Kvæðasavn

Harra Svein av Miklagarði

Uppskrift: FK 88B, 21, pp. 119-126.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Viljið tit nú lýða á,
meðan eg flyti fram,
kvøða um reystan Arvar jall,
tann ærlig borin mann.

Orlov biðum vær!
Ærligir menn,
dans skulum vær fremja,
tað er ikki dagur enn.
Orlov biðum vær!

2. Arvar jallin dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongins borði.

3. Hann hevur ein sal bygt,
skipað við reystar dreingir,
har kann eingin livandi koma
uttan ein fuglur við veingi.

4. Hann hevur henni ein sal bygt,
stendur á borgum nærri,
leyvini blaktra uppi við ský,
so ikki byggist hærri.

5. Harra Svein krevur sín sendisvein,
klæðir hann í skrúður:
»Eg havi teg av øllum roynt,
at tú hevur verið mær trúur.«

6. Harra Svein setst at skriva bræv,
skrivar tað út so víða:
»Við hesum skalt tú, lítin svein,
til Arvar jallin ríða.«

7. Harra Svein setst at skriva bræv,
skrivar tað út til enda:
»Hetta skalt tú, lítin svein,
til Arvar jallin venda.«

8. Harra Svein [glopp í handritinum].

9. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
prýddur var hann við skarlak
niður á hóvarskegg.

10. Prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var saðilin,
ið sendisvein skuldi á ríða.

11. Sendisvein leyp í saðilin upp
yvir leysa lund,
so reið hann um breiða fjall
á Arvar jallins fund.

12. Tað var lítin sendisvein,
heim í garðin fór,
úti reystur Arvar jall
fyri honum stóð.

13. »Ver vælkomin, sendisvein,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

14. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvu minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar í dag til tín.«

15. Sendisvein stendur á hallargólvi,
snarliga hann sær vendi:
»Her eru brøv av Miklagarði,
harra Svein tær sendi.«

16. Tí svaraði Arvar jall,
tá hann brævið sá:
»Harra Svein av Miklagarði
sámir mær ei til mág.«

17. Tað gjørdi reystur Arvar jall,
tá hann brævið kendi,
kastaði tað í heita bál
í reyðum loga brendi.

18. »Bið hann ikki, harra Svein,
eftir tí at lysta,
hann skal verða við vápnum vegin
hanga høgt við kvistar!

19. Bið hann ikki, harra Svein,
eftir tí at trá,
hann skal hanga við hægsta træ,
ið rótum rennur frá!

20. Bið hann ikki, harra Svein,
eftir tí at langa,
hann skal verða við vápnum vigin,
hátt við kvistar hanga!«

21. Aftur loypur sendisvein
til sín góða hest,
so reið hann til Miklagarð,
sum føtur bera mest.

22. Tað var lítin sendisvein,
heim í garðin fór,
úti reystur harra Svein
fyri honum stóð.

23. »Ver vælkomin, sendisvein,
higar nú til mín:
hvøssu tók hann Arvar jall
við orð og boðum mín?«

24. Tað svaraði Arvar jall,
tá hann brævið sá:
»Harra Svein av Miklagarði
sámdi sær ei til mág.«

25. Tað gjørdi reystur Arvar jall,
tá hann brævið kendi,
kastaði hann tað í heita bál,
í reyðum loga brendi.

26. »Hann bað teg ikki, harra Svein,
eftir tí at lysta,
tú skuldi verða við vápnum vigin
hanga høgt við kvistar.

27. Hann bað teg ikki, harra Svein,
eftir tí at trá,
tú skuldi hanga við hægsta træ,
ið rótum rennur frá.

28. Hann bað teg ikki, harra Svein,
eftir tí at langa,
tú skuldi verða við vápnum vigin
høgt við kvistar hanga.«

29. Harra Svein klæðist for síni song
eina morgun snimma:
»Nú skal eg um breiða fjall
Arvar jall at finna.«

30. Harra Svein klæðist for síni song
eina morgunstund:
»Nú skal eg um breiða fjall
á Arvar jallins fund.«

31. Út varð loystur gangarin,
harra Svein skuldi á ríða,
prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu.

