Kvæðasavn
Dvørgamoy II
Annað heiti:
Dvørgamoyggin fagra
Uppskrift: CCF 7A, 1, pp. 273-276, FK 7A, 4, pp. 167-174.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Ásmundur saðlar gangarin sín,
hann ríður út av veldi:
»Ei kundi eg ta jomfrú fá,
ið higar kom á kvøldi.«
2. Ásmundur ríður út árla morgun
við sínum fylgdarsveini,
kongurin flutti moynna heim,
ið dvørgurin hevði í heimi.
3. Kongurin kemur inn árla morgun,
talar til dreingir fróar:
»Tit skulu fara um landið út
brúdleypsfólki at bjóða!
4. Sjálvur eri eg manna maki,
brøður eigi eg fleiri,
ríðið fram á Sjúrðar fund,
tí hann er á háttri meiri!
5. Kvittið fram yvir Húnaland,
fornum kempum at bjóða,
kenni eg Ásmund kellingarson
og hansara dreingir góðar.«
6. Sveinar riðu á markir út
vítt um vegir allar,
riðin er Larsin dvørgakongur
av skógnum heim til hallar.
7. Dvørgurin kastar reyðum skildri,
í borgum sær hann einki,
burt er bæði skjøldur og svørð,
og horvin brúður av beinki.
8. Ásmundur ríður á bergið fram
við tílíkan brandin ein:
»Ætlar tú ikki moynna at hevna,
ið kongurin flutti heim?«
9. »Bæði snart og skundiliga
legst mær nú í minni,
burt er bæði skjøldur og svørð,
nái eg ikki á sinni.«
10. Ásmundur so til orða tekur,
mælir á tungu inni:
»Eg skal læna tær skjøld og svørð,
betri er ikki at finna.
11. Læna skal eg tær skjøldin tann
og svørðið tað hitt besta,
sjálvur skal eg í ferðini fara
tann Húnakong at gesta.«
12. Riðu teir til hallar heim
fast av miklum alvi,
sum kongurin og tann dvørgamoyggj
sótu í búnum talvi.
13. Ein kom maður í hallina inn,
sigur øllum frá:
»Eg sær fult eitt átjan hundrað
at borgararmi gá.«
14. Kongurin upp frá borði steig,
hann studdist við skjøld og svørð:
»Burt er Høgni og alt mítt lið,
teir eru so leingi til ferða.«
15. Kongurin sló sín hond mót borð
og dregur svørð av skeiðum:
»Nú vildi eg, Sjúrður og Virgar sterki
vóru í borgum heima!«
16. Hann talar til Gislar, bróður sín:
»Mítt mál kanst tú væl greina,
bið hann koma í brúðarhús
at drekka tann mjøðin reina!«
17. »Standið ei longur við borgararm,
loysið tær saðilreimar,
býður hann tær í brúðarhús
at drekka tann mjøðin reina!«
18. »Býður hann mær í brúðarhús
at drekka tann mjøðin hvíta,
her standi eg nú herklæddur
so ógvuligur at líta.
19. Vil hann ikki farligt fljóð
senda mær til handa,
so skal hann brynja út alt sítt lið
at verja ríki og landa.«
20. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
leggja sínar bardagar
skamt frá kongins høll.
21. Ásmundur ríður í herin fram,
ætlaði sær at vinna,
kongurin reið honum straks ímót,
har mundu tveir reystir finnast.
22. Kongurin gav so stórt eitt høgg
av so góðum treysti,
so sló hann til Ásmund,
hann fell av sínum hesti.
23. Ásmundur stoyttist í jørðina niður,
sum hann var vanur at gera,
út kom kongins dýra drotning,
væl kann rúnir skera.
24. Hon tók frá honum møðið alt
og alt hans ilsku grand,
sjónligur var hann hvørjum manni,
einki har hann vann.
25. Dvørgurin spennir sín hest við spora,
rætt sum fuglur í ský,
legði niður liðið alt
og tók tað væna vív.
26. Hann legði niður alt hans lið
og tók tað væna vív,
kongurin misti góðs og land,
behelt sítt egið lív.
27. Hann legði niður alt hans lið
og tók tað fljóð, hann átti,
eina ríður kongurin
aftur at sínum slotti.
28. Ein kom maður í hallina inn,
smílist undir lín:
»Nú kemur Sjúrður Sigmundarson
og Høgni bróðir tín.«
29. »Vælkomin Høgni, bróðir mín!
tú hevur so drúgvant riðið,
tapt er bæði land og vív
og so tað valdra liðið.«
30. »Eg havi farið um lond og ríkir,
men Virgar eg ikki fann,
hann reið seg at biðja moy
so langt í fremmanda land.«
31. Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
mælir av tungum inna:
»Vit skulum ríða á bergið fram
tann dvørgakong av finna.«
32. Árla var um morgunin,
sólin skein bjørt á heiði,
riðu so á bergið fram
fast av miklari reiði.
