Kvæðasavn

Kongurin út í Spann

Annað heiti:
Skjáldmann kongur í Spann

Uppskrift: FK 86A, 21, pp. 71-82.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Tað var kongurin út í Spann,
tapti gleði og lyst:
»Eg fái ikki javnan tann,
ið eg havi mist.«

2. Tað var kongurin út í Spann,
tapt hevði gleði og teiti:
»Eg fái ikki javnan tann,
ið eg nú eftir leiti.«

3. Kongurin stendur á leikvøllum,
snakkar við sínar dreingir:
»Hvønn tykjast tit vera mín javnlíka?
Tað havi eg hugsað leingi.«

4. Allir drýptu høvdi niður,
eingin tordi svara
uttan lítin smásvein,
hann kvaðst ikki við at tala.

5. Svaraði lítin smásvein:
»Hví spyr tú os so?
Best manst tú vita við sjálvum tær,
hvør tín stár hugur á.

6. Best manst tú vita við sjálvum tær,
til hvørja tín hugur stár,
gitið man vera, at Danmarkar jallur
væna dóttur ár.

7. Hoyrt er gitið, at Danmarkar jallur
eigur sær dóttur vísa,
bæði av kyni og kynsturlig,
hon kann títt lív væl prísa.

8. Hoyrt havi eg gitið Danmarkar jall
eiga sær dóttur tá,
hana tókti mær sámiliga,
kundi tú hana fá.«

9. »Veri tað so satt,
sum tú segði frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
og hana skal eg fá.

10. Var nú tað so satt,
sum tú sigur her,
hagar streingi eg eiti mítt,
og hana lovi eg mær.«

11. Út varð leiddur gangarin
undir hallarvegg,
hann var klæddur við skarlak,
og niður á hóvskegg.

12. Hann var klæddur við skarlak,
og niður á miðal síðu,
gyltur var allur saðilin,
ið kongurin skyldi á ríða.

13. Tað var kongurin út í Spann,
stígur tá til sín hest,
so ríður hann til Danmarkar,
sum føtur bera best.

14. So ríður hann Spanialands kongur
víðan vegin fram,
gyltir leika ringarnir,
meðan hans gangari rann.

15. Tá ið hann kom í grønan skóg,
møtti honum ungarsvein,
spyr hann eftir Pætur danska,
um at hann var í heim.

16. Tí svaraði sveinurin,
heldur sær á lógv:
»Jallin er í miðjari stovu,
Pætur er burtur á skógv.«

17. Úti í miðjum grasgarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
tær høgu hallir inn.

18. Og so búgvin gongur hann
tær høgu hallir inn,
sum Danmarkar jallur á borði situr
við manna hundrað fimm.

19. Kongurin stendur á hallargólvi,
í forðum var so siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

20. Kongurin stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, reysti Danmarkar jallur,
gev mær dóttur tína!«

21. »Vit skulu leggja ráðini saman,
faðir og hennara móðir,
til hann heim av skógnum kemur,
Pætur, moynnar bróðir.«

22. »Eg akti ei um Pætur
at eiga daglanga frykt,
gev mær frúnna Ingibjørg,
gev mær hana skjótt!

23. Vilt tú mær ikki tína dóttur geva,
í huga hava,
tað skal verða deyði tín
og fleiri dreingjum at skaða.

24. Vilt tú mær ikki tína dóttur geva,
í mína gifta,
bjóðast tær ei onnur kor
enn lív frá londum skifta.«

25. »Vit skulu leggja ráðini saman,
faðir og hennara móðir,
til hann heim av skógnum kemur
Pætur, moynnar bróðir.«

