Kvæðasavn

Emunds ríma

Onnur heiti:
Amunds ríma
Janimunds ríma

Uppskrift: FK 98eE, 24, pp. 181-183.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

a. Keisarin eigur ein systurson,
hann vil hann ikki gloyma; [o.s.fr.]

b. Emundur eigur ein fljótan hest,
slíkur er eingin í landi,
so loypur hann yvir dalir og fjøll,
sum aðrir á sløttum sandi.

* * *

c. Svaraði Emund kempan sterk,
so tók hann uppá:
»Tú hevur dripið fyri mær,
so ikki fæst tølur á.«

* * *

d. ........
hann tók keisaran á hondum.

e. Bardust teir í tógva dagar,
hvørgin sigur vann: [o.s.fr.]

f. Inntil tann hin triðja,
[ið sól til viða rann],
tá møddist keisarin Karlamagnus,
tann hin raski mann.

g. Tað var keisarin Karlamagnus,
hann hugsar so við sær:
»Gávi Gud faðir av himmiríki
Róland var nú her.«

* * *

h. Róland reikar um borgina,
sær á ringin reyða:
»Tað síggi eg á fingurgull, [o.s.fr.]

i. Róland talar til sveinarnar,
tógva ella trí[gg]jar:
»Lovið mær av hallini út,
frænda mín at sí[gg]ja!«

* * *
j. ...........
»Sjálvur tann [hin] fányti [o.s.fr.]
.............]

k. »Eg eri eingin fányti
heldur enn sjálvur tú: [o.s.fr.]

* * *

l. Svaraði Róland, kempan sterk,
nú man tað so vera:
»Ólivant horn og Dýrindal
tað skulu vit heimat føra.«

* * *

m. Tá mundi hoyrast langan veg,
sum fossar fullu av,
gingu so báðir í eina borg,
fall so væl í lag.

* * *

n. Svaraði hin vándi Gýðin jall,
hugsar so við seg:
»Ofta hevur tú illar vegir [o.s.fr.]

* * *

o. Fari eg fyri Eingilands kong,
komi eg heilur heim,
tað skal verða á mínari ævi, [o.s.fr.]

* * *

p. Tað var hin vándi Gýðin jall,
tað gjørdi hann tá,
hann sló tíggju av kongsins monnum,
so høvur á borði lá.

* * *

q. »Tógva skalt tú herirnar
av tínum landi gera,
inntil tann hin triðja, [o.s.fr.]

r. ...............
inntil tann hin triðja,
høgga skalt tú tá.«

s. »Hoyr tú, Eingilands kongurin,
tú spyr meg einki longur,
tað er Róland, kempan sterk,
hann er so nýtin drongur.«

t. Tað var vándi Gýðin jall,
heim í garðin fór,
tað var keisarin Karlamagnus
fyri honum stóð.

(c) Dansifelagið í Havn