Kvæðasavn

Sjúrður av Nøríki

Uppskrift: FK 82, 19, pp. 29-60.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

(I)

1. Vilja tit nú lýða á
av tí 'brøvune sum saatte',
Kviginsprá av Nøríki,
tríggjar synir hann átti.

Glymur dansur í høll,
sláið ring!
Ríða glaðir Norðanmenn
til elvarting.

2. Tríggjar eigur hann synirnar
og allir líka sterkir,
allir eru líka raskir,
og allir kallast kempur.

3. Tað var hildi Sjúrður,
var vaksin í kongins høll,
tá ið hann var fimtan ár,
og tá bestóð hann øll.

4. Sjúrður kastar vákn á vøll,
hann lystir ei longur at leika,
hann gár fyri sín sæla faðir
við reyðar kinnur og bleikar.

5. »Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
legg mær tað til ráð,
hvørja frúgv í vørildini,
ið er mær sámi at fá!«

6. Til svaraði hann Kviginsprá,
so tók hann uppá:
»Best mást tú, mín sæli sonur,
at vita um slíkum at ráða.«

7. Tað vóru báðir hansara brøður,
mæltu eitt orð so bráð,
snakka um ta somu frúgv,
sum Sjúrður hann skuldi fáa.

8. »Hoyrt havi eg gitið um Onglands kong,
hann eigur dóttur svá,
hana tykir mær títt javnling vera,
kanst tú hana fá.

9. Hoyrt havi eg gitið um Onglands kong,
hann eigur dóttur vísa,
bæði klók og kynsturlig,
hon kann sítt lív væl prísa.

10. Hoyrt havi eg gitið um Onglands kong,
hann eigur dóttur mæta,
hon er klók og kynsturlig
til góðs og landa at gæta.

11. Onglands kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
fram av kongins borði.

12. Onglands kongur dóttur eigur,
føgur er hon í litum,
hon kann allar rúnarlistir,
sum í høga torni situr.

13. Henni buðust mangir menn,
kongasynir og jallar,
hon var seg so biðlavond
og segði burtur allar.

14. Henni buðust mangir menn,
riddarar og so sveinar,
hon var seg so biðlavond
og bað teir sita heima.«

15. »Er hon seg so vitur og von,
sum tær sigið frá,
hagar streingi eg eitið mítt,
tað stendur mær hugur á.

16. Hagar skal eg streingja
mínum bønarorðum á,
biðja dóttur Onglands kong,
tað standist hvat av ið má!«

17. So læt Sjúrður av Nøríki
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

18. So letur Sjúrður av Nøríki
búgva skipini stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.

19. Bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór,
tó hann siglir í fimtan vetrar,
fattast hann ikki fóður.

20. Ganga teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá knørr varð drigið úr neysti.

21. Bræddir reyðir brandar,
borðini vóru blá,
stevnið og stýrið av reyðargulli,
har skín sólin á.

22. Bræddir reyðir brandar,
skorin var hvør stokkur,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í toppin.

23. Vant hann upp síni silkisegl
bæði væl og leingi,
sigldi so til Onglanda,
tað klingaði í hvørjum streingi.

24. Møttust teir á miðjum havi,
størsta stríð og vanda:
Sjúrður av Nøríki
og Gion av Íralandi.

25. Higar teirra snekkjur
tær kendu so fagurt land,
kastaðu sínum akkerum
á so hvítan ein sand.

26. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan ein sand,
Sjúrður og Gion av Írlandi,
men báðir fyrstir á land.

27. Uppi í miðjum grasagarði
har aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høga hallina inn.

28. Og so búnir ganga teir
í høga hallina inn,
sum kongurin yvir borði sat
við manna hundrað fimm.

29. Sjúrður stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðuna sína:
»Sit væl, reysti kongurin,
tú gev mær tá dóttur tína!«

30. Gion stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, reysti kongurin,
tú gev mær dóttur tína!«

31. Leingi tagdi kongurin
av so tungum vanda:
»Sigið mær navn og eiti tykkara,
hvaðan eru tit av land?«

32. Tað var Sjúrður av Nøríki,
hann segði sítt landamerki:
»Sjálvur eiti eg Sjúrður kongur,
mín faðir æt Kviginsprá sterki.«

