. Risin tekur talv í hond,
talar tá so frítt,
biður Ívar og alt hans lið
heim í helli sítt.
109. Ívar so til orða tekur:
»Ei man tað so vera,
uttan tú svørt osum trygdareið,
tú skalt os einki gera.«
110. Risin so til orða tekur,
væl má tað so vera,
hann svór teimum trygdareið,
hann skuldi teim einki gera.
111. Risin skundar síni ferð,
heim í hellið vildi,
Ívar kongur og alt hans lið
honum eftir fylgdi.
112. Risin gekk í hellið inn
við so mikið veldi,
gomul kona á beinki sat
við trimum monnum á eldi.
113. Tók hann upp hesar deyðu kroppar
allar á eini stund.
»Eya meg!« segði Ísmal,
»her er ikki friður í lund.«
114. Tekur nú tríggjar jarnteinar,
her um vil eg kvøða,
leggur teir í heita bál,
í reyðum loga at gløða.
115. »Aftur latist helli mítt
við tínar sterku lásar,
verið vælkomnir, ungir menn,
mær til øskukrásar!«
116. Risin heilsar síni konu:
»Ei man tað so vera,
eg havi svorið teim trygdareið,
eg skal teim einki gera.«
117. Risans kona til orða tekur:
»Hvat er nú á vási,
gevur tú Ívari gull og silvur,
sum liggur undir lási?«
118. »Hann skal fáa gull og silvur,
tað við góðum happi,
tí hann frelsti lívið mítt
fyri talvið tað eg tapti.«
119. Kelling seg so harmiliga
niður á pallin setti:
»Gevur tú Ívari gull og silvur,
armur verður tú eftir.«
120. Kelling leyp av palli upp
bæði tjúkk og høg,
tekur hon Ísmal, Ívars bróður,
setir sær á knæ.
121. Tekur hon hann á knæ sítt upp,
tað var alt við blíðum,
klappaði honum við tveimum fingrum,
tað brotnaði riv í síðu.
122. »Tú gert einki, gamla kona,
mær so hart at klappa,
tú skalt ei við miklum alvi
meg í barmin stappa.«
123. Tekur hon Ísmal, Ívars bróður,
leiðir í eina vrá,
leggur hann so í myrka krók,
so risin ikki sá.
124. Leggur hann so í myrka krók,
so risin ikki sá,
síðan fór hon eftir sjálv,
hon legðist honum hjá.
125. Risin reikar um borgina,
ei var tað í lagi,
saknaði Ísmal og sína konu,
burtur vóru bæði.
126. Risin reikar um borgina,
tungt var slíkt at tiggja,
sær hann tey í myrka króki
bæði í rekkju liggja.
127. Dregur hann Ísmal úr myrka króki,
tekur hans kropp at strúka:
»Hevði eg ei svorið trygdareið,
so skuldi eg teg slúkað.«
128. Risin tekur sín skarpa rís
sína konu at slá,
Ísmal sprakk so fimur
honum burtur frá.
129. Risin berjir hart og skarpt
bæði um kropp og síðu:
»Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,
nú leingist tær at bíða!«
130. Risin samlar gullið saman,
leggur í eina vrá,
brynjur tvær og hjálmin ein
og svørðið omaná.
131. »Tær skal bæði gull og silvur
koma væl til handa,
tú skalt fáa hestar tveir,
sum bak við hellið standa.«
132. Ívar tekur upp brynju og hjálm,
svørð og gullið reyða,
risin sjálvur gullkistuna
sær á herðar legði.
133. Ganga teir frá hellinum
glaðir for uttan sorg,
bæði gull og gangarar tveir,
ríða so glaðir av borg.
134. Risin setir kistur av sær
niður á grønan vøll:
»Eftir liggur tað hvølla lúður
heimi í míni høll.
135. Eftir liggur tað hvølla lúður,
tað skal eg tær siga,
hoyr tú, Ívar á Bretlandi,
vilt tú nakað bíða?«
136. Ívar saktar síni ferð,
hann lystir ikki longur at ríða,
setti seg á grønan vøll
eftir Bjarnatussa at bíða.
137. Tá kom risin leypandi
á einum svørtum hesti:
»Her hevur tú tað hvølla lúður,
tað man vera tað besta.«
138. Riðu teir við gullinum
gjøgnum grøna lund,
møtir teim ein so stórur herur,
ei býst friður um stund.
139. Møtir teim ein so stórur herur,
vegin vildi bróta,
skundaðu sær til Ívar kong
og vildu gullið njóta.
140. Risin rívur upp eik við rót
og tekur til at berja,
setir kistu bak við seg
gullið alt at verja.
141. Setir gullið bak við seg
og Ívars drotning hjá,
berjir so við eikirót,
so mangur deyður lá.
142. Har kom fram ein stórur maður,
hann æt Viljorm svinni,
hann drap Ívars brøður tólv
allar á einum sinni.
143. Uttan kempan Ísmal,
hann tekur til at kvetta,
risin berjir við eikirót,
so eingin livdi eftir.
144. Viljormur sprakk tá fimur á føtur,
læt ikki á sær finna,
tóast hann høgg av risanum fekk,
hann bardist ikki minni.
