Kvæðasavn

Kongurin út í Spann

Annað heiti:
Skjáldmann kongur í Spann

Uppskrift: FK 86B, 21, pp. 83-102.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eina veit eg rímuna,
inni hevur ligið leingi,
Skallurin býður til kvøldarleik,
rímar um reystar dreingir.

2. Frægur føddur á Fraklandi,
hann festi sær konu mæta,
gat við henni ungan son,
fátt man slíkum sæta.

3. Hann fór frægur í orlogsferð
alt fyri uttan gleim,
allir vendu hestum við,
men hann kom ikki heim.

4. Hann fór frægur í orlogsferð,
har læt hann sítt lív,
aftur kom maður á kvøldmálum
at biðja tað væna vív.

5. Tað er enn, sum ofta er,
tað dimmir í grønari lund,
har kom maður á kvøldmálum
at biðja tað væna sprund.

6. Tey vóru ikki leingi saman,
til tey gótu svein,
hann var á góðum stundum gitin,
so var hann borin í heim.

7. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan.

8. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so fínan.

9. Tað er enn, sum oftum var,
dult er døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

10. Sveipar hon hann í klæði væl,
komin til góðar at evna,
síðan læt hon presti bera,
Tíðrik bað hon nevna.

11. Sveipar hon hann í klæði væl,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Tíðrik bað hon kalla.

12. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meiri læt hon røkta tað
enn alt sítt gull í skrín.

13. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður song,
meiri læt hon røkta tað
enn alt sítt gull og lond.

14. Vuksu upp í ríkinum
báðir í eini høll,
Herint vappar villur á fold,
men Tíðriki untu øll.

15. Leiktu teir á hallargólvi,
mong eru dømin ónd,
Tíðrikur fell á grúgvu fram,
og hann fekk mein í hond.

16. Tíðrikur gár for faðir sín,
staddur av illum verki:
»Meg hevur bróðir mín felt til jørð,
tí beri eg blóðismerki.«

17. Hann tók upp ein rísakveistur,
letur yvri kenna,
kvistaði Herint á holdið mjúkt,
so blóð tók um at renna.

18. Herint snúðist av hallini út,
hann bar tár á kinn,
og so búgvin gongur hann
fyri sína móður inn.

19. »Eg eri stoyttur og stúpaður
og sipaður út á dyr,
Tíðrikur yngri og fjølgaður betri,
eg kom í heimi fyrr.«

20. »Faðir tín er so ríkur maður,
hann vil teg lata læra,
Tíðrikur ungur á aldri er,
hann kann ikki við at fara.«

21. Herint stendur á hallargólvi,
tingini tekur hann vara,
Tíðrikur situr for faðir síns borð,
hann letur hann listir læra.

22. Herint stendur á hallargólvi,
ræður nú so at svara:
»Faðir mín, lova mær upp um borð,
eg vil tað sama læra!«

23. »Hoyr tú, Tíðrikur, sonur mín,
tú skalt konstir njóta,
Herint ætlar tær annað at sinni,
bein í tær at bróta.«

24. Herint gár fyri sína móður,
alt fór eftir vonum:
»Hvat man feila mín sæli faðir,
hann kallar meg ei sín son?«

25. »Hoyr tað, mín hin sæli son,
tað vil eg tær siga,
hvat tín faðir til tín sigur,
skalt tú hoyra og lýða!«

26. »Eg eri bæði sligin og bardur,
mangan rísin fingið,
eiga vit báðir faðir ein,
tá skuldi tað ei so gingið.«

27. Svaraði hansara sæla móðir
fyrsta orðið tá:
»Bæði eiga tit faðir ein
og móður líkaso.«

28. »Eru vit báðir frá einum hjarta
og báðir av eins mans lendum,
skuldu vit báðir líkir verið,
líka brøður og frændur.«

29. »Tú skalt teg við svørðum øva,
síðan dyst at ríða,
Tíðrikur skal tín harri vera,
hann ber kinn so fríða.«

30. »Eri eg eitt óektabarn,
komin her til fostur,
so skal eg tó í borgum byggja,
njóta mítt lekiplástur.«

31. Herint snúðist av hallini út,
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hann
fyri sína fostru inn.

32. »Tú ert følin og illa lamdur,
mist hevur tú tín blóma,
hvøssu livir heiman høll,
vil tín faðir teg fjóna?«

33. »Tíðrikur situr for faðirs borð,
hann letur hann listir læra,
eg bjóði mær til sama at gera,
hann gitur ei til at svara.