33. Tað var Gion av Írlandi,
hann segði sítt landamerki:
»Sjálvur eiti eg Gion kongur,
mín faðir æt Ívin sterki.«

34. Tað var kongurin frægi,
tonkti seg um til ráð,
hvøssu hann skuldi teim høviskum monnum
eitt vinligt andsvar fá.

35. Kongurin so til orða tekur:
»Ei skal slíkum spara,
heintið mær frúnna í hallina inn,
sjálv má fyri seg svara!«

36. Frúgvin varð bæði studd og leidd
inn á sítt faðirsveldi,
so skein hennara gula hár,
sum skygdi av tignareldi.

37. Frúgvin varð leidd í hallina inn
fram fyri faðir sín,
so skein hennara gula hár,
sum gullið glógvar í skrín.

38. »Vert vælkomin, mín sæla dóttir,
tú skalt væl biðlar svara,
Sjúrður og Gion av Írlandi
vilja teg til ektar hava.

39. Báðir eru kongasynir,
teir vilja hava tína trú,
annan at lova og annan at lasta
og svarið at siga nú!

40. Korini skjóti eg til tín,
sum eg man nú sjálvur lova,
øðrum skalt tú burtur siga,
men annar skal hjá tær sova.«

41. »Takk havi tú, sæli faðir,
eg fekk tey ráð frá tær,
Sjúrður av Nøríki
hann skal eg kjósa mær.

42. Sjúrður kongur av Nøríki
hann stendur mær hugur á,
gakk teg nú burtur, Gion kongur,
meg kanst tú ikki fá!«

43. »Hoyr tú, Sjúrður av Nøríki,
tær man ognast vív,
kom á vøll og berst við meg
í eina so lítla tíð!

44. Hoyr tú, Sjúrður av Nøríki,
tær man ognast sprund,
kom á vøll og berst við meg
í eina so lítla stund!«

45. Sjúrður mælir títt og hart
av so bráðum sinni:
»Førum vit á leikvøllin,
hvør sum sigur kann vinna!

46. Vit skulum ráðast hondum saman,
síggja tá, hvøssu gongur,
hvør, sum dettur á jørðina niður,
hann livir tá ikki longur.«

47. Fóru teir á leikvøllin út
á tí sama sinni,
frúgvin fell pá síni beru knø,
hon bað Gud Sjúrð at vinna.

48. Lystiligt var at lýða á,
hvøss' mong var tungan snjøll,
løgdu teir sínum bardøgum
so skamt fyri kongins høll.

49. Bardust fullar tríggjar dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil dagin hin fjórða,
sól til viðar gekk.

50. Bardust fullar tríggjar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil dagin fjórða,
tá sól til viðar rann.

51. Inntil dagin fjórða,
sól til viðar rann,
tá fell Gion av Írlandi,
tann hin raski mann.

52. Tað var Sjúrður av Nøríki,
hann legði hann á grønan vøll,
øllum tykti undur um,
hann vá tað sterka trøll.

53. Sjúrður hugsar við sjálvum sær:
»Nú er av tað versta,
Júli frúgv at festa mær,
tí hon er moyggin tann besta.«

54. So fór hann til hallar heim,
tá hann vann trøllið versta:
»Hvar er frúgvin Júli,
sum mær líkst á at festa?«

55. Inn kom tá frúgvin Júli,
var klædd í skarlak reyð,
ríður hann tá snart ímót,
tá hesum saman beyð.

56. Tað var Sjúrður av Nøríki,
tekur sær frúnna at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ikki longur fresta.

57. Lótu tá til brúdleyps ætla
av so miklum meingi,
kom so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.

58. Lótu tá til brúdleyps ætla,
tá var einki at tvørra,
átjan borgum boðið var,
tólv hundrað á hvørji.

59. Drukkið varð teirra brúdleypið,
gott var teirra lív,
bæði gingu í eina song,
Sjúrður og hans vív.

60. Gingu so bæði í eina song,
Sjúrður og hans vív,
síðan hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.

61. Tað var frúgvin Júli,
hon klæðist árla uppá,
gerst so tá til ferðar fús,
mót Nøríkis ríki at sjá.

62. Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ikki mátti frúgvin Júli
á berari jørðini ganga.

