Kvæðasavn

Emunds ríma

Onnur heiti:
Amunds ríma
Janimunds ríma

Uppskrift: KB 1:5, 1.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Keisarin eigir ein systurson,
hann vil hann ikki gloyma,
setur hann hann í glæstriborg
við fimtan sveinar at goyma.

2. Keisarin eigir ein fljótan hest,
slíkur er eingin á landi,
so loypur hann yvir dalar og fjøll
sum aðrir á slættum sandi.

3. Keisarin var í stríð í dag,
mongum vann hann mein,
inntil dagur at kvøldi kom,
tá reið hann troyttur heim.

4. »Eg sá kempu í stríð í dag,
alt fyri uttan vanda,
høvdu vit fingið kristnað hann,
slíkur var eingin í landi.

5. Eg sá kempu í stríð í dag,
tílíkan ongan sá,
sannur faðir av himmiríki
lati meg hann ná!

6. Eg sá kempu í stríð í dag
bæði við gleði og gaman,
sannur faðir av himmiríki
sendi osum saman.«

7. Amund kvittar úr stríðinum,
skuldi ríða heim,
eftir reið keisar Karlamagnus,
hann vann honum mein.

8. Amund kvittar úr stríðinum,
alt fyri uttan ekka;
hann kom sær at kelduni,
hann legði seg har at drekka.

9. Heiðin legðist á vøllin niður,
komu so tíðindi heim:
Níggju áir í vatnið runnu,
tað fjarar av øllum teim.

10. Níggju áir í vatnið runnu,
so munnu tíðindi koma:
So drakk Amund, heidningurin,
at einki vatn rann oman.

11. So reið keisar Karlamagnus
alt tað, ið hestur sprakk,
hann kom fram at kelduni,
sum heiðin lá og drakk.

12. Keisarin so til orða tekur,
studdist við skjøldin fríða:
»Statt upp, heiðin, og verj títt lív,
eg vil ikki á teg níða.«

13. Heiðin leyp frá keldu upp,
alt fyri uttan ekka:
»Hvussu eitur tú, mikli maður,
tú forðaði mær at drekka.«

14. »Karlamagnus eiti eg,
so eri eg nevndur av sonnum,
kosin kongur og keisari
yvir kristnum monnum.«

15. »Hoyr tú; keisarin Karlamagnus,
eg sigi tær satt ífrá:
Tú hevur dripið fyri mær,
so ikki fæst tølur á.

16. Hoyr tú, keisar Karlamagnus,
tað tali eg til tín:
Gev mær handa fríða hjálm
í umboð skaða mín.«

17. Keisarin so til orða tekur,
heldur á brýndum knívi:
»Henda hjálm fær eingin av mær,
so leingi eg eri á lívi.«

18. Amund so til orða tekur,
talaði honum so til:
»Henda sama fríða hjálm
hann taki eg, tá eg vil.«

19. Heiðin leyp frá kelduni upp,
mælti ikki mál,
saðil hans og brynja,
alt var gjørt av stál.

20. Heiðin leyp frá kelduni upp,
settist á ørsið stinna:
»Eg sá mangan frægari kappa,
kundi meg ikki vinna.«

21. Heiðin rendi á vøllin fram,
hann gav honum lítla takk:
Leysan keisar Karlamagnus
út úr saðli stakk.

22. Hann kastaði øllum vápnunum
og øllum silvurbondum;
hann sá sær ikki svinri ráð:
Hann keisaran tók á hondum.

23. Legði hann hann á jørðina niður,
tekur til bond at greiða:
Henda sama fríða hjálm
vildi hann ikki skeina.

24. Bardust teir um hjálmin tann,
tað var mest av sút;
henda sama fagra dag
tá reið Rólant út.

25. Rólant reikar um borgina,
hann lítur á ringin reyða:
»Tað kenni eg á sjálvum mær,
at frændi mín er í neyð.«

26. Rólant reikar um borgina,
tað var mest av sút,
hann talar til fyrsta sín goymslusvein,
biður hann lova sær út.

27. Svaraði fyrsti av sveinunum,
sum hurðar hevði í valdri:
»Tú fert ikki av borgini út,
tú ert ov ungur av aldri.«

28. Rólant reikar um borgina,
við trega og tunga sút,
hann talar til annan sín goymslusvein,
biður hann lova sær út.

29. Svaraði annar av sveinunum,
heldur á brýndum knívi:
»Tú fert ikki av høllini út,
tú ert ov ungur á lívi.«

30. Rólant reikar um borgina
við trega og tunga sút:
hann talar til triðja sín goymslusvein,
hann biður hann lova sær út.