34. Hoyr tú, Agata, fostra mín,
hvat eg spyrji teg,
eiga vit báðir faðir ein,
so dyl tað ei for meg!

35. Hoyr tú, Agata, fostra mín,
sig mær satt ífrá:
eiga vit báðir faðir ein
og móður líkaso?«

36. Tað var Agata, fostra hans,
leikar við lógvum tveim:
»Hildan svinna úr Agdardal
er móðir at báðum tveim.«

37. »Hví eri eg so fjónaður,
sum eg var burtur úr ætt,
eri eg tá eitt óektabarn?
Eg havi tað ikki frætt.

38. Tungt er tað í verðini
at liva í heimi kalda,
ikki at vita faðir og móðir
og allar ættir taldar.«

39. Tað var Agata, fostra hans,
hon rodnaði sum eitt droyra:
»Tú ert ungur á aldrinum,
tú kanst einki ónt at hoyra.«

40. Herint stendur á hallargólvi,
sortnar sum ein mold:
»Her skalt tú síggja reyðar rípur
á mítt hvíta hold.«

41. »Skal eg tær, mín fosturson,
frá tínum faðir siga,
tú ert ungur og óstiltur,
tú mást væl yvir tí tiga.

42. Faðir tín fór í orlogsferð
alt fyri uttan gleim,
allir vendu hestum við,
men hann kom ikki heim.

43. Faðir tín fór í orlogsferð,
har læt hann sítt lív,
aftur kom maður á kvøldmálum
at biðja tað væna vív.

44. Har kom maður á kvøldmálum
at biðja tað væna fljóð,
hann var tín faðirs banamaður
mitt á aldinskóg.«

45. Herint heim í hallir fór,
hann ber kinn so bleika,
tað var fult í níggju vintur,
eingin sá hann leika.

46. Herint gongur í borgini,
hugsar um tann váða,
visti ikki, hvussu hann skuldi
góðar sømdir fáa.

47. Herint gongur í borgini,
tung man sorgin vera,
visti ikki, hvussu hann skuldi
fullar hevndir gera.

48. Tíðrikur situr for breiða borði,
talar til faðir sín:
»Sendið Herint í bryggjarhús
at tappa os mjøð og vín!«

49. Enntá mátti Herint
at tappa mjøð og vín,
bera tað so høviskliga
inn fyri bróður sín.

50. Tað var ungi Herint,
fann upp á tey ráð,
legði seg sjúkur á seingina,
sum hansara faðir lá.

51. Herint so til orða tekur:
»Nú er á faðir at heita,
eina bøn, ið eg teg biði,
hana skalt tú mær veita.

52. Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
lat tað líka tær,
lat meg við tína síðu hvíla
eina nátt ella tvær!«

53. Herint vaknar á miðjari nátt,
tá var kvirt í høll,
fregnaðist hann í hvørji vrá,
um sovnaði vóru øll.

54. Hann tók niður eitt búgvið svørð,
har á veggi hekk,
sipaði til so brádliga,
høvur av hálsi gekk.

55. Varpaði hann kroppin á sundið út,
var í huga glaður,
hann var aftur í síni song,
áðrenn lýsti dagur.

56. Varpaði hann kroppin á sundið út,
snarasta sum hann kann,
hann var aftur í síni song,
áðrenn sólin rann.

57. Inn kom hansara sæla móðir,
skuldi drykkju bera:
»Veitst tú nakað, Herint,
hvar tín man faðir vera?«

58. »Tað var árla um morgunin,
sólin roðaði í tind,
faðir mín fór á skógvin burt
at fanga hjørt og hind.