63. Perlur og so reyðsilki
var eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Júli
oman til strondina leidd.

64. Har var mikil gleði
alt fyri uttan mein,
kongurin fylgdi síni sælu dóttur
á ytsta sjóvarstein.

65. Vant hann upp síni silkisegl,
gul og vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Nøríkis land.

66. Føgur var tann snekkjan,
hon kendi so fagurt land,
kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand.

67. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Sjúrður av Nøríki
sínum fótum á land.

68. Fyrstur steig Sjúrður av Nøríki
sínum fótum á land,
og so frúgvin Júli
undir hans høgru hand.

69. Silki og so perlur
tað var eftir vegnum prangað,
ikki mátti frúgvin Júli
á berari jørðini ganga.

70. Perlur og so reyðsilki
tað var eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Júli
niðan frá strondini leidd.

71. Sjúrður festi Júli frúgv,
lukkan var tann hans,
Ívar fór so skammfullur
eftir í Írland.

72. Sjúrður festi Júli frúgv
bæði við gleði og gaman,
Grimmar ungi og Kviginsprá
nevndir synir báðir.

73. Sjúrður feldi Gion
og festi tað væna vív,
hann var so í Nøríki
við sítt káta lív.

74. Tógvar synir áttu teir,
vóru gitnir av góðum evni,
nevndir Grimmar og Kviginsprá,
sum ei má um teir nevna.

(II)

75. Hetta frætti Ívar kongur
higar til Írlands ríki,
deyður er hann Gion frægi
av Sjúrðar 'voldens' svíkja.

76. Hetta frætti Ívar kongur,
heldur á ringinum reyða:
»Nú skal eg standa í stríð í dag
og hevna mín sonar deyða!«

77. Ívar situr í gyltum stóli,
tekur sína frúgv at fevna:
»Nú lystir meg til Nøríkis
mín sonar deyða at hevna.

78. Eg skal lata knørrin virka,
spenna tar við streingir,
sigla so til Nøríkis
at royna raskar dreingir.«

79. So letur hann Ívar kongur
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

80. So letur hann Ívar kongur
búgva skipini stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.

81. Bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór,
tó hann siglir í fimtan vetrar,
fattast hann ei fóður.

82. Ganga teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá knørr varð drigið úr neysti.

83. Bræddir reyðir brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leikaðu ringarnir
upp í miðal ský.

84. Bræddir reyðir brandar,
skorin var hvør stokk,
stevnið og stýrið av reyðargulli,
so var segl í topp.

85. Vant hann upp síni silkisegl,
gul og 'glaskar' blá,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Nøríkis vág.

86. Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Ívar kongur
sínum fótum á land.

87. Fyrstur stígur Ívar kongur
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir adilsmenn
undir hans høgru hand.

88. Ívar sendi sendiboð niðan,
letur tað so gera,
sendi tað til Sjúrða kong
'hevnans' boð at bera.

89. Sendisveinur í hallina gekk,
hevði tað fagra orð,
Sjúrður drekkur tann brúna mjøð
yvir sítt breiða borð.

90. »Hoyr tú, Sjúrður av Nøríki,
tú lat ikki um frúar fevna,
komin er Ívar av Írlandi
sín sonar deyða at hevna.«

91. »Er til sodan gerning at gera,
eg skal standa ímót,
tá skal mangur reystur maður
deyður falla for fót.

92. Kom hann her við mannaliði
við skjøldri út at føra,
eg skal samla alt mítt fólk,
meg sjálvan skal eg røra.«

93. Sendisvein gekk til strandar oman,
sigur Ívari frá:
»Sjúrður er á vøllin riðin,
hann ber sín skjøldin blá.«

94. »Er hann Sjúrður á vøllin riðin
út við sínum heri,
eg fram teir avreksmenn,
so ill verður hans gerð.«

95. Ívar gekk frá strondum niðan,
dvaldist ikki leingi,
møtir hann Sjúrð av Nøríki
við øllum sínum dreingjum.

