Kvæðasavn

Emunds ríma

Onnur heiti:
Amunds ríma
Janimunds ríma

Uppskrift: FK 98eC, 24, pp. 161-171.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg kann onga skemtan gera,
hvar eg komi í dans,
kvøði um keisaran Karlamagnus,
tólvjavningar hans.

2. Eg kann onga skemtan gera,
hvar eg komi á gólv,
kvøði um keisaran Karlamagnus
og hans javningar tólv.

3. Eg kann onga skemtan gera,
hvar eg komi at ríma,
kvøði um keisaran Karlamagnus
og tólvjavningar sínar.

4. Keisarin eigur ein systurson,
hann vil hann ikki gloyma,
setir hann hann í glæstriborg
við fimtan sveinar at goyma.

5. Keisarin eigur ein flótan hest,
slíkur er eingin í landi,
so loypur hann yvir dalar og fjøll
sum eftir sløttum sandi.

6. Keisarin var í stríð í dag,
mongum veitti hann mein,
inntil dagur at kvøldi kom,
tá reið hann sjálvur heim.

7. Keisarin var í stríð í dag,
mongum elvir hann sút,
inntil dagur at kvøldi kom,
tá gekk megin út.

8. »Eg sá kempu í stríð í dag
bæði við gleði og gaman,
sannur faðir av himmiríki
sendi osum saman.

9. Eg sá kempu í stríð í dag,
tílíkan eingin sá,
sannur faðir í himmiríki
lati meg hann ná.«

10. So reið keisarin Karlamagnus
alt upp á hans fund,
tríggjar steinar í barm á sær,
hvør stóð meir enn pund.

11. So reið keisarin Karlamagnus
alt tað, ið hestur sprakk,
hann kom fram at kelduni,
sum heiðin lá og drakk.

12. So reið keisarin Karlamagnus
alt upp á hans fund:
»Reis teg upp frá kelduni,
tú ert ein heiðin hund!«

13. Heiðin legðist á vøllin niður,
komu so tíðindi heim,
níggju áir í vatnið runnu,
tað fjaraði av øllum teim.

14. Svaraði keisarin Karlamagnus,
studdist við skjoldið fríða:
»Statt upp, heiðin, og ver títt lív,
eg vil ikki á teg níða.«

15. Heiðin leyp frá kelduni upp,
hann gav honum onga takk,
øvigur eftir grønum vølli
upp á saðilin sprakk.

16. Heiðin upp frá keldu sprakk,
mælti ikki mál,
saðilin og brynja hans,
alt var gjørt av stál.

17. Heiðin leyp frá keldu upp,
settist á ørsið stinna:
»Eg sá manga frægari kempu,
kundi meg ikki vinna.«

18. Heiðin upp frá keldu sprakk,
alt fyri uttan ekka:
»Hvussu eitur tú, mikli maður,
tú forðaði mær at drekka?«

19. »Karlamagnus eiti eg,
so eri eg nevndur á sonnum,
kongur og so keisari
yvir kristnum monnum.«

20. »Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
tað tali eg til tín,
gev mær handa fríða hjálm,
hann verður skaði tín!«