59. Faðir mín tók sítt svørð í hond,
ringabrynju fríða,
reyðan hjálm og hálsband til,
hann skuldi á skógvin ríða.«

60. Bíðaði hon í vintur,
bíðaði hon í tveim:
»Nú man faðir tín deyður vera,
hann kemur ikki heim.«

61. Tað var ein árla morgun,
sólin tekur at branda,
dreingir fóru á leikvøll út
eftir fornum vanda.

62. Løgdu sínar leikirnar
fast av móði saman,
báðir harðir í huga vóru,
har var einki gaman.

63. Báðir harðir í huga vóru,
vóru hvør annans javni,
settust so á grønan vøll,
tá var einki av gavni.

64. Herint so til orða tekur,
smílist undir lín:
»Hvør skal fara í vínkjallara
at blanda mjøð og vín?«

65. Tíðrikur so til orða tekur:
»Tað er lítil bót,
tú skalt fara í vínkjallara
og falla mær til fót.«

66. Har var eingin skemtarleikur,
har var einki gaman,
so fóru teirra fundir at,
at báðir bóru saman.

67. Herint trívur um eikina
og rívur upp við rót,
Tíðrikur fann á grønum vølli
skaft av einum spjóti.

68. Tíðrikur brá sítt spjótaskaft,
mikla møði fekk,
so sló hann til Herint,
at fótur av liði gekk.

69. Herint trívur um eikina,
letur gott alvi kenna,
reiggjaði henni háðuliga,
Tíðrikur fekk í ennið.

70. Tíðrikur liggur á grønum vølli,
blóðigur hann var,
tá kom maður á leikvøll fram,
hann aftur í borgir bar.

71. Hilda so til orða tekur,
tað var mest av sút:
»Seta skal teir í luktar borgir
og ikki náa út.«

72. Tólv vóru teir sveinarnir,
yvir teim skuldu ráða,
hvørgin skuldi annan sjá,
og hvørgin náa frá.

73. Hilda stendur í glasgluggum
eina morgunstund,
hon sær skip eftir havi koma
inn fyri grøna lund.

74. Hilda stendur í glasgluggum
eina morguntíð,
hon sær skip eftir havi koma
inn fyri grøna líð.

75. Higar ið teirra snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

76. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Skjáldmann kongur
sínum fótum á land.

77. Tað er frúgvin Hilda,
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hon
fyri Tíðrik, son sín, inn.

78. Tað er frúgvin Hilda,
sló so upp í gleim:
»Hetta man vera faðir tín,
ið kemur av ferðum heim.

79. Hoyr tað, sæli sonur mín,
latst í silki fín,
tú skalt fara til strandar oman
at fagna faðir tín!«

80. Tíðrikur leyp á gangara sín,
niður til strandar rendi,
vendi aftur á miðjari leið,
tá hann fólkið kendi.

81. »Tú ert teg so ríkur,
tú ert teg so reið,
hvat feilti tær, sonur mín,
hví vendi tú aftur á leið?«

82. »Hatta var ikki faðir mín,
higar kom í land,
hatta var Árni Tigdarson
og kongurin út í Spann.

83. Hatta var ikki faðir mín,
higar kom til lands,
hetta var reystur Skjáldmann kongur
og Árni, frændi hans.

84. Árni er ein avrekskempa,
tílíkan eingin sá,
hann kemur ikki ørindaleysur
higar á land til vár.«

