Kvæðasavn
Hørpu ríma
Uppskrift: FK 134F, 30, pp. 172.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Komu tveir biðlar í ein garð,
- biður tygur renna -
bóðu moy, enn yngri var.
- Rúnarmenn, gerið tær at jomfrú góð,
biður tygur renna,
tólv ærligar, teir rúnarmenn.
2. Tá yngru teir tá bóðu,
tá eldru teir forsvóru.
3. Tann yngra hon er seg so fríð,
rætt sum sólin skín í líð.
4. Tann eldra hon er seg so ljót,
rætt sum ormar skríða í grót.
* * *
Hon rættir upp sína ljósu hond:
»Sæla systir, hjálp á land!«
* * *
»Meðan tær líkar tað illa,
skulum vit aldri stilla.«
Teir slógu sína harpu av magni,
brúðurin sprakk av harmi.
* * *
Teir slógu sína harpu av móði,
brúðurin fleyt í blóði.
(c) Dansifelagið í Havn