96. Tað var Sjúrður av Nøríki,
honum 'atnaiest' hart,
hann læt biðja yvir alt sítt land
bæði vísar og lærdar.

97. Hann læt biðja yvir alt sítt land
bæði vísar og svinnar,
leitar í tí heila ríki
mót Ívar kongi at vinna.

98. Har var 'man o aidra lia'
foruttan gleði og gaman,
átjan hundrað við hvørja lið,
sum tá var komið saman.

99. Lystiligt var at lýða á,
hvøss' mong var tungan snjøll,
løgdu sínum bardøgum
skamt fyri Sjúrðar høll.

100. Stríddust fullar tríggjar dagar
undir Sjúrðar høll,
gnýggjurin hoyrdist átjan mílir
yvir dalar og fjøll.

101. Ívar rópar á sínar menn,
hann biður teir ikki spara:
»Høggið dúgliga pá Sjúrða sterka,
sum sonar deyði var!«

102. So høgdu teir Ívars menn
allan vegin tá fram,
kluvu hvønn um tvørar herðar,
sum ímót teimum rann.

103. Teir klúgva hvønn um tvørar herðar,
sum ímót teimum rann,
tað var Sjúrður av Nøríki,
hann stóð við sjeynda mann.

104. Svaraði ein av Írlandi:
»Nú høvum vær vunnið sigur,
Sjúrður hevur slagið fingið hart,
so hann er næstan deyður.«

105. »Hvør er hesin Írlands garpi,
sum hasi orðini segði?
Kemur hann fyri skjøldin mín,
hann skal snart vera deyður.«