85. Ganga teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.

86. Ganga teir frá strondum niðan,
herin vóru klæddir,
reyðargullhjálm á høvdi bóru,
vóru av ongum ræddir.

87. Mitt í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

88. Frúgvin so til orða tekur,
kann væl tungu skilja:
»Hvat eru tykra ørindi,
hvat tykjast tit vilja?«

89. Svaraði Árni Tigdarson:
»Fátt man slíkum sæta,
jallin fór í orlogsferð
skatt av landi taka.

90. Hann fór frægur í orlogsferð
skatt av landi fá,
hann vá mín hin sæla faðir,
á Birtingskógv hann lá.

91. Tí eri eg til landa komin,
væl til víggja stá,
hegna undir meg Húnaborgir
og so títt gull og fæ.«

92. Tá svaraði Skjáldmann kongur
fyrsta orðið tá:
»Nú skalt tú mín frilla vera,
flyta borgum frá.«

93. Frúgvin gekk í høgaloft,
so er greint fyri mær:
»Hoyr tú, Tíðrikur, sonur mín,
hvat troystar tú tær?«

94. Tíðrikur upp frá borði steig
av so grimmum huga:
»Eg skal ríða í bardagin
og vita, hvat eg man duga.«

95. Frúgvin snúðist haðan burt
við sínar sútir tungar,
so gekk hon í hallina inn
inn fyri Herint unga.

96. »Sit væl, Herint, sonur mín,
við allar tínar sveinar,
kongurin vil os neisur vinna
og so mína æru kleina.«

97. Herint so til orða tekur,
frá man frættast víða:
»Eg skal fara á grønan vøll,
ein dyst mót honum ríða.«

98. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
løgdu sínar bardagar
skamt frá kongins høll.

99. Herint so til orða tekur,
tann gæviligi drongur:
»Hvat vilt tú við Árna berjast
ella við Skjáldmann kong?«

100. Tíðrikur so til orða tekur,
sær gjøgnum grønar lundar:
»Eg skal ríða mót Skjáldmann kongi,
tú mót Árna unga.«

101. »Ríð fram, Árni, frændi mín,
kjós tær gull og fæ,
tú hevur ofta staðið bí,
so, vænti eg, verður í dag!«

102. Riðu saman á grønum vølli,
hvørgin vildi lúta,
gongur so eldur av svørðum teirra,
sum neistar av árni fúka.

103. Riðu saman á grønum vølli,
av dró barnagaman,
eldur reyk av svørðunum,
tá eggjar bórust saman.

104. »Hoyr tú, Árni Tigdarson,
hvat eg spyrji teg,
hví ert tú so vreiður komin
higar á land til meg?«

105. »Hoyr tú, ungi Herint,
eg vil sømdir fá
eftir Tigdar, faðir mín,
á Birtingsskógvum lá.«

106. Árni ríður á grønum vølli,
kappin tann hin reysti,
átjan alin ryggur hans
upp frá saðil og hesti.

107. Hann var allur í stáli klæddur,
einki svørð kundi skeina,
saðil hans og hestbúni
av reyðargulli reina.

108. Riðu saman á grønum vølli,
øllum tókti undur,
setti skaft mót saðilbugum,
spjótini gingu sundur.

109. Tað var Árni Tigdarson,
sínum svørði brá,
hjálmin niður av høvdi hans
hann kleyv í lutir tvá.

110. Svaraði ungi Herint:
»Nú tekur dagur at líða,
nú er nakið høvur mítt,
tað man í hjarta svíða.«

111. Herint gav so vænt eitt høgg,
øllum tókti undur,
hann kleyv Árna góða hest
í tógva lutir sundur.

112. Hann var lærdur á listum væl,
svørð í hondum kasta,
hjó so Árna høvur av
á víðan vøll at kasta.

113. Tá fekk hann tað reyðargull,
ið Árni hevði at ráða,
saðil hans og hestbúna
og fullar kistur tvá.

114. So var Herint illa møddur,
er mær greint ífrá,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
á víðum vølli lá.