31. Svaraði triði av sveinunum,
borgina hevði í ráð:
»Tú fert ikki av høllini út,
standist hvat av ið má.«

32. Rólant reikar um borgina,
tað gjørdi hann treyður:
Hann tók fyrsta av sveinunum
og bardi so hinar deyðar.

33. Rólant leyp av borgini út,
mangt var honum ímóti,
hann fann sær ein fatabúrs hest
og eitt skaft av spjóti.

34. Rólant reið eftir vegum fram,
hestinum treyt at ganga:
»Sannur faðir av himmiríki
lati meg stríðið fanga!«

35. Rólant reið eftir vegnum fram,
næstan læt hestur lív:
»Harra Gud av himmiríki,
hann vísi mær á stríð'.«

36. Rólant reið eftir vegnum fram,
ei leiddist honum enn;
tá hann kom á skógvin fram,
tá sá hann tógva menn.

37. Tað var reysti Rólant jall,
hann talar til gangara sín:
»Stíg nú fram so drístuliga,
nú síggi eg frænda mín!«

38. Rólant reið eftir vegnum fram,
søgur ganga frá:
Hann sá keisaran, harra sín,
hann opin á vølli lá.


39. Amund leit frá vølli upp,
tykist hava kent:
»Sjálvur sá hin fányti
hevur teg higar sent.«

40. Svaraði keisarin Karlamagnus,
eyguni at honum rendi:
»Signaður verði tann dýri drottur,
ið teg higar sendi!«

41. Svaraði Amund, kempan reyst,
heldur sær á gleim:
»Mætari gud hava tit enn eg,
koma tit livandi heim!«

42. Rólant hevði ei annað vápn
uttan eitt spjótarskaft:
»Eg svørji tann eið á mína trúgv,
hann sipaði til so fast.

43. Eg svørji tann eið á mína trúgv,
hann sipaði til so fast,
sipaði á tann heidna hund,
so høgra hondin brast.«

44. Niður fell tá Dýrindal,
Rólant upp hann treiv:
»Hvør var nærri arvinum?
ei var eg her feigur!«

45. Tað var reysti Rólant jall,
sínum svørði brá,
hann kleyv Amund, heidningin,
sundur í lutir tvá.

46. Tá var reystur Rólant jall
glaður fyri uttan ekka,
hann tók vatn í gyltan lúður,
bar frænda sínum at drekka.

47. Tað var keisarin Karlamagnus,
tá hann vatnið fær,
við báðum sínum eygunum
hann upp til himna sær.

48. Við báðum sínum eygunum
hann upp til himna sá:
»Hvar er nú tann mikla kempa,
mær var her íhjá?«

49. Svaraði reystur Rólant jall,
tað var mest av sonnum:
»Bannaður verði búkur hans
bæði av Gudi og monnum!«

50. Svaraði reystur Rólant jall,
fyrsta orðið tá:
»Deyður er Amund heidningur,
sjálvur eg hann vá!«

51. Svaraði keisarin Karlamagnus,
fell so væl í lag:
»Vit skulu ikki skaða hann,
hvørki hans gull ella fæ!«

52. Svaraði reystur Rólant jall:
»Ei má tað so vera,
Amunds høvur og Dýrindal
vit skulu til hallar bera.«

53. Svaraði keisar Karlamagnus
lítur á ringin reyða:
»Dýrindal og Ólivant horn,
tey verða tær at deyða!«

54. Riðu teir á brekkuna upp,
sum Amunds høvur lá;
stríðir runnu blóðfossarnir,
so er mær greint ífrá.

55. Tað var keisarin Karlamagnus,
heim í garðin fór;
úti Olgar danski
fyri honum stóð.

56. Svaraði Olgar danski,
heldur sær á gleim:
»Tað má tú takka frænda tínum,
at tú komst livandi heim!«

