Kvæðasavn

Snæúlvs ríma

Uppskrift: FK 85B.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

[Ørindini 1-60 vanta].

61. Drukkið varð teirra brúdleypið
gott var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Magnus og hans vív.

62. Drukkið varð teirra brúdleypið
bæði við gleði og gleim,
tað var Hergeir, bróðir hennara,
fylgdi henni heim.

63. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð jomfrú Svanhild
niður til skipa leidd.

64. Vundu upp síni silkisegl,
gull við ráum brann,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Uppsjóland.

65. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig tá Magnus kongur
sínum fótum á land.

66. Tekur hann frúnna Svanhild,
lyftir á land við sær:
»Gud og milda Maria moy
veri nú við tær!«

67. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð hon frúgvin Svanhild
niðan í hallina leidd.

68. Tað var enntá Magnus kongur,
heim í garðin fór,
úti Signild, systir hans,
fyri honum stóð.

69. Tí svaraði Magnus kongur
í fyrsta orði tá:
»Signild, her er jomfrú tann,
tú segði, eg skuldi ikki fá.«

70. Blíðar legði tá armarnar
um hvønn annans háls,
tað er mær av sonnum sagt,
har búði ei undir falsk.

71. Tað var frúgvin Svanhild,
svaraði henni so and:
»Her er Hergeir, bróðir mín,
vilt tú hava hann?«

72. Svaraði frúgvin Signild
í fyrsta orði tá:
»Eg havi unnað Hergeiri,
innan eg hann sá.«

73. Magnus festi ta ríku frú
bæði við gleði og gaman,
Hergeir Signild, systur hans,
síðan blivu tey saman.

74. Tað var enntá Grimmar illi,
bleiv í Upplands ríki,
legði ráð við Upplands konga
bróður sín at svíkja.

75. Tí svaraði Upplands kongur:
»Nú má tað so vera,
nú skal lata boðini
til Magnus konga gera.

76. Tú skalt bera boðini,
tey leggja tær væl í minni,
áðrenn jólini komin eru,
tá vil eg hann finna.«

77. Sá var fimur í fótunum,
ið tey boðini bar
har tá til landanna,
sum Magnus kongur var.

78. Tað var enntá sendisvein,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Magnus kongur
fyri honum stóð.

79. »Ver vælkomin, sendisvein,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

80. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvæl minni um vín,
tað var sjálvur Upplands kongur,
sendi meg til tín.

81. Bað meg bera tær boðini tey,
leggja tey væl í minni,
áðrenn jólini komin eru,
tá vil hann teg finna.«

82. Svaraði frúgvin Svanhild
av so góðum treysti:
»Eingin ríður til Upplanda
á hesum sama heysti.«

83. Tí svaraði Magnus kongur,
tók tey orð við vreiði:
»Tó skal eg til Upplanda,
eg komi ikki aftur í teirri.«

84. Svaraði frúgvin Svanhild,
hon hevði ikki orðini fleiri:
»Tað sigi eg tær, Magnus kongur,
eg síggi teg ikki meiri.«

85. Tí svaraði Magnus kongur,
leit niður fyri seg:
»Nógv er gull innan Uppsjóland
at gleða sjálva teg.

86. Haraldur og hann Samson ungi
teir skulu fylgja mær,
Snæúlvur er sá yngsti bróðir,
tú goym hann eftir hjá tær!«

87. So letur hann Magnus kongur
byggja skipini sín,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.

88. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
beru toppar av reyðargulli,
so fagurt skein sólin í.

89. Legði hendur um frúnnar háls,
myntist við hana blíða,
skiltust so innan Uppsjóland,
tey sóust ikki síðan.

90. Vundu upp síni silkisegl,
gull við reyðan brand,
strikar hann ei á bunka niður
fyrr enn við Uppland.

91. Ein kom maður í hallina inn,
sigur teimum frá:
»Eg sær so miklan skipaflota
higar stevna á.«

92. »Sært tú skip eftir havi koma,
takt við hvíta lín,
vera man ungi Magnus kongur
komin at vitja mín.«

93. Tá ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
letur hann síni akker falla
á so hvítan sand.

94. Letur hann síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Magnus kongur
sínum fótum á land.

95. Fyrstur steig hann Magnus kongur
sínum fótum á land,
tá var sjálvur Upplands kongur
riðin niður til strand.

96. »Ver vælkomin, Magnus kongur,
besti vinur mín,
lidnir eru fimtan vetur,
síðan eg væntaði tín!

