Kvæðasavn

Dvørgamoy III

Annað heiti:
Ása Dvørgamoy

Uppskrift: CCF 8C, 1, pp. 290-294, FK 8C, 4, pp. 215-225.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. Eina veit eg rímuna,
inni hevur ligið leingi,
Hjálprek kongur for ríki ræður,
raskar eigur hann dreingir.

2. Hjálprekur kongur for ríki ræður,
vil eg for ydrum greina,
tjena honum hvønndagsliga
væl fimm hundrað sveinar.

3. Tjena honum hvønndagsliga
væl fimm hundrað sveinar,
ein er yvir øllum teim,
hann glógvar sum gullið reina.

4. Teir tjena honum hvønndagsliga
bæði við gleði og gamni,
ein er kappin Fávnisbani,
Sjúrður nevndur at navni.

5. Sjúrður liggur í síni song,
hann talar til Nornagest:
»Tú skalt saðla mær Grana,
mín góða gangarahest.«

6. Sjúrður so til orða tekur,
frá man frættast víða:
»Nú lystir meg úr Hjálpreks veldi
á Hilmars skógv at ríða.«

7. Sjúrður reið á skógvin fram
yvir um heyggin brúna,
høgan sá hann gullsal,
har lá gull í túni.

8. Sjúrður gekk í heyggin inn,
tikin til góðar at evna:
»Hoyr tað, yndug ríka frú,
hvussu skal eg teg nevna?«

9. »Eg var fødd, tá ið dagur treyt,
síðla dags á kvøldi,
Hilmir kallaði faðir meg,
hann ráddi for Óðins veldi.

10. Eg var fødd, tá dagur treyt,
av so miklari neyð,
Hilmir kallaði faðir meg,
hann búði her fyrstur í heyg.

11. Mær er faðir og móðir frá fallin,
so míni systkin fýra,
eg havi ongan forløgsmann,
sjálv má eg mær stýra.

12. Mær er faðir og móðir frá fallin,
av so miklari neyð,
ongan havi eg forløgsmann,
tí búgvi eg ein í heyg.«

13. »Hoyr tað, yndug dvørgamoy,
Finnamoyin fríða!
hvussu eita garpar tveir,
á henda skógvin ríða?«

14. »Hálvdan og hann Eirikur,
teir hava riðið her leingi,
teir kvittaðu heim í Ásgarðar
at finna Óðins dreingir.

15. Tað er Silvri kongins son,
higar hevur troytt,
hann hevur borið hálva sorg,
eg havi tað ikki skoytt.

16. Tað er Silvri kongins son,
hann er riðin avstað,
hann hevur borið hálva sorg,
eg havi ei sagt honum ja.

17. Laksið rennur so strítt sum streymur
niðan móti høgum fossi,
betri unti eg Sjúrða sveini
við gull og góðum kossi.

18. Laksið rennur so strítt í á
upp mót hørðum gróti,
ilt er at leggja ást við hann,
ið ongan leggur ímóti.

19. Eg var meg á heimanting,
har eg hoyrdi tað orðið,
nevndan hoyrdi eg Sjúrða svein,
hægstur yvir kongins borði.«

20. »Tú tarvt ei, yndug ríka frú,
eftir tí at stunda,
eg gifti ikki óðal mítt
burtur á heiðin grunda.

21. Tú tarvt ei, yndug ríka frú,
eftir tí at troyggja,
eg gifti ikki óðal mítt
burtur á heidnar oyggjar.

22. Laksið rennur so strítt sum streymur
eftir hvøssum gróti,
ilt er at leggja ást við hann,
sum ongan leggur ímóti.«

23. Settust niður í gyltan stól,
hildu hond í hond:
»Her skalt tú við tínum eygum sjá
so víða yvir vørild og lond.«

24. Settust niður í gyltan stól,
hildu sær í hendi:
»Her skalt tú við tínum eygum síggja
so víða, sum sólin rendi.«

25. Stígur hon upp úr gyltum stóli,
øll í gulli glæst,
hon gekk seg at kistuni,
við mentum hana upp læsti.

26. Læsir hon upp ta kistuna,
hon glógvar í gulli reyð:
»Her skalt tú tey klæðini slíta
eftir tann Dagmars deyða.

27. Her skalt tú tey klæðini slíta
eftir tann Dagmars deyða,
sum ligið hava á kistubotni,
sett við gulli reyða.«

28. »Gud lati meg ikki tey klæðini slíta
eftir tann Dagmars deyða,
sum ligið hava á kistubotni,
sett við gulli reyða.«

29. »Vilt tú ikki tey klæðini slíta
eftir tann Dagmars deyða,
aðrar lati eg skera tær,
sett við gulli reyða.

