Kvæðasavn

Harra Svein av Miklagarði

Uppskrift: FK 88A, 21, pp. 112-118.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg veit eina rímuna,
ið søgur ganga frá,
gjørd er um hann Ervin jall,
ið væna dóttur ár.

Troðum lættligan dansin!

2. Hann letur henni salin gera,
slíkir eru færri,
leyvið blakar á himnum hátt,
hann stendur borgum nærri.

3. Hann letur henni salin gera
av teirri grønu eik,
síðan allur við silki stroyddur,
leyv á liljuleik.

4. Hann læt hana í salin
við ellivu fylgismoyggjar
og so mikið reyðargull,
ið væl mátti jomfrú noya.

5. Tá ið hon hevði í sali verið
eina mánaðstund,
Margata sendi sína ternu
á sín faðirs fund.

6. Tað var reystur Ervin jallur,
heim í garðin fór,
úti hansara sæla dóttir
fyri honum stóð.

7. Tað var frúgvin Margata,
ristir upp høgindi blá:
»Ver vælkomin, mín sæli faðir,
hvíl her omaná!«

8. Svaraði frúgvin Margata,
nógv hevði gull at skifta:
»Lítið havið tær áræði,
tær viljið meg ongum gifta.«

9. »Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,
hugsað havi eg leingi,
eg skal teg til nunnu gera,
giftast ongum dreingi!«

10. Tað var frúgvin Margata,
hon svør á sína trúgv:
»Tað verður ikki, meðan eg livi,
eg verði kleystrafrúgv.«

11. Reiður varð tá Ervin jall,
hann vildi hana einki hoyra.
Harra Svein skrivar eitt loyniligt bræv,
nú minnir meg meira.

12. Harra Svein av Miklagarði
talar til smásvein sín:
»Tú skalt fara til Ervin jall
við bønarorðum mín.«

13. Út varð loystur gangarin,
sendisvein skuldi á ríða,
hann var stroyddur við skarlak
niður á miðal síðu.

14. Uppi í miðjum grasagarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

15. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum jallurin yvir borði sat
við manna hundrað fimm.

16. »Sit væl, reystur jallurin,
yvir edars breiða borð,
harra Svein av Miklagarði
sendir tær kvøðuorð!«

17. »Tað síggi eg á tí brævinum,
og so skalt tú fyri honum lista,
tær skuluð finnast við váknum vig
in
og hanga hátt við kvistar.

18. Tað sær eg á tí brævinum,
sum mær sámir væl at ráða,
harra Svein av Miklagarði
sámir ei mær til mág.«

19. Sendisvein stendur á hallargólvi,
skeyt sær upp við gavni:
»Harra Svein á Miklagarði
tykist at vera tín javni.«

20. Fimmti mans frá borði kreyp
og skuldi tann sveinin gripið,
hann var seg so fimur og snarur,
teir gótu hann ikki litið.

21. Fimmti mans frá borði leyp,
skuldi tann svein at fá,
hann var seg so fimur og snarur,
teir gótu hann ikki sjá.

22. Tað var hesin sendisvein,
heim í garðin fór,
úti Sveinur av Miklagarði
fyri honum stóð.

23. »Ver vælkomin, sendisvein,
higar nú til mín,
hvussu tók hann Ervin jall
mót bønarorðum tín?«

24. »Tað sá hann á tí brævinum,
sum sær sámir væl at ráða:
Harra Svein á Miklagarði
sámir ei mær til mág.

25. Tað sá hann á tí brævinum,
og so bað hann fyri tygur lista,
tær skulduð finnast við váknum vigin
og hanga hátt við kvistar.«

26. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var stroyddur við skarlak
niður á hóvarskegg.

27. Út varð loystur gangarin,
harra Svein skuldi á ríða,
hann var stroyddur við skarlak
niður á miðal síðu.

28. Harra Svein ríður í allan dag
skóg og tjúkkar viðir,
hann sá gívur styðjast við fjall,
hon etur mann um miðju.

29. Harra Svein ríður í allan dag
við so lítið veldi,
fýra sá hann trøllkellingar,
hvønn sín mann á eldi.

30. Harra Svein ríður í allan dag
langa leið og drúgva,
eld sá hann í fjalli brenna,
blankar neistar flúgva.

31. Harra Svein hugsar við sjálvum sær:
»Eg skal her ikki standa,
hvørt her búgva trøll ella menn,
eg skal í hellið ganga.«

32. Svaraði ein, við eldin sat,
fátt er henni á vási:
»Ver vælkomin, harra Svein,
øllum os til krás!«

33. Harra Svein situr í gyltum stóli,
tóktist minka prís,
tær kyndu upp tann báleldin,
tær bóru av runn og rís.

34. Harra Svein situr í gyltum stóli,
tóktist lítið duga,
hann sá innan um hellið leika
reyðan rúnarloga.

35. Upp kreyp ein, við eldin sat,
sterk var hon í treiski,
trívur hon so í Sveinsins brynju,
stálið stakk fyri bróstið.

36. Harra Svein leyp úr gyltum stóli,
bæði fimur og snarur,
brýtur rygg í grummu gívru,
nú eru deyðar tvær.

37. Harra Svein leyp úr gyltum stóli,
glaður í hjartarót,
høvdini flugu um hellisdyr,
tann fjórða misti fót.

38. Harra Svein og allir hans menn,
teir óttast onga sorg,
laða nú gull á gangara sín
og riðu so glaðir í borg.

39. Fyrst vá hann tann, ið duranna goymdi,
harav ókst teim sorg,
lítið gleddist Ervin jall,
at Sveinur var komin í borg.

40. Legði nú svørð for jalsins tenn:
»Nú er av at kvitta,
antin er at lata lív
ella tína dóttur at gifta.«

41. Tí svaraði Ervin jall,
ið nógv hevði gull at skifta:
»Eg man ikki mætari manni
mína dóttur gifta.«

42. Av silki var hans troyggja,
av gulli var hans band,
so gár hann for sína dóttur,
fingurgull á hand.

43. »Hoyr tað, frúgvin Margata,
sæla dóttir mín,
vilt tú henda riddara lova,
komin at biðja tín?«

44. Svaraði frúgvin Margata
fyrsta orðið tá:
»Best manst tú, mín sæli faðir,
slíkum hava at ráða.«

45. Lótu tá til brúdleyp ætla,
har var ei at tvørra,
átjan borgum boðið var,
tólv hundrað í hvørji.

46. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
harra Svein og hans vív.

47. Drukkið varð teirra brúdleypið
bæði væl og leingi,
kom so mangur hovmann til
sum fjøður á fuglaveingi.

48. Drukkið varð teirra brúdleypið,
so lati eg at venda,
livdu so í frið hos Gud
aldur og ævi til enda.

(c) Dansifelagið í Havn