97. Tað stendur ein borg í mínum garði,
takt við dýrar steinar,
har skalt tú, Magnus, inni drekka
við allar tínar sveinar.«

98. So skeinkir hann falsnari
mjøðin út í vín,
fyrstur sovnaði Magnus kongur
fram úr sessi sínum.

99. Grimmar talar til falsnaran,
meðan hirðin sovnar:
»Harðan skalt tú deyðan tola,
letur tú mjøðin dovna.«

100. So skeinkir hann falsnarin
mjøðin inn í høll,
fyrstur sovnaði Magnus kongur,
síðan hirðin øll.

101. Enntá mintist Grimmar illi,
hvat ið verið hevði fyrr,
legði eld í borgina
og stokkar fyri dyr.

102. Fyrstur vaknaði Samson ungi,
hita mundi kenna,
vekir upp faðir og bróður sín:
»Nú man vist eldur brenna.«

103. Magnus stendur á hallargólvi,
letur ei hugin falla:
»Hevði eg vitað av svikunum,
maður var eg fyri allar.«

104. Magnus stendur á hallargólvi,
legði væl í minni,
talar til Harald og Samson unga:
»Vit bróta út á sinni!«

105. Magnus breyt úr borgini
við so fullgott mak,
har stóð saðlaður kongins hestur,
hann leyp á hans bak.

106. Magnus ríður í herin fram,
mangur var honum ímóti,
so glymja búkar á jørðini
sum hagl á hørðum gróti.

107. Magnus ríður í herin fram,
tekur av degi at lýsa,
har sum hansara høggið kom,
har var deyðin vísur.

108. Magnus ríður í herin fram,
glaður for uttan váða,
Grimmar kom á baki hans,
hann gav honum fárligt sár.

109. Magnus vendi sær umkring,
glaður uttan vanda,
burtur flutti Grimmar illi,
tordi ikki fyri standa.

110. Magnus ríður í herin fram,
søgur ganga frá,
Grimmar kom á baki hans,
hann kleyv hann í lutir tvá.

111. Grimmar hevur sín gylta brand
blóðigan upp á loft:
»Her skalt tú, Haraldur, síggja tað blóð,
ið teg má ryggja ofta.«

112. Haraldur vá fram skundiliga,
nógv var mannatrongd,
feldi meiri enn hundrað mans,
hann ruddi fyri sær gongd.

113. Feldi meiri enn hundrað mans
niður for kongins knæ,
annað slíkt á grønum vølli,
so er greint for mær.

114. Roðin settist á himmalin upp
í tí grima víggi,
Haraldur ungi og Grimmar illi
møttust teir í stríði.

115. Grimmar illi og Haraldur
møttust teir í stríði,
so bardust teir langa tíð,
at hvørgin øðrum lívdi.

116. Eitur var í hjálmi teirra,
og svørðini tordu ei bíta,
so fullu teimum høggini tung,
á hjarta mátti níta.

117. Teir bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann.

118. Inntil tann hin triðja,
ið sól til viðar rann,
tá fell ungi Haraldur,
tann hin raski mann.

119. Tað var enntá Grimmar illi,
sínum svørði brá,
hann kleyv Harald, sín bróðurson,
sundur í lutir tvá.

120. Grimmar hevur sín gylta brand
so blóðigan upp á loft:
»Her skalt tú, Samson, síggja tað blóð,
ið teg má ryggja ofta.«

121. Samson rann fram skundiliga,
ikki var góður at bíða,
feldi meiri enn tvey hundrað
niður á hvørja síðu.

122. Feldi meiri enn tvey hundrað
niður á hvørja síðu,
so er mær á sanni sagt,
hann gjørdi gøtu víða.

123. Kongurin brynjar út
tríati lið,
Samson reið í herin fram,
og allar drap hann niður.

124. Tí svaraði Upplands kongur,
biður við ørvum skjóta:
»Latið ikki Samson unga
Upplands ríki njóta!«

125. Kongurin brynjar út
fjøruti menn,
Samson reið í herin fram,
allar drap hann enn.

[Ørindini 126-189 vanta].