21. Svaraði keisarin Karlamagnus
av so tungum stríði:
»Henda hjálm fær eingin av mær,
meðni eg eri á lívi.«

22. Kastaðu øllum váknum
og øllum silvurbondum,
sá sær eingi onnur ráð,
hann tók so kongin á hondum.

23. Bardust teir um hjálmin tann,
tað var mest av sút,
á tann sama fagra dag
tá reið Rólant út.

24. Rólant ríður um borgina,
heldur um ringin reyða:
»Tað kenni eg á sjálvum mær,
at frændi mín er í neyð.«

25. Rólant reikar um borgina,
tað var mest av sút,
hann talar til ein av sveinunum,
biður hann lova sær út.

26. Svaraði ein av sveinunum,
sum hurðar hevði í valdi:
»Tú fert ikki av borgini út,
tú ert for ungur av aldri.«

27. Rólant reikar um borgina,
tað var mest av sút,
hann talar til ein av sveinunum,
biður hann lova sær út.

28. Svaraði annar av sveinunum,
heldur á brýndum knívi:
»Tú fert ikki av hallini út,
tú ert for ungur á lívi.«

29. Rólant reikar um borgina,
tað gjørdi hann treyður,
hann tók ein av sveinunum
og sló allar hinar deyðar.

30. Rólant slapp av borgini út
á tí sama sinni,
hann fann har ein fríðan hest
og legði sær í minni.

31. Rólant slapp av borgini út
við so miklan ómak,
hann hevði ikki fleiri orð,
hann setti seg á hans bak.

32. So reið Rólant fyrsta dag,
ikki vildi hestur ganga:
»Sannur faðir av himmiríki,
lati meg stríðið fanga.«

33. So reið Rólant annan dag,
ikki vildi hestur gá:
»Sannur faðir í himmiríki,
lati meg stríðið fá.«

34. So reið Rólant triðja dag,
mangt var honum ímóti,
tá hann kom har betur fram,
hann fann eitt skaft av spjóti.

35. So reið Rólant fjórða dag,
hann sá fram yvir skógva,
sýntist ikki betur enn,
at hann sá fuglar tógva.

36. So reið Rólant fimta dag,
honum leiðist ikki enn,
tá hann kom í skógvin fram,
sá hann tógva menn.

37. Svaraði Janimund, kempan reyst,
tykist hava kent:
»Sjálvur tann hin fányti
hevur teg higar sent.«

38. Svaraði keisarin Karlamagnus,
eyguni at honum rendi:
»Signaður veri tann dýri drottur,
ið teg higar sendi.«

39. Svaraði Janimund, kempan reyst,
heldur sær á gleim:
»Mætari gud hava tit enn eg,
koma tit livandi heim.«

40. Rólant hevði í sínari hond
eitt brotið spjótaskaft,
eg svørji tann eið á mína trúgv,
hann sipaði til so fast.

41. Eg svørji tann eið á mína trúgv,
hann sipaði til so fast:
sundur í tann heidna hund
tann høgra hondin brast.

42. Niður fell tá Dýrindal,
Rólant upp hann treiv:
»Hvør var nærri arvinum?
ei var eg her feigur.«

43. Tað var reystur Rólant jall,
sínum svørði brá,
hann kleyv Janimund, kempuna reysti,
sundur í lutir tvá.

44. Tað var reystur Rólant jall,
heldur sær at gaman,
við hvørt stykki, hann av honum høgg,
við hvørt rann hann saman.

45. Svaraði reystur Rólant jall:
»Hetta er størsta undur,
nú skal taka stólp og stein
og føra hann víða sundur.«

46. Tá var reystur Rólant jall
glaður foruttan ekka,
hann tók vatn í gyltan lúður
frænda sínum at drekka.

47. Tað var keisarin Karlamagnus,
tá hann vatnið fár,
við báðum sínum eygunum
hann upp til himmals brá.

48. Við báðum sínum eygunum
hann upp til himmals sá:
»Hvar er nú tann mikla kempa,
mær var her íhjá?«

49. Svaraði reystur Rólant jall,
tað var mest av sonnum:
»Bannaður veri búkur hans
bæði av Gudi og monnum.«

50. Svaraði keisarin Karlamagnus,
fell so væl í lag:
»Vit skulu ikki skaða hann,
hvørki hans gull ella fæ.«

