Kvæðasavn

Emunds ríma

Onnur heiti:
Amunds ríma
Janimunds ríma

Uppskrift: FK 98eF, 24, pp. 184-185.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg kann onga skemtan gera,
fyrr enn eg gangi í dans,
eg kvøði um keisaran Karlamagnus
og tólvjavningar hans.

2. Keisarin eigur ein systurson,
hann vil hann ikki forgloyma,
setir hann hann í eina borg
við fimtan sveinar goyma.

3. Emund legðist at kelduni,
so mundu tíðindi koma,
so drakk tann hin heidni hundur,
at tá rann einki oman.

4. Heiðin upp frá keldu stóð,
hann gav honum onga takk,
øvigur hann á grønan vøll
upp í saðilin sprakk.

5. Heiðin upp frá keldu stóð,
hann leyp á hest so stinnan:
»Eg sá onga tílíka kempu,
vil ikki á meg vinna.«

6. Tað var hesin heidni hundur,
hann mælti ikki mál,
hann bant pá seg brynjuna,
og gjørd var út av stál.

7. Svaraði Emund, kempan sterk,
glaður foruttan ekka:
»Hvussu eitur kempan tann,
ið forðaði mær at drekka?«

8. »Hoyr tað, tú hin heidni hundur,
eg sigi tær tað av sonnum,
Karlamagnus er keisari
yvir øllum kristnum monnum!«

9. »Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
eg sigi tær av tí sanna,
tú hevur dripið fyri mær
væl fimm hundrað manna!

10. Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,
eg sigi tær satt ífrá:
»Tú hevur dripið fyri mær,
so ikki fæst tølur á!«

11. Svaraði Emund, kempan sterk,
hann talaði hinum so til:
»Henda sama fríða hjálm,
eg taki hann, tá ið eg vil.«

12. Tí svaraði Rólant jall,
hann heldur á búnum knívi:
»Hoyr tú, keisarin, harri mín,
og eg tók hann av lívi!«

13. Svaraði keisarin Karlamagnus,
tað var alt av sonnum:
»Bannaður verði búkur hans,
bæði av Gud og monnum.«

(c) Dansifelagið í Havn