26. Kongurin stendur á hallargólvi
við øllum sínum monnum,
ikki visti jallurin av,
fyrr enn svørðið stóð í tonnum.

27. Tað var kongurin út í Spann,
sínum svørði brá,
hann kleyv raskan Danmarks jall
sundur í lutir tvá.

28. Ingibjørg stár innan høgaloft,
kembir sítt gula hár,
hon sær faðir við váknum vigin,
nú gerst leikur sár.

29. Síðla var um aftanin,
hon gár eftir høgalofts brú:
»Heintið mær Pætur, bróður mín,
eg sær ikki verri enn nú!«

30. Ingibjørg stár innan høgaloft,
klæðist í brynju nýggja:
»Svørji tann eið á mína trúgv,
eg skal ikki undan flýggja.«

31. Klývur hon niður strætið alt,
í víggi tar hon stendur,
sparir ei sín gylta lúður,
hon vegur á ymsar hendur.

32. Klývur hon niður strætið alt,
í víggi tar hon stóð,
feldi fyri Spanialands konga
væl hundraði tólv.

33. Klývur hon niður stræti alt,
í víggi tar hon stendur,
feldi niður hundrað og tólv,
áðrenn av lóti vendir.

34. Tí svaraði Spanialands kongur,
tung man sorgin trega:
»Vit skulu frúgv á hondum taka,
ikki við váknum vega.«

35. Síðla var um aftanin,
frúgvin tekur oman sín hatt,
tá var hennara gula hár,
sum tað var við reyðargull lagt.

36. Síðla var um aftanin,
teir tóku hana tólv,
førdi hana so í ókunn lond,
hon mátti ikki ráða sær sjálv.

37. Gullið og so tølur
vóru eftir veginum breitt,
so varð frúgvin Ingibjørg
niður til strandar leidd.

38. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við ráum brann,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Spanialand.

39. Amaldis stendur innan høgaloft,
kembir sítt gula hár:
»Tað síggi eg á mín faðirs ferð,
hann lýddi ei míni ráð.«

40. Amaldis stendur innan høgaloft,
klæðist í brynju nýggja:
»Eg skal mær til strandar oman
frú Ingibjørg at síggja.«

41. Hon reið so til strandar oman,
ræður við frú til máls:
»Hvat vilt tú sova í faðir míns song
ella búgva hjá mín sjálvs?«

42. Svaraði frúgvin Ingibjørg
av so tungari sprongd:
»Tað verður ikki, meðan eg livi,
eg sovi hjá honum í song.«

43. Svaraði frúgvin Ingibjørg
av so tungari neyð:
»Eg sovi ikki hjá honum í song,
hann voldi mín faðirs deyð.«

44. »Tú skalt eta av fati hjá mær
og sova hjá mær í song,
hvør sum okur órógv ger,
skal roynast for nýtin drong.

45. Vit skulu taka várt góða svørð,
heingja for loftisdyr,
vit skulu ongum andsvar veita,
hvør okur eftir spyr.«

46. »Hoyr tað, Amaldis, dóttir mín,
elva mær ongan vanda,
meðan eg flutti frúnna heim
sjálvum mær til handa!

47. Hoyr tað, Amaldis, dóttir mín,
elva mær ongan váða,
meðan eg flutti frúnna heim,
sjálvur vil eg hana ráða!«

48. »Tú flutti hana við svikum heim,
ei við frúnnar ráðum,
hon skal ikki fyri tíni eygun koma,
sær okur fyri okur báðum.

49. Tú flutti hana við svikum heim,
ei við frúnnar ráði,
hon skal ikki fyri tíni eygun koma,
so síggjast tit ikki bæði.«

50. Tá ið tann snekkjan
hon kendi fagurt land,
letur hann síni akker falla
á tann hvíta sand.

51. Fyrstur steig hann Spanialands kongur
sínum fótum á land,
og hon frúgvin Ingibjørg
undir hans høgru hond.

52. Gullið og so tølur
var eftir veginum breitt,
so varð hon frúgvin Ingibjørg
upp í høgaloft leidd.

53. »Nú skal bjóða oman í høll
borgarar, bøndur og greivar,
prestar og so lærdar menn,
eingin skal eftir leivast.«

54. »Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
tað tali eg til tín,
bjóð teim ongum higar í dag,
sum skyldur er frændi mín!

55. Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
eg sigi tær satt ífrá,
bjóð teim ongum higar í dag,
ið skyldur er frændi vár!«

56. »Lidnir vóru fimtan vetur,
eg spenti mín hest við svørð.«
Amaldis leyp á gangara sín
og fimti fet frá jørð.

57. Amaldis stendur á grønum vølli,
loypur hon til sín hest,
so ríður hon á borgarlið,
hon gav ikki vívið leyst.

58. Hon reið seg á borgarlið
á tí sama sinni,
hon drap alt tað brúdleypsfólk,
og har náddi eingin inn.

59. Pætur kemur av skógnum heim,
reyðargull bar á hand,
hann sær faðir við váknum vignan
og systur flutta av land.

60. Pætur kemur av skógnum heim,
sær tey merki stór:
»Hvør er higar til hallar komin,
síðan eg heiman fór?«

61. »Tú manst ongar sømdirnar
eftir faðir tín gera,
aðrir skuldu svørðið sítt
í tínum blóði herða.

