Kvæðasavn
Stulku táttur
Uppskrift: FK 87A, 21, pp. 104-106.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Tað var Vismar Gismar kappi,
studdi seg fram á brandar:
»Vilt tú nakað, Torstein ungi,
í dag í heiðinland?«
Orlov um biðjum vær!
Ærligir menn,
dans skulum vær fremja;
er ikki dagur enn.
Orlov um biðjum vær!
2. »Eg havi hvørki skjøld, ei svørð,
elv mær eingi undur,
tað eru djúr á heiðinskóg,
tey ríva teg kykan sundur.«
3. »Tú tarvt ikki kallast avrekskappi,
tú torir ei vekja droyra,
mælir tú, kappin, agnarorð,
tað man mangur hoyra.«
4. Riðu tíðliga á morgni burtur
reystar kempur tvær,
tá ið teir komu á heiðinskóg,
tá skjúlti Vismar sær.
5. Torstein gekk eftir vegnum fram
millum tveggja elda,
drekar tóku at ýla hart,
og dagurin tók at kvølda.
6. Drekin rópar á stulkuna,
bað hana sita inni:
»Eg sá tógva summarmenn
her í fyrsta sinni.
7. Send teim ikki ómála mín
so síðla út á kvøldi,
eg skal heldur ganga sjálvur,
eg eri við hóttri eldri!«
8. Torstein gekk eftir vegnum fram
millum tógvar hurðar,
skeyt sítt svørð í skálan inn,
og slíkt var mikil furða.
9. Torstein gekk í skálan inn
at leita eftir svørði sínum,
Skjáldgerð seg í songini lá
so svárt í hvílu síni.
10. Hon var í svørtum silkiserki,
skrivaður við mannablóði,
saksalssvørð yvir høvdi hekk,
og tá var svøvnur á flóði.
11. Tveir ganga dreingir á gólvinum,
teir eita Híki og Haki:
»Gangið tykkum at blóðseingini
og vitið, um Skjáldgerð vakir!«
12. Drekin leyp eftir hallargólvi,
'stytnar' í mannablóði,
tá ið hann kom at blóðseingini,
deyð var hansara móðir.
13. »Tú hevur dripið móður mína
móti mínum vilja,
áðrenn dagur at kvøldi kemur,
illa skulum vit skiljast.«
14. Ryktust bæði hart og skarpt,
ei var blítt til verka,
Torstein fekk hon undir seg
og meinti at bíta hans barka.
15. Ryktust bæði hart og skarpt
av so tungari neyð,
Torstein kom á hurðarásir,
tá brotnaðu rivini sjey.
16. »Eg skal tæna tær, Ólavur kongur,
so leingi eg eri á lívi,
fái eg basað stulkuni
við hvøssum slíðraknívi.
17. Eg skal tæna tær, Ólavur kongur,
ævi og allan aldur,
um enn eg verði hiðan leysur,«
segði tann menjarbaldur.
18. So fekk hann basað stulkuni
við hvøssum slíðraknívi,
síðan var hann tvíhamaður
alla ævi sína.
(c) Dansifelagið í Havn