Kvæðasavn

Svarti Svein Kallsson

Uppskrift: FK 89A, 21, pp. 145-155.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Kall og kelling eiga son,
tikin til góðar at evna,
síðan bað hon presti bera,
Svarta bað hon nevna.

Sótu tey, systkin tvey, í teirri grønu lund,
sum fagurt tjald er uttan við Oyrarsund.

2. Hann varð borin frá kirkjuni
aftur for móður sína,
meira læt hon akt á hann
enn alt sítt gull í skrínum.

3. Hann varð borin frá kirkjuni
aftur for móður knæ,
meira læt hon akta hann
enn alt sítt gull og fæ.

4. Hann vóks upp hjá síni móður,
lukkan honum hól,
meiri vóks hann í ein mánað
enn onnur børn í tólv.

5. Hann vóks upp hjá síni móður,
lukkan honum veks,
meiri vóks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.

6. Enntá var tað Svarti Svein,
hann hugsar sær um ræði:
»Statt upp, mín móðir, tú før meg fram,
tú før meg í forlig klæði!«

7. Kelling fór sær haðan burt,
hon dvøldist ikki leingi,
hon kom aftur við brynju teirri,
ið sámilig var dreingi.

8. Hon kom aftur við brynju teirri,
hon glógvar sum silvur hvíta:
»Tak nú við, mín sæli son,
og vita um tú nýtur!«

9. Hon kom aftur við brynju teirri,
ið var av alvin borin,
hon var bæði víð og síð,
sum skapað var og skorin.

10. »Hoyr tað, mín hin sæli son,
tú eyka tær onga sorg!
Risin býr fyri handan á,
hann ræður fyri Rómarborg.«

11. Svarti fór sær yvir um á,
so er greint fyri mær,
tað var mær av sonnum sagt,
hann skreiðir øksu við lær.

12. Árla var um morgunin,
ið sól tók fagurt at skína,
risin reiv upp grót og grund
við sterkari øksu síni.

13. Svarti trívur um sigluskaft,
lívið mundi hann láta,
hann klývur høvd og heilareim,
búk og bein til máta.

14. Svarti fór sær aftur um á,
so er greint fyri mær,
tað var mær av sonnum sagt,
hann skreiðir øksu við lær.

15. Tá ið kelling øksu sá,
sára skar hon við,
tað var mær av sonnum sagt,
hon fell í óvit niður.

16. »Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
eyka tær onga sorg!
Eg havi vigið risan tann,
sum ráddi fyri Rómarborg.

17. Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
tú sig mær satt ífrá!
Hvar veitst tú so væna jomfrú,
ið mær er sómi at fá?«

18. »Hoyr tað, mín hin sæli son,
eg sigi tær satt ífrá!
Tað er Fróðar í Rómarborg,
ið væna dóttur ár.«

19. Tað var um ein heilagan dag,
man meg rætt um minna,
Svarti fór sær yvir um á
Fróðar kong at finna.

20. Úti í miðjum grasgarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

21. Svarti gongur í høllina inn,
í forðum var sá siður,
hann hevur alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

22. Svarti stendur á hallargólvi,
ber fram bønarorð síni:
»Sit væl, Fróðar í Rómarborg,
tú gev mær dóttur tína!«

23. Kongur so til orða tekur,
gott er at taka til evna:
»Sig mær ætt og heiti títt,
hvussu skal eg teg nevna?«

24. »Hevur tú hoyrt frá brendu borg,
sum stendur í tygra ríki,
har eri eg føddur og alin upp
alla ævi tillíka.

25. Kall so eitur mín faðir
og kelling mín móðir,
Svarti Svein á navni nevndur,
Gud gav mær tað ljóðið.«

26. »Tykir tað øllum høviskum monnum
vera stórt mannamun,
hon er ein útvald kongadóttir,
og tú ert ein kalsson.