106. Tað var Sjúrður av Nøríki,
tyktist av at valda:
»Ikki skulum vær lívið láta,
um enn svørðið má halda.«

107. Tað var Sjúrður av Nøríki,
illa gekk honum til handa,
sjálvur fimti mundi hann tá
eftir í stríðnum standa.

108. Sjúrður stendur so manniliga,
letur ikki á sær síggja,
rópar hart á sínar brøður,
biður teir høgga í víggi.

109. So góvu teir høggini tung
av so miklum móði,
gingu tá til kníggja upp
í tí mannablóði.

110. Gingu so til kníggja upp
í tí mannablóði,
maktaleysir vóru Ívars menn,
sum tá eftir stóðu.

111. Tað var Sjúrður av Nøríki
tekur til at kvetta,
høgdi so til Ívars menn,
at eingin livdi eftir.

112. Tað var Sjúrður av Nøríki,
við svørðinum mundi villa,
høgdi so til Ívars menn,
eingin tá eftir livdi.

113. Tað var Sjúrður av Nøríki,
hann dregur svørð í blóð,
høgdi so til Ívars menn,
at eingin eftir stóð.

114. Sjúrður brá so snart á føtur,
svørðið av sær rendi,
hann tók fatt pá Ívar kong
og reiv ímillum hendur.

115. Tað var Sjúrður av Nøríki,
hann kastar svørðið langa,
hann tók fatt pá Ívar kong
og reiv í stykkir mangar.

116. Sjúrður lítur til ymsar liðir,
hevur nú tað at venda:
»Komið heim í mína borg
mjøðin út at renda!«

117. Hartil svaraði Sjúrður,
og hann hevur tað á máli:
»Komið heim í mína borg
og drekkið mjøð úr skála!«

118. Tað var Sjúrður av Nøríki,
hann rópar á sæla soni:
»Ívars dóttur av Írlandi
skalt tú hava til konu.«

119. So læt Sjúrður liðið samla,
at virka til knørrin fríða,
gera sínum sæla syni,
so er nú frá at siga.

120. Hann læt honum skipin gera,
gitið má verða leingi,
setir tey so í havið út
við spenni av gyltum streingi.

121. Grimmar heldur í havið út,
ongum vildi hann fíra,
sigldi so til Írlanda,
við beinum knørrum stýra.

122. Vinda upp tey silkisegl,
gul í 'glaskara' blá,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn á Írlands vág.

123. Kastar síni akkerini
á tann hvíta sand,
fyrstur steig hann Grimmar ungi
sínum fótum á land.

124. Fyrstur steig hann Grimmar ungi
sínum fótum á land,
tað var bæði faðir og bróðir,
teir fylgdu honum frá strand.

125. Uppi í miðjum grasagarði
akslar hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høga hallina inn.

126. Og so búgvin gongur hann
í høga hallina inn,
sum Herga frúgv við borðið sat,
bar gullperlur á kinn.

127. Grimmar stendur á hallargólvi
í sín silvurskrúður:
»Hoyr tú, frúgvin Herga,
tú gev mær tína trú!

128. Hoyr tú, frúgvin Herga,
her kanst tú meg ikki gloyma,
sig nú svar á somu stund,
her skal eg teg royna!

129. Hoyr tú, frúgvin Herga,
kann eg teg ikki vinna,
tá skal mangur lívið láta,
tú skalt brenna inni.

130. Vit hava dripið faðir tín,
tín bróður á fyrru stund,
komið tær aftur á triðja sinni,
so leggjum vær alt í grund.«

131. Svaraði frúgvin Herga
fyrsta orðið tá:
»Eg eigi bæði vinir og frændur,
sum hava her í at ráða.

132. Hoyr tú, Grimmar ungi,
tú kanst meg ikki fá,
eg eigi vinir í skógum burtur,
eg taki av teimum ráð.

133. Ríð tú teg í skógin burtur
andsvarið har at fá,
við mínum vilja skal tað vera,
tað er mítt egið ráð.

134. Ríð tú teg í skógin burt,
so ofta sum tú vil,
gjarna gevi eg mína trú,
tær sjálvum já til.«

135. Grimmar reið í skógin burt,
eftir sat frúgvin eina,
tók sær ráð um frúarfestið
og manndómsverk at royna.

136. Væl gekk ferðin í skógum burt,
hvar ið hann kom at gesta,
Grimmar skuldi Hergu frúgv
taka sær at festa.

137. Jallurin búði í ríkinum,
alt við frúar óvilja,
hann fór seg til frúnna tá,
tók sær hana at gilja.

138. Jallurin búði í ríkinum,
alt til frúar versta,
hann fór seg til frúnna tá,
tók sær hana at festa.

139. Jallurin letur sær liðið samla,
bjóða manna skara,
tá skuldi hann við Hergu frúgv
at kirkjudurum fara.

140. Grimmar var í skógnum
í mánarnar tveir,
síðan longdist honum heim
aftur á sína leið.

141. Grimmar kemur av skógnum heim,
langa leið at ganga,
hann sær hesi brúðarfólk
fyri kirkjudurum standa.

142. Jallurin stendur fyri kirkjudurum,
fevnir brúður bjarta,
Grimmar kemur av skógnum heim,
sorgarfullur í hjarta.

143. Tað var jomfrú Herga,
tað fyrsta hon Grimmar sá,
allur hennara fagri litur
burtur úr kinnum brá.

144. Tað var jomfrú Herga,
tað fyrsta hon sá hann,
allur hennara fagri litur
burtur úr kinnum rann.

145. Til svaraði Grimmar ungi,
svaraði so for seg:
»Hoyr tú, frúgvin Herga,
so illa sveikst tú meg!«

146. Jallurin stendur fyri kirkjudurum,
fevnir brúður blíða,
Grimmar tekur sítt nýggja svørðið
og loysir niður frá síðu.

147. Tað var ið hann Grimmar ungi,
svørðið í veðrið dró,
høgdi so til ríkisjall,
fyri kirkjudurum stóð.

148. Tað var ið hann Grimmar ungi,
høgdi, ikki høtti,
høgdi so til ríkisjall,
oddurin í gáttina møtti.

149. Tað var reysti Grimmar ungi
sínum svørði brá,
høgdi so til ríkisjall,
hann gav honum banasár.

150. Glað var jomfrú Herga,
tá jallurin fleyt í blóði:
»Hoyr tú, Grimmar ungi,
her hevur tú mína tró!«

151. Glað var jomfrú Herga,
tá jallurin flýddi frá:
»Hoyr tú, Grimmar ungi,
her hevur tú mítt já!«

152. »Skamm fái tú, Herga frúgv,
fyri títt lyfti og já,
tað hevði verið tann besta gerð
at lagt teg omaná!«

153. Frúgvin varð leidd frá kirkju heim,
breitt skarlak undir fót,
henni fylgdi Grimmar ungi,
teim var einki ímót.

154. Frúgvin varð leidd frá kirkju heim,
breitt skarlak undir skinn,
henni fylgdi Grimmar ungi
líka í hallina inn.

155. Tað var reysti Grimmar ungi
tók sær frúnna at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ikki longur fresta.

