Kvæðasavn

Ólavur hin heilagi

Annað heiti:
Gudbrands kvæði

Uppskrift: NK 9.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Ólavur tann heilagi,
Noregi hann átti;
alt tað fólk hann kristnaði,
sum honum søma mátti.

Omaneftir og niðaneftir,
oman eftir vallaratúni,
har fór hestur mín tann brúni,
oman eftir vallaratúni.

2. Gudbrandur í Gudbrandsdali,
hann var eftir eina,
hvussu hann fekk kristnað hann,
eg frá tí vil greina.

3. Gudbrandur fekk frá kongi boð,
mundi frættast víða:
antin lata kristna seg
ella ímóti stríða.

4. Gudbrandur talar til sonin sín:
»Í stríðið skalt tú fara,
ven hann av tí vananum,
við trúum okkum læra.«

5. Valdi út av Gudbrandsdali
tólv hundrað í skara;
kongurin dró tá teim ímót,
tó vildi hann fólkið spara.

6. Kongurin talar til sendisvein
við tí boði sæla:
»Bið hann unga Gudbrandsson
sjálvan við meg tala!«

7. Inn kom Gudbrandur Gudbrandsson,
fellur for konga kníggja:
»Tí eri eg komin higar í dag,
eg vil teg sjálvan síggja!«

8. »Ver vælkomin, ungi maður,
gakk tú mær til handa,
trúgv tú á tann sanna Gud,
tú sleppur úr stórum vanda!«

9. Gudbrandur stendur á hallargólvi,
fellur á síni knæ:
»Eg skal trúgva á sannan Gud
hendan sama dag!«

10. Kristnaði hann tann unga mann
á tí sama sinni;
kongur gav honum gull og fæ
og takkaði Gudi ei minni.

11. Gudbrandur tekur í kongsins hond:
»Takk fyri tína náði!
Eg skal kristna faðir mín,
vil hann taka við ráði.«

12. Gudbrandur vendir borgum frá
aftur til faðir sín:
»Ver vælkomin úr stríðinum,
sæli sonur mín.«

13. »Sitið nú heil og sitið nú sæl
bæði faðir og móðir;
eg havi verið hjá Ólavi kongi,
hann er maður góður!

14. Eg havi tikið við kristnari trúgv
og kastað gudin ranga;
ger tú líka, faðir mín,
so væl tað tær skal ganga!«

15. »Hevur tú tikið við kristnari trúgv
forsakað gudin henda,
galið gjørdi tú sonur mín,
tú mást snart frá tí venda!

16. Hevur tú svarti úlvaungi,
forsakað gudin Tóra,
hevur tú lurtað eftir Ólavi kongi,
hvat hann hevur fyri tær bjórað!«

17. Gudbrandur situr í hásæti,
hann heldur á reyðum ringi:
»Eg skal lata kongin kalla
higar á Dalatingið.

18. Eg skal lata fólkið samla,
alt her býr íkring:
bera skulu teir Tóra gud
sjálvan inn á ting.

19. Kongurin man tá óttast við
fyri tí gudi stóra,
hann man fána av ræðslu niður,
tá ið hann sær Tóra.«

20. Tað var signaði Ólavur kongur,
hann fekk tey boð av sonnum,
at hann skuldi møta á Dalatingi
við øllum sínum monnum.

21. Kongurin talar til Kolbein sterka:
»Tú skalt hjá mær vera;
eg havi hoyrt, teir ætla sær
Tór á ting inn bera.«

22. Kongurin gongur á tingið inn,
bæði vænur og vitur,
sær hann gamli Gudbrandur
í hásætinum situr.

23. Kongurin las upp kristna læru
fyri tí manna tali:
»Takið nú allir við mínum gudi,
nú hava tit gott í vali!«

24. Gudbrandur situr í hásæti,
talu sína fremur:
»Eg vænti smáligt mál í tær,
tá ið Tórur kemur!«

25. Bílætið kom á tingið inn,
var borið av fimtan monnum,
stóra sleggju í hondum hevði,
og hamarin stóð mót tonnum.

26. Gudbrandur reisist úr hásæti,
upp við hallarveggin:
»Nú meini eg, at Ólavur kongur
lútar við sínum skeggi!«

27. »Dárliga tú talar nú,
tú hin heidni hundur!
Myrkur býr í tínum hjarta,
tað er einki undur.

28. Vilt tú skoða sannan Gud,
skoða tá hans verk!
Hygg tú tær mót eystri upp,
har kemur hans tjenari sterki!«

29. Sólin rann úr eystri upp,
tók so fagurt at skína,
Gudbrandur vendi sær móti henni
við øllum monnum sínum.

30. Kolbein sipar á Tóra kropp,
góður var í honum alvur,
raplaði hann í smildur sundur
rætt sum kavaskalvur.

31. Rottur lupu úr viðagudi
hartil stórir ormar;
har var rumbul á tinginum,
tá alt av durum stormar.

32. Kongurin stendur á tinginum,
við sín forgylta stav:
»Her liggur nú tann sterki gudur,
tú hevur rósað tær av!«

33. Bilsin stóð hann Gudbrandur gamli,
rann honum tað í huga:
Óargadýr í Tóra búðu,
lítið mundi hann duga.

34. »Kongur, eg skal trúgva tær
og taka við Gudi eina:
Doyp tú meg í Harrans navn
við mínar menn og sveinar!«

35. Kongurin læt tá kirkjur byggja
har í Gudbrandsdali,
tá hevði hann alt Noregi kristnað,
tann hin kongurin sæli.

(c) Dansifelagið í Havn