Kvæðasavn

Viljorm Kornus

Uppskrift: NK 6.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Keisarin situr í hásæti
við knektum sínum og sveinar,
tá var eftir av hansara kempum
Viljorm Kornus og Einar.

Ríða teir út av Fraklandi
við dýrum drós í sal,
blás í hornið Ólivant
í Runsival!

2. Keisarin situr í hásæti
við knektum sínum og jallum,
talar so til Viljorm rádna:
»Grána tekur tín skalli.

3. Grána tekur høvur títt,
og elli tekur at boyggja.
Tá vit stóðu í heidnum stríð,
tá var mong blóðug troyggja.«

4. Viljormur stóð frá borði upp
og út av borgini gongur:
»Vita tað, keisarin Karlamagnus,
eg tæni tær ikki longur!

5. Nú er tíð til frið at venda,
kasta jarn og stál,
eg gangi meg í klostrið inn
at bøta mína sál.«

6. Reiður var hann Viljormur,
hann gekk av høllini út,
eftir sat keisarin Karlamagnus
bæði við sorg og sút.

7. Abbatin stendur á klostraborg,
hyggur hann út so víða:
»Eg sær Viljorm, keisarans kempu,
her móti klostrinum ríða.«

8. Abbatin stendur í klosturdurum,
reyðan ber hann kinn:
»Hoyr tú Viljormur, keisarans kempa,
vilt tú í klostrið inn!«

9. »Tung man vera sorgin tann,
sum ofta hjartað bindur.
Eg gangi meg í klostrið inn
at bøta mínar syndir.«

10. Har brast eingin dagur út,
teir hoyrdu ei klokkur ringja.
Viljormur lærdi í klostrinum
bæði at lesa og syngja.

11. Abbatin talar til Viljorm rádna
alt foruttan ekka:
»Tú skalt fara í staðin inn
at keypa mat og drekka!«

12. »Hoyr tú abbatin, klosturhøvding,
hvat vilt tú mær ráða,
vil nakar taka mær førslu frá,
tori eg hann at sláa?«

13. »Tú skalt halda klosturboð,
sum allir munkar fáa,
meðan tú hevur títt brókabelti,
mást tú ongan sláa!«

14. Viljormur tekur ein fingurring,
hann setir í beltið inn,
so fór hann við rossi einum,
so ivrugt var hans sinn.

15. Viljormur keypti mat og drekka
og legði á rossið fríða.
Røvarum møtti á miðjari leið,
hann mátti ei móti teim stríða.

16. Tjóvar tóku mat og drekka,
har var einki eftir.
Viljormur hugsar við sjálvum sær:
»Ei verða munkar mettir!«

17. Viljormur rópar á tjóvarnar:
»Tit eru dølskir menn!
Tit hava tikið tað ringasta,
tað besta er eftir enn.

18. Síggja tit henda reyða ring,
í mínum belti situr,
meiri er hann verdur nú,
enn alt tað, ið rossið flytur.«

19. Tjóvarnir løgdu á Viljorm hond,
tey spenni sundur stukku,
slitu teir av honum brókabelti
sær sjálvum til ringa lukku.

20. Viljormur treiv um rossatjógv,
so er sagt her frá,
rykti hann tað úr kroppi út,
sum tað hevði verið strá.

21. Viljormur sló við rossatjónum
fast av miklum móði,
niður slerdi hann tjóvarnar,
teir deyðir á vølli lógu.

22. Viljormur sankar førslu saman
í tí sama sinni,
tá ið hann kom at klostrinum,
tá var eingin inni.

23. Viljormur reikar um borgina,
grimt var honum í huga:
»Her er eingin Guds friður inni,
ei munnu munkar duga!«

24. Viljormur gekk upp allan dag,
maðurin var hann prúði,
hitti so fram á húsið eitt,
har Grímur á skógum búði.

25. »Hoyr tú Grímur, góður maður,
má eg hjá tær vera,
alt tað góða, sum eg formár,
tað vil eg tær gera.«

26. Svaraði honum Grímur á skóg,
hann letur so orðum falla:
»Eg hýsi tær so bróðurliga
aldur og ævi alla.«

27. Trý so vóru árini,
Viljormur á skógnum var,
tað er skrivað í Karlskrýniku,
so er greint fyri mær.

28. Viljormur kom á kvøldi heim,
hann gekk í húsið inn,
hann sær Grímur fyri sita,
hann bar so bleika kinn.

29. »Hoyr tú Viljormur, reysta kempa,
her eru tíðindi svørt:
Heidningar eru í landið komnir,
keisaranum heimsókn gjørt.