156. Lótu tá til brúdleyps ætla
av so miklum meingi,
kom so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.

157. Lótu tá til brúdleyps ætla,
tá var einki at tvørra,
átjan borgum boðið var,
tólv hundrað á hvørji.

158. Drukkið varð teirra brúdleypið,
og gott var teirra lív,
bæði gingu í eina song
Grimmar og hans vív.

159. Gingu so bæði í eina song
Grimmar og hans vív,
síðan hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.

160. Kviginsprá til Nøríkis fór
í sítt kongaríki,
Grimmar ræður fyri Írlandi,
fáur er teirra líki.

(III)

161. Hetta frætti Háldar kongur
hagar til Svøríkis land,
deyður er hann ríkisjallur
for Grimmars unga hond.

162. »Ríkisjallur hevur lívið mist,
sum mangir um tað nevna,
eg skal samla eitt átjan hundrað,
herja á at hevna.«

163. Háldar heldur í havið út
upp á tann sama dag,
so sigldi hann til Írlanda,
tað fell so væl í lag.

164. Grimmar vitjar út síðla dags,
tá myrknaðu toppar og túvur,
komin var Háldar, Svøríkis kong,
við skip og mannamúga.

165. Grimmar vitjar út síðla dags,
tá myrknaðu toppar og garðar,
komin var Háldar, Svøríkis kong,
við skip og manna skara.

166. Grimmar vitjar út síðla dags
alt for uttan sans,
komin var Háldar, Svøríkis kongur,
bæði til sjós og lands.

167. Grimmar læt vápna so mangan mann
ímóti honum at stríða,
komin var Háldar, Svøríkis kongur,
grimmur og harður til víga.

168. Maður var har til ríkið komin,
Hilmir ungi æt hann,
so hevði hann verið í hondum hagur,
hann blóðgaði mangan mann.

169. Har var komin Svøríkis kongur
við tá síni lið,
Hilmir ungi, tann yngsti maður,
fimur var hann til stríð.

170. Hilmir ungi so reystiliga
svór tá eiðin dýra:
»Ikki skal eg fyri Háldar kongi
hansara liði stýra.«

171. Kongurin so til orða tekur,
so øllum tóktist tað við,
hann forbeyð Hilmir unga
ímóti Háldar at stríða.

172. Kongur ræður for ferðum fram
av so gott eitt mót,
og ríður for Háldar kong,
hann fellir snart for fót.

173. Hilmir so til orða tekur,
við svørði tonkti hann at empa:
»Ikki at stúra fyri Háldar kongi,
hann er ikki frægari kempa.«

174. »Hav tú ikki, Hilmir ungi,
reikan fyri títt hól,
mangur tykist líki tín,
sum situr í ein høgum stól.«

175. Hilmir gat tað orð ikki hoyrt,
vildi ei 'leadun fraa stiftun':
»Hvussu vær skulum við vápnum gera,
fólkið sundur skiftum?«

176. Grimmar talar til Hilmir unga
kátt av slíkum sinni:
»Fyrsta dag í vígginum
skalt tú væl vakta inni.

177. Vakta skalt tú mína frúgv,
hon situr heima í høll,
ríð so út ein annan dag
og berst ímót Háldars trøll.«

178. »Tá er seint at ríða út,
sum tú her heitir á,
hevur sjálvur Háldar kongur
felt alt títt liðið frá.