27. Tá ið neyðin noktar meg
á jólakvøldi fyrsta,
tá skalt tú fá unga Eygargott,
so ofta sum lívið lystir.

28. Tá ið neyðin noktar meg,
á trettanda kvøld skal kalla,
tá skalt tú fá unga Eygargott
so tína ævi alla.«

29. Svarti fór sær aftur um á,
so er greint fyri mær,
tað er mær av sonnum sagt,
hann skreiðir øksu við lær.

30. Enntá var tað Svarti Svein,
hann heim í garðin fór,
úti hansara sæla móðir
fyri honum stóð.

31. »Ver vælkomin, mín sæli son,
higar út til mín!
Hvussu tók Fróðar í Rómarborg
við bønarorðum tínum?«

32. »Tykir tað øllum høviskum monnum
vera stórt mannamun,
hon er útvald kongadóttir,
men eg eri ein kalsson.

33. Tá ið neyðin noktar hann
á jólakvøldi fyrsta,
tá skal eg fá unga Eygargott,
so ofta sum lívið lystir.

34. Tá ið neyðin noktar hann,
á trettanda kvøld skal kalla,
tá skal eg fá unga Eygargott
og so mína ævi alla.

35. Tað er hann Fróðar í Rómarborg,
hevur so undarligan hátt,
hann ríður til eina trøllkelling
á hvørji jólanátt.«

36. »Hoyr tað, mín hin sæli son,
nú skal tað so vera!
Tú skalt fara út í hans ferð,
men ikki heima vera.

37. Tú tarvt ikki, Svarti Svein,
kvíða tær for eygum,
niður rapa teir ríku rassar
rætt sum brandar deyðir.«

38. Hon fór eftir knokki teim,
hon leggur á hansara lógvar,
her er bæði mikið og fund,
so lítið ið hann lógvar.

39. Knokkur hann skal líkstra øl,
rætt sum kelling lovar,
snú tú tær frá drykkjumáli,
lat sum tú skalt sova!

40. Tú. skalt sita á lendum á hesti,
tað skal eg nú valda,
ikki skal kongur síggja teg,
tó at tú í klæði hans heldur.

41. Hoyr tað, mín hin sæli son,
hvat eg sigi tær,
hvar tú verður í neyðum staddur,
hugsa tú um meg!«

42. Svarti situr í hásæti,
gullkrúnu ber til vissar,
tømir nú bæði skálir og føt,
hartil fríðar diskar.

43. Knokkur hann mundi líkstra øl,
rætt sum kelling lovar,
Svarti snúðist frá drykkjuskál,
læt sum hann skuldi sova.

44. Kongur upp í saðil sprakk,
sum søgur ganga frá,
Svarti upp fyri aftan hann,
so kongur ikki sá.

45. Hesturin leyp um Gostingsjó,
sum fyrr var vanur at loypa:
»Hvat feilar tær, folin góður,
tú snublar í slíkum treyti?«

46. Kongur leyp um Gostingsjó,
hann talar fyri seg enn:
»Hvat feilar tær, folin góður,
hví ert tú so seinur?«

47. Hestur loypur um Gostingsjó,
sum har hevur farið leingi:
»Hvat feilar tær, folin góður,
at tú ikki gongur?«

48. Hann steig upp í Hilmars song,
fátt skal slíkum lova,
Svarti Svein for uttan stendur,
hann heldur á Fróðars fola.

49. Hann stígur upp í Hilmars song,
hann svav har ikki leingi,
ei gat kappin klædnað seg,
fyri honum kom Guðmars geingi.

50. Kelling geispar gómum fast,
glettir upp á tonn:
»Eg havi bæði kol og krím,
helst av kristnum monnum.«

51. Kelling geispar gómum fast,
er henni ilt í øllum:
»Mær tykir, sum Svarti stendur
her í Hilmars høllum.«

52. »Svarti hann er sovnaður,
fullur av drekka móður,
tá ið eg komi til hallar heim,
eg veki hans hjartablóð.

53. Svarti hann er sovnaður,
fegin og fullur í høllum,
morgin skal hann láta lív
frá londum og gørpum snjøllum.«

54. Kelling geispar gómum fast,
glettir upp á tonn:
»Eg havi bæði kol og krím,
helst av kristnum monnum.

55. Eg havi bæði kol og krím,
tað helst av kristnum manni,
sendið vár yngsta arvinga út
so vítt yvir vegin at kanna!«

56. Út fór yngsti arvingi teirra
so vítt yvir vegin at kanna,
øksin skar sum skyggjað voks
háls og herðar av svanni.