30. Tað er so vánt í tínum landi,
tað blæs bæði veður og vindur,
betri er í heyg hjá mær
ást við meg at binda.

31. Tað er so vánt í tínum landi,
tað frystir frost við træ,
tað kemur so mangur ómildur
at ræna tygra fæ.

32. Eg skal læna tær huldan hatt,
tú skalt á mýri gá,
tann, ið teg hevur fyrri sætt,
hann kennir teg ikki tá.

33. Eg skal læna tær huldan hatt,
tú skalt á mýri renna,
tann, ið teg hevur áður sætt,
hann skal teg ikki kenna.«

34. »Í nátt skal eg hjá frúnni sova
og drekka moya minni,
síðan skundi eg míni ferð,
vit finnumst annað sinni.«

35. Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá var Sjúrður Sigmundarson
til síni klæði fús.

36. Tá var Sjúrður Sigmundarson
til síni klæði fús,
klæðist fyri frúnnar song
við eitt voksljús.

37. Sjúrður klæðist árla morgun,
hann fer í brynju blá,
burtur var hans góði hestur,
sum hann skuldi ríða á.

38. Burtur var hans góði hestur,
sum hann skuldi ríða á:
»Hoyr tað, yndug ríka frú,
hvat eru til ráð?«

39. »Eg skal læna tær hestin tann,
kanst tú honum væl at stýra,
so loypur hann yvir dalir og fjøll,
sum aðrir á sløttum mýra.

40. Eg skal læna tær hestin tann,
kanst tú honum væl at ríða,
so loypur hann yvir dalir og fjøll,
sum aðrir í sløttum líða.«

41. Hon loysti honum út hestin tann,
sum ikki frystir við hóv,
gullið niður úr nøsum hekk,
tað glógvar á Hilmars skóg.

42. Hon loysti honum út hestin tann,
sum ikki frystir við hógv,
gullið niður úr nøsum hekk,
tað glógvar á Hilmars skógv.

43. »Tú stíg nú heilur á fljótan hest,
fátt verður tær at vanda,
sjáldan loysti faðir mín
folan henda úr bandi.

44. Tú stíg nú heilur á fljótan hest,
bæði við gleði og gleim,
tá ið tú kemur á Hjálpreks skógv,
tá vís mær folan heim.

45. Stíg nú heilur á fljótan hest,
bæði við tari og tattur!
tá ið tú kemur á Hjálpreks skógv,
so vís mær folan aftur.«

46. »Nær skal eg bryggja,
nær skal eg blanda vín?
nær skal eg tín aftur vænta
higar í heyg til mín?

47. Nær skal eg bryggja,
nær skal eg blanda bjór,
nær skal eg tín aftur vænta,
Sjúrður, søtin góður?«

48. »Væl mást tú bryggja,
væl mást tú blanda vín,
mánaðin við tøldum døgum
aftur í heyg til tín.

49. Væl mást tú bryggja,
væl mást tú mjøðin blanda,
mánaðin við tøldum døgum
skalt tú meg aftur vænta.«

50. Hon fylgdi honum so langa leið,
hon bað honum góðan dag:
»Far nú heilur og happadyggur,
alt gangi tær væl!«

51. Hon fylgdi honum so langa leið,
til gøtur tóku at skilja:
»Tað, eg vendi aftur frá tær,
er ímóti mín vilja.«

52. Hon fylgdi honum so langa leið,
til gøtur tóku at dimma,
svørji tann eið á míni trú,
tá græt hon Áldurimma.

53. Hon snúðist aftur í gyltan stól,
so er komið til mín,
møðig feldi hon blóðig tár
á báðar armar sínar.

54. Hon snúðist aftur í gyltan stól
av so miklari neyð,
so er mær við orðum greint,
hon lá á songum deyð.

55. Sjúrður ríður eftir Hilmars skógv
bæði við gleði og gleim,
tá ið hann kom á Hjálpreks skógv,
tá vísti hann fola heim.