145. Tað var Viljormur franski,
sínum svørði brá,
reiggjaði høgg av miklum alvi,
risanum ætlaði hann tá.
146. Reiggja høgg av miklum alvi,
tóast tað einki sakti,
risin loftaði við eikirót,
so Viljormur ikki rakti.
147. Viljormur brá tað annað høgg,
svørð í hondum vegur,
rakti hann í eikirót,
so hon gekk sundur um miðju.
148. Ívar brá tað góða svørð,
sum hann frá risanum fekk,
høgdi so á Viljorm svinna,
høvur av herðum gekk.
149. Riðu teir úr vígginum
glaðir fyri uttan sorg,
risin hann bar gullkistuna
og setir so heim í borg.
150. »Nú havi eg tær til hallar borið
tað silvur og gullið reyða,
eg havi tær av víggi hjálpt,
eingin var tær á deyða.«
151. Ívar gekk í hallina inn
alt fyri uttan ekka,
skeinkir mjøð og kláran vín,
gav Bjarnatussa at drekka.
152. Risin tekur gullkistuna
og lyftir hana á loft,
hann sum frúur hava vil,
sorgir fær hann ofta.
153. Ívar svav ta somu nátt
kátur á brúðrararmi,
risin fór aftur í helli sítt
so tungur og troyttur av harmi.
Triði táttur
154. Ívar talar til bróður sín:
»Gott er sprund at eiga,
hvar stendur tær hugur á
eitt javngott vív at biðja?«
155. Ísmal svarar honum aftur:
»Hvar skal eg hana fá?
Hoyr tað Ívar, bróðir mín,
tú legg mær bestu ráð!«
156. »Hoyr tað Ísmal, bróðir mín,
tú ger eftir mínum vilja,
far tú tær til Fraklanda
Viljorms konu at biðja!«
157. Ísmal svaraði honum aftur:
»Eg tað gjarna vil,
læna mær tað skipið frítt
hagar at sigla til!«
158. »Far tú tær til Fraklanda
eftir mínum vilja,
tær býðst ikki frægari frúgv,
kanst tú hana gilja.«
159. »Gjarna skal eg hartil fara
eftir tínum ráð,
sjálvur skalt tú fylgja mær,
so vinnur os eingin á.«
160. »Eg skal vera tín stýrimaður,
til Fraklanda fara,
tað verður eingin Fraklendingur,
osum fellir til jarðar.«
161. So letur hann Ísmal
búgva skipini stór,
bæði letur hann á tey leggja
virtur og so bjór.
162. Ganga teir til strandar oman
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, jørðin skalv,
teir drógu knørr úr neysti.
163. Vant hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strika ei á bunka niður
fyrr enn við Fraklands ríki.
164. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Ísmal
sínum fóti á land.
165. Fyrstur steig hann Ísmal
sínum fóti á land,
so hann Ívar, bróðir hans,
undir hans høgru hand.
166. Gingu teir frá strondum niðan,
alt for uttan sveinar,
Ívar kongur og Ísmal,
ræddust tey fyri teimum.
167. Uppi í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgu hallir inn.
168. Og so búnir ganga teir
í høgu hallir inn,
sum Margreta á borði sat
við monnum hundrað fimm.
169. Ísmal stendur á hallargólvi,
tílíkan eingin sá:
»Tað eru míni ørindi,
teg, Margreta, at fá.«
170. Svaraði frúgvin Margreta,
heldur á ringi reyða:
»Tú skalt ikki ekta meg,
tí Viljormur er ikki deyður.
171. Viljormur var á Bretlandi,
honum fylgdu nógvir sveinar,
riðu teir móti Bretlands kongi
tólv ímóti einum.«
172. Svaraði Ívar av Bretlandi,
hann stóð har skamt ífrá:
»Hoyr tú, frúgvin Margreta,
sjálvur eg hann vá!«
173. Ísmal stendur á hallargólvi,
heldur á gyltum spjóti:
»Hoyr tú, frúgvin Margreta,
sigur tú nakað ímóti?
174. Hoyr tað, frúgvin Margreta,
kann eg teg ikki fáa,
tað skal mangur lívið láta,
tú skalt borgini frá!
175. Hoyr tað, frúgvin Margreta,
kann eg teg ikki vinna,
tað skal mangur lívið láta,
tú skalt brenna inni.«
176. Margreta hugsar við sjálvum sær:
»Ei skal slíkum spara,
tungt er at seta lívið til
og so frá borgum fara.
177. Hoyr tað, kempan Ísmal,
her hevur tú mítt ja,
tungt er at seta lívið í váða
og fara so borgum frá!«
178. Tað var reysti Ísmal,
hann tekur sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ikki longur fresta.
179. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Ísmal og hans vív.
180. Ísmal hevur konu fest,
sum sigst í hesum tátti,
setist aftur í stólin tann,
sum Viljormur franski átti.
181. Ísmal festi Margretu,
tað hitt væna sprund,
eingin hevur betri staðið
á Fraklands grund.
182. Fest er frúgvin Margreta,
sum hon tað fullvæl mátti,
ræður fyri Fraklandi,
sum Viljormur kongur átti.
183. Ísmal var á Fraklandi,
fyri góðan øll hann kendu,
síðan livdi við frið og rógv
alla ævi til enda.
(c) Dansifelagið í Havn