190. Sniolvur talar til kongins menn:
»Dreingir, viljið tær hoyra,
nú taki eg mín gylta brand,
eg spari hann ei at koyra!«

191. Sniolvur vá í hallini inni,
rætt sum randar rúka,
har vóru eingi onnur kor
enn stíga á mannabúkar.

192. Sniolvur vá í hallini inni
glaður for uttan sút,
síðan hjálpti hann frænda sínum
av hallardurum út.

193. Enntá mintist Sniolvur,
hvat verið hevði fyrr,
legði eld í borgina
og stokkar fyri dyr.

194. Legði eld í borgina
og stokkar fyri dyr,
brendi inni Upplands kong
og alt hans valdra lið.

195. Tí svaraði Upplands kongur,
login leikar so hátt:
»Hvat havi eg til sakar gjørt,
hví eri eg brendur á nátt?«

196. Tí svaraði Sniolvur,
fram við báli fer:
»Tað visti tú, Sniolvur,
faðir átti eg mær.«

197. Tí svaraði Upplands kongur,
login leikar at honum:
»Væl er staddur í verðini,
ið dugandi eigur konu.«

198. Tí svaraði Sniolvur,
gekk frá báli heim:
»Væl er staddur í verðini,
ið eigur ein trúgvan svein.«

199. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
áður hevði Grimmar illi
brynjað út hundrað tólv.

200. Áður hevði Grimmar illi
brynjað út hundrað tólv,
Sniolvur og hann Ringur ungi
riðu har tveir ímót.

201. Gingu teir í grasgarði tveir,
hvørki fleir ella færri,
liðið kom frá strondum niðan,
tá gjørdust leikir verri.

202. Ringur ríður í herin fram,
feldi kongins menn,
høggur so títt á báðar hendur,
hann vá væl fimm í senn.

203. Sniolvur ríður í herin fram,
vá væl kongins menn,
høggur so títt á báðar hendur,
vá væl tíggju í senn.

204. So ríður hann Ringur
víðan vøllin fram,
klývur hann hvønn um tvørar herðar,
ið móti honum rann.

205. So ríður hann Sniolvur
víðan vøllin fram,
klývur hann hvønn um tvørar herðar,
ið móti honum rann.

206. Klúgva teir hvønn um tvørar herðar,
móti teimum rann,
eftir stóð tá Grimmar illi
við sín triðja mann.

207. Roðin settist á himmalin upp
í tí grima vígi,
Grimmar illi og Sniolvur
møttust teir í stríði.

208. Teir høgga títt, teir líva lítt,
av dró barnagaman,
eldur reyk av svørðunum,
tá oddar bóru saman.

209. Teir bardust fullar tríggjar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tá hin fjórða,
sól til viðar rann.

210. Inntil tann hin fjórða,
sól til viðar rann,
tá møddist hann Grimmar illi,
tann hin raski mann.

211. Tí svaraði Grimmar illi,
leit niður fyri seg:
»Hoyr tú tað nú, Sniolvur,
tú lat meg hvíla meg!«

212. Tí svaraði Ringur ungi,
sær á henda leik:
»Lat hann ikki svíkja teg,
sum hann tín bróður sveik!«

213. Niður settist Grimmar illi
við so fullgott mak:
»Hoyr tú tað, tú Ringur ungi,
tað er ei tín sak!«

214. Ringur leyp so lætt á føti,
øllum tóktist undur,
tað er mær av sonnum sagt,
hann reiv hann kykan sundur.

215. Tá svaraði Sniolvur,
hann helt á búnum knívi:
»Hví tókst tú mín móðurfaðir
so brádliga av lívi?«

216. »Hoyr tað tú nú, Sniolvur,
hvat eg sigi tær,
var hann móðurfaðir tín,
hann var ikki longur frá mær!

217. Hevði hann vigið mín faðir sum tín
frá tí gullinum reyða,
eingin maður í heiminum
skuldi tolað so harðan deyða.«

218. Tí svaraði Ringur ungi,
vildi ikki tey boð tiggja:
»Bannaður verði hans búkur og bein,
sum tey á jørðini liggja!«

(c) Dansifelagið í Havn