56. Sjúrður ríður eftir Hilmars skógv,
bæði við tari og tattur,
tá ið hann kom á Hjálpreks skógv,
tá vísti hann folanum aftur.

57. Sjúrður gongur eftir veginum fram,
vil eg for ydrum greina,
møtti honum fjallatussi,
vildi honum meina.

58. Sjúrður stendur á grønum vølli,
hann tykist komin í vanda,
risin hann skeyt stong í jørð,
tá mátti maður standa.

59. Sjúrður skákar ein annan veg
fram úr skógnum at ganga,
risin skeyt sína stong í jørð,
tá mátti kappin standa.

60. Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
hann læt síni orð so taka:
»Hoyr tað, ljótur fjallatussi,
hvat havi eg gjørt til sakar?«

61. Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
hann var væl seinur til fóta:
»Fyri hvat vilt tú, fjallatussi,
stongina fyri meg skjóta?«

62. »Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,
ið hvat eg sigi tær,
tú hevur verið í huldarheyg,
so illa tað líkar mær.

63. Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,
ið hvat eg sigi teg,
tú hevur verið í huldarheyg,
so illa tað líkar meg.

64. Tú hevur verið í huldarheyg,
so illa tað líkar mær,
hann skal seg við vívið vera,
sum sigur av øðrum fær.

65. Tú hevur sovið hjá dvørgamoy,
ikki sagt mær frá,
fyri tað skalt tú, Sjúrður ungi,
missa lív og ráð.«

66. Sjúrður gongur á grønum vølli,
hann víða um seg sær,
tá kom Grani gangandi,
sum honum til lukku var.

67. Tá kom Grani gangandi,
hansara sporar ringja,
snarliga vendi hann síðu til,
Sjúrður í saðil at springa.

68. Sjúrður sprakk í saðil upp
yvir leysan loga,
hann studdist hvørki við skjøld ei svørð,
ei við saðilbuga.

69. »Tú tarvt einki at brigða mær
dvørgamoyin gifta,
nú vil eg teg, fjallatussi,
høggum við teg skifta.«

70. Sjúrður leyp í saðil upp
yvir leysa lund,
síðan letur hann høggini falla
bæði mong og tung.

71. Síðan letur hann høggini falla,
tað var honum at meini,
tað bítur ei svørð á risans holdi,
heldur enn knívar á hørðum steini.

72. Síðan letur hann høggini falla,
tað var honum ímóti,
tað bítur ei svørð á risanum,
heldur enn knívur á hørðum gróti.

73. Tað er Sjúrður Sigmundarson,
hann letur so orðum fúka:
»Nú skal eg taka upp listir tær,
sum eg havi sjáldan brúkað.«

74. Sjúrður kastaði svørðið umkring,
hann treiv um brandin bjarta,
hann vendi hann so fyri risans bróst,
hann stakk hann inn fyri hjartað.

75. Sjúrður tekur sín búna brand,
hann gav honum sterkt til ferðar,
rendi hann so fyri risans bróst,
oddin út millum herðar.

76. Sjúrður ríður á grønum vølli,
spjótið stendur í hjarta,
eitur dreiv á himmalin upp,
so sortnaði sólin bjarta.

77. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann reið til hallar heim,
lovaði Gudi og sjálvum sær,
at hann fekk einki mein.

78. Hjálprekur kongur til orða tekur,
hann blandar mjøð og vín:
»Hvar er Sjúrður Sigmundarson,
annar maður mín?«

79. Sjúrður stendur á hallargólvi,
hann hoyrir hesi orð,
hann kastar svørð og skildri niður,
hann stígur yvir borð.

80. Sjúrður er í ríkinum,
hann ræður yvir valdum skara,
nú er at teim stundum liðið,
at taldir dagar fara.

81. Sjúrður er í ríkinum,
hann skoðar teir kossir fríðar,
nú er at teim stundum liðið,
at taldir dagar líða.

82. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann ríður í huldarheyg,
so er mær við orðum greint,
hon lá á songum deyð.

83. Sjúrður mundi síggja á,
at drósið mundi doyggja,
síðan gróv hann drós í heyg,
sum dreingir í dølum hoyggja.

84. Sjúrður reið úr huldarheyg,
tað var virðin full,
hann førdi aftur til Hjálprek kong
tríggjar tunnur gull.

(c) Dansifelagið í Havn