32. Harra Svein leyp í saðilin upp
yvir leysan loga,
studdist hvørki við skjøld ei svørð,
ei við saðilboga.

33. So reið harra Svein fyrsta dag
um knubbar og harðar kvistar,
eg havi ei við orðum greint,
hvar ið hann nætur gisti.

34. So reið harra Svein annan dag
um knubbar og harðar viðar,
hann sá eina gívur stíga til fjals,
hon beit ein mann um miðju.

35. So reið harra Svein triðja dag
við so lítið veldi,
hann sá tríggjar trøllkonur sita
hvør við sínum manni á eldi.

36. So reið harra Svein triðja dag,
mangt var honum á meini,
hann sá tríggjar trøllkonur sita
hvør við sínum manni á teini.

37. So reið hann á skógvin burt,
langa leið og drúgva,
eld sá hann í høgum fjøllum,
stórar neistar flúgva.

38. Harra Svein hugsar við sjálvum sær:
»Úti fari eg ikki at standa,
antin her búgva fólk ella trøll,
her fari eg inn at ganga.«

39. Út kom ein tann grimma gívur,
forðum ið hon troysti,
hon tók í Sveinins ringabrynju,
tað bognaði stál for brósti.

40. Út kom ein tann grimma gívur,
grumm og hørð til víggja,
hon tók tann Svein úr saðli niður:
»Tú dugir ei longur at ríða.«

41. Harra Svein gekk í hallina inn,
mangt varð hann har vís,
tær skúgva fram ein gullstól,
tær bóru torn og rís.

42. Harra Svein gekk í gullstóli,
tykist ei lítið duga,
hellið sær hann innan skína
við reyðan rínarloga.

43. Harra Svein leyp úr gullstóli,
hann hevði so fiman fót,
hann høgg høvur av grimum gívrum
fuku um hallargólv.

44. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
vindur upp á gangara sín
gullkisturnar tólv.

45. Tólv gullkistur
gera so lítið av,
hetta førdi harra Svein
við sær til Miklagarð.

46. Tólv gullkistur
hvørju megin tá,
síðan setst hann harra Svein
at ríða omaná.

47. Harra Svein klæðist for síni song
eina morgun snimma:
»Enn skal eg um breiða fjall
Arvar jall at finna.«

48. Harra Svein klæðist for síni song
eina morgunstund:
»Enn skal eg um breiða fjall
á Arvar jallins fund.«

49. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
prýddur var hann við skarlak
niður á hóvarskegg.

50. Harra Svein leyp í saðilin upp
yvir leysa lund,
so reið hann um breiða fjall
á Arvar jallins fund.

51. Mitt í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

52. Harra Svein gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur alt í einum orði
heilsar og hann biður.

53. Harra Svein stendur á hallargólvi
ber upp kvøðju sína:
»Sit væl, reystur Arvar jall,
gev mær dóttur tína«

54. Leingi sat hann Arvar jall,
áðrenn hann tordi tala:
»Heintið mína dóttur í hallina inn
sjálv fyri seg at svara!«

55. Frúgvin varð bæði studd og leidd,
inn í hallina gekk,
fyrsta hon hann við eygum sá,
hon vilja til hann fekk.

56. Svaraði frúgvin Marita,
uttar stóð við dyr:
»Hvat var betri, mín sæli faðir,
tú hevði gift meg fyrr?«

57. Fram gekk frúgvin Marita,
rætti hond yvir borð,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarorð.

58. Fram gekk frúgvin Marita,
rætti fram ljósan hand,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarband.

59. Tað var brúdleyp, ið boðið varð,
ikki mátti tvørra,
báðum borgum boðið varð
tólv hundrað av hvørji.

60. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
harra Svein og hans vív.

(c) Dansifelagið í Havn