Kvæðasavn

Kempu kvæði

Uppskrift: FK 70.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Komið nú øll á gólvið upp,
eg geri tað ei í bræði,
meðan eg fari at kvøða
tað gamla kempukvæði.

Gyltan spora við mín fót eg spenni,
so temji eg mín gangara góða,
lati hann renna.

2. Eirikur kongur í Svøríki
hann fekk í huga á sinni,
hvussu hann kundi Danmark
til Svøríkis krúnu vinna.

3. Eirikur kongur í Svøríki
situr í silki fóðrað:
»Tað er eingin í Danmark,
sum eg má fyri stúra.«

4. Eirikur kongur í Svøríki
hann letur um seg tá samla:
»Eg ræðist ongan í Danmark
for uttan Huppin hin gamla.«

5. Svaraði ein av sveinum hans,
sum har hevði verið fyrr:
»Tað er ein kempa í Noregi,
sum eitur Sterkoddur.

6. Tað er ein kempa í Noregi,
Sterkoddur má hann eita,
so er eingin í Danmark,
ið hann má fyri lúta.«

7. Svaraði annar av sveinunum,
hann unti væl tí dreingi:
»Tann sama kempan reyst
hon tjenar hjá Ívar kongi.«

8. Tað var Eirikur kongurin,
hann situr í hvíta lín:
»Heintið mær hann Ísmal,
sendisveinin mín!

9. Hoyr tú, ungi Ísmal,
sendisveinur mín,
tú skalt fara til Ívar kong
við sendiboðum mínum!«

10. Tað var hin ungi Ísmal,
hann fellur upp á síni knæ:
»Eg fari ei til Noregis
í henda sama dag.«

11. »Hoyr tú, ungi Ísmal,
væl mást tú mær tað gera,
eg skal fáa tær sendisveinar,
tógvir skulu teir vera.«

12. Árla var um morgunin,
tá dagurin var ljós,
tá var hin ungi Ísmal
til sínar ferðir fús.

13. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var skrýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.

14. Út varð loystur gangarin,
sum Ísmal skuldi á ríða,
hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu.

15. Hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var tann saðilin,
sum Ísmal skuldi á ríða.

16. So reið ungi Ísmal
allan vegin fram,
tað glymdi á jørðini,
ímeðan hans gangari rann.

17. So reið ungi Ísmal,
hann tjenti so væl tey orð,
ikki kom hann til Noregis,
fyrr enn Ívar sat yvir borð.

18. Mitt út í tann borgargarð
har akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høga hallina inn.

19. Og so búgvin gongur hann
í høga hallina inn,
sum Ívar kongur á borði sat
við manna hundrað fimm.

20. Ísmal gekk í hallina inn
og kastar brøv á borð:
»Eirikur kongur í Svøríki
sendi tær brøv og orð.«

21. Tað var Ívar kongurin,
hann trívur um tað við blýggi:
»Hvar er kempan Sterkoddur?
Nú vil eg hann síggja.«

22. Inn kom kempan Sterkoddur,
og snarliga hann sær vendi:
»Hvør er hesin sendisveinur,
á hallargólvi stendur?«

23. Tí tá svaraði Ívar kongur,
læt so orðum víða:
»Hann er komin av Svøríki
at fáa sær kempur at stríða.«

24. Til tað svaraði Ívar kongur,
hann mælir eitt orð hartil:
»Eg gevi øllum gott forlov,
íhvør sum fara vil.«

25. »Hoyr tú ungi Ísmal,
tú ger tað med ein fart,
ríð tú teg til Svøríki
og sig, vær koma snart.«

26. So reið ungi Ísmal
beinan vegin fram,
tað glymdi á jørðini,
ímeðan hans gangari rann.

27. Mitt út í tann borgargarð
har akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høga hallina inn.

28. Og so búgvin gongur hann
í høga hallina inn,
sum Eirikur kongur á borði sat
við manna hundrað fimm.

29. »Vert vælkomin, Ísmal,
sendisveinur mín,
hvussu tók hann Ívar kong
við boð og brøvum mín?«

30. Tí tá svaraði kongurin
alt for uttan fára:
»Má hann kempan Sterkoddur
at koma í landa vár?«

31. »Tað var kempan Sterkoddur,
bað meg í ein fart
ríða til Svøríkis
og siga: Vær koma snart!«

32. Upp lupu tá fimm hundrað
upp úr gyltum stólum,
riðu tá til Svøríkis,
áðrenn upp rann sól.

33. Mitt út í tann borgargarð
har aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høga hallina inn.

34. Og so búnir ganga teir
í høga hallina inn,
sum Eirikur kongur á borði sat
við manna hundrað fimm.

35. »Vert vælkomin, Sterkoddur,
higar heim til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

36. Til tað svaraði Sterkoddur,
hann letur síni orð so líða:
»Mær lystir ei at drekka vín,
men heldur ímót at stríða.«

37. Svaraði kempan Sterkoddur
út av hugan sín:
Tað er náði at stríðast
sum at drekka vín.«

38. »Hoyr tú, ungi Ísmal,
sendisveinur mín,
tú skalt fara til Váldimar kong
við feiðubrøvum mín!«

39. Tað var Eirikur kongurin,
hann letur á reiði renna:
»Vil hann ikki nú stríðast,
so skal hann inni brenna.«

40. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var skrýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.

41. Út varð loystur gangarin,
ið sendisvein skuldi á ríða,
hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu.

42. Hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var tann saðilin,
sum sendisvein skuldi á ríða.

43. So reið ungi Ísmal
beinan vegin fram,
tað glymdi á jørðini,
ímeðan hans gangari rann.

44. Mitt út í tann borgargarð
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

45. Og so búgvin gongur hann
í hallir høgu inn,
sum Váldimar kongur á borði sat
við mann og hundrað fimm.

46. Ísmal gekk í hallina inn
og kastar brøv á borð:
»Eirikur kongur í Svøríki
hevur sent tær brøv og orð.«

47. Svaraði ungi Ísmal,
hann letur so orðum renna:
»Vilt tú ikki stríðast,
so skalt tú inni brenna.«

48. Tað var ungi Valdimar kongur,
sló sín hond mót borð,
alt tonkti hann pá Ísmal
og so pá hansara orð.

49. Leingi sat hann Váldimar kongur
og hugsa vildi til ráð,
hvøssu hann kundi góðan frið
í sínum landi fá.

50. Svaraði ein av hansara kempum,
snarliga hann sær vendi:
»Vilt tú ikki stríðast,
so skalt tú inni brenna.«

51. Svaraði hansara besta kempa,
kallast Huppin tann gamla:
»Eg skal vera tín formaður
yvir títt ríki at samla.«

52. »Ríð tú teg til Svøríki,
meðan tað skal so vera,
eg skal út í miðjan bý
møta við mínum heri.«

53. Ísmal leyp á gangara sín,
hann fekk so lítlan frama,
tá hann kom til Svøríki,
og tá vóru gestir komnir.

54. Tað var ungi Ísmal,
heim í garðin fór,
úti Eirikur kongurin,
sum fyri honum stóð.

55. »Vert vælkomin, Ísmal,
higar heim til mín,
hvøssu tók hann Váldimar kongur
við feiðubrøvum mín?«

56. »Leingi sat hann Váldimar kongur,
tonkti seg til ráð,
hvøssu hann kundi góðan frið
í sínum landi fá.

57. »Ríð teg aftur til Svøríki,
ímeðan tað skal so vera,
eg skal úti for miðal bý
og møta við mínum heri«.

58. Út riðu teir Svøríkis menn,
og allir vóru blíðir,
tá ið teir komu for miðal bý,
begyntu teir at stríða.

59. Tá ið teir komu for miðal bý,
begyntu teir at stríða,
báðir stóðu manniliga,
tað fullu pá báðar síður.

60. So Huppin tann gamli reið,
hann høggur niður for fót,
svaraði ungi Ísmal:
»Fáið Sterkodd hann ímót.«

61. Svaraði kempan Sterkoddur,
tað fyrsta hann Huppin sá:
»Eg ræðist ikki tíggju sum teg,
um enn svørðið halda má.«

62. »Hoyr tú, kempan Sterkoddur,
íhvat eg sigi tær,
tú skalt fáa banahøgg,
eitt av hendi mær!«

63. Tað var Huppin tann gamli,
hann helt so fast um kálva,
so høgg hann til Sterkodd
og kleyv hann niður í nalva.

64. Huppin sínum svørði brá
bæði av ilsku og fára,
so høgg hann til Sterkodd,
hann kleyv hann niður at læri.

65. Tað var Huppin tann gamli,
sínum svørði brá,
tað var mær á sannheit sagt,
teir beintust burtur frá.

66. Tað var Eirikur kongurin,
tekur til at stríða,
hann høgg tjúgu kempur niður,
hvørja pá sína síðu.

67. Tað var Huppin tann gamli,
tað fyrsta kongin sá:
»Eg ræðist ikki tínar menn,
um svørðið tað halda má.«

68. Tað var Huppin tann gamli,
fyrst hann kongin sá:
»Tú skalt ikki krúnu bera,
um enn eg liva má.«

69. Tað var Huppin tann gamli,
sínum svørði brá,
hann høgg Eirik kongin
sundur í lutir tvá.

70. Tað var Huppin tann gamli,
hann tekur til at koyra,
hann høgg hundrað kempur tá niður,
um tær vóru ikki fleiri.

71. So reið Huppin tann gamli
so reystiliga ímót,
Ísmal fann upp á tey ráð
at fara hann at skjóta.

72. Teir skutu í dagar, teir skutu í tríggjar,
teir skutu í dagar sjey,
tað varð mær á sonnum sagt,
teir fingu hann ikki deyðan.

73. Teir skutu í dagar,
og teir skutu í dagar sjey,
tann áttanda hann til jarðar legðist,
tað gjørdi hann treyður.

74. Upp varð skorin Huppin
við hvøssum slíðraknívi,
níggju pílur og tíggjuti
komu út úr hansara lívi.

75. Har var lítin gleði,
hálvæl minni gaman,
teir svensku fingu nógv at gera
at seyma Sterkodd saman.

76. Stríðið stóð so leingi,
mánaðirnar tvá,
tað varð mær á sonnum sagt,
teir donsku flýddu tá.

77. Samlaðu teir tá gullið saman,
allir høvdu tá nógv,
saman seyma teir Sterkodds búk,
sum teir rykkja skógv.

78. Har var lítin gleði
og hálvæl minni gleim,
Ísmal festi kongins dóttur,
tá ið hann kom heim.

79. Kvøðið er nú kvæði mítt
bæði við gleði og gleim,
allir riðu Noregis menn
til Ísmal kongin heim.

80. Kvøðið er nú kvæði mítt,
tað kann eg væl at venda,
hetta kalla vær kempukvæði,
sum nú er komið til enda.

(c) Dansifelagið í Havn