62. Tú manst ongar sømdirnar
eftir tín faðir vita,
aðrir skuldu svørðið sítt
í tínum blóði lita.

63. Hoyr tað, mín hin sæli sonur,
eg sigi tær satt ífrá,
tað var raski Spanialands kongur,
ið tín faðir vá!

64. Tað var raski Spanialands kongur,
ið tín faðir vá,
tú manst ikki, meðan tú livir,
sømdir av honum fá.«

65. Pætur ríður um Danimørk,
hann eigur sær vinir og frændur,
allir teir, ið frættu tað,
teir gingu honum í hendur.

66. Allir teir, ið frættu tað,
gingu honum í hond,
so siglir hann við átjan hundrað
glaður til Spanialand.

67. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Spanialand.

68. Tá ið hansara snekkja
kendi fagurt land,
letur hann síni akker falla
á tann hvíta sand.

69. Fyrstur steig hann Pætur hin danski
sínum fótum á land,
og tólv brynjaðar herkempur
undir hans hvørji hand.

70. Loynliga gekk hann frá strondum niðan,
eingin varð tað var,
brendi inni konur og børn,
tar ið hann kom í garð.

71. Enntá mintist Pætur hin danski,
hvat verið hevði fyrr,
legði eld í borgina
og stokkar fyri dyr.

72. Legði eld í borgina
og stokkar fyri gátt
at brenna inni Spanialands kong
á teirri somu nátt.

73. Tí svaraði Spanialands kongur,
login leikar so hátt:
»Hvat havi eg til sakar gjørt,
hví eri eg brendur á nátt?«

74. Tað var so hann Pætur hin danski
fór um bálið fram:
»Tú vást mín hin sæla faðir,
hann var betri mann.«

75. Út koma frúur árla morgun,
síggja út yvir beit:
»Nú er tann høga borgin fallin,
áður hevur staðið við neit.«

76. Út koma frúgvar árla morgun,
síggja út yvir tún:
»Nú er tann høga borgin fallin,
áður hevur staðið rúm.«

77. Út koma frúgvar árla morgun,
síggja eldar brenna,
Amaldis leyp á gangara sín,
sparir hann ei at renna.

78. »Honum vil eg geva saðilin
og hestin sjálvan við,
tann ið vil mín sæla faðir
geva úr eldinum grið.

79. Tann vil eg geva saðilin
og sjálva meg at eiga,
tann ið vil mín sæla faðir
úr eldinum greiða.«

80. »Slíkan skal hann griðin
av mær tiggja,
sum hann læt mín sæla faðir
úr eldinum byggja.

81. Slíkan skal hann griðin
av mær fá,
sum hann læt mín sæla faðir
við sínum lívi gá.«

82. Amaldis stendur á grønum vølli,
loypur hon av sín hest,
Pætur stóð og sá hará,
hann tyktist hennara versti.

83. Amaldis stendur á grønum vølli,
vendi sínum hesti frá,
síðan stígur Amaldis
í tað brennandi bál.

84. Pætur stendur á grønum vølli,
loypur frá sín hest:
»Brennið ei frúnna Amaldis,
tó hon var alvæl treyst!«

85. Tað var so hann Pætur hin danski,
treiv fram á Amaldis klæði,
gløðandi tað gingu tey
úr eldinum bæði.

86. Tað var mitt um hásummar,
sólin roðar í brún,
tað var hin ungi Eirikur
hann sigldi upp undir tún.

87. Pætur festi Amaldis,
tað var við teirra ráði,
Eirikur festi Ingibjørg,
teir gjørdu so brúdleyp báðir.

88. Pætur festi Amaldis,
tað var eingin vandi,
Eirikur festi Ingibjørg,
teir gjørdu so skil fyri landi.

89. Drukkið varð teirra brúdleypið,
gott var teirra geingi,
komu so mangir hovmenn til
sum fjøður á fuglaveingi.

90. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin
sum tann fuglur, á viði situr,
er á ljósum degi.

91. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Pætur og hans vív.

92. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Eirikur og hans vív.

93. Drukkið varð teirra brúdleypið,
so er komið til mín,
síðan fór hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.

(c) Dansifelagið í Havn