57. Svaraði keisarin Karlamagnus,
tað var mær so líkt:
»Tað verður ikki á míni ævi,
eg komi mær aftur í slíkt!«

58. Gingu teir í høllina inn,
glaðir for uttan vanda,
keisarin setist í hásæti,
hann mælir nú við sín frænda.

59. Rólant so til orða tekur,
mælir for munnin á sær:
»Hvør skal fara við høvdinum,
harri, sig tú mær?«

60. Svaraði keisarin Karlamagnus,
fell so væl í lag:
»Hann skal fara við høvdinum,
ið tú vilt nevna til tað.«

61. Rólant so til orða tekur,
heldur á búnum brandi:
»Fyrstan nevni eg Gýðin jall
út av várum landi.«

62. Svaraði hin vondi Gýðin jall,
mælir so fyri sær:
»Tú hevur so mangar vegirnar
ójavnað fyri mær!«

63. »Fari eg fyri Angulund kong,«
Gýðin mælir av bræði:
»Tað skal vera deyði tín,
fleiri dreingja skaði.«

64. »Fari eg fyri Angulund kong,
komi eg ikki heim;
tað skal vera á tíni ævi
onkur fellur gleim.«

65. »Fari eg fyri Angulund kong,
komi eg ikki aftur;
tað skal vera á tíni ævi
onkur fellur táttur.«

66. Gýðingur fór fyri Angulund kong
við Amunds høvur í hendi:
»Her er skattur av Fraklandi,
sum Karlamagnus sendi!«

67. Tað var Angulund, kongurin,
alla gleði misti:
Tríggjar reisur á einum sinni
blóðugt høvur kysti.

68. Hann kastar øllum vápnunum
og øllum silvurbondum:
»Hann skal harðan deyða tola,
oss ber høvur í hondum.

69. Taka skal vonda Gýðin jall,
leggja hann í jarn;
skyldur eri eg Amund at hevna,
hann er mítt onkabarn!«

70. Tí svaraði Gýðin jall,
talar so fyri seg:
»Líkari var tín son at hevna,
enn at drepa meg.

71. Tí tað tykir mær einki vera,
at tú letur meg vega;
heldur skal eg ráða tær,
hvussu tú skalt gera.

72. Heldur skal eg ráða tær,
hvussu tær skulu gera:
Hálvt skal liðið í Runtsival,
og hálvt skal eftir vera.

73. Tú skalt fara á heiðin lond
at samla saman djór
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín á sól.

74. Tríggjar skal tú avreksherar
av tínum landi gera;
í tí allarseinasta
har skalt tú sjálvur vera.

75. Eg fái ikki, Angulund kongur,
tala við teg longur,
tí at keisarin Karlamagnus
er so harður ein drongur.«

76. »Tú skalt mær tey boð teim bera,
siga teim so til handa:
Undir lindini Aspurmund
har skal stríðið standa.

77. Tú skalt mær tey boð teim bera,
siga teim so ífrá:
Undir lindini Aspurmund
har skal stríðið stá.«

78. Tað var vondi Gýðin jallur,
heim í garðin fór;
úti keisar Karlamagnus
fyri honum stóð.

79. Svaraði keisar Karlamagnus,
smílist undir lín:
»Hvussu tók hann, Angulund kongur,
við høvur av soni sínum?«

80. »Hann bað meg bera tær boðini tey,
siga tær so til handa:
Undir lindini Aspurmund
har skal stríðið standa.«

81. »Eg skal leggja tær ráðini tey,
hvussu tú skalt gera:
hálvt skal liðið í Runtsival
og hálvt skal heima vera!«

82. Tað var keisarin Karlamagnus,
tekur so til svar:
»Nú skal ríða í Runtsival
og vita hvussu fer!«

(c) Dansifelagið í Havn