33. Sjúrður gekk at hellisdurum,
var ikki gott at finna,
unti sær ikki upp at lata,
klývur tað stálið stinna.
34. Moyggin sat fyri breiða borði,
dvørgur í smiðju stendur:
»Ofta er best frá monnum longst,
enn tit skuldu verið frændur.«
35. »Frændur eru vit ikki í dag,
tó lata vit tær stevna,
til tess eru vit higar komnir
bróður sakir at hevna.
36. Kongurin flutti moynna heim,
tað var so mikil vandi,
tú hevur vogið liðið alt
og røvað tað heila landið.«
37. Dvørgurin klæðir seg við stál
bæði til hond og fót,
riðu so frá hellisborg
burt í oyðin skóg.
38. Høgni gav so stórt eitt høgg,
frá man frættast víða,
ikki beit svørð á stáli stinna,
dvørgurin hevði smíðað.
39. Riðu saman á grønum vølli,
er mær ei á tí hól,
síðan stríddust kempur tvær
fult í tímar tólv.
40. Dagurin tók at kvølda,
fellur yvir døgg,
Høgni sterki undan dreiv,
eitt spring for hvørt eitt høgg.
41. Høgni fell av hesti niður,
møðin at honum seig,
Sjúrður bindur hjálm á seg
árla í sólarreið.
42. Sjúrður gav so stórt eitt høgg,
frá man frættast víða,
ikki beit svørð á stáli stinna,
dvørgurin hevði smíðað.
43. Riðu saman á grønum vølli,
er mær ei á tí hól,
síðan stríddust kempur tvær
fult í tímar tólv.
44. Síðan stríddust kempur tvær
hendan dag til enda,
tyngist svørð í Sjúrðar hondum,
tekur spjótum at senda.
45. Kastar hann eitt, og kastar hann tvey,
og kastaði hann tað triðja.
Dvørgurin tók mót øllum teim,
hann kendi ei til sviða.
46. Sjúrður vá upp sín bitra brand,
tó hendur bóru hin seinan,
feldi hann yvir dvørga høvur,
einki varð honum at meini.
47. Dvørgurin gav so stórt eitt høgg,
tað hoyrdist út í Frans,
høggur niður í Sjúrðar høvur
hjálm av høvdi hans.
48. Dvørgurin gav so stórt eitt høgg,
Sjúrði ætlaði tað,
spretti brynju av baki hans,
so Grani fell á knæ.
49. Sjúrður reiggjar svørðið umkring
bæði av grimd og reiði,
klývur av honum skjøldarnar,
rivnaði brynjan breiða.
50. Dvørgurin læt av skógnum standa,
fingið hevði hann sár:
»Hoyr tú, Sjúrður Sigmundarson,
sigurin gevi eg tær!«
51. Riðu teir til hallar heim,
Høgni og Sjúrður svein,
sum hin fagra dvørgamoyggin
situr í borgum ein.
52. Bjørt sat frú við breiða borð
og sýir tað hvíta lín,
Sjúrður flutti hana úr høll
og so tað gull í skrín.
53. Hann setti hana upp á hests síns bak
og førdi hana heim til halla,
tók bæði skart og skreyt,
nú man ríman falla.
54. Hann flutti hana ikki í Júkagarð,
men heim í høll til sín:
»Høgni, heilsa konginum heim,
at hetta er lønin mín!«
55. Hann setti hana blant moyggjaskara,
hóast hon vildi treyð,
Ásmundi dugnaði hon sára væl,
tá hann var staddur í neyð.
56. Høgni átti ein son av sær,
hann bar faðirs navn,
inntil hann vá Artala kong,
sum víða gongur av sagn.
57. Inntil hann vá Artala kong,
sum víða gongur av sagn,
vant hann upp síni silkisegl
og sigldi so inn í havn.
58. Hann sigldi inn á eina maka havn,
har legði hann seg við frið,
inntil hevndar sakir vóru,
brynjaði hann sítt lið.
59. Síðan kallaðu hann Aldrias,
tí honum var eingin at ráða;
hann var ungur og óstiltur
í sjálvsins ráði draga.
60. Ráddi har fyri Húnalandi
eftir Artans deyða,
kallaðu hann Ásmund Aldriansson,
tí hann bar kinn so reyða.
(c) Dansifelagið í Havn