179. Eg skal akta slotið væl,
so mikið sum eg kann,
statt teg væl í vígginum
sum ein kongamann.«

180. Riðu teir saman í vígginum
við mann og hestareið,
so fast høgg Háldar, Svøríkis kongur,
av so miklum vreiði.

181. Háldar rópar á sínar menn,
tá hann sær blóðið reyða:
»Standið nú so manniliga
og hevnið ríkisjals deyða!«

182. Háldar rópar á sínar menn,
biður teir høgga fast:
»Ikki at eira Grimmar unga,
hann hevur so harðan háls.«

183. So høggur hann Háldar kongur,
tá skulvu hægstu fjøll,
tað fell so mangur av Grimmars helt
deyður niður á vøll.

184. So høggur hann Háldar kongur,
tað skalv alt Grimmars slot,
tí fell so mangur av Grimmars helt
deyður niður for fót.

185. Hilmir víkur út árla morgun
for uttan gleði og gaman,
Grimmar kongur hevði tá tapt,
tríggir vóru til saman.

186. Hilmir rópar á Grimmar unga
av so miklum ræði:
»Illa hevur tú, Grimmar ungi,
her í víggjum staðið.«

187. Hilmir ungi vreiði fekk,
og hann læt saðla sín hest,
so reið hann mót herinum,
og alt sum hann kundi best.

188. Hilmir spenti í herin fram,
og har var manna trongd,
høgdi frá sær við báðar síður
og ruddi fyri sær gongd.

189. So høggur hann Hilmir ungi,
blóðið spruttar umkring,
fellir niður av Svøríkis kongi
hundrað í ein ring.

190. So høggur hann Hilmir ungi,
oddurin rann í hjartað,
blóðið dreiv í himmalin upp,
tá sortnaði sólin bjarta.

191. Hilmir stendur fyri mangan mann,
høggur fast í víggjum,
ikki vildi Háldar kongur
lata seg undan flýggja.

192. Hilmir stendur í vígginum,
ongan læt hann spara,
mangan mundi hann reystan riddar
fella niður til jarðar.

193. Hilmir stendur í vígginum
og sær so frægan skara,
hann sær reystan Grimmar unga
deyðan falla til jarðar.

194. Grimmar datt deyður á vøll,
og sorg fekk Hilmir ungi,
hann vá reysti Háldar kongur
við sínum skjøldi tunga.

195. Hilmir læt ikki røður falla,
fram í herin spenti,
hundrað feldi hann um í senn,
og væl mundi svørðið renta.

196. Hilmir gevur høggini tung,
ei leikar við barnagaman,
Hilmir ungi og Háldar kongur
tá barst teimum saman.

197. Háldar kongur vreiði fekk
og snarliga svørðið brá,
ætlaði at klúva Hilmir unga
sundur í lutir tvá.

198. Væl kundi Hilmir fyri høgginum akta,
kvikur fram hann brá,
ætlaði at klúva Hilmir unga
væl í lutir tvá.

199. Hilmir ungi so reystiliga
skjøldið í veðrið brá,
Háldar kleyv hann í helvtina sundur
og hestin í lutir tvá.

200. Nú liggur Háldar, Svøríkis kongur,
deyður á grønum vølli,
eftir er tann avrekskempan,
er vaksin sum eitt trøll.

201. Fram kom ein av Svenskinum,
var øgiligur at síggja,
átta alin hann strekti út,
tá røkk ikki upp til kníggja.

202. Tað var Svøríkiskempan,
reiggjar høgg við alvi,
ætlaði at raka Hilmir fast,
hann vendi tí burt frá galvi.

203. Hilmir brá sínum bitra brandi
við allari sínari makt,
ikki beit á brynju sterka,
væl í miðju rakti.

204. Hilmir lesur rúnir í egg
tað mesta, sum hann kundi,
hann kleyv hann sundur í partar fimm
og skildi hann víðum sundur.