57. Ulkinn fell tá deyður niður
við ljós og lampna loga,
gívurin vaknar úr blundi upp
og biður ei Fróðar sova.

58. Floksar tveir á fótum vóru
við goyst og grimdum huga,
Svarti hugsar um móður sína,
gott skal dreingi duga.

59. Har kom hansara sæla móðir,
sín son vildi goyma,
búgvið horn í hendi ber
og saðil og hest við teyma.

60. »Eg skal geva tær Eygargott,
dóttur mína dýru,
síðan taka við tigils navni,
lond og ríki stýra.

61. Eg skal geva tær Eygargott,«
mælti kongur av hjarta,
»síðan taka við tigils navni,
bera mín brand hin bjarta.«

62. Svarti hugsar við sjálvum sær,
heldur á brýndum knívi:
»Fekk eg kongin av lívi tikið,
so hevði eg vald á vívi.«

63. Enntá var tað Svarti Svein
við sínum svørði brá,
hann kleyv Fróðar í Rómarborg
sundur í lutir tvá.

64. Svarti reikar um grønan vøll,
ið loystur var av vanda,
hann sær, hvar sín móðir situr,
næstum hevði givið upp anda.

65. Hann sær, hvar sín móðir situr,
næstum hevði givið upp anda,
hann tekur í hennara ljósu hond,
biður hana heila upp standa.

66. »Eg havi vigið dugligt sprund,
øllum tykir undur,
hon hevur brotið bein í mær,
riv og ryggin sundur.«

67. »Eg skal taka teg fegin og fús,
bera teg heim til hallar,
tey munnu tíni sárini grøða,
slíkt verður gitið valla.«

68. »Eg man ljóta láta lív,
mær helst er komið til handa,
sonur mín, far til hallar heim,
tú goym væl guls og landa!

69. Sonur mín, far til hallar heim,
tú goym væl guls og æru,
ger so væl við fólkið alt,
sum fyrr var vant at vera!«

70. Svarti situr sær við sorg,
meðan hans mundi móðir doyggja,
síðan gróv hann drós í heyg,
sum dreingir dagligt hoyggja.

71. Svarti situr sær við sorg,
meðan hans læt móðir lív,
síðan gróv hann drós í heyg,
sum dreingir dagligt stríða.

72. Svarti skundar av skóginum heim,
ið loystur var av pínu,
hirðin øll á fótum var
og lútar fyri harra sínum.

73. Svarti situr í hásæti,
gullkrúnu ber so bjarta,
undrast allir kongins menn,
tá rann teim ræður í hjarta.

74. Svarti talar til tríati menn,
hann biður í høllina ganga:
»Leiðið mær kongins dóttur inn,
meg lystir tað fljóð at fanga!«

75. Svarti talar til tríati menn,
hann biður í høllina gá:
»Leiðið mær kongins dóttur inn,
meg lystir tað fljóð at fá!«

76. Enntá var tað Svarti Svein,
hann fellur upp á síni knæ,
meðan hann dóttur Fróðar kongs
til ektar festi sær.

77. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
bæði gingu í eina song
Svarti og hans vív.

78. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin
sum sá fuglur, á viði situr,
verður á ljósum degi.

79. So er mangur av lítlum stigin,
ið lukkan snúðist til handar,
hann ræður nú fyri Siglandi,
hann goymir væl guls og landa.

80. Svarti ræður fyri Siglandi,
hann goymir væl guls og æru,
hann ger so væl við fólkið alt,
sum fyrr var vant at vera.

81. Svarti eri eg kallaður,
mestur eri eg hvítur,
eingin veit av søtum at siga,
fyrr enn hann beiskum bítur.

82. Svarti ræður fyri Siglandi,
honum skortar ei gullið reyða,
drotning heil av harmi sprakk
eftir Fróðar deyða.

(c) Dansifelagið í Havn