115. So ríður reystur Tíðrikur,
mikil var mannatrongd,
høggur so títt pá báðar hendur,
hann ruddi fyri sær gongd.

116. So ríður reysti Tíðrikur
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
ímóti honum rann.

117. Klývur hvønn um tvøra,
ímóti honum rann,
eftir stóð tá Skjáldmann kongur
við sín triðja mann.

118. Kongurin gav so vænt eitt høgg,
letur á reiði renna,
Tíðrikur sat í saðli fastur,
letur gott alvi kenna.

119. Kongurin gav so vænt eitt høgg
av so grimmum huga,
Tíðrikur sat í saðli fastur,
væl mundi drongur duga.

120. Kongurin gav so vænt eitt høgg,
øllum tókti undur,
hesturin fell í kníggjum niður,
skøftini gingu sundur.

121. Tíðrikur brá sín brand á loft,
tað av góðum treysti,
so sló hann til Skjáldmann kong,
hann fell av sínum hesti.

122. Tað var hin sterki Tíðrikur,
hann var til handar ei sein,
bastaði reystan Skjáldmann kong,
bæði armar og bein.

123. Hann legði niður á grønum vølli
alt tað valdra lið,
sjálvan kongin á hondum tók,
men honum gav hann grið.

124. Tók hann reystan Skjáldmann kong,
bant hann hann so fast,
ei var smáur líntvongur,
honum á beinum brast.

125. Tíðrikur so til orða tekur,
frá man frættast víða:
»Heilur og sælur, bróðir mín,
vit skulu um gullið stríða!«

126. »Eg eri meg so illa møddur,
er mær ei á tí hól,
eg havi vigið ta reystkempu,
mætari enn hundrað tólv.«

127. Riðu saman á grønum vølli,
hvørgin vildi lúta,
gongur so eldur av svørðum teirra,
sum neistar av árni fúka.

128. Høgga títt og líva lítt,
troða jørð um kálva,
bjargamál sang í hvørjum hamri,
vørildin tók at skelva.

129. Herint gav so stórt eitt høgg,
tað var alt so fast,
svørðið sat í hjálmi fast,
í tógva lutir brast.

130. Tá var ungi Herint
staddur í stórum vanda,
sundur gekk hans góða svørð
millum hans beggja handa.

131. Tíðrikur brá sín brand á loft
av so góðum treysti,
so sló hann til Herint,
hann fell av sínum hesti.

132. Tá fekk hann tað reyðargull,
Herint hevði at ráða,
saðil hans og hestbúna
og fullar kistur tvá.

133. Tíðrikur fekk tað reyðargull
alt fyri uttan sorg,
síðan riðu brøður tveir
aftur í sína borg.

134. Tíðrikur situr í hásæti,
talar til fanga sín:
»Antin skalt tú lívið láta
ella ekta móður mín.«

135. Tað var reystur Skjáldmann kongur,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.

136. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin
sum tann fuglur, á viði situr,
væri á ljósum degi.

137. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
kongurin og hans vív.

138. Drukkið varð teirra brúdleypið
snart og ikki leingi,
reið so mangur hovmann til
sum fjøður á fuglaveingi.

139. Herint letur tingið seta,
fell so væl í lag,
sigldi so til Rúmaríki
pá tann sama dag.

140. Riðu teir í Rúmi norð,
sigst í hesum tátti,
so gingu teir í hallina inn
og inn fyri keisar Otto.

141. Keisarin situr í gullstóli,
klæddur í silki smá:
»Hvat vilja raskir rispaladreingir
higar á land til vár?«

142. Bóru sínar sakir upp,
hvøssu tað mundi vera:
»Keisarin, sig os rættin av,
tað fellur tær til at gera!«

143. »Herint skal í borgum byggja,
hann er eldri á aldri,
Tíðrikur skal av landi út
at vega í váknaskjaldri.

144. Vóru tit báðir í einum víggi,
báðir í eini neyð,
so skal tað til helvtar fara,
bæði gull og eyð.«

145. Tíðrikur sigldi av landi út
pá tann sama dag,
kongin førdi hann við sær
so frægur í huga glaður.

146. Tíðrikur sigldi av landi út
bæði við sáma og sátti,
settist aftur í stólin tann,
ið Skjáldmann kongur átti.

147. Hann læt byggja borg og breyt,
grundir og múrar fastar,
hann er eingin í verðini,
ið gitur tann kongin lasta.

148. Hann læt byggja borg og breyt,
múrar og fastar grundir,
hann var eingin í verðini,
tað ovurvinna kundi.

149. Hann læt byggja borg og breyt
við svørð og váknaskildri,
har kom mangur reystur kappi,
honum tjena vildi.

150. Hann legði undir seg birtingar,
bæði gull og lond,
har skrivar so mong ein frægðarkempa
við gull og vovin tong.

151. Tíðrikur situr á Brattingsborg,
tykist ei lítið duga,
hann er eingin í verðini,
ið torir hann fullvæl skoða.

152. Tíðrikur situr í síni høll
alt fyri uttan sorg,
glaður ríður Herint
aftur í faðirs borg.

(c) Dansifelagið í Havn