205. Nú liggur Svøríkiskempa
deyð á víðum vølli,
eftir eru herir tveir
og spenna høgt í fjølli.

206. So ríður hann Hilmir ungi
beinan vegin fram,
klývur so hvønn um tvørar herðar,
sum ímót honum rann.

207. Hilmir ríður í herinum,
blóðið upp til kníggja,
tá fell mangur deyður niður,
og mangur mundi flýggja.

208. So reið hann Hilmir ungi
í blóðinum fram,
tað hevði runnið í grønan dal
sum stríðasti streym.

209. So reið hann Hilmir ungi,
mongum mundi hann gloypa,
tað hann ikki við svørðinum fekk,
tað mátti í havið loypa.

210. So reið hann Hilmir ungi,
mongum gav hann nógv,
sumt leyp í hagan burtur,
sumt leyp út á sjógv.

211. So reið Hilmir ungi
ígjøgnum grønan lund,
einki gól eftir av Svenskinum
hvørki heyk ei hund.

212. So hevði Háldar kongur
bart við svørðum á,
tað var meir enn átta hundrað,
deytt á vøllum lá.

213. So hevði Hilmir ungi
bart við svørðum á,
tað var meir enn átjan hundrað,
deytt á vølli lá.

214. Hilmir stóð og sá tann leik,
tað fell so mangur deyð,
tók hann allar teir deyðu kroppar,
kastar í djúpan heyg.

215. Hann gjørdi so væl við sínar menn,
fekk teim gull og fæ,
so fór hvør til landa aftur,
sum eftir í stríðnum var.

216. Hilmir hugsar við sjálvum sær:
»Nú er av tað versta,
nú skal fara á slotið upp
Grimmars konu at festa.«

217. Hilmir reið á slotið upp
við sín fríða fót,
kastar frá sær vákn og svørð,
tá hann steig frúgv ímót.

218. »Hoyr tú, frúgvin Herga,
vit skulum nú eina gesta,
Grimmar er í víggjum deyður,
sum var tín allarbesti.

219. Vunnið hava vær sigur nú,
sum søgur ganga frá,
Grimmar er í víggjum deyður,
sum var títt besta ráð.«

220. »Er hann Grimmar í víggjum deyður,
tað er mær sorgin full,
hann bar ring á hvørjum fingri,
skein sum reyðargull.

221. Er hann Grimmar í víggjum deyður,
tað gongur hart ímót,
hann hevði staðið í mongum stríði,
fallið meg til fót.«

222. So sat frúgvin Herga
bæði við sorg og sút,
smakkar hvørki vatn ei vín,
hon heldur ikki lívið út.

223. »Syrg ikki, tú Herga frúgv,
um títt besta ráð,
tú kanst nú á skemri stund
ein annan aftur fá.

224. Hoyr tú, frúgvin Herga,
sig mær satt ífrá,
hvat kong vilt tú kjósa tær
til títt veldi og ráð?«

225. »Væl vil eg í ríki ráða,
eina sita í búi,
tað verður innan ár og dag,
eg gevi ikki mína trú.«

226. Tá ið eitt ár forgingið var,
sum gitið má verða víða,
so fór reysti Hilmir ungi
Hergu frúgv at biðja.

227. »Nú skalt tú mær andsvar geva
skjótt og ikki leingi,
um enn tú vilt gifta teg
við ungum Hilmirs dreingi.«

228. Svaraði frúgvin Herga
við gull og 'dealivee':
»Ongan annan biðil eg kjósi
uttan sjálvan teg.«

229. Frúgvin situr í salinum
við sítt gull og krans:
»Ongan annan biðil eg kjósi,
fyri stríð tú vanst.«

230. Hilmir tekur Hergu frúgv
sjálvum sær til festi,
snarliga læt til brúdleyps ætla
og læt ikki longur fresta.

231. So læt hann Hilmir ungi
til sítt brúdleyp reiða,
bjóða læt hann víðan um
og mest ta longu leið.

232. So læt hann Hilmir ungi
til sítt brúdleyp kalla,
gloymdi ikki Sjúrða av Nøríki,
sum kann sømdir falla.

233. Lótu tá til brúdleyps ætla
av so miklum meingi,
kom so mangur ein hovmaður
sum fjøður á fuglaveingi.

234. Lótu tá til brúdleyps ætla,
har var einki at tvørra,
átjan borgum boðið var
og tólv hundrað á hvørji.

235. Drukkið varð teirra brúdleypið,
gott var teirra lív,
bæði gingu í eina song
Hilmir og hans vív.

236. Gingu so bæði í eina song
Hilmir og hans vív,
síðan hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.

237. Hilmir ræður fyri Írlandi,
og væl stóð land og ríki,
so tá allir Sjúrðar brøður,
neppa finnast slíkir.

238. Kviginsprá til Svøríkis fór,
sum hann tað fullmátti,
setti seg í stólin tann,
sum Háldar kongur átti.

239. So gekk til í hesum stríði
um Háldar kong at venda,
einki var eftir í ríkinum,
sum har kundi út at senda.

240. Hilmir ráddi fyri Írlandi,
hevur mikið á hendi,
Sjúrður situr á Nøríkis landi
sína ævi til enda.

(c) Dansifelagið í Havn