51. Svaraði reystur Rólant jall:
»Ei man tað so vera,
Janismunds høvur og Dýrindal,
vit skulu í heimi bera.«

52. Frættist tað í hallir heim,
at Janimund sigur fekk,
so var møddur keisarin,
at skúm um nasar gekk.

53. Riðu teir á brekkuna upp,
sum Janimunds høvur lá,
stríðir runnu blóðfossarnir,
so er mær greint ífrá.

54. Tað var keisarin Karlamagnus,
heim í garðin fór,
úti Olgar danski
fyri honum stóð.

55. Svaraði Olgar danski,
heldur sær á gleim:
»Tað mást tú takka frænda tínum,
at tú komst livandi heim.«

56. Svarar reystur Rólant jall,
svarar so fyri sær:
»Hvør skal fara í hallina inn
harri, sig tú mær?«

57. Svaraði keisarin Karlamagnus,
tað var mær so líkt:
»Tað verður ikki á míni ævi,
eg komi mær í slíkt.«

58. Svaraði keisarin Karlamagnus,
fell so væl í lag:
»Hann skal fara í hallina inn,
ið tú vilt nevna til tað.«

59. Svaraði reystur Rólant jall
alt fyri uttan sút:
»Gýðing jall av ríkinum
hann nevni eg fyrstan út.«

60. Svaraði reystur Rólant jall,
fell so væl í lag:
»Gýðing jall av ríkinum
hann nevni eg fyrst ástað.«

61. »Fari eg fyri Onglands borð,
komi eg ikki heim,
tað skal verða á tíni ævi,
onkur fellir gleim.

62. Fari eg fyri Onglands borð,
komi eg ikki aftur,
tað skal verða á tíni ævi,
onkur fellir tættur.

63. Fari eg fyri Onglands borð,«
Gýðing svarar av bræði:
»Tað skal verða deyði tín
og mongum manni at skaða.«

64. So fór hann til Onglands kong
við Janimunds høvur í hendi:
»Her er skattur av Fraklandi,
sum Karlamagnus sendi.«

65. Hann kastar øllum váknum
og øllum silvurbondum:
»Hann skal harðan deyðan tola,
her ber høvur í hondum.

66. Taka skal vánda Gýðing jall,
leggja hann í jarn,
skyldur eri eg Janimund at hevna,
hann var mítt onkarbarn.«

67. »Tað tykir mær einki vera,
um enn tit lata meg vera,
heldur skal eg tykkum ráða,
hvøssu tit skulu gera.

68. Heldur skal eg ráða tín,
hvøssu tær skuluð gera,
hálvt skal liðið í Runsival,
og hálvt skal eftir vera.

69. Eg havi hoyrt frá kempu sagt,
tílíka onga spurt,
hann varð ei við váknum vegin,
megnast hann ikki burt.

70. Eg havi hoyrt frá kempu sagt,
burtur í øðrum londum,
hann varð ei við váknum vegin,
valla tókst hann á hondum.«

71. Svaraði ein av kristnum monnum,
har hann lá í bondum:
»Tað man Gud ikki tilsteða,
at taka Rólant á hondum.«

72. »Tú skalt fara á heiðin lond
at samla saman djór
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín á sól.

73. Tríggjar skalt tú herirnar
av tínum landi gera,
við tann allar seinasta
har skalt tú sjálvur vera.

74. Eg fái ikki, Onglands kongur,
snakkað við teg longur,
tí at keisarin Karlamagnus
gerst so nýtur drongur.«

75. »Tú skalt mær tey boð teim bera,
siga teim so til handa,
undir lindini Aspurmond
har skal stríðið standa.

76. Tú skalt mær tey boð teim bera,
siga teim so ífrá,
undir lindini Aspurmond
har skal stríðið stá.«

77. Gýðing heim í garðin fór,
heilsar harra sín:
»Hvøssu tók hann Onglands kongur
við høvur av soni sínum?«

78. »Hann bað meg tey boð tær bera,
siga tær so ífrá,
undir lindini Aspurmond
har skal stríðið stá.«

79. Tað var keisarin Karlamagnus,
tekur til sítt svørð:
»Nú skal ríða í Runsival
og vita hvøssu fer.«

80. Gýðingur so til orða tekur:
»Eg skal ráðið gera,
hálvt skal liðið í Runsival
hálvt skal heima vera.«

(c) Dansifelagið í Havn