30. Keisarin hevur tvey stríðini tapt,
tað triðja skal nú standa,
út eru skrivaðir allir menn,
sum eru í hesum landi.

31. Heiðin kongur er kempan sterka,
við honum kann eingin ráða,
allar teir kristnu hevur hann felt,
ímót honum vágað.«

32. »Hoyr tú Grímur, vertin mín,
tú kom ikki í tann vanda,
vilt tú læna mær skjøld og svørð,
so skal eg fyri teg standa.

33. Vilt tú læna mær skjøld og svørð
og ringsbrynju fríða,
so gangi eg í stríð fyri teg,
og tú skalt heima bíða.«

34. »Tá ið tú gongur í stríð fyri meg,
tað mær so væl behagar,
signi teg Gud og Viljormur sterki
allar tínar dagar!«

35. Og Viljormur reið í herin fram
alt foruttan vanda,
gav seg undir tann banara,
sum Grímur átti at standa.

36. Fram kom kongur við heidnum heri,
í stáli var hann klæddur,
ímóti gekk tann kristni herur,
hann er av honum ei ræddur.

37. Viljormur sprakk á oddan fram
við Grímar svørð í hendi,
høggur so fast at báðar hendur,
mangan sveitan rendi.

38. Viljormur reikar í heidnum heri,
teir kristnu ikki fylgdu,
ræðsla fell á heidningar,
teir drukku har blóðugt gildi.

39. Svaraði keisarin Karlamagnus,
situr á hesti fríða:
»Hvør skuldi tonkt, at Grímur á skóg
hann var so sterkur at stríða!«

40. Svaraði ein av kristnum monnum,
sum stóð keisaranum hjá:
»Ongum er hann líkari
enn Viljormi at sjá.«

41. Fram kom vándi heiðin kongur,
troðar á kristið blóð,
sundur høgg hann Viljorms skjøld,
at oddur í steini stóð.

42. Tað var reystur Viljormur,
hann sínum svørði brá,
sundur høgg hann hjálm og háls,
hans høvur á vølli lá.

43. Heidningar lótu undan røkka,
hvør sum mest kundi renna,
eftir fylgdu teir kristnu menn,
teir lótu tá mót sítt kenna.

44. Viljormur tók tá høvur upp,
hann gekk á Grímar fund:
»Her skalt tú síggja kongahøvur
av tí heidna hund.

45. Hoyr tú Grímur, vertin mín,
tú ger, sum eg teg biði,
far tú aftur til keisaran
og sig, tú hevur hann vigið!

46. Far tú aftur til keisaran
og bið hann tað til bøn,
hann skal geva tær greivadømí,
tað skal vera tín løn!«

47. Grímur gekk á keisarans borg,
hann gekk í salin inn,
fyri sat keisarin Karlamagnus
við monnum hundrað fimm.


48. Grímur stendur á hallargólvi
við heidnum høvur í hondum:
»Her er høvur av konginum,
sum ófrið gjørdi í londum.«

49. Svaraði keisarin Karlamagnus,
látur í andlit lá:
»Hvokkin er hann Grímur á skóg,
síðan hann kongin vá!«

50. Grímur reikar um borgina,
reyður er hann sum blóð:
»Tú hevur lovað greivadømi
honum, sum kongin sló.«

51. »Fyri hansara skuld, sum kongin vann,
skalt tú greivi vera,
eg lovi tær eitt greivadømi,
riddaranavn at bera.«

52. Greivin livdi í nøkur ár
bæði í tukt og sinni,
ofta ynskti hann Viljorm verið
í sínum húsi inni.

53. Greivin liggur í søtum svøvni
alt fyri uttan vanda,
tókti honum Viljorm sterka
fyri sær at standa.

54. »Minnist tú nakað um svarðirnar,
sum vit á skógnum ótu?
Eg liggi deyður á fløtuni,
har sum vit saman sótu.

55. Eystan fyri kirkjuna
í teirri klosturborg,
grava tú har mín deyða kropp
og ber so onga sorg.«

56. Greivin tók tað lítið í huga,
hann vildi ei longur vaka,
aftur kom hann Viljormur
í hondum bar hann staka.

57. Viljormur gekk at seingini
við stakanum í hendi,
sló hann niður á greivans høvur,
sviðan greivin kendi.

58. Greivin sprakk á gólvið fram,
tá ið hann tað hevði droymt:
»Reiður er nú Viljormur,
tí eg havi hann gloymt!«.

59. Greivin fór við nógvum fólki
Viljorms lík at finna,
gróv hann so í kórinum
í klostrakirkju inni.

60. Eingin hevur so reystur verið,
hann má jú deyðan fylgja,
verðsins lív forgongur skjótt
rætt sum ein havsins bylgja.

